Skip to main content

Marita

Hans Andrias Djurhuus

Sorgarleikur í trimum pørtum

Leiktur fyrstu ferð í 1908

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

Tey leikandi

Harra Hermann, borgharri

Ólavur, vinmaður hansara

Marita, kona hansara

Flóvin Bænadiktsson, borgharri

Haldor, farandi sveinur

Óluva, vinkona Maritu

Abbadissan

Tvær nunnur

Sveinar hjá Ólavi

 

To top

Fyrsti Partur

Tíðliga um morgunin. Viðarskógvur - í bakgrundini eitt kloystur. - Hurðin á kloysturkirkjuni stendur á gloppi – inni í kirkjuni ljóðar nú og tá veikt urgubrús.

Óluva og Marita koma - tær snúgva sær móti kirkjuni.

Marita.

Í morgun eg leit mær so langt yvir havið,

ei gleddi meg dansurin, aldurnar trinu.

Skip sá eg sigla, - sum seglini skinu! -

(droymandi)

 

Ein slíkan morgun honum trúgv mína gav eg –
So slættur var sjógvurin - sólin bjørt.

Óluva.
Móti tær hava tíni so illa gjørt -
tó minst ei á slíkt, tað ger einans teg sjúka,
rívur upp sár, sum tíðin kann grøða.

Marita (stúrandi).
Óluva, lat einans sárini bløða.
Hermann er tó vorðin húsbóndi mín.
Eg gloymdi aldri, tey gjørdu meg mjúka.

Óluva.
Slíkt voldu faðir og móðir tín.

Marita (hørm).
Ja, faðir og móðir gjørdu mær ilt –
aldri kann eg teirra deyða syrgja.
Skomm fái tey, fyri lukkuni byrgja!

Óluva.
Henni tú hevur til gravar fylgt.

Marita (strýkur sær um ennið).
Á ja - tað sýnist, sum lukkan er deyð –
tí gerst mær dagurin myrkur og langur.

Óluva.
Fyri mongum er lívsins tími so rangur,
mong mugu pínast í sálarneyð.

Marita (droymandi).
Óluva, minnist tú, hvussu vakur hann var,
tá fram í dansin hann frúgv sína førdi?

Óluva (lívliga).
Ja, og eg minnist tey roysni, hann gjørdi,
minnist, at skarlaksbúna hann bar.

Marita.
Skarlaksbúnan, minnist tú hann,
hann hevði eg bæði seymað og skorið. -
Minnist tú enn, hvussu fóðrið var vorðið?

Óluva (grundandi).
Tað var blátt — og av silki.

Marita (hugtikin).
Sum eyga mítt brann,
tá hann í dansinum rætti mær armin –
og so - tá hann hjálpti mær aftur í karmin.

Óluva.
Aldri sást tú ein prúðari mann.

Marita.
Heldur tú, at hann er farin av landi?

Óluva.
Hann hevur verið í Jorsalsborg;
tí tað, at tú giftist, var honum ein sorg.

Marita (suffandi).
Og mær so stórur ein sálarvandi.

Óluva.
Nú er hann komin av langari ferð
og kanska í dag hann ríður higar.

Marita (stúrandi).
Og kemur, tá sólin er farin til viðar,
tá stongd fyri honum borgin er.
At aldri vit finnast, so gjølla eg kenni;
tí tærist eg burtur, sum dagarnir líða.

Óluva (leggur armarnar um hálsin á Maritu).
Marita, hoyr meg, tú mást ikki kvíða,
lat sólina kyssa tína kinn og títt enni.

Marita (grátandi).
Sólin, Óluva, vermir ei meg.

Óluva.
Harrin alvaldandi styrki nú teg,
sorgarbyrðin er tung at bera.
Marita - Marita - hvat skal eg gera?

Marita.
Óluva, einki, einki fyri meg.

Óluva.
Tú skuldi farið í kirkju í dag,
Harrans orð kann væl gleða tær sinnið.

Marita (ristir við høvdinum).
Fyri mær finst ei gleði í kirkjuni inni,
meg troystar ei messa og sálmalag.

Óluva.
Nú ringir brátt klokkan, hon kallar øll,
tey sjúku, tey frísku, tey móðu og veiku,
hon kallar tey sterku og stúrandi bleiku,
kom, friður finst inni í kirkjuhøll.

Marita (mótleys).
Far heim eftir mínari bønarbók,
eg havi biðið, bæði dagar og nætur,
og mær enn saknið í barminum grætur –
Óluva, far, eg skal bíða her.

Óluva.
Ljósið kann tendrast, tá myrkast er. (Fer).

Marita (gongur aftur og fram - setir seg so á ein træbul).
Harrans móðir, eg mangan teg bað,
at tú vildi sál mína styrkja og frøa.
Kanst tú - á, kanst tú sár míni grøða,
so eg kann verða sum áður glað?
Brátt vilja kirkjuklokkurnar ringja,
so samlast tey, sum kenna seg tungan;
øll vilja eiga ein huga so ungan,
sum aldri kann eldast, og einki kann tyngja -.
Eina løtu stóð lukkan mær hjá,
tað var, tá ið hansara eygu eg sá,
tað var, tá eg hvíldi á hansara armi,
og tí má eg ganga við sjúkum harmi.
Eg veit mær eingi livandi ráð.

(Klokkurnar byrja at ringja - Marita reisir seg upp og sigur hugtikin).Aldri ein prúðari svein eg sá.
(Óluva kemur aftur).

Óluva.
Marita, kom nú, hoyr klokkurnar ringja.

Marita.
Trýrt tú, tað lætnar, sum hugin man tyngja?

Óluva.
Hoyr nú, Marita, nunnurnar syngja.

(Urga hoyrist tóna inni í kirkjuni, fyrst veikt, so sterkari. - So ljóðar songur).

Signað veri tú, Maria,
himladrottningin dýra,
mót øllum kennir tú ráð.
Hjartaliga vit biðja,
tú vára leiðum mást stýra,
statt okkum alla tíð hjá.
Hjá tær gleði finst, sum altíð varar,
hjá tær megi finst, sum aldri fjarar.
Himlakertur tínar brenna skærar,
halgi skarin mikli høgt teg ærar.

Marita.
Hoyr, Óluva, eg vil í kirkju tær fylgja –
í tí myrkasta krókinum vil eg meg fjala,
kanska kann skýmingin lund mína svala;
tí tað er jú skýmt undir kirkjunnar hvølvi.

Óluva.
Skýmt er í erva og skýmt er við gólvið –
úr hvørjum horni andarnir tala.
Kom nú, Marita, lat okkum fara.

Marita.
Nú komi eg. - Heldur tú, Maria vildi mær svarað,
um eg nú bað?

Óluva.
Hon hjálpir øllum, ið hana æra. (Tær fara báðar inn í kirkjuna).

(Haldor og Flóvin Bænadiktsson koma. Flóvin er gyrdur við svørði. Haldor hevur eina harpu í reim millum herðarnar. Teir standa eina stund og lýða á songin, sum aftur ljóðar úr kirkjuni).

Gongur tú ein trongan veg,
himlafrúgvin styðjar teg.
Ert tú troyttur, hjálpir hon,
leiðir teg til sína lon.
Sendir tær eitt bros so blítt:
Ver vælkomið barnið mítt;
her hjá mær er fjálgt og lýtt.

 

Mongum veitir verðin neyð,
mongum trýtur dagligt breyð,
mong tey bera sálarsótt –
hava aldri gleði átt.
Valdar sorg, vit vita tó,
øll í himli verða fró –
har gerst ævin ljós og góð.

 

Flóvin (speiskliga).
Hoyr Haldor, hevur tú hug til at biðja,
har stendur ein kirkja, har inn kanst tú fara.

Haldor.
Flóvin - tær bønir, tær svekkja ein bara,
ein veit alt, hvat prestar og munkar siga –

(læandi)

Eg havi nomið hin heilaga lestur,
og messurnar kann eg so væl sum ein prestur.

Flóvin.
Tú ert so fróur, ei orð tær tróta –
fekst tú væl gleði í vøggugávu.

Haldor (treystliga).
Gleðina fáa tey stóru og smáu,
einans at tey kunna gleðina njóta.
Tó tann, sum sorg meir enn gleði eigur,
honum gerast torførar lættgongdar leiðir.

Flóvin (álvarsamt).
Men sorgin tá, sum er svørt sum náttin,
verður hon eisini øllum givin?

Haldor.
Sorgin - hon er av gleðini sprottin,
eins og av trúnni sprottin er ivin.

Flóvin.
Marita og eg fingu onga gleði.

Haldor.
Hevur tú ikki gloymt hana enn?

Flóvin (ristir við høvdinum og sigur í tonkum).
Á jorsalsferðini hitti eg menn,
eg royndi við teir mítt vit, mína megi,
alt fyri at gloyma, at hon var til,
men sál mín ei Maritu gloyma vil;
rann dagurin enn, so eg visti ei av,
um náttina kom hon. So sjáldan eg svav. -
Tú kanst jú syngja - syng fyri mær
ein sang, sum kann svala mín brennandi longsil.

Haldor (setir seg á ein træbul).
Fegin so syngi eg fyri tær –
Mær songurin voldi, eg settist í fongsil.

Flóvin.
Syng ikki um, at tú fangaður satst.

Haldor.
Nei, eg skal syngja um tað, sum tú baðst.

(Tekur harpuna og syngur)

Nú er lotið lýtt,
langtar sinni mítt
trásjúkt móti tínum barmi.
Ei eg gloyma kann
hvørja stund, ið rann,
tá eg svav á tínum armi.

Nú er lotið lýtt –
sum tú brosar blítt,
veittrar meg frá tungum harmi.
Man eg finna frið,
hvíld við tína lið,
friðarhvíld á tínum armi?

Nú er lotið lýtt;
fór um heim eg vítt,
sat í gyltum kongakarmi,
allir virdu meg,
einans droymdi eg
um hvíld á tínum ljósa armi.

 

Flóvin (tungliga).
Slíkur ein songur ger sorgina tyngri.

Haldor (glaður).
Ger longsilin heitari, kærleikan yngri. –
Mær nørist í barmi ein sigrandi trá;
genta mín hevur tvey eygu so blá
sum loftið á vænasta summarsdegi.

Flóvin.
Tí er tað, tú eigur so mikla gleði,
missir tú hana, so kemur sorgin.

Haldor.
Tað verður hvørki í dag ella morgin.

Flóvin (forvitin).
Hvussu eitur hon, genta tín?
hvar hitti tú hana á fyrsta sinni?

