Skip to main content

Tónleikur

Tíðindi

Skúlabók á metsølulista

13.01.2010

Tað er sjáldsamt at ein skúlabók røkkur ovastu metsølulistum í einum handilsligum bókahandili. Men tað hendi um jólini, stutt eftir at bókin Omma blomma abbi krabbi – vit tíma at ríma kom út.

Tað er sjáldsamt at ein skúlabók røkkur ovastu metsølulistum í einum handilsligum bókahandili. Men tað hendi um jólini, stutt eftir at bókin Omma blomma abbi krabbi – vit tíma at ríma kom út. Sissal Rasmussen hevur savnað tilfarið, sum er rím og ramsur fyri børn. Pápin Árni Winther hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ætla børnum undir skúlaaldur.

Føroya Skúlabókagrunnur gav bókina út og hetta er fyrsta ferðin at ein útgáva haðani er komin á metsølulista.

Sí eisini her: www.snar.fo/foeroyskt/omma_blomma/

Á myndini: Annika Árting, sum er kosins ársins ungi bókaseljari, vísir fegin fram metsølubókina á barnalistanum í Riti og Ráki í SMS

Skrivað og tikið mynd hevur: Birgir Kruse