Skip to main content

Tónleikur

Tíðindi

Námsfrøðiligt tilfar til Ommu blommu – abba krabba

25.03.2010

Tilfar at brúka á dagstovnum og í dagrøktum, sum hoyrir til bókina Omma blomma abbi krabbi, er nú komið.

Tilfarið fevnir um 7 plakatir við myndum og rímum úr bókini, soleiðis at børnini síggja og harvið eisini kunnu siga rímurnar í gerandisdegnum.

Við tíðini dugir barnið rímurnar uttanat, og er hetta ein týðandi partur av málsligu menningini.

Hartil hoyra sanghefti eisini til útgávuna. Sangheftini eru býtt upp eftir evnum og eru 12 ymisk í tali. Hugsanin er, at børnini kunnu sita við hvør sínum hefti, til dømis til runding ella samling, og tí eru 20 eintøk av hvørjum.

Umframt, at alt tilfarið stimbrar málsligu menningina sum heild, eru myndirnar upprunaføroyskar. Sissal Maria Rasmussen hevur savnað tilfarið, og Árni Winther hevur teknað myndirnar. Hannis Egholm hevur gjørt layout, umbrotið og greitt til prentingar. Prenta hevur prentað tilfarið.

Prísurin fyri 7 plakatir og 20 ferðir 12 sanghefti er 450,- kr og er hóskandi til eina stovu. Tilfarið fæst til keyps á Bókamiðsøluni.

Lagt út: Rói Joensen