 

Haldor.
Einki navn hevur genta mín,
eg hitti hana í skógnum inni.
Vit jagaðu, og eg frá hinum skiltist,
gekk og gekk til tess, at eg viltist,
ræddist tó ikki, men gekk og gekk.
At enda eg fann eina grasgróna fløtu,
har vildi eg finna mær hvíld eina løtu,
tá var tað, eg eyga við gentuna bar.

Flóvin.
Tú spurdi um vegin.

Haldor.
Og eg fekk svar.
Hon segði mær leiðina, eg skuldi ganga -

(hugtikin)

Aldri sum tá kendi blómur eg anga.
Hugtikin eg í gentuni var.

Flóvin.
Og ikki kendi tú hennara navn.

Haldor.
Nei, og tó tók eg hana í favn
kysti hennara kinnar og hennara eygu.
Blá vóru eyguni, kinnarnar reyðar,
og vænt skein sól yvir skógklæddar heygar.

Flóvin.
Spurdi tú ikki um navnið, hon bar?

Haldor (hálvt fyri seg sjálvan).
Hon segði, hon drotning í skógunum var.
Hon gav mær blómur, og kossar mær gav hon.
Eina døggkysta nátt mær á arminum svav hon.
Tá dagur í eystri lýsti, vit skiltust;
og aftur eg fram á menn mínar viltist;
tó, teimum segði eg ikki frá
teirri føgru frúgv, eg í skógnum sá.

Flóvin.
Tær leingist til hennara, veit eg, við hvørt.

Haldor.
Ikki so mikið - tó ei er tað sørt,
men tá mær leingist, best kann eg syngja.

Flóvin.
Tað man so vera -

(tað ringir)

hoyr klokkurnar ringja.

Haldor.
Hoyr, trýrt tú, tú finnur Maritu her?

Flóvin (tungt).
Gift við Hermanni Marita er.

(Marita og Óluva koma aftur úr kirkjuni).

Haldor.
Hatta er hon, sum vísti mær veg -

(við Óluvu) Fríða frúgv, hvussu skal eg teg nevna?

Óluva.
Óluva (fer skundisliga - Haldor aftan á hana).

Flóvin (móti Maritu).
Marita, lat meg teg fevna;
hví ert tú vorðin so deyðableik? (fevnir hana).

Marita (tungliga).
Tí vit kundu ikki leika tann leik,
sum roðar kinnar og gleðir lyndi.
Flóvin tú eigur og átti mítt yndi,
men Hermann er vorðin húsbóndi mín.

Flóvin (eymt).
Men aldri vinnur hann kærleika tín –
bundin vart tú mót tínum vilja.

Marita (hørm).
Ja, eg var noydd - nú skal einki eg dylja.
Meg hava noytt bæði faðir og móðir,
meg hava noytt bæði systir og bróðir,
mót øllum teimum eg kendi meg veika.

Flóvin (kínir henni).
Og tí bert tú nú eina kinn so bleika.
(harmur) Eg drepi Hermann og flýggi við tær.

Marita (hørm).
Drep hann -
(grundandi) tó nei - tað mást tú ei gera
drepur tú hann, fært tú einki av mær.

Flóvin.
Hví? Tú og eg skulu lukkulig verða.

Marita.
Aldri við blóði lukkan vinst -
millum meg og teg hansar hamferð vil standa.

Flóvin.
Tíni sál hann veitti so miklan vanda –
slíkt mátti altíð við hati tú minst.

Marita.
Enn kann alt javnast - bíða í tolni.

Flóvin (tungliga).
Eg má væl taka mína ogn hina stolnu –
tað er so nívandi tungt at bíða.

Marita (leggur armarnar um hálsin á honum).
Lukkan verður størri, jú longur vit líða.
Tíðin rennur - heim má eg fara.

Flóvin.
Marita mín, at skiljast frá tær
tað er so nívandi tungt fyri mær.

Marita (kyssir hann).
Flóvin, lat tíðina tolni teg læra.
Eina stund eg sum tú ótolin var. (Hon fer).

Flóvin (rópar eftir henni).
Marita - Marita far ikki, far - (fer við skundi).

(Frá hinari síðuni koma Óluva og Haldor.)

Haldor.
Tú ert mín eydna - eg havi teg vunnið –
eg visti, at einaferð máttu vit finnast.

Óluva (tekur um hálsin á honum).
Eg havi minst teg í sálini innast,
hugsa um teg, meðan tímarnir runnu.

Haldor (eymt).
Kærasta mín, tína kinn vil eg kyssa.

Óluva (kátt).
Ansa tær! væl kanst tú eydnuna missa.
Eydnan er ikki at líta á.

Haldor (leggur armarnar um miðjuna á henni).
Fagrari frúgv eg ongantíð sá,
og aldri eg síggi fagrari aftur.

Óluva (errin).
Sum tú ert prúður, sum tú ert fattur,
stolt eri eg, sum á armi tær lá;
meðan hjørtarnir svóvu, og fuglarnir svóvu
og í undrandi friði skógirnir stóðu (kyssir hann).

(Tey fara spakuliga út. Leikpallurin er eina løtu tómur).

Flóvin (kemur skundisliga, gongur eina stund aftur og fram - so sigur hann).
Hermann má fellast - eg kann ikki annað.
Aldri skal hann eiga Maritu mína.
Ørv vil eg hvessa, og svørð vil eg brýna,
hvørt hansara fótaspor veri forbannað.

(í tonkum)

Sum hon var bleik - stríð tárini runnu. –
Meiri enn áður eg nú henni unni.

Haldor (kemur syngjandi).
”Lystug var tann lilja, meg væl unni”.

(við Flóvin) Eg havi drotning skóganna funnið –
og veitst tú, vorðin er drotning mín;
nú vil eg skeinkja bæði virtin og vín.

Flóvin (dapurt).
Haldor - hevnd er mær einans í huga,
hevnd fyri eydnuna, eg havi mist,

Haldor (í øðrum tonkum).
Skógana drotning hevur meg kyst.
(við Flóvin) Tú skjýtur so væl, nýt tín ørv og tín boga.

 

 

To top

Annar partur

Lítil tornstova á borg harra Hermans. Ein stór bugað hurð á vinstra brósti, á høgra eitt lítið vindeyga. Við vindeygað stendur borð og rundan um tað nakrir stólar. Her og har í stovuni standa borð og stólar. Í einum króki stendur ein vevur.

Harra Hermann og Ólavur sita við vindeygað og drekka.

 

Hermann (kátur).
Ólavur drekk, tú veitst, væl er tað unt,
her ert tú ikki hvønndags gestur,
og ei skalt tú siga, at ølið var tunt,
sum Hermann beyð tær.

Ólavur.
Ei nakar prestur
hevur tað betri. -

Hermann (læandi).
Ein slíkan lestur
nýtist tær ikki at lesa her,
hvar einki frá kloystrunum tikið er.
Eg veit fullvæl, at mín mjøður er bestur.

Ólavur (klinkar við Hermann).
Tú, skál fyri Maritu; hvar er hon?

Hermann.
Í kirkju.

Ólavur.
At Flóvin Bænadiktsson
er afturkomin, hevur tú frætt?

Hermann (bilsin).
Nei, er tað nú vist, at hatta er satt?

(Ólavur játtar).

So gerst hjá Maritu sinnið lætt,
tí hon elskar Flóvin, og hann elskar hana.

Ólavur (grundandi).
Hermann, tær verður Flóvin at bana,
ei má ein skilja tvey, sum eru góð,
tí tá føðist illvilji - tá rennur blóð.

Hermann.
Tú, hennar foreldur góvu mær hana -
eg átti jú pening og nógv afturat;
eg gav mær ei far um, at Marita græt,
tá ið eg reið til borgar við henni -
gav mær ei far um, at bleikt bar hon ennið.

Ólavur.
Og so, hvussu gekst?

Hermann.
Hon segði mær alt -
segði, at hon hevði trúgv sína givið.
(Harmur) Eg hati Flóvin - hann kundi eg kvalt,
tí burt frá mær hevur hann lukkuna rivið.

Ólavur (speiskur).
Ella tú frá honum - tú visti tó, at
tey høvdu verið spælibørn saman.

Hermann (reisir seg og gongur aftur og fram).
Spælibørn, slíkum gevi eg traman,
eg var tó tann, henni nærmari sat,
vit skiftu ringar, áður vit gingu.

Ólavur (reisir seg).
Longu tá vanlukkumerkið tit fingu.

(hyggur út av vindeyganum)

Har kemur Marita, sum hon er bleik,
hon gongur so seint - ber so tártungt eyga.

Hermann (eymt).
Henni gav eg fegin mín fagrasta leik,
tí hana eg elski í lívi og deyða

Ólavur (tungt).
Eins og laksur, ið treyst móti streymum rann,
men skar seg til deyða av hvøssum gróti,
so er tað at leggja ást við tann,
ið onga ástina leggur ímóti.

Marita (kemur inn - hon setir seg at veva - syngur fyri seg sjálva).

Riddarin reið í stríðið fram,
og mangir honum fylgdu,
nýtur drongur vinna sær
hitt væna fljóðið vildi. –
Mongum er lagað lukku og frøi at missa.

Riddarin reið úr hørðum leiki
og heim til borgar stevndi,
tá var stolið fljóðið hans,
ein annar sprundið fevndi.
Teimum var lagað lukku og frøi at missa.

Hermann (fer yvir til hennara).
Tú hevur verið í kirkju í dag;
hví hava tíni eygu so runnið;
mestur man Flóvin hava teg funnið,
eg hugsi, hann teg á varrarnar kysti?

Marita (reisir seg).
Hermann, hví kanst tú siga tað?
ei sá eg Flóvin, mítt gullband eg misti
og hartil báðar gullringar mínar.

Hermann (eymt).
Eru tí bliknaðar kinnar tínar?
gullband og gullringar gevi eg tær.

Marita (í tonkum).
So reystur ein drongur faðir mín var,
her í høll verður neyvan hann nevndur,
hann er myrdur, er ei vorðin hevndur.
Hevn faðir, áður tú gevur mær ring!

Hermann (stoltsliga).
Hansara bana eg stevni á ting -
(tungliga) Tó aldri vilt tú meg kyssa og fevna,
hví skal eg tá faðir tín hevna?

Marita.
Ger tað, Hermann, einans tú manst tað evna.

Hermann (fevnir hana).
Marita, Marita, biður tú meg,
í stundini bindi eg svørð við síðu.

Ólavur (fer yvir til teirra).
Fyri tínari hevndarferð mikið eg kvíði,
onkur er tann, sum deyða vil teg.

Marita (leggur armarnar um háls Hermans).
Tú ert so reystur, væl kanst tú teg verja,
og væl tú kanst tínum gangara stýra.

