Tónleikur
Tíðindi
Sangskrivarakapping hjá Amnesty

"Vit eru øll fræls!
Verða vit øll viðfarin á sama hátt?"
Birtir hesin setningur kenslur í tær?
Fært tú hug at seta orð á tankar og kenslur?
So skalt tú ella tín skúlaflokkur luttaka í spennandi sangskrivarakapping, sum Amnesty International Føroya deild hevur sett í gongd.
Tað snýr seg heilt einfalt um at skriva ein nýggjan Amnesty sang um javnrættindi.
Javnrættindi er sjálvt grundarlagið undir Heimsyvirlýsingini um mannarættindi frá 1948.
Mismunur fer fram, tá ávís menniskju skipað verða noktað hesi grundleggjandi rættindi.
Vit spyrja: "Fer mismunur fram í 2011?"
Tað hevði glett okkum, um tú ella tit vildu luttikið í hesi kapping og harvið verið við til at varpa ljós á mannarættindi.
Vit gleða okkum at hoyra fra tykkum
Les meira her
Um sangskrivarakappingina
Allir føroyingar – smá, stór, kend og ókend – eru vælkomin at lata inn sang.
Einasta treytin er, at sangurin tekur
støði í arbeiðssetninginum:
"Vit eru øll fødd fræls og javnlík!
Verða vit øll viðfarin á sama hátt?"
Tann 15. juni er seinasta freist at lata sang inn. Tá fara 4 dómarar at velja út
10 sangir, ið verða innspældir á nýggja Amnesty fløgu, sum kemur út tann 10. desember 2011.
Á G! Festivalinum 2011 verða tey
10 vinnaraløgini kunngjørt.
Heiðursgáva verður latin til 3 av løgunum.
Allan mai mánað 2011 verða LIVE-framførslur kring landið, har luttakandi hava møguleika at framføra sítt lag.
Les meira á og melda til her:
WWW.AMNESTY.FO
Tilmeldingarfreistir:
Melda til LIVE-framførslurnar áðrenn 15. apríl 2011
Lat tín sang inn áðrenn 15. juni 2011
Hevur tú spuringar um kappingina?
Skriva til Katirn (Amnesty) á amnesty@amnesty.fo
Ring til Katrin (Amnesty) á 23 58 17
Hevur tú tekniskar spuringar um upptøkur ella LIVE-framførslurnar?
Skriva til Rasmus (Tutl) á rasmus@navit.fo
Ring til til Rasmus (Tutl) á 27 14 62
Amnesty International Føroya deild
Kongabrúgvin
100 Tórshavn
Tel: (+298) 235817
Heimasíða: www.amnesty.fo
Lagt út: Sigfríður Abrahamsen, ritstj.