Skip to main content

Danskt

Tíðindi

Norðurlendsk barnabókavirðisløn 2009

11.09.2009

Dómsnevndin í Norðurlendska Skúlabókasavnsfelagnum (NSF) hevur valt at lata rithøvundanum Stian Hole barnabókavirðislønina 2009 fyri bókina ”Garmanns gate”.

 

NSF hevur latið virðislønina síðan 1985. Virðislønin er í ár eitt diplom og eitt listaverk umframt 15.000 danskar krónur.

 

Virðislønin verður handað á Skúlabókasavnsráðstevnuni í Esbo, Finnlandi tann 18. september 2009.

INNIHALDIÐ Í BÓKINI
Bókin er onnur myndabók um Garmann. “Garmanns gate“ snýr seg um, hvussu  Garmann hittir og gerst vinur við gamla mannin, ”Frímerkjamannin”, sum býr for inni á gøtuni hjá Garmanni. Ein dagin kemur Roy, ið er sum ”konge, general, Stortinget, Gud, toppscorer på fotballaget og fus i alt”. Hann lumpar Garmann til at bresta ein svávulpinn, sum festir eld í tað turra grasið. Roy rýmir, og tíbetur hevur ”Frímerkjamaðurin” sæð alt, sum hendi. Hann hjálpir at sløkkja eldin, og tá byrjar vinskapurin millum Garmann og gamla mannin.


MYNDIR
Stian Hole hevur ment sín egna serstaka hátt at gera myndir við talgilda amboðnum Photoshop. Í myndaverðini hjá Hole er tað møguligt at sameina ymiskar myndamálbúnar sum t.d. foto, collage, tekningar og ímyndir. Myndaverðin verður ein kend verð fyri børn, men hon rúmar kortini eina frástøðu, soleiðis at myndaverðin eisini verður ein íspunnin verð. Í verðini hjá Hole verða kropspartarnir, sum hava størstan týdning, gjørdir størri, t.d. andlit og armar.
Hole loyvir sær eisini at stjala úttrykk bæði úr listaverðini og kendum poppikonum. Persónarnir verða gjørdir trýdimsionellir, so lesarin næstan fær hug at nerta við teir.
Í ”Garmanns gate” megnar Hole at fáa øll brigdi í heystlitunum fram.


TEKSTUR
Hvør opna hevur lutfalsliga lítlan tekst. Teksturin er ein gjøgnumgangandi søga, sum sigur frá realistiskum hendingum. Myndirnar vísa viðhvørt støður, sum koma fyri seinni í bókini. Tað er ikki neyðturviliga samband millum tekst og myndir, og hetta gevur lesaranum møguleika at ”yrkja aftrat” gjøgnum alla bókina.    
Garmann og gamli maðurin eru báðir filosofiskir og hugsanarsamir. Tað melur í høvdinum á Garmanni, men hann kennir nú, at hann í tí gamla manninum hevur møtt einum, sum hann er á bylgjulongd við. Teir hava felags áhugamál innan plantufrøði. Garmann er farin at gera sær eitt plantusavn, og hann fær góða hjálp frá nýggja vinmanninum, sum hjálpir honum at stava tey longu blomsturnøvnini. 

RITHØVUNDURIN
Stian Hole er borin í heim í 1969 og vaks upp í Hokksund vestan fyri Drammen.  Hann er sniðgevi, myndaskapari og barnabókarithøvundur og hevur m.a. gjørt permur til kendar, norskar rithøvundar. Stian hevur fingið fleiri virðislønir - bæði sum rithøvundur og sniðgevi.

Bøkur eftir Stian Hole:
2005 Den gamle mannen og hvalen, myndabók
2006 Garmanns sommer, myndabók
2008 Garmanns gate, myndabók


Bókmentavirðislønir:
Virðislønin hjá Kultur- og kirkedepartementet fyri barna- og ungdómsbókmentir 2005, fyri Den gamle mannen og hvalen.

Brageprisen 2006, kategori barna- og ungdómsbókmentir, fyri ”Garmanns sommer

Virðislønin hjá Kultur- og kirkedepartementet fyri barna- og ungdómsbókmentir 2006, fyri ”Garmanns sommer

Bologna Ragazzi Award 2007, fyri ”Garmanns sommer

Ársins vakrastu myndabøkur, gull 2007, fyri ”Garmanns sommer


Innstillaðu bøkurnar í 2009:
Úr Danmark: Mørkebarnet eftir Cecilie Eken, myndprýdd hevur Malene R. Laugesen
Úr Finnlandi: Emma Gloria og den röda Längtansboken eftir Henrika Andersson
Úr Føroyum: Mánalysi eftir Elin Á. Rógvi (Måneskin)
Úr Íslandi: Spögelsesspor eftir Kristin Helga Gunnarsdóttir
Úr Noregi: Garmanns gate eftir Stian Hole, myndprýdd hevur Stian Hole
Úr Svøríki: Stora musboken eftir Stefan Casta, myndprýdd hevur Staffan Ullström.

Dómsnevndin í Norðurlendska Skúlabókavarðafelagnum 2009:
Øystein Norvoll, formaður, Noreg
Christina Green, Svøríki
Tóra Sjöfn Gudmundsdottir, Ísland
Susann Etzell, Finnland
Karen Odegaard, Danmark
Solveig Debess, Føroyar

Tvær ferðir síðan 1985 hava Føroyar fingið Norðurlendsku Barnabókavirðislønina:
1991: Ólavur Michelsen og Erik Hjorth Nielsen fyri bókina Rossini á Skoradali
2001: Edward Fuglø fyri myndir sínar í ymiskum bókum.

 

Lagt út: Heini Nygaard, ritstj