Hermann.
Marita, fá mær mítt svørð og mín slíðra,
á faðirs tíns drápsmann vil fegin eg herja -

(Marita fer)

Ólavur, nú verður Marita mín.

Ólavur.
Henda ferð verður deyðaferð tín.

Hermann.
Nei, Ólavur, brátt hittast vit báðir aftur -
eg eri vorðin so fróur og lættur
og kenni, at nú verður lagnan mær góð.

Ólavur.
Mongum er lagnan so dýrur ein skattur –
ov dýrur er hann, tá hann kostar blóð.

Hermann (fyri seg sjálvan).
Alt um meg syngur so fagurt eitt ljóð.

Marita (kemur við brynju, svørði og hjálmi - hon letur Hermann í brynjuna).
Brynju eg tær um bringu spenni.
(gyrðir hann við svørði) Svørðið bindi eg tær við síðu.
(setir hjálmin á høvdið á honum) Fagur krýnir hjálmur títt enni.

Hermann.
Fyri teg í bardaga fegin eg ríði.

Marita.
Væl stendur saðlaður gangari tín.

Hermann.
Farvæl - farvæl tá, Marita mín.

Ólavur (sum hevur staðið og grundað).
Hermann, eg ríði av borgum við tær.

Hermann.
Nei, Ólavur, eingin skal ríða við mær.

Ólavur.
Jú, ei skalt tú eina leiðina stevna,
tí onkur er tann, sum á teg vil seg hevna.

Hermann (kátur).
Nú, sum tú vilt, fylg mær á leið -
(við Maritu) Marita, leingi tú saknar meg ei.

Marita (fevnir Hermann).
Ver tú nú sælur, sum tú ert prúður,
(fyri seg sjálva) Marita noyðist at verða tín brúður.
Allir halginir fylgi tær!

Teir fara, Marita setir seg við vindeygað og lítur út.

Marita.
Sinn mítt er vorðið til deyða sært -
mær leiðist við dagin, mær leiðist við lívið -
komið bert sorgir, tyngið og nívið.
Aldri var lívsins ljós mær bjart.

Óluva (kemur inn - gongur yvir at Maritu - og sigur í tonkum).

Alt, sum hann eigur, er vorðið mær kært;
(við Maritu) Marita, eg havi lukkuna funnið.

Marita.
Goym hana - væl eg tær lukkuna unni,
(suffandi) hana finna so sára fá.

Óluva (setir seg hjá henni).
Tá tú komst úr kirkjuni, Flóvin teg sá.

Marita.
Flóvin, ja Flóvin er staddur her,
og Hermann er riðin í hevndarferð,
eg kenni tað á mær, at hann verður feldur.

Óluva (treystliga).
Góður riddari Flóvin er,
og ei er hann vána hermaður heldur;
eisini hann hevur nógv at hevna.

Marita (tungliga).
Hví bað eg Hermann í stríðið stevna?

Óluva.
Tí Flóvin stendur tær hjartanum næst,
tí tú vildi ei vera longur bundin.

Marita (sum fyrr).
Óluva, nú byrjar sorgarstundin,
orð tíni níta so fast - so fast –
trúgv mær, eg visti ei, hvat eg gjørdi,
ei mær í sál búðu vondir tankar –
Óluva, á sum hjarta mítt bankar.

Óluva (leggur armarnar um hálsin á henni).
Góða Marita, sjúk ert tú vorðin,
sjúkt er títt likam, og sjúkt er títt sinn;
fepurhitin róðar tína kinn.

Marita (fjalir andlitið í hondunum).
Brátt munna deyðaboð verða mær borin.
Á, hvat er tað, sum eg havi gjørt?
Blóð mítt tað leikar so ørt - so ørt 
Tann, ið drepur, dripin skal verða.

Óluva.
Marita, hvør kann væl linna tær bera;
sjúkan tú gert hvønn, ið talar til tín.
Ver ikki hugsjúk Marita mín. –
Tú hevur onga grund til at stúra.

Marita (reisir seg og gongur aftur og fram).
Sum turtildúgvan á grein vil eg kúra –
tað kenst, sum meg nívdi so tungur ein steinur.

(Haldor kemur inn, Marita steðgar framman fyri honum).

Hvør ert tú?

Haldor.
Eg eri ein farandi sveinur,
sum ferðast á fjøllum, í skógum og ong.
Eg livi sum fuglur og syngi mín song,
um eg eri syrgin, um eg eri glaður.
Einki meg bindur, og eingin mær ræður.

(Marita fer frá honum yvir til vindeygað).

Óluva.
Haldor, hvat vilt tú higar á borg;
sig mær, hvat eru ørindi tíni;
bert tú Maritu boð um sorg?

Haldor (fevnir hana).
Nei, eg vildi vera hjá Óluvu míni,
eg vildi sita við hennara lið
og kenna í sálini sælu og frið,
ein slíkan frið, sum ein aldri kann missa;
kærasta mín, tína kinn vil eg kyssa.

(kyssir hana)

Óluva.
Haldor, sorgin Maritu tyngir –
ger hana glaða!

Haldor.
Eg kann einans syngja.

Marita (vendir sær frá vindeyganum).
Hvat er tað fyri ein klokka, sum ringir?
(við Haldor) Kennir tú harm, og kennir tú sút,
syng tína sorg og harm tín út,
kennir tú gleði, so kanst tú tiga     
Hjálp mær at biðja, hjálp mær at biðja.
Meg pínir so mikil ein sálarneyð;
sorgarfuglurin til mín fleyg;
á mínar herðar setti hann seg,
so tungar sangir lærdi hann meg.

(Fjalir andlitið í hondunum)

Tað dryppar blóð úr hansara barmi;
blóð rennur mær á bringu og armi,
sakleyst blóð.

Óluva.
Pín teg ei longur!

Marita (bangin - lurtandi).
Deyður maður í garðinum gongur –
Hermann er deyður, Hermann er deyður.

Haldor (við Óluvu).
Fepurheit eru hennara eygu, hon talar í ørsku.

Óluva (við Maritu).
Marita, hoyr!

Marita (fyri seg).
Um hann kom aftur -
(í angist) Hann doyr, hann doyr.

Haldor setir seg á ein stól, tekur harpu sína og byrjar at spæla. Marita setir seg við vindeygað. Heldur hendurnar upp fyri eyguni og ruggar aftur og fram við høvdinum.

Haldor (syngur).

Eg saðlaði mær ein hvítan hest
- móti vári -
so reið eg tær leiðir, ið eg kendi best.
Fagurt skein sólin, mær vindurin streyk gjøgnum hárið.

Døggin hekk grasi og urtum á,
- móti vári -
men hvar eg mær vendi, og hvat ið eg sá,
hitti meg longsilin, mær hevði fylgt heila árið.

Var eg á borgum, í veitsluhøll,
- móti vári -
og reið eg mær fram yvir várskrýddan vøll,
kendi eg nerva meg longsil - so djúpt bar eg sárið.

Sum nú mín vandi sigrandi var,
- móti vári -
tá møtti so føgur ungmoy mær.
Hana eg kysti á varrar og kysti á hárið.

Tá fyrst skilti eg vársins lag,
- nú tað várar -
mín gangari rann, meðan fróur eg kvað:
Gloymdar so eru tær kenslurnar tungar og sárar. -

Fróur eg ríði mín fljóta hest,
- fram í várið -
hon fylgir mær, moyggin, ið mær unnar best.
Bjart skínur sól, okkum vindurin fer gjøgnum hárið.

Marita (sum hevur sitið og lurtað, reisir seg).
Tig, slíkan ein song kann eg ikki hoyra,
míni eygu síggja einans ein rúkandi droyra.

(fer yvir at vindeyganum)

Deyðin heldur gleðisveitslu í dag,
sorgin dansar í hansara gildi —

(vendir sær til Haldor)

kvøð tó eitt meiri sorgartungt lag.

Haldor.
Kundi eg hjálpt tær, so fegin eg vildi,
men eg kann ikki.

Óluva.
Marita, hoyr!

Marita (vendir sær frá henni).
Tey deyðu, tey gleðast, tá nakar doyr. –
Farið frá mær, latið meg vera aleina.

Óluva.
Nei, til at hjálpast treingir tú nú.

Marita (vendir sær frá henni).
Hvør ræður á borgum, eg ella tú?

Haldor (við Óluvu).

Óluva, ver tú henni til beina, lat okkum fara, gev henni frið.

Óluva.
Nei, nú vil eg standa við hennara lið,
tí nú kann hon einki.

(Haldor fer yvir til vindeygað og lítur út)

Marita.
Óluva, tig - ert tú mær góð, so ger, sum eg biði.

Haldor (fyri seg).
Hetta var mær ein sjáldsamur dagur –
menn ríða inn í borgargarð,
ei millum teirra harri Hermann var.
Hann er mestur fallin, ið borgini ræður.

Marita.
Hoyrir tú, Óluva, ger, sum eg sigi.

Óluva (stendur og ivast).
Hevur tú ikki álit á mær?

Marita.
Nei, ikki havi eg álit á tær,
mínar vónir doyðu á náttum so longum,
og nú, nú havi eg álit á ongum.

Óluva.
Eg skilji, at tú hevur liðið nógv –
so tungt er at sigla tann sorgarsjógv.

Haldor (kemur til teirra).
Nú sum eg við vindeygað stóð
og leit mær út, sá eg dreingir reystar,
á teirra búna lá storkið blóð –
ein børa hekk millum tveggja hesta.
Ei kendi eg hann, sum á børuni lá.

Marita (skelvandi).
Hvat er tað, hvat er tað, tú sigur frá?

Óluva (troystandi).
Tað er onkur, sum særdur á vegnum lá
tað eru jú slíkar vanda tíðir,
og vápnleysur maður ótryggur ríður.

Haldor.
Eg skilti, at hansara skikkja var grá.

Marita.
Gud havi lov; tí Hermann er ikki –
hann reið av borgum í reyðari skikkju.

Hurðin gongur, fýra menn koma inn berandi eina børu, Ólavur aftaná.

Ólavur (við teir, ið bera).

Sveinar, setið børuna her.
Deyðin gestur í høllum er -

(við Maritu - í tí hann dregur skikkjuna burtur av líkinum)

Marita, set teg á einkjupallin!
Húsbóndi tín, harra Hermann, er fallin.

Marita sker í eitt angistróp og fellur í óvit niður yvir børuna.

 

To top

Triði partur

Sami pallur sum í fyrsta parti, framman fyri kloysturgrindini ganga tvær nunnur aftur og fram. Tað er um sólsetur.

Fyrra.
Alt skýmir tað, aftur er liðin ein dagur;
tó vit ansa ikki, at stundirnar renna.

