Skip to main content

Tvinni pør

Peder R. Møller

Sjónleikur í tveimum pørtum

J.H.Poulsen týddi í 1925

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

 

Tey leikandi

Kristin í Gomlustovu, hálvgamal bóndi, ógiftur.

Marin Sofía, heldur hús hjá honum.

Niels, húskallur hjá honum, bóndasonur.

Fríðrikkur við Á, nábúgvi Kristins, bóndi.

Katrin, dóttir Fríðriks.

 

To top

Fyrsti Partur

Bóndastova. Vinstrumegin hurð uttar í roykstovuna, ein hurð út í eina forstovu høgrumegin. Eitt borð mitt á gólvinum, nakrir málaðir stólar, áttadagsur í einum horni. Kristin situr við borðið við einum arki av pappíri framman fyri sær og einum blýanti í hondini og letst at skriva við hvørt, stingur blýantin ofta í munnin, tá hann skal skriva.

Kristin í Gomlustovu (hyggur upp og skákar høvdinum).
Nú fer brátt at mala runt fyri mær. Eg veit ikki, hví vit skulu hava sovorðið stríð afturat fyri at sleppa av við peningar okkara. Áðrenn vit fingu hesa nýggju skattalógina, gekk alt sum fótur í hosu, tá betaltu vit leiguna til fútan og kommunuskattin, tá teir komu at krevja hann, tá nýttust hvørki rokningar ella nakað. Tað kann væl vera, at tað er reiðuligari, tá ein sjálvur greiðir frá, hvat inntøkurnar hava verið, men tá ein ikki dugir at skriva upp á hetta óreina pappír, sum teir kalla „skjema“, og ongan hevur at hjálpa sær! - So frægt dugi eg tó at skyna á, at tað ræður um at seta so lítið sum møguligt upp á inntøkusíðuna, tí ein skal rinda skatt av hvørjum hundrað, ið upp verður sett. (So telur hann, meðan hann førkar fremstafingur niður eftir einum raði av tølum) 3 og 4 er 7, og 5 afturat 7 er 12, og 4 so er tað 18, og 4 og 18 eru 25, - tað er 2 at seta upp og 5 í mentu, - - nei, tað er skeivt, tí nú varð aftur eitt annað tal, enn eg fekk í áðni. (So hyggur hann upp aftur). Tað var nú hin svarti hesturin, hann fekk eg hálvt fimta hundrað fyri, hóast hann ikki var meir enn hálvt fjórða hundrað verdur, - so skrivi eg hálvt fjórða, tí eg eigi ikki at skatta av tí, um Dánial á Heyggi var ein býttlingur. (Eitt hálvgamalt konufólk kemur inn úr roykstovuni). Er tað tú Marin Sofía?

Marin Sofía.
Ja, Kristin, tað eri eg.

Kristin.
Kom higar, kanst tú telja mær hesi tølini saman, eg havi roynt einar tríggjar ferðir, men eg fái tað ikki rætt, tí eg fái øðrvísi tøl hvørja ferð.

Marin Sofía (bukkar seg niður á pappírið og telur).
3 og 4 er 7 og 5 til 7 er 14 - -                

Kristin.
Nei, tað er 12, Marin Sofía.

Marin Sofía.
Ja, sjálvsagt, - og 4 afturat 12 er 16.

Kristin.
18 - 18 er tað!

Marin Sofía.
Nei, tað er ikki meir enn 16, hesa ferð havi eg rætt, Kristin. (So telur hon aftur). Og 6 til 16 er 22 - 2 at seta upp og 2 í mentu.

Kristin.
Har hava vit tað, har liggur feilurin, tað var dekan ikki! Hoyr, tú ert ófør til at rokna, Marin Sofía.

Marin Sofía (letst smæðin).
Ja, ein hevur tá gingið í skúla.

Kristin.
Tað hevði Anna Malena, ið helt hús hjá mær undan tær eisini, men hon var eingin roknimeistari. Hvørja ferð hon fór til handils, var okkurt galið, antin hevði hon fingið ov lítið aftur av pengum ella ov lítið av kaffi ella sukri.

Marin Sofía.
Tað skuldi ikki verið mær fyri.

Kristin.
Ja, ja, vit duga nú ikki øll líka væl at rokna. Eg má nú siga fyri meg, at eg havi altíð verið eitt neyt til tað arbeiði, og tá ein so ongan hevur at hjálpa sær - tá er ikki altíð gott hjá honum, ið nógv hevur um at vera.

