Skip to main content

Danskt

Tíðindi

Humor í Norðurlondum - Norðurlendska bókasavnsvikan 2011

04.11.2011

Mánadagin 14. november byrjar Norðurlendska bókasavnsvikan. Í ár er evnið ‘Humor í Norðurlondum’, so tað skuldi gjarna blivið ein stuttlig vika.

Vikan byrjar mánamorgunin, 14.  november við at yrkingarnar Pápi Ali, Á fiskavirkinum og 7 ljót køstadjór (fyribilsheiti) úr bókini Mustafas Kiosk  - og andre rim for børn eftir danska rithøvundin Jakob Martin Strid, verða lisnar upp á skúlum og barnabókasøvnum í øllum norðurlondum. Yrkingarnar hevur Alexandur Kristiansen umsett til føroyskt, og verða tær í næstum lagdar út á føroyska partin av  www.bibliotek.org . Um møguleiki er fyri tí, er tað eitt gott hugskot at finna fram myndirnar úr bókini og forstørra tær upp á ein stórskíggja, so børnini fáa høvi at síggja hesar sera stuttligu tekningarnar hjá Jakob Martin Strid meðan yrkingranar verða lisnar upp.

Um kvøldið kl. 20, henda sama 14. november, hevur Landsbókasavnið eitt tiltak har Hans Tórgarð fer at lesa upp úr bókini Popptónleikur úr Vittula eftir finska rithøvundin Mikael Niemi. Eisini fer Dorthe Pedersen, lærari í heimspeki og í donskum, at hava framløgu um humor í heimspekiligum høpi, og kvøldið endar við at Lív Næs spælir nøkur løg. Kaffi og smákøkur omaná. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Plakatir og postkort fáast ókeypis við at koma eftir teimum á Landsbókasavninum ella við at skriva til unnpat@flb.fo

Til ber at lesa meira um bókasavnsvikuna á www.bibliotek.org