Onnur.
Og tøkk havi Harrin, sum læt okkum kenna,
at einans hann yvir tíðini ræður.
Einki kann okkum fjandin gera;
tí skaparin gav okkum semju og frið.

Fyrra.
Tryggar vit ganga við hansara lið,
sum kann okkum yvir um grøvina bera;
og vit eru vorðnar hansara ogn.

Onnur.
Tí hjálpir hann okkum í ódnum og logn.

Fyrra.
Til hansara leita tankar mínir.

Onnur.
Og móti okkum hann signandi trínur.
Brátt ringir klokkan til kvøldarbøn.

Fyrra (lítandi í kring seg).
Nei tú, sum mørkin er føgur og grøn,
enn sólin á hægstu viðjurnar skínur,
enn er dagurin ei at enda.

Onnur.
Tó stund er til gudsfrykt hugin at venda.

(Hyggur inn millum trøini)

Hví er merkið strikað á Hermanns borg?

Fyrra.
Er merkið strikað, tá týðir tað sorg;
onkur er deyður, men hvør kann tað vera?

Onnur.
Hon kanska, ið ei kundi sorg sína bera,
borgarfrúan.

Fyrra.
Heldur tú tað?

Onnur.
Sást tú hana í kirkju í dag?
hon var, eins og var hon deyðans brúður,
so bleik.

Fyrra.
Bleikar eru ofta riddarafrúur.

Onnur.
Kann vera - tó hon var sjáldsama bleik,
og sorgarfull vóru hennara eygu.

Fyrra.
Eitt er nú vist, at onkur er deyður. –
Hvør kemur har?

Ólavur
(kemur inn; hann gongur og tosar fyri seg sjálvan).
Tað var hon, ið sveik,
tað var hon, sum Hermann í deyðan sendi. –
Aldri eg slíka borgfrúu kendi;
nú er tað ov seint at iðra sítt verk.

(Við nunnurnar) Heilagu systrar, búgva tit her?

Báðar.
Fremmandi, hetta vár bústaður er.
Sig okkum, hvat tíni ørindi eru.

Ólavur.
Ikki til tykkara boð eg beri,
men hvar er abbadissan stødd?

Báðar.
Hví ert tú so bleikur, hví skelvur tín rødd, og hví hevur tú so sorgarfull eygu?

Ólavur.
Borgharrin harra Hermann er deyður –
hann var myrdur í skógnum her.

Báðar.
Harra Hermann!

Ólavur.
Sigið mær, hvar abbadissan er.

Báðar.
Fylg einans okkum, og hana tú finnur.

Ólavur (fyri seg sjálvan).
Sigur av degnum náttin nú vinnur.

(Við nunnurnar) Fylgið mær so, mín stund er ei long.

Báðar.
Kom! (Klokkan byrjar at ringja)
Nú ringir klokkan til kvøldarsong.

Tey fara inn í kirkjuna, veikt urgubrús, tað verður alt sterkari og sterkari.

Songur úr kirkjuni.

Nú dagurin er liðin,
gev okkum kvøldarfriðin;
tú vára bønir hoyr,
sum sorg til gaman vendir
og rættir tínar hendur,
til hjálpar, tá várt likam doyr.

Nú sólin fór til viðar,
send tínar einglar higar
at standa okkum hjá!
so kann ei nærkast vandi;
alvaldandi, tín andi
oss heldur øllum óndum frá.

Í byrjanini á øðrum ørindi koma Haldor og Óluva inn - tey standa og lýða á songin.

Óluva.
Haldor, her er eitt sorgarstað;
hvussu skal eg aftur gleðina finna?

Haldor.
Gloym og lat einki um sútin teg minna,
vit fara burtur tann dag í dag,
burtur til lond, hvar einki teg pínir.

Óluva.
Hagar fylgja mær tankar mínir;
tí teimum sleppur væl eingin frá.

Haldor.
Vit fara hagar, ið sólin skínur,
mót vanda og hugsótt veit tíðin ráð -

(leggur armarnar um hennara miðju)

Óluva, at eg skuldi teg finna, tað var mær bæði gleði og gaman.

Óluva.
Um vit nú liva og halda saman,
vil alt tó, alt meg um Maritu minna.
So góð, so góð var hon vinkona mín.

Haldor (fevnir hana).
Og nú eri eg vorðin vinmaður tín.
Í mínum ørmum skalt hana tú gloyma,
hjá mær skalt um eydnu og lukku tú droyma,
og sorgin skal dvína sum døgg fyri sól,
hvar vit reisa búgv, hvar vit reiða ból.

Óluva (kyssir hann).
Menniskjan er eins og blóman, tað tráar
móti sól og móti lýkku, hvar eingin tí bágar.
Kærasti mín, tína kinn vil eg kyssa.

Haldor.
Og aldri eg skal mína Óluvu missa -

(songur ljóðar úr kirkjuni)

hoyr, songur signar okkara ferð.

Songur úr kirkjuni.

Heimurin prísar tær,
ver okkum altíð nær
veldigi harri, ið stýrir
leiðum og londum.
Í tínum hondum hvílir alt,
frelsari dýrur.

Menniskjan elskar teg;
tú vísir øllum veg
til tínar gullføgru borgir,
har verður gaman,
øll koma saman,
tá dvína sóttir og sorgir.

Óluva.
Tó besta signingin kærleikin er.

Haldor.
Hann vinnur sóttir og sorgir.

Tey fara spakuliga út - arm í arm. Pallurin stendur tómur eina lítla stund, so kemur Flóvin Bænadiktsson inn.

Flóvin.
Feldur er Hermann, nú er einki til hindur,
mín verður Marita, tøkk, tøkk Maria,
tær vil eg geva kertur og biðja
teg signa mína og hennara ferð.
Nú er tað einki, sum Maritu bindur,
størsti hevnari Harrin er.
Tøkk tú, sum myrkastu rúnunum ræður,
tær vil eg prísa um aldur og ævir,
tær vil eg takka dag eins og nátt,
tí alt, ið tú gert, er vakurt og gott.

(Lítur í kring seg)

Sum alt tó er stilt, sum loftið er blátt.
Eg kenni meg, eins og meg Marita fevndi,
og hennara rødd at navni meg nevndi.
Hermann fall ei fyri míni hond,
og eg eri ikki ein drápsmaður vorðin,
nei, men eg eri til lukkuna borin.
Tøkk tú, sum kennir leiðir og lond.

(Setir seg á ein viðarbul við hond undir kinn)

Nú er ei longur lagnan mær vond.

Marita kemur gangandi fót fyri fót, hon ansar ikki eftir Flóvin, men er á at líta, eins og gekk hon burtur í øðrum heimi.

Marita.
Eg komi til tín við mínari sorg,
tú, sum valdar í himlaborg,
tak meg, o tak meg, eins og eg eri.
So tunga synd eg í sálini beri;
eg komi og tveiti meg fyri tín fót,
á lat meg hvíla hjá tær, sum fevnir
hvønn tann, sum angrandi til tín stevnir;
gev mær, Maria, syndarbót.
Tú kennir meg; tú kennir allar sóttir,
lat meg tó trína inn um tínar gáttir.

Flóvin (reisir seg).
Marita - Marita kom til mín!

Marita (hoyrir hann ikki).
Harrans móðir, eg komi til tín,
tak meg, á tak meg, lat meg ei søkka,
vaska tú burtur blóðið hitt døkka,
tað sakleysa blóðið, sum pínir meg svárt.

Flóvin.
Marita, hví er títt sinn vorðið sárt?
(vil fevna hana) Eg vil teg gleða, eg vil teg frøa.

Marita (slítur seg frá honum).
Nem ikki við meg; tey sárini bløða,
sum tú og eg hava Hermanni givið.
Nú hati eg teg, so leingi eg livi.

Flóvin.
Marita, Marita, sig ikki tað;
Hermann fall ei fyri mínum brandi.

Marita.
Okkum dømir hansara andi.
Gud skal meg fella, um eg verði glað.

Flóvin.
Marita hoyr, nú biði eg teg.

Marita (vendir sær móti kirkjuni).
Tú hevur einki at biðja meg,
vit bæði skuldu nú aldri finnast. –
Altíð vil eg mína misgerð minnast.
Flóvin, Flóvin, nú banni eg tær,
so tungar løtur veitti tú mær.

Flóvin.
Marita, veitst tú, hvat tú sigur?
Hoyrir tú, eg eri sakleysur maður.
Tað hoyri hann, sum londunum ræður.

(Vil taka í hondina á henni)

Kom, lat meg flýggja av landi við tær.

Marita (gongur frá honum).
Ikki fert tú av landi við mær;
mínar og tínar leiðir tær skiljast;
eg fari mær í kloystur, tú,
deyð fyri tær er Marita nú,
og tú fyri mær ert ein deyður maður,
tað hoyri hann, ið londunum ræður.

Flóvin (tungliga).
Minnist tú stund, tá tú unti mær best,
tá eg teg hevði til brúður fest,
minnist tú kossarnar, tú mær gavst,
minnist tú, tú mær á arminum svavst,
og vit vóru sterk, ja meira enn tað, -
vit vóru eydnurík, vit vóru glað.

Marita (ristir við høvdinum).
Tað er horvið, vinst aldri aftur;
einaferð vart tú mín dýrasti skattur.
Nú eri eg vorðin so deyðatroytt,
mítt sinn er sjúkt, mín lukka er oydd.
Eg visti væl aldri, hvar hon var at finna.
Hví vilt tú nú á tær løtur meg minna?

Flóvin (tekur hana í hondina).
Tí kærleika tín vil eg aftur vinna.

Marita (eymt).
Flóvin tala ei longur við meg,
vit ganga tó aldri tann sama veg,
far burtur av landi - til ókendar leiðir,
vónandi liggja tær vegirnir greiðir.
Mær var eydnan ongantíð góð,
meg nervar synd, nervar sakleyst blóð.

Flóvin.
Marita - Marita fylg mær tó.

Marita (gongur burt frá honum).
Meg nervar synd, nervar sakleyst blóð.

Flóvin (fyri seg sjálvan).
Nú fyrst byrjar tað tyngsta, tað versta,
nú fyrst veit eg, at vónleys er sorgin.
Nú verður oyðin mær riddaraborgin;
og aldri vil nakað vív eg mær festa.
Meg vilja minnini nerva og pína,
nú gistir hin myrkasta náttin hjá mær –
(við Maritu) Marita góðasta.

Marita.
Burt frá mær far –
(hugtikin) Í himli so bjartar tær kertur skína,
í himli har ljóða so fagrir sálmar,
har grógva so dýrir og svalandi pálmar,
har stendur ein borg, har stendur ein høll,
har býr hon himladrotningin dýra,
hon kallar til sín menniskju øll,
øll, sum angra, og øll, sum biðja,
hjálp mær Maria, hjálp mær Maria!

