Tónleikur
Tíðindi
Barnakórstevna 2013- SYNG Kular Røtur

Tíðindaskriv frá Føroya Sanglærarafelag
Lagt verður upp til eitt stórt felags tiltak í badmintonhøllini, har nógv verður gjørt burturúr sjálvum pallinum, ljóðinum, at fríðka og pynta høllina og ikki minst at fáa sangin og tónleikin at ljóða av nógvum og góðum.
Málið er, at øll luttakandi og gestir úr øllum landinum fáa eina ógloymandi uppliving, føroyskum barnasangi at frama.
Ætlanin er eisini, at øll barnakórini fáa ymist littar blusur at upptraðka í. Hetta eisini sum eitt vakurt og sigandi minni fyri luttøkuna.
Í samband við kórstevnuna, sum hesaferð rakar ein tunnilsdag, verður nógv annað spennandi á skránni í Klaksvík, sum ivaleyst kann savna ta føroysku familjuna.
Kórini skulu møta í Skúlanum á Ziskatrøð leygarmorgunin kl. 10 til fyrireiking, upphiting, felags venjing, ljóðroynd og endaliga uppstilling. Kórstevnan bjóðar mat og drekka á staðnum. Ætlanin er at filma og banda konsertina, sum verður kl. 16.
Tað verða serliga børn úr 3. – 6. flokki, sum manna kórini.
Fyri at kórini skulu ljóma og hoyrast væl, so er umráðandi, at allir skúlar velja burturúr rúgvuni
4 - 6 sangir, har ávísu skúlarnir koma at fáa ein virknari leiklut.
Sanglærarafelagið vil so saman við kórleiðara og fyriskiparum leggja ein endaliga skrá, sum tekur fyrilit til einstøku kórini, tónleikabólkin, solistarnar og felagssangin.
Skúlarnir kunnu velja millum hesar sangir:
01: Hon er omma mín/ barnakór
02: Eg eigi vakrar dreymar/ Kular Røtur + barnakór
03: Ynskifløskan/ barnakór
05: Karin - barnakór
06: Líkagóð - barnakór
07: Túsund smíl/ Felagssangur
08: Abbabeiggi – barnakór
09: Kalla meg babe/ solistur + barnakór
09: Finn – Kular Røtur + felags
10: Minnist tú/ Kular Røtur + barnakór
11: Eitt hitt/ Kular Røtur, solistar + barnakór
12: Kingoson/ Kular Røtur + barnakór
13: Tíggju bibbur – Kular Røtur + barnakór
14: Vov Vov – Kular Røtur + solistar + barnakór
15: Vera – Kular Røtur + gentukór
16. Bilurin hjá okkum – Kular Røtur + dreingjakór
17: Vit orka – barnakór
Tekstirnir til sangirnar kunnu takast niður her.
Sangirnir eru at hoyra her.
So góðu sanglærarar!
Um tit hava ein flokk ella nakrar næmingar ( 3.-6.fl.), sum tit kundu hugsað tykkum at komið við til BKS 2013 í Klaksvík, so er bert at melda til hjá Føroya Sanglærarafelag: fslf@skulin.fo
Síðsta freist fyri tilmelding er 15. mars
Viðmerkið navn á skúla, tal av næmingum og navn á lærarum ella foreldrum, sum koma við
(1 lærari/ foreldur pr. 10 næmingar).
Tað er eitt krav, at lærarar/ foreldur eru til staðar allan dagin.
Flutningi til og úr Klaksvík standa tit sjálvi fyri.
Ljóðfílur til sangirnar og evt. stemmur eru tøk her á Snar. Sangirnir eiga at verða væl og virðiliga vandir soleiðis, at dagurin í Klaksvík verður nýttur til venjing saman við orkestri, uppstilling og ljóðroynd.
Við sangkvøðu
Fø. Sanglærarafelag