Skip to main content

Danskt

Tíðindi

Nýggjur webportalur til ung: Norden før og nu

20.05.2009

Shamanir í Samalandi. Ræðuligar avrættingar í Svøríki. Jøklar í Noregi. Stórveldisdreymar í Danmark. Eksotiskur matur í Grønlandi. 6500 oyggjar í Álandi. Gosfjøll í Íslandi. Óljuleiting í Føroyum...

 

Alt hetta finnur tú vitan um á nýggja webportalinum “Norden før og nu”, sum DR setir á stovn saman við Nordisk Ministerråd, og har Kringvarp Føroya eisini luttekur við føroyskum tilfari.

Portalurin verður lanseraður í Skálanum í Norðurlandahúsinum 26. mai kl 14-16.

Portalurin er lagdur tilrættis primert fyri 10 – 14 ára gomul og inniheldur sjónvarpsstubbar, stuttligar stuttfilmar, smærri greinar, fakta og spennandi sagnir um Norðurlond. Alt er klárt at nýta í undirvísing ella sum íblástur og tilfar til stílar og uppgávur.
“Tað hevur eydnast okkum”, sigur Halldor Ásgrímsson, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum, “at skapa eitt stað á alnótini, har børn og ung kunnu heinta vitan um Norðurlond. Tað er okkara vón, at skúlar í øllum Norðurlondum verða varir við, at her er einastandandi tilfar framleitt, klárt at nýta í undirvísingini.”

Public service stovnarnir í teimum stóru Norðurlondunum hava framleitt. “Norden før og nu” við eykatilfari frá kringvørpunum í sjálstýrandi økjunum. Portalurin verður lanseraður í øllum norðurlondunum várið og summarið 2009.

Portalurin kann eisini nýtast til kappingar við norðurlendskum spurningum og til at hoyra hini norðurlensku málini.
“Norden før og nu” kann vera við til at menna førleikan at skilja grannamálini, og vit kunnu læra um søgu og mentan hjá grannum okkara”, orðar Mogens Jensen, formaður í “Nordisk Råds Kultur- og Uddannelsesudvalg”.
“Norden før og nu” verður lanserað í Norðurlandahúsinum týsdagin 26. mai. Fyrst vitja nakrir skúlaflokkar, sum fáa loyvi at reika á portalinum, so lata umboð fyri Nordbuk, DR og Kringvarp Føroya portalin upp, og at enda fáa tey vaksnu høvi at royna seg. Adressan á portalinum er www.dr.dk/norden. Hann er á donskum, svenskum, norskum, finskum og íslendskum.

Lagt út: Heini Nygaard