Flóvin (tungliga og vónleyst).
Hví var eg tó til vanlukku borin,
og hví er verðin so víða vorðin,
at ein, hann leitar, til dagurin svinnur,
ein annar, ið ikki leitar, hann finnur?
Eg havi funnið; tó ei tað eg vildi,
mær hevur vónloysi boðið í gildi.

Abbadissan, Ólavur  og tær báðar nunnurnar koma út úr kirkjuni. Ólavur og abbadissan fara til Maritu.

Ólavur (við Maritu).
Rúm fyri tær í kloystrinum finst;
tó einans við bønum ei friðurin vinst.

Abbadissan.
Hjá okkum so tungan ein veg mást tú ganga,
angra og biðja dagar og nætur,
til tess tú kanst arva tey heilagu sætir,
tey støð, hvar tú tína lukku kanst fanga,
hvar gleðisangirnir móti tær tóna.

Marita.
Alt vil eg gera fyri at sóna,
tøkk, at tit lótu upp fyri mær.

Abbadissan.
Fyri hansara skuld, sum synd vára bar,
gera vit alt, so leingi vit kunna.

Marita.
Tøkk, at tit vildi ein sessin mær unna.
Maria, mest tó takki eg tær.

Ólavur (fyri seg sjálvan).
Einaferð Marita stoltari var,
enn hon vildi biðja sær grið av øðrum,
hana tók lívið við hondum hørðum.

Flóvin (gongur til Maritu).
Marita, aldri í kloystur far!

Har er so kalt, at ein skelvur og frystir.

Marita.
Flóvin, nú geri eg, eins og mær lystir -
(við abbadissuna)

Kom nú og leið meg um hurðina inn.

Ólavur.
Harrin gleði títt sjúka sinn! (Hann fer).

Flóvin.
Marita, ver ei ein biðjandi systir!

Marita (rættir honum hondina).
Flóvin, farvæl fyri síðstu ferð,
ei sært tú meg longur í hesi verð.

Flóvin (tekur í hondina á henni).
Fyri síðstu ferð tú rættir mær hond –
okkum var lagnan so vond, so vond,
Harrin gleði tínar leiðir.

Marita.
Yvir horvnar tíðir hann gloymsil breiðir.

Abbadissan.
Harrin gevur tí angrandi grið,
og tíðin gevur gloymsil og frið.
Kom tú angrandi innar við mær,
og eg vil teg klæða í okkara skikkju.

Tey ganga móti kirkjuni; Flóvin gongur aftan á teimum.

Flóvin.
Marita, Marita far ikki, far ikki!

Tey fara inn í kirkjuna. Hurðin verður afturlatin. Flóvin stendur uttanfyri. Klokkan ringir eina stund. So byrjar urgan at spæla. Flóvin styðjar seg upp við hurðina. Songur ljóðar úr kirkjuni.

Um tung og myrk okkum verðin gerst,
og skýggini sólina fjala,
vár hugur mót ljósari londum berst,
vit vilja við halginar tala -
teir reinu andar, ið veita styrk
til hvønn, sum stúrir, tá nátt gerst myrk,
niður á fold teir dala.

Altvaldandi harri og halga ond,
styrk okkum á sorgargøtu.
Hjálp okkum at finna tey ljósu lond,
hvar gleðin finst hvørja løtu,
hvar hvør, ið syrgir, fær fragd í arv,
hvar aldri tyngir ein veraldar starv.
Gev okkum tín frið, Maria.

Urgan tónar veikari og veikari - doyr heilt burtur. Flóvin verður standandi eina stund. So gongur hann út,  fót fyri fót - í tí hann fer, sigur Flóvin.
Marita - Marita, hvar ert tú farin? 
mín sól er slóknað, mín gleði er deyð.
Mín ogn var so mikil ein sálarneyð.

Urgan tónar aftur.

Kór úr kirkjuni.
Gev okkum tín frið, Maria!

 

To top

Viðmerkingar

Hans Andrias Djurhuus var føddur í Áarstovu í Havn í 1883.

Aftan á barnaskúlaár í Havnar skúla fór hann eitt skifti til skips, men hann treivst einki serliga væl, og í 1901 leitaði hann á háskúla í Føgrulíð. Her fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í føroyskum, skifti orð við søgu- og bókmentakønar menn, sum háskúlamenninir vóru, og fekk náðir at lesa. Serliga væl dámdi honum stóru norsku høvundarnar, tí hjá teimum sá hann skyldskap.

Veturin á háskúlanum bendi huginum yvir móti skúlastarvi, og í 1902 fór hann á læraraskúla í Havn, haðan hann tók prógv í 1905. Lærarastarv sítt byrjaði hann sum vikarur í Klaksvík, men hugurin stóð til víðari útbúgving, og tí leitaði hann niður á danska læraraháskúlan í Keypmannahavn veturin 1906/07.

Heimafturkomin hevði hann privatskúla í Stinuborg í Havn 1907 — 09. Hetta eru árini, Havnar Ungmannafelag virkar millum ungfólk í høvuðsstaðnum, og hóast Hans Andrias hevði gjørt vart við seg undan 1906, so eru hetta árini, hann av álvara stígur fram á føroyska skaldapallin.

Felagið var stovnað í november mánaði í 1906, tá ið fólk komu saman í “Sloans Sali” við Tinghúsvegin í Tórshavn.

Maðurin, ið hugskotið átti, var Nyholm Debess, ið eitt skifti hevði verið í Noregi, var heimafturkomin í 1904 og bar minnini um ungmannafelagsrørsluna har eysturi við sær aftur til Føroya. Aðrir innbjóðarar vóru Petur Alberg, seinni kendur sum tónaskald, og Mads Andrias Winther, ið brátt gjørdist høvuðsmaður felagsins.

Hvørt mikukvøld kl. 9 helt felagið fund. Fyrst varð sungið, og síðan varð lisið úr handskrivaða felagsblaðnum “Baldursbrá”, sum limirnir skiftust um at stjórna. Aftaná var oftast kjak.

Av og á vórðu fyrilestrar hildnir á limafundum.

Tað er í hesum umhvørvi, at hesin leikurin verður til. Hans Andrias er í 1908, tá ið leikurin “Marita” kemur út, 25 ára gamal.

”Marita” er prentaður í tíggju brotum í Tingakrossi í 1908, í nr. 29, 30, 31, 32, 34 B, 36 B, 37 B, 38 B, 39 B og nr. 41. Fyrsta brotið er í blaðnum 15. juli og seinasta tann 7. oktober. Leikurin er so komin í bók seinni hetta árið. Hann verður so prentaður aftur í Ritsavni, fimtu bók, 1958 – henda útgávan kemur ljósprentað út aftur í 1970.

Óvist er, nær leikurin varð spældur fyrstu ferð. Hann er skrivaður tíðliga í ungmannafelagstíðini, ikki seinni enn í 1908. Tað frætta vit um í dagbókini hjá einum teirra, ið var eina virknastur í Havnar ungmannafelag, Peturi Alberg. Har lesa vit:

 

”Leygardagin 28. mars 1908 høvdu vit veitslu í Ungmannafelagnum. /…/ Eg var blaðstýrari og tók nú tveir sangir uppí, ”Nú er lotið lýtt” og ”Eg saðlaði mær ein hvítan hest”, úr Hans Andriasar ”Maritu”. Í ein fart smíðaði eg tvey løg og sang teir so veitslukvøldið. Hetta var eitt vakurt og stuttligt veitslukvøld. Hans Andrias hevði verið fyristøðumaður fyri ”dekoreringini” av teatursalinum, og um hetta hevði Mads og eg skrivað eina grein í ”Baldursbrá”, sum varð lisin veitslukvøldið og var til stóran stuttleika.”

Løgini eru prentað í bókini ”Løg til Songbók Føroya fólks”, 2003. ”Nú er lotið lýtt” er nr. 250, ”Eg saðlaði mær ein hvítan hest” er nr. 64.

Í 1962 leiktu real- og millumskúlanæmingar í Klaksvík ”Maritu”.

Tær nýtist ikki at vera kvæðakønur at gera ta niðurstøðu, at leikurin ”Marita” er skrivaður við kvæðinum ”Flóvin Bænadiktsson” sum heimild.

Í ”Føroya kvæðum” hevur vísan talmerkið 128 og er í tveimum brigdum, sum bæði verða prentað her:

A-brigdið skrivaði V.U. Hammershaimb niður á Føroyaferð síni í 1847/48. Hann hevði lokið gudfrøðiligt embætisprógv í januar  og fór so til Føroya ”for at samle kvæder og sagn m.m.”, sum hann tekur til í endurminningum sínum ”Træk af  mit livsløb”. Hetta brigdið fekk hann í Suðuroy, har hann fekk nógv burtur úr innsavningararbeiðinum. Heimildarmaður til hesa uppskriftina, sum er frá 1848, er Jóhannes Joensen úr Hørg í Sumba, føddur í 1795, deyður í 1865.

1 Flóvin unti frúnni væl,
væl í fimtan ár,
unti henni sum sjálvum sær,
hann kundi hana ikki fá.

Lat meg sova á tínum armi,
Ríka jomfrúa!

2 Flóvin unti frúnni væl,
væl í fimtan vetur,
unti henni sum sjálvum sær,
og ongum øðrum betur.

3 Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
Marita er gingin av høllini út
frá fylgismoyggjum sínum.

4 Árla var um morgunin,
áður upp rann sól,
Marita er gingin av høllini út
frá fylgismoyggjum tólv.

5 Tað var frúgvin Marita,
skuldi til kirkju ríða,
møtir henni Flóvin Bænadiktsson
undir so grøna líða.

6 Tekur hann hana úr saðli niður,
setir hana á sítt fang:
”Gud fyrigevi tær, søtan mín,
tú giftir tær annan mann.”

7 ”Faðir og móðir meg heima[n] gav
og so mínir frændur fleiri,
tá kom sorgin í mítt bróst,
at ikki stóð gleðin meiri.”

8 ”Hoyr tú, frúgvin Marita,
er tað við tín vilja,
eg skal sláa harra Hermann í hel
og teg frá honum skilja.”

9 ”Slært tú harra Hermann í hel,
og leggur tú hartil ráð,
svørji tann eið á mína trú,
meg skalt tú ikki fá.”

10 Skildust tey í grønari líð,
og í tí sama orði,
hon kom ikki í høllina inn,
fyrr enn Hermann sat yvir borði.

11 ”Hoyr tú, frúgvin Marita,
hví hava tíni eygun so runnið,
tú hevur verið við kirkju í dag,
og Flóvan hevur tú funnið.”

