Skip to main content

Tónleikur

Tíðindi

Boomwhackers - Plastikrør sum ljóðføri

03.03.2010

26. mars verður áhugavert skeið í Runavíkar skúla, skúlanum við Løkin. Tað er eitt skeið í 'Boomwhackers', sum er eitt nýtt fyribrigdi í tónleikaundirvísing í Føroyum.

Skeiðið er fyri allar tónleikaáhugaðar lærarar.

Boomwhackers eru rør, sum eru skorin til í longd, so tey hava ymiskar tónar. Soleiðis ber til at spæla sangir við rørunum. Umframt hetta eru rørini í ymsum litum, so at tey eru einastandandi at læra næmingar nótar við.

Runavíkar skúli er helst fyrsti skúli, sum nýtir hesi rør í tónleikaundirvísing, og av tí at mett verður, at hetta er eitt gott íkast til undirvísing í tónleiki, hava lærarar í Runavík avgjørt, at hava eitt skeið fyri øðrum lærarum og áhugaðum.

Skeiðið verður í skúlanum við Løkin tann 26. mars.

Meir fæst at vita við at venda sær til rks@skulin.fo. Her ber eisini til at tekna seg til skeiðið. Kostnaðurin fyri skeiðið er bert kr. 200.

Tað ber til at síggja nøkur filmsbrot har næmingar í Runavík spæla uppá Boomwhackers:

www.youtube.com/watch;

SKRÁ:

 

9.00    Vælkoma og presentatión

9.30    BOOMWHACKERS (Ásbjørn)

          - frágreiðing

          - tilfar

          - hugskot

          - Nótalæra v. Boomwhackers,

          - Hvar fáast Boomwhackers, og hvat annað tilfar fæst?

 

10.00  WORKSHOP (Ásbjørn)

          -  ymisk hugskot (býta rør út og spæla okkurt)

10.30  Framførðslur: 5. Fl. 10 fl. og 7.fl..

11.00  Boomwhackers á teldu (Óli Jákup Joensen)

          - Boomwackers í Excel.

          - Presentatión av Finale møguleikanum við litum

11.20  Luttakararnir arbeiða í bólkum við Finale og útseta eitt lag

12.00  Døgurði

13.00  Arbeitt verður víðari við Finale

14.00  Vit royna gjørdu løgini

15.00  Liðugt

 

Tilmelding á rks@skulin.fo

 

v.h.

Óli Jákup Joensen

oli.jakup.joensen@skulin.fo

 

 

Lagt út: Rói Joensen