Skip to main content

Danskt

Tíðindi

Nordspråk skeið í talgildum miðlum

15.06.2010

Nordspråk skipar í døgunum 29. oktober - 1. november 2010 fyri skeiði í talgildum miðlum við heitinum "Mobilkultur." Skeiðið verður hildið í Stokkhólmi og er ætlað føroysk- og dansklærarum á miðnámi og í framhaldsdeild fólkaskúlans.

Skeiðið verður skipað við fyrilestrum og verkstovum umframt ymsum áhugaverdum vitjanum. Arbeitt verður m.a. við sms máli, You Tube, Facebook, Twitter og bloggum. Kostnaðurin fyri skeiðið er 3.000 kr umframt ferðaútreiðslur.

Les meira um skeiðið her www.nordsprak.dk/site/images/pdf/programmobilkultur_2010.pdf  

Nordspråk er norðurlendskt samstarv, sum skipar fyri skeiðum og øðrum átøkum til frama fyri móðurmálsundirvísing og undirvísing í norðurlendskum sum fremmandamál í Norðurlondum.

Lagt út: Sólvá Jónsdóttir