Týskt
Tíðindi
Nýggj orðabók og nýggjur orðabókaportalur

Á heimasíðu Orðabókagrunsins stendur soleiðis:
Grunnurin fer í næstum at leggja 'beta-versjón' av nýggjum orðabókaportali út. Beta-versjón merkir, at portalurin ikki er liðugt gjørdur, og nakrar av orðabókunum, sum atgongd verður til, eru ikki heilt lidnar. Hesar eru føroysk-týsk orðabók, sum Ulf Timmermann hevur ritstjórnað, og føroysk-donsk orðabók, sum Zakaris S. Hansen hevur ritstjórnað.
11. september kemur sponsk-føroysk skúlaorðabók út í prentaðari útgávu. Bókin er ætlað miðnámsskúlunum. Í bókini eru útvald leitorð, ið eru mest viðkomandi hjá miðnámsskúlanæmingum og øðrum, ið vilja læra spanskt. Randi Meitil og Birgit Remmel hava ritstjórnað. Nevnda bók verður eisini á nýggja orðabókaportalinum.
Aðrar orðabøkur á goymslu, sum grunnurin hevur verið við til at fíggja:
Donsk-føroysk orðabók. Eisini fløguútgáva. Ritstjórnað hevur Hjalmar P. Petersen.
Føroysk-italsk orðabók. Ritstjórnað hevur Gianfranco Contri.
Føroysk orðabók (heft og innbundin), sum Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen og Zakaris Svabo Hansen hava ritstjórnað, var útseld, men eitt-binds útgávan í stívari permu er uppafturprentað og á goymslu.
Umframt omanfyri nevndu hevur grunnurin:
føroysk-donsku orðabókina, sum M. A. Jacobsen og Chr. Matras ritstjórnaðu og føroysk-norsku orðabókina, sum Eigil Lehmann hevur ritstjórnað, á goymslu.
Fløguútgávan av Føroysku orðabókini er útseld, men ókeypis atgongd fæst til hana á heimasíðuni hjá Orðabókagrunninum.
Lagt út: Rói Joensen