Danskt
Tíðindi
Norðurlandadagur

Helsinki avtalan hevur til endamáls at fjølga norðurlendska felagsskapin og ásetir karmar fyri samstarv Norðurlandanna millum.
Skúli og útbúgving eru eisini umrødd í Helsinkiavtaluni, og í grein 8 stendur soleiðis:
“Í øllum Norðurlondum skulu undirvísingin og útbúgvingin í skúlunum í hóskandi vavi fevna um undirvísing í máli, mentan og vanligum samfelagsviðurskiftum í hinum Norðurlondunum, herundir eisini Føroyum, Grønlandi og Álandi.”
Og í lesiætlanum og námsætlanum kring Norðurlond síggjast eisini krøv um undirvísing í norðurlendskum viðurskiftum, og Norðurlandaráðið hevur eisini gjørt sítt til at fáa til vega undirvísingar- og kunningartilfar umframt stuðulsskipanir til ymsar norðurlendskar verkætlanir. Nevnast kunnu eitt nú barna- og ungdómsportalurin Valhalla og Nordplus stuðulsskipanin.
Norðurlendsk mál og mentan eiga stóran lut í føroyska skúlaverkinum. Fyrst og fremst kemst hetta av høgu krøvunum til undirvísing í donskum, men bæði norskt, svenskt og íslendskt eiga eisini sín lut í føroyska skúlaverkinum.
Føroyingar klára seg eisini væl í grannamálunum sambært kanningum. Stóra granskingarverkætlanin Håller språket ihop Norden? frá 2005 vísir greitt, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar klára seg betur bæði í skandinaviskum málum og í enskum máli enn miðnámsskúlanæmingar í øðrum Norðurlondum.
Í 2010 og 2011 skipaði Norðurlandaráðið fyri norðurlendskari málherferð, sum hevði til endamáls at menna samskifti á norðurlendskum máli millum børn og ung í Norðurlondum. Nám luttók í hesi málherferð vegna Føroyar, og úrslitið bleiv ein temasíða á Snar um grannamál.
Nám hevur eisini givið bøkurnar Grannamálið fyri vestan og Norskt út, umframt at tekstir á norðurlendskum málum eru við í fleiri lesibókum.
Mynd: Søren Sigfusson/norden.org