12 ”Eg var mær í kirkju í dag,
og Flóvan eg ikki sá,
har frætti eg mín faðirs bana,
og harfyri felli eg tár.”

13 ”Hoyr tú, frúgvin Marita,
tú lat burt angist og trá,
eg skal mær í markina,
tíns faðirs bana at sjá.

14 Hoyr tú, frúgvin Marita,
tú lat burt angist og trega,
eg skal meg í markina,
tíns faðirs bana at vega.”

15 Út reið reysti riddarin
og skemtar sær við gaman,
sundur gingu skjoldirnir,
tá ið seggir bóru saman.

16 Fyrsta píla, í leiðing varð skotin,
hon var gjørd av stáli,
kom fyri harra Hermans bróst,
tað stóð fyri lív og máli.

17 Geyti spenti boga sín,
har ið hann lá í loyni,
pílan kom fyri Hermans bróst,
hin onnur ørv, hann goymdi.

18 Triðja píla, í leiðing varð skotin,
hon var gjørd av treysti,
kom fyri harra Hermans bróst,
og deyður fell hann av hesti.

19 Svaraði Hermann, jalsins son,
hann fell av hesti sínum:
”Harra Gud faðir av himmiríki
heilsi mær Maritu míni!”

20 Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,
tar ið hann sat í talvi:
”Deyður er Hermann, jalsins son,
tann sterki riddaraalvi.”

21 Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann savnar talvið saman,
biður gott fyri riddarans sál,
og helsti var hann gamal.

22 ”Saðlum várar hestarnar,
vit ríðum undir oy,
vit skulum gilja einkjuna,
tó hon var annans moy.

23 Vit saðlum várar hestarnar,
vit ríðum undir líð,
vit skulum gilja einkjuna,
tó hon var annans vív!”

24 Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann heim í garðin fór,
úti frúgvin Marita
fyri honum stóð.

25 ”Deyður er Hermann, jalsins son,
og helst av tínum ráði,
svørji eg við meg og ei við Gud,
at meg skalt tú ikki fá.”

26 Takk havi frúgvin Marita,
so væl helt hon sína trú,
hon gav seg í nunnukloystur
at tjena Mariu frú.


27 Hon gav seg í nunnukloystur
við eitt einkjustríð,
tjenti hon Gud og Mariu,
so leingi hon var á lívi.

Lat meg sova á tínum armi,
Ríka jomfrúa!

B-brigdið setti Hammershaimb saman úr tveimum uppskriftum eftir Jóannis Klæmintsson í Króki á Sandi (1794-1869). Tann fyrra er úr savni Hammershaimbs AM, Access, 4, sum verður varðveitt á Arnasavni í Keypmannahavn, tann seinna er úr Sandoyarbók, sum er í varðveitslu hjá Dansk Folkemindesamling (nr. 68). Jóannis hevði fingið hesa uppskriftina frá Símuni Danielsen av Sandi (1793-1874). Hetta er tað brigdið, ið vanliga er at hoyra á gólvi – tó verður niðurlagið til A-brigdið nýtt.

1 Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar.

Uppi í lund valla
gulføtt ørn,
hvør sum elskar gamla kelling,
hann fær *eingi børn*,
uppi í lund valla.

2 Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar tólv.

3 Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar,
møtti henni Flóvin Bænadiktsson
undir so grøna líða.

4 Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann tók hana í sín favn:
”Gud fyriláti tær, søta mín,
tú lovaðist annan mann.”

5 ”Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur fleiri,
tá kom sorgin í mítt bróst,
og ikki gleðin meiri.

6 Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur flestu,
tá kom sorgin í mítt bróst,
og ikki mín gleðin besta.”

7 ”Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega,
eg skal sláa Hermann í hel
og draga so [av] landi med teg.

8 Hoyr tú, frúgvin Marita,
er tað við tín vilja,
eg skal sláa Hermann í hel
og teg frá honum skilja.”

9 ”Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson,
tað er ikki við mín vilja,
tann sami Gud, os saman kom,
hann kann os best at skilja.”

10 Marita snúðist haðan burt
í tí sama orði,
hon kom ikki fyrr til hallar heim,
enn Hermann sat yvir borði.

11 ”Hoyr tú, frúgvin Marita,
hví hava tíni eygun so runnið?
tú hevur verið við kirkju í dag,
og Flóvan hevur tú funnið.”

12 ”Eg var meg við kirkju í dag,
men Flóvan ikki fann,
har misti eg mínar gullringar burt,
og so mítt reyðargullband.

13 Hoyr tað, harra Hermann,
hvat eg beri fyri brósti,
vigin er mín sæli faðir,
forðum drongur treystur.”

14 ”Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega,
eg skal ríða á markir út
hans banamann at vega.”

15 Tann fyrsta píl, í skógnum varð skotin,
hon var gjørd av stál,
hon fleyg fyri harra Hermans bróst,
hon standsaði hans mál.

16 Tann onnur píl, í skógnum varð skotin,
hon varð skotin av treysti,hon fleyg fyri harra Hermans bróst,
hann fell av sínum hesti.

17 Svaraði harra Hermann,
hann fell av hesti sínum:
“Gud hann kvøði um heilsuna,
og heilsa Maritu míni!

18 Gud hann kvøði um heilsuna
og heilsi Maritu míni,
bæði væl og høviskliga
behaldi hon ævi sína!”

19 Gevið ljóð og lýðið á,
eg kvøði, sum eg kann,
syrgilig bóru tey boðini
fyri Maritu fram.

20 Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,
hann sat í búnum talvi,
deyður er harrin Hermann,
so reystur drongur av alvi.

21 Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann sópaði talvið saman,
biður gott fyri riddarans sál,
helsti var hann gamal.

22 ”Saðlum várar hestarnar
og ríðið undir oy,
nú skal festa einkjuna,
eg fekk hana ikki moy!

23 Saðlum várar hestarnar,
ríðið gjøgnum lund,
nú skal festa einkjuna,
tað hitt væna sprund!”

24 Flóvin býður Maritu
í song við sær at liggja,
takk havi frúgvin Marita,
hon vildi ei tað boð tiggja.

25 Hon gav seg í nunnukloystur
við so góða trú,
onga tíð á ævini
livir hon sum nú.

Uppi í lund valla
gulføtt ørn,
hvør sum elskar gamla kelling,
hann fær *eingi børn*,
uppi í lund valla.

Í 8. bindi av “Føroya kvæðum” eru á síðunum 331-336 prentað 18 lagabrigdi av hesi vísu.

Í yvirlitsverkinum ”The Types of the Scandinavian Medieval Ballad” er vísan skrásett millum riddarkvæðini sum D 424. Har verður (í føroyskari týðing) tikið soleiðis til:

D 424 Flóvin Bænadiktsson (Lovers are separated by her marriage to another but her husband dies)

Flóvin elskar Maritu, men ímóti vilja sínum verður hon vígd øðrum manni. Flóvin og Marita møtast í kirkjuni og tosa. Tey siga seg vera góð hvør við annan, men hon vil ikki, at hann skal gera av við mannin. Ein pílur rakar mann Maritu (cD, cS: tí mamma Flóvin ella [cS] Flóvin sjálvur við gandi laga tað so;) F: ein maður, ið liggur í slysi, skjýtur hann. Hann doyr. Flóvin og Marita verða vígd. F: Tá ið Flóvin ber upp bønarorð, vísir Marita hann frá sær og gevur seg í kloystur.

Á føroyskum: CCF 128 (eisini á donskum og svenskum)

(Marianna Debes Dahl týddi)

Á donskum er vísan at finna í ikki færri enn 11 brigdum í ”Danmarks gamle folkeviser”. Hon hevur heitið ”Flores og Margrete”, (DGF nr. 86). Svend Grundtvig, sum ritstjórnaði heildarútgávuni, nevnir, at navnið Flores kann vísan hava lænt frá kendu miðaldarsøguni um Flores og Blantseflor – eini søgu, sum vísan innihaldsliga annars einki samband hevur við.

Hann vísir eisini á, at hóast ein av føroysku høvuðspersónunum eitur Flóvin, so hevur føroyska vísan einki samband við íslendsku (upprunaliga fronsku) skaldsøguna ”Flóvent Frakkakóngr”.

Á svenskum er vísan at finna í tveimum brigdum frá ávikavist 1642 og fyrst í 17oo-talinum.

Svend Grundtvig metir, at føroyska vísan:

            ”bærer i poetisk Henseende Prisen for alle de dansk-svenske”.

*

Nina Magnussen hevur í greinini ”Orðini og vísan” í savninum ”Sýnisstubbar”, 1994 m.a. viðgjørt vísuna:

 

Orðini og vísan

Hvør drap Lauru Palmer? - í Twin-Peaks, meini eg. Góður spurningur, men sigast má, at eg ongantíð legði tað stóra í at fáa svarið. Tað er við fiktiónini sum við tí veruliga lívinum: áhugin at spyrja tíðindi er altíð størri, tá tú hevur fylgt málinum og kennir persónarnar. Eisini ein vánda gerð er relativ.

Ein onnur illgerð spøkti hinvegin hjá mær í longri tíð. Men nú haldi eg meg hava loysnina. Tað var Flóvin Bænadiktsson, ið drap harra Hermann. Óbeinleiðis, sjálvandi, tí teksturin sigur okkum jú, at hann sat í búnum talvi. Loysnin opinberaðist í Corpus Carminum Færoensium, eisini kallað Føroya Kvæði, bind VI, í einari lítið kendari útgávu av hesum annars so tugda teksti á dansigólvi. So nógvir leysir endar eru í hesi rímu um ástina hjá Flóvani og Maritu, at einki stendur sólarklárt. Orðini eru fá og gongdin samandrigin, onkur ørindi kanska burturdottin, og alt tað, ið ikki verður sagt, fær skjótt bæði ein og annan spurning at stinga seg upp. Hvør drap pápa Maritu — og hví tað? Er hann yvirhøvur deyður, ella roynir dóttir hansara at vinna húsbónda sínum neisir? Ja, og maður hennara, harra Hermann? Marita endar í nunnuklostri, har hon livir ongantíð sum nú. Hetta skal lesast við tátíðar brillum fyri at verða lisið rætt. Sig mær kanska eitt annað — legði hon yvirhøvur í Flóvan?

