Skip to main content

Tónleikur

Tíðindi

Barnarímur endurútgivnar

20.04.2010

Bókadeild Føroya Lærarafelags endurútgevur tær kendu barnarímurnar hjá Hans Andriasi Djurhuus.

Tíðindaskriv 19. apríl 2010

 

Í hesum døgum gevur Bókadeildin bókina Barnarímur út. Hetta eru klassisku barnarímurnar hjá Hans Andriasi við vøkrum myndprýðingum hjá Elinborg Lutzen. Í bókini eru 35 rímur og nótar til átjan teirra. Hetta eru rímur, sum hvørt mansbarn í Føroyum syngur. M.a. Hetta landið er títt, Karin, Kongaríkið í Bábylon og Pápi mín.

Kendir tónleikarar eitt nú Eivør og Annika Hoydal hava givið fløgur út, har sangir hjá Hans Andriasi eru á.

Hetta er 6. útgávan, og hevur bókin verið útseld í eina tíð. Flest fólk kenna gulu bókina við barnarímunum, men nú er guli liturin skiftur út, og er bókin í staðin blá.

Bókin er 90 blaðsíður og kostar 148,-

Lagt út: Rói Joensen