Tónleikur
Tíðindi
Ókeypis myndir og ljóð á netinum

Flestu myndir, ljóð og annað, sum eru á netinum eru vard av upphavsrætti. Tí renna lærarar og næmingar seg ofta í trupulleikan, at undirvísingargongdir og uppgávur ikki kunnu leggjast út á netið.
Tær nýtist kortini ikki at fara út við egnum myndatóli ella keypa myndir leysar fyri at loysa henda trupulleika.
Tað er nevniliga soleiðis, at á netinum eru fleiri heimasíður, sum bjóða ókeypis tilfar at brúka til ymisk endamál. Niðanfyri eru slóðir til nakrar av hesum síðum.
Fyrst skal tó nevnast, at tað finst ein altjóða upphavsrættarmerki á netinum, Creative Commons, sum varð tikið í brúk í 2001. Við hesum CC-merkjunum kunnu myndatakarar og onnur bjóða øðrum at brúka teirra verk síni við ymiskum treytum, so sum at upprættarhavarin skal nevnast og at upphavsrættartakarin er tann einasti, ið kann brúka verkið handilsliga. Eisini ber til at bjóða fram myndir, film, ljóð og annað fullkomiliga ókeypis.
Tit kunnu lesa meira um Creative Commons á hesum heimasíðunum: www.creativecommons.dk/ og creativecommons.org/.
Ókeyis ljóð á netinum
Ókeypis myndir á netinum
flickr.com/creativecommons (ókeypis part av kendu síðuni Flickr)
Í myndaleitingini á Google ber eisini til undir "Udvidet billedsøgning" ella "Advanced Image Search" at stilla upp á rættindini á leitiúrslitunum í teigunum “Bruger Rettigheder” ella “Usage Rights”
Ókeypis alfrøði
en.wikipedia.org/wiki/Main_Page
wikimindmap.org/ (síðan serliga gjørd at leita á wikipedia við)
Nógvar ókeypis tænastur
Heimasíðan www.it-torvet.dk vísir eisini til nógvar aðrar síður við ókeypis tænastum á netinum.
Lagt út: Rói Joensen