 

Flóvin Bænadiktsson

Tríkantaleikurin um Maritu, Flóvan og Hermann er gamal, heilt gamal. Hann er yrktur í teimum tíðum, tá tað ikki vóru glitrandi skíggja-lutir, ið floymdu inn yvir okkum og gjørdust fólkaogn, men harafturímóti verbalt skaptar drotningar, hertugar, riddarar og ungmoyar í skarlak reyð og gyltum skreytum, sum gingu seg í høgaloft í heilum og akslaðu sær skinn í óteljandi grasagørðum. Vit tosa um miðøldina, har dansiringurin breiddi seg niðan gjøgnum Evropa, og Norðurlond aldu fram sína serligu fólkavísutraditión. Fólkavísan sum ein serligur blandingur av tí drúgva forteljandi og tí kensluborna skaldskapinum, av sungnu søguni og lyrikkinum.

Klichein var fastur partur av vísuni. Teksturin varð ikki niðurskrivaður og orðatilfarið hjá fólki ikki so umfatandi sum í dag, og tí var natúrligt, at har kom í ein viss stilisering av sniðinum, t.e. fastar vendingar til at lýsa tær afturvendandi somu hendingar. Partvísar endurtøkur av ørindum í sjálvari vísuni gjørdu tað eisini tekniskt lættari hjá yrkjara ella skipara at fáast við vísuna. Tað var eingin skomm at læna ørindir frá øðrum heldur, um tey vóru brúkilig. Og niðurlagið tryggjaði øllum í ringinum møguleika at luttaka aktivt í ævintýrinum.

 

Útbreiðsla

Ein vísa spjaddist munnliga í gomlu tíð, frá manni til mann, staði til stað, frá ættarliði til ættarlið. Summar vísur funnu sín variant á mongum málum, um alt Evropa, sum Ólavur Riddararós. Aðrar, sum tær serføroysku, avmarkaðu sína útbreiðslu til teir lítlu basaltbøklarnar í Norðuratlantshavi. Tú hevði ongan tekst sum fast støði, tá tú lærdi eina vísu, sum í dag. Ein broyting í vísuni íkomin av antin gloymsku ella uppískoyttum versum og vendingum mátti soleiðis vera ein varandi broyting.

Óivað funnust nógvar útgávur av Flóvani Bænadiktssyni, men vit hava bert tvær niðurskrivaðar á føroyskum. Nær tann vísan kom til Føroya, veit kanska onkur at siga, men hon stavar so niðrifrá. Hjá okkum er hon fyrstu ferð niðurskrivað í 1822. Fótatraðkið Flóvin, tann útgáva vit vanliga tríva í á dansigólvi, er av Sandi. Hin Flóvin Bænadiktsson, tann sum gav mær náttarsvøvnin aftur, er úr Hørg í Sumba. Hóast stutt er úr Suðri til Sands, hava fleiri øldir, høg fjøll og ein streymharður fjørður førkað tær báðar vísurnar langt burtur frá hvørji aðrari og føroysku upprunaútgávuni — el. útgávunum(?). Sum eitt slag av málsligari darwinismu.

Pílurin ið drap harra Hermann var skotin í leiðangri. Í herferð, í málfestari drápsferð. Tað kvóðu tey í Sumba, og kanska gera tey tað enn. Tað var Geyti, sum skeyt, hvørki trøll ella huldufólk. Marita biður Flóvan sleppa sær av stað, tá hann í góðum treysti fer at gilja einkjuna. Hon veit væl hvør stóð aftanfyri: "Deyður er Hermann, jalsins son, og helst av tínum ráði...". So er tað sagt, og vit trúgva henni. Myndin av Flóvani er knappliga ein onnur í hesi vísu enn í tí kvæði, vit øll kenna. Fríggjarin sýnist meira tilætlandi, kyniskt attráandi. Og alla ábyrgd av hesum umskifti eiga - orðini. Smáar broytingar venda soleiðis øllum upp og niður: hvítt verður til svart, gott til minni gott, ivasamar gitingar til hvassa vissu.

 

Orðini

Ja, málið og orðini. Hesi, ið geva okkum so stórt frælsi, so dýrar gripir og samstundis seta okkum so nógvar avmarkingar. Tí kortini er tað fátæksligt, hvat vit eiga av orðum og hugtøkum, tá setast skal skap á tað endaloysið av litum, lagdámum og lummaspekiligum lógloysi, ið fyllir okkum øll. Yvirhøvur er tað lisna og talaða orðið størsta avbjóðing, ið sett verður homo sapiens, sum er einasti skapningur á jørð, ið eigur so framkomnan heila, at vit kunnu kjósa okkum orðini og soleiðis skapt málbond, at vit kunnu úttala tey.

At vera og at vera til - tað er at eiga málið. Vit skifta so lættliga millum skemt og álvara, millum tað undirskilta og tað ítøkiliga. Hesi somu orð kunnu brúkast bæði sum tól í tí fløktasta andaliga fimleiki og til ta einfaldastu flýggjan av informatión. Ongan brodd finnur tú spískari enn tann vælvalda speiskleikan, ongan brand hvassari enn sannleikan bornan út á tunguni. Tað silki finst ikki, sum er mjúkari enn orð søgd í stórum kærleika. Og onki sigur so nógv um ein mann sum tey orðafelli, hann sjálvur velur at brúka um onnur.

Orðaspøl og undirskiltar snildir kunnu sjáldan umsetast frá einari tungu til aðra. Tey eru serlig fyri tað ávísa fólkið. Ikki minst skemtið, lykilin til láturin, hesin lekjandi lívseliksirur. Men kenslurnar eiga vit tvørtur um mørk. Sorgarleikurin rørir okkum øll. Órættvísið kann øsa fólk úr Miklagarði til Mikladals. Og tann stóri kærleikin hitar líka nógv, um kalt ella heitt er uttandura. Soleiðis breiddu summi kvæði seg um alt Evropa í miðøld. Tey høvdu nakað at bera øllum.

 

Málið

Málið hevur sum skapari av persónum og tilburðum stytt um stundir hjá menniskjuni gjøgnum allar tíðir. Málið ber okkum upplýsingarnar; so forma vit sjálv myndirnar innanskalla. Stavir og orð eru hesi abstraktu tekin og samansettu ljóð, ið vit kunnu duga meira ella minni væl at brúka. Men tey eru felags. Tær myndir, tey framkalla inni í hugaheimi okkara, eru hinvegin serligar fyri tann einstaka. Tú byggir sjálvur leikpallin. Í mun til filmin, har allir áskoðarar fáa somu mynd inn á nethinnuna.

Menniskjan hevur altíð funnið sær útvegir til at nøkta sína fundamentalu trongd til spenning, avbjóðingar og felagsskap við onnur menniskju. Vísurnar og dansurin høvdu alt hetta at bjóða síni samtíð: ta spennandi søguna, upplivað og fortald bæði málsliga og kropsliga, og tað tætta sambandið millum fólk, í ond, hond og hold. Og ikki minst fekst tú møguleikan at vísa, hvat tú dugdi til sum ørindameistari - til at yrkja, minnast, framleggja.

Men ikki bara høvdu tey alt, kvæðini og dansiringurin - tey hava alt enn tann dag í dag! Tí eru tey brúkilig. Einum virksemi, ið bert gróv úr nostalgiskari mold, kundi aldri verið lív lagað, so leingi sum kvæðini hóast alt hava drigið ondina, síðan tey fluttu úr roykstovuni og góvust at vera ein viðføddur táttur av lívi føroyinga. Skalt tú tosa um dans til at skapa atdrátt millum kynini, er heldur ikki neyðugt við pørum. Tað ber stak væl til í einum tøttum ringi at geva gætur á úrvaldum støðum. Og sig mær eitt - hvør smørtenorur megnar at kynda hjørtuni dyggiligari, enn tann reysti og dugandi skiparin á dansigólvi allar dagar hevur kunnað?

 

Ebbi Skammelsøn

Um vit tosa um vísur, hvørji vóru tá orðini - hetta so avgerandi sambindingarlið millum dansin og dramaið, millum fólkið og ævintýrið? Eg havi nevnt Flóvan, lagið, ið fellur so væl á dansigólvi og gav mær okkurt at hugsa um. Jú, har spunnust sjálvandi ástir, so einglarnir hvinu, og skilnaður kom í, so hjartablóðið dreiv. Sum í dagsins undirhaldi.

Tak sum gott dømi Ebba Skammelsøn, hesin ræðuligi og meistaraliga yrkti sorgarleikur, sum fekk øll Norðurlond at lippa í sínari tíð. Tann kaldblóðiga samansvørjingin verður ikki málað klárari upp fyri okkum á nøkrum nútíðar vinyldregili. Umast Skammelsøn-vísan ongar visuellar greiður hevur at hjálpa sær, fær hon andstygdina at gnadda í tær yvir ta skammiligu ætlan, mamman og bróðirin hava bryggjað. Brátt veksur samkenslan við henda ærliga og álítandi drong, og tú iðrar teg reiðiliga um at vera tann alvitandi triði persónur, ið einki fær gjørt, tí tú ikki eigur sess millum tær lagnutungu reglur. Hann, Ebbi, fær heldur einki gjørt. Gentan, stolt Adelus (á svenskum Lucielille), er farin til bróðurin, tá hann kemur heim, og vinnist ikki aftur. Ikki vantandi kærleiki, men moralurin stóð fyri. Áskoðarin skúmar í illsinni. Adalús leggur høvuðspersóni okkara dýran við, at drepur hann beiggja sín, skal hann missa hana eisini:

Så må I sørge jer selv til døde

som vilden fugl på kviste.

Greiðari kann tað ikki sigast - tann fullkomni skilnaðurin lúrir, frá øllum hann hevur kært. Ebbi verður frá sær sjálvum, dregur svørð og drepur sína hjartans kæru. Síðani ússaliga beiggja sín, og at enda særir hann restina av familjuni. Niðurlagið á vísuni hevur síðan byrjan spáað okkum tann dapra endan. Hann hevur stoytt øll frá sær, Ebbe Skammelsøn, og reikar vilstur runt:

Fordi drog Ebbe Skammelsøn

så mangen sti vilde.

 

Jú, poesiur av fínasta slag er mangastaðni at finna í teimum gomlu kvæðunum. Her úr tí fyrsta av Sjúrðarkvæðunum, tá hann Sigmundur ungi, Vølsungssonurin, og maður Hjørdis, er dripin og fer til gravar:

Eystantil undir heyginum,

ið dreingir reika á fold,

gróvu teir tað ljósa lík

niður í døkka mold.

Her verður nortið við nakna eksistens menniskjans. Mótsetningurin millum lívið og deyðan, likamið og jørðina, sorgarloysið og tað dapra álvara. Hetta, at tú kanst liva leingi, tá tú enn ert ungur - men tað er ikki vist, at tú ger tað...

Eitt dømi hava vit her eisini um lánivers ella fastar vendingar. Í Margretu kvæði verður gravarferðin endurgivin við so at siga somu ørindum sum í Regini Smiði.

