Skip to main content

Týskt

Tíðindi

Google dugir ikki einans at týða, men lesur eisini tekstin fyri tær

22.11.2009

Nógv kenna Google Translate, ið er eitt amboð, sum kann týða tekst til og frá nógvum ymiskum málum. Vit kunnu nevna danskt, norskt, svenskt, enskt, týskt og spanskt. Tað nýggja við Google Translate er, at teldutala er løgd inn. Enn er henda bert á enskum, men helst fara vit skjótt at hoyra onnur mál á Google Translate.

Hevur tú teldupostadressu hjá Gmail.com, fært tú eisini hetta amboðið saman við tíni innritan, og tað umsetta kann goymast á tínari síðu.

Vitja Google Translate her:http://translate.google.dk/#

Lagt út: Heini Nygaard