Skip to main content

Týskt

Tíðindi

Hundraðtals síður

19.03.2009

Á Snari eru hundraðtals síður, sum umboða ymiskar samansetingar av lærugreinum og floksstigi. Fyri at halda stýr á, hvat skal vera á hvørjari síðu, verður alt, ið er skrásett á Snar, flokkað í viðkomandi flokkingar, og síðan toga út aftur á ymisku síðurnar út frá hesum flokkingum.

Hvør lærugrein hevur sína forsíðu, hvør flokkur hevur sína forsíðu, og hvør einasta samanseting av lærugrein og flokki hevur eisini sína forsíðu. Harafturat hava allar hesar forsíður  undirsíðurnar tíðindi, tilfar, slóðir, útgávur og læruspøl. Tilsamans eru hundraðtals síður á Snari.

Fyri at halda skil á tí vónandi stóru mongdini av tilfari og øðrum, sum kemur at liggja á Snari, er alt flokkað í ymiskar flokkingar. Grundreglan er, at alt, ið verður skrásett á Snar, í minsta lagið skal flokkast í brúkarabólk, lærugrein og aldursstig. Harafturat kann flokkast í aðrar flokkingar, sum verða stovnaðar eftir tørvi.

Fyri at taka eitt dømi, so er slóðin til tey bæði “tabelspølini” “Times tables games” av heimasíðuni BBC Skillswise flokkað undir støddfrøði,  frá 1. til 10. flokk og allar tríggjar brúkarabólkarnar , lærarar, næmingar og foreldur.

Tað ger so, at slóðin til hesi bæði spølini sæst aftur á forsíðunum hjá lærarum, næmingum og foreldrum. Eisini sæst slóðin aftur á forsíðuni hjá støddfrøði og á forsíðuni hjá øllum flokkum frá 1. til 10. flokk.  Og sjálvandi síggjast “Times tables games” eisini aftur á øllum samansetingunum av støddfrøði og flokkunum frá 1. til 10. flokk.

Hendan skipanin at flokka alt, ið skrásett verður, tryggjar at tað sæst aftur har tað er viðkomandi.  Omanfyri nevnda spæl “Times tables games” kemur at síggjast lærara-, næminga og foreldrasíðunum í nakrar dagar, meðan tað kemur at síggjast longri úti á støddfrøðisíðunum og uppaftur longri á støddfrøðisíðunum í ávísu floksstigunum.

Rói Joensen