 

Sverker kongur

Eisini í Sverkers vísu finnur tú reinar perlur. So vakrar lýsingar og so rámandi uppteknaðar tilburðir, at vegurin til tað visuella upplivilsið hjá kvøðaranum gerst heilt stuttur. T.d. verður ungi boðberin her sendur til Eirik kong fyri at bera honum stríðsbræv frá Sverker kongi:

Bort da red den raske smådreng,

hannem skinned guld på hænde;

der kunne hverken høg eller hund

følge hannem dag til ende.

Skjótari enn heykurin og hundurin, mynd lánt úr fríu verð veiðimanna. Tátíðarinnar mát fyri skjótleika. So lættur, so úthaldandi. Nei, hann ríður ikki, hann flýgur!

 

Jallgríms kvæði

Nútíðar stóru toppskorarar á hvítum lørifti, tann gníggingarleysa drápsítróttin og tey blóð-tystu skrímslini funnust eisini fyrr, tá orðini og vísurnar vóru í vælmaktini. Á, meira enn so. Alien og Rambo eru einans nýgjørdir vinylbollar í elligamlari suppu.

Tak Jallgríms kvæðið, ein av mínum favorittum. Nær hann er frá, veit eg ikki, men hann er ein av okkara gomlu. Ein buldraslig vísa og samstundis eitt stórsligið kvæði. Eitt meistaraliga greitt ævintýr, har so nógv er gjørt av allastaðni, at tað júst ongantíð verður meira enn - eitt ævintýr. Her fært tú nøktað hvønn tørv, tú mátti havt á blóði og bardøgum, skarlaksprýddum gangarum og fúlum fjallabúgvum. Og lyrikk og metaforar fært tú til alla vikuna. Stiglagið og dámurin verða beinanvegin givin okkum í niðurlagnum: "Latum dans dynja dreingir...".

Haraldur Hárfagri kongur berjist við teir báðar sjálvrádnu høvdingarnar Jallgrím og Havgrím um landaøki. Har rúka hálvthundrað mans og skallar í hvørjum kasti, einki minni. Ein risi kemur upp í leikin. Hann vil hava vænu dóttur Havgríms, og tað vil Jallgrímur eisini. Hon eitur sjálvandi Ingibjørg, tað gjørdu tær altíð tá. Risin tekur lívið av báðum høvdingunum, so heilin spríkir lystiliga um vøll. Í triðseinasta ørindi av hesum knappliga hundrað ørindi langa kvæði kemur Gilsteinur, ókendi hermaður Hárfagra, tvísporandi inn á pallin, drepur risan, giftist Ingibjørg og fær nógv gull til ognar og landaøki yvir at ráða frá Haraldi. Soleiðis skal tað gerast.

Og risin, ja hann verður í kvæðinum myndaður fyri okkum, so eingin fær hug at stilla seg fyri:

Skeggið er sum sótið svart,

hongur niður á belti,

eyguni rætt sum tjarnir tvær,

og tonn sum í villini gølti.

 

Streingir og frú Dagmar

Yrkjarin í miðøld blandaði uttan at blunka søguligar persónar upp í meira ella minni fiktivt tilfar, kronologiskt og í aðrar mátar, sum tað nú best lá fyri. Tak t.d. Streingirs vísu, ein fitt og fródlig vísa um junkaran Streingir, ið fer til Bøhmerland eftir frúnni Dagmar til harra sín, Valdemar Sejr kong av Danmark. Streingir vinnur Bøhmerlandsfrúnna í talvi - og gakk, nú vil hon heldur hava hann til mann enn handan einoygda geitarbukkin til Valdemar.

Vit hava nógvar útgávur av hesi vísu. Í flestum útgávum verður Dagmar noydd at giftast við kongi, og Streingir endar í tveimum ella fleiri pettum. Aðrastaðni giftist hon Streingiri. Ein ber og blonk tvætlivísa, sum nógvastaðni í Føroyum hevur verið kvøðin á tí herligasta føroysk-danska blandingsmáli, ið sæð er. Stuttligt er, at tað faktiskt riggar! Og sýnir hetta kanska allarbest slektskapin millum bæði málini. Yvirhøvur síggja vit av tí orðabrúki, ið er í gomlum donskum fólkavísum, at danskt og føroyskt hava ligið hvørjum øðrum nógv nærri, enn tey gera nú.

 

Tættirnir

Her kundi verið nevnt nógv afturat. Dømini um góðan skaldskap, klárt teknaðar lívslagnur og spennandi tilburðir at liva seg inní á dansigólvi eru legio. Fyri ikki at tosa um føroysku tættirnar, ið kundu vera rættiliga grovir, men eisini heilt undirhaldandi. Brókartáttur, t.d., sýnir okkum eftir bert heilt fáum reglum, hvat ein maður ikki skuldi brýggja seg um ikki at leggja í at fáast við í 1700-talinum. Her hevur tú orð, ið kundu jarðleggja ein mann, meðan hann enn var á lívi, effektivt og náðileyst.

Í vísunum vórðu nógv orð skift út, so hvørt sum merkingarnar spakuliga høvdu flutt seg, so tey vóru vorðin óskillig og meiningsleys við einari nýggjari tíð. Samstundis bendist tann einstaka vísan í allar ættir við munnliga flutninginum. Ikki fyrr enn í nýggjari tíð, 18. og 19. øld, varð av álvara farið undir at skriva niður, at varðveita. Tá høvdu bert tey mest skarpleittu ørindini yvirlivað í óbroyttum standi, tær reglur sum stóðu sterkast í huganum á fólki. Men nógv var broytt, útskift og farið. Menniskjan hevur jú skapað og varðveitt vísurnar, og ikki tvey menniskju eru eins. Vísurnar formast av orðum, og ikki tvær vísur eru eins. Og orð skapa myndir í hugi okkara, myndir, sum skifta frá orði til orð, frá setningi til setning, frá fólki til fólk.

Jú, orðini sprella sum tvístertur millum fingrarnar, og sinn okkara sprellar so fegið við.

(Nina Magnussen var fødd í Danmark 7. juli 1960. Flutti til Føroya fyrst í trýssunum og til Keypmannahavnar í 1980. Hon tók prógv sum  cand. scient í lívfrøði og búði í Keypmannahavn, til hon doyði 10. januar 2009.)

 

To top

Heimildir

Dahl, Árni: ”Bókmentasøga I”, 1980.

Dahl, Árni: ”Bókmentasøga II”, 1981.

Dahl, Árni: ”Bókmentasøga III”, 1983.

Danmarks gamle folkeviser II. 33-114. Tillæg 1-103. Naturmytiske viser. Legendeviser. Udgivet 1854-56 af Svend Grundtvig. UNIVERSITETS-JUBILÆETS DANSKE SAMFUND, Fotografisk optryk. København 1966.

Djurhuus, Hans A.: ”Marita – sorgarleikur í trimum pørtum”, 1908.

Djurhuus, Hans A.: ”Marita – sorgarleikur í trimum pørtum”, Ritsavn 5, 1958, ljósprentað úrgáva 1970.

Føroya kvæði, Corpus Carminum Færoensium, A SV. GRUNDTVIG ET J. BLOCH COMPARATUM. Herausgegeben von N. Djurhuus für UNIVERSITETS-JUBILÆETS DANSKE SAMFUND. BAND VI, Akademisk forlag, Kopenhagen 1972.

Føroya kvæði, Corpus Carminum Færoensium, A SV. GRUNDTVIG ET J. BLOCH COMPARATUM. Volume VII. History – Manuscripts – Indexes. Edited for Universitets-Jubilæets Danske Samfund by Michael Chesnutt & Kaj Larsen, C.A. Reitzels Forlag, Copenhagen 1996.

Føroya kvæði, Corpus Carminum Færoensium, A SV. GRUNDTVIG ET J. BLOCH COMPARATUM.  Supplementum. Bind/Volume VIII. Løgini/Melodies. Ritstjórnað fyri/ Edited for Universitets-Jubilæets Danske Samfund av/by MARIANNE CLAUSEN. Stiðin 2003.

Hammershaimb, V.U.: ”Træk af mit livsløb”, Fra Færøerne – Úr Føroyum IX-X, Udgivet af Dansk-Færøsk samfund, København 1983.

Henriksen, Jeffrei: ”Kvæða- og vísuskrá”, Føroya skúlabókagrunnur 1992.

Jacobsen, Óli: ”Petur Alberg – maðurin, sum gav okkum lagið til tjóðsangin”, Forlagið Tjørnustova 2010.

Króki, Jóannes í: ”Sandoyarbók I”. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long. Ljóðsøguligur inngangur eftir Mikjel Sørlie. Mentunargrunnur Føroya løgtings 1968.

Króki, Jóannes í: ”Sandoyarbók II”. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long. Mentunargrunnur Føroya løgtings 1970-82.

”Løg til Songbók Føroya fólks – við klaversatsi og talsetingum”. Lagt til rættis hevur Zacharias Sørensen, nótar 2003.

Magnussen, Nina: ”Orðini og vísan”, Sýnisstubar, greinasavn. Málting, Sprotin 1994.

”The Types of the Scandinavian Medieval Ballad”, A descriptive catalogue. In collaboration with Mortan Nolsøe and W. Edson Richmond. Edited by Bengt R. Jonsson, Svale Solheim and Eva Danielson. Universitetsforlaget, Oslo – Bergen – Tromsø, 1978.

Tingakrossur 1908, nr. 29, 30, 31, 32, 34 B, 36 B, 37 B, 38 B, 39 B og nr. 41.

 

To top

Summary

“Marita” is a tragedy in three parts that takes place in the 13th century. It is built on a traditional ballad that on the Faroes exists in two versions. In “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad” (1978) Flóvin Bænadiktsson is thus described:

“Sir Flores loves Margrete, but against her will she is married to another man. Flores and Margrete meet in church and talk. They declare their love for each other, but she will not let him kill her husband.The husband is hit by an arrow (cD, cS: because Flores’ mother or [cS] Flores himself arranges an accident by magic means; F: he is shot by a man lying in ambush). He dies. Flores and Margrete are married. F: Margrete rejects Flores’ proposal and enters a convent.”

The author, Hans Andrias Djurhuus, was a 25-year old teacher when he wrote the play. He was part of a newly founded (1906) youth organization in Tórshavn, and the play is clearly written with a performance for the members of this organization in mind. Another active member, Petur Alberg, a young Faroese composer, set music to two of the songs that Hans Andrias Djurhuus had written for the play and sang them at a party for the members of the youth organization.

These songs of Hans Andrias Djurhuus and Petur Alberg (“Nú er lotið lýtt” and “Eg saðlaði mær ein hvítan hest”) have since become part of the Faroese song heritage.

 

To top