Skip to main content

Danskt

Tíðindi

Ljóðbøkur á LMS

30.08.2009

Upprunaliga varð hetta ætlað sum tænasta fyri blind, men seinnu árini er úrvalið ment í stórum soleiðis, at ljóðbøkur nú eisini eru tøkar til undirvísing. Eftir hondini hevur Landsmiðstøðin ljóðbøkur til fleiri av teimum bókum, sum eru í flokssetti.

Hetta hevur tó knýpt, tá tað snýr seg um danskar bøkur. Tí hevur Landsmiðstøðin nú tikið stig til eisini at bíleggja ljóðbøkur saman við nýggjum flokssettum av donksum bókum og soleiðis so við og við at uppbyggja eitt savn við donskum bókum á fløgu.

Lagt út: Rói Joensen