Marin Sofía.
Nei - tað er eyðverið.

Kristin.
Hevði ein havt eina konu, kundi hon kanska komist út yvir tað arbeiðið aftur at matgerð og øðrum, men hvat skal hann gera, ið gongur stakur?

Marin Sofía.
Eftirsum tú sjálvur nevnir tað, so hevur tað altíð komið mær løgið fyri, at ein sovorðin maður sum tú ikki hevur havt tokka til konufólk. -

Kristin.
Tað er so við, - men eg havi ongatíð havt rætt hegni til at fingist við konufólk.

Marin Sofía.
Tí tað haldi eg, at tú kundi føtt eina konu so væl sum nakar.

Kristin.
Ja, tað sigst ikki ímóti, og eg skal ikki nokta fyri, at brell kann hava verið á mær eisini sum á øðrum.

Marin Sofía.
Men hví hevur tú tá ongantíð gjørt álvara av?

Kristin.
Hmm! Tað sigst ikki annað, konan kann væl vera góð, men sum maðurin segði, friðurin er nokk líka góður. Hevur ein ikki tað góða av henni, so hevur ein heldur ikki tað ringa.

Marin Sofía.
Men tá tað nú var ein røsk og ryggilig kona - sum altíð var manninum til vildar - bæði í einum og øðrum - ið altíð læt hann ráða, sum helt reint og nossligt bæði inni og úti, sum í allar mátar lagaði seg eftir manninum, og sum kundi pjøka um hann, tá aldurin kom. Hevði tað nú lutast tær at fingið eina sovorðna konu, sum dugdi væl at skikka sær í allar mátar, men sum fyrst og fremst hugsaði um at verið tær til fornøyilsi - og sum eisini kundi víst á ein heilan hóp av krónum og sagt: „Disse ere mine, men kunne vorde dine.“ – Tú kundi náað tað enn, Kristin, bert tú gjørdi álvara av.

Kristin.
Eg fari at eldast so væl; minst til, at eg havi fylt 48, Marin Sofía!

Marin Sofía
So ert tú ikki meir enn 2 ár eldri enn eg.

Kristin. Ja, hvørki okkara kann rópast ungt longur.

Marin Sofía.

Eg kenni ongan aldur á mær, og tú kanst væl liva
hálvt hundrað ár enn, um tú fekst eina konu, sum kundi sætt tær til góðar í aldurdómsárunum.

Kristin.
Ja, sum eg segði í áðni, hugsað um tað havi eg tíðum, - men tað er so devilt og nógv fyri á mínum aldri at fara í fríggjarabúna og út at biðja um gentu.

Marin Sofía (eymliga).  
Nei legg ikki í! Fríggjarabúna - og aldurin - ikki skuldi tú fingist við at tosa um tað. -

Kristin.
Kanska eg hevði verið heimafturrikin við krakki!

Marin Sofía.
Tað bleivst tú ikki, um tú fórt til ta rættu. -                                 

Kristin.
Hm! Ja, hvar gongur tann rætta?

Marin Sofía.
Tú nýtist jú ikki soleiðis - soleiðis - eg meini - at -

Kristin (í døpurhuga).
Hvat er tað - tað -

Marin Sofía (sum ein ung genta).
Áh Jesus. Tú gert meg so foya - á -

Kristin (sum fyrr).
Tað ætlaði eg ikki, men eftirsum vit eru farin at tosa um hatta - -                                                            

Marin Sofía (fegin).
Ja, eftirsum vit eru farin at tosa um hatta - soleiðis - soleiðis -

Kristin.
Hm! Ja, eg veit ikki reiðuliga.

Marin Sofía.
Hvat veitst tú ikki?

Kristin.
Eg havi ikki fingið reiðuliga greiði á - -                   

Marin Sofía.
Á hvørjum? Nú er best at siga alt, eftirsum vit eru farin at tosa og eru komin so langt. Hugsar tú kanska um pengarnar?

Kristin.
Pengarnar?

Marin Sofía.
Ja, tað er lítilsvert mót tí, tú eigur, men tó skal eg siga tær, at eg eigi út ímóti 2000 krónum í Bankanum.

Kristin.
Ja, tað er nú ikki einans pengarnir, hóastini tað at ein altíð má siga, at pengar eru ein Guds gáva.

Marin Sofía (eymliga).
Tað havi eg altíð hugsað um teg, áh nakað ofta havi eg sagt við meg sjálva: Kristin er ikki denn maður, hann hugsar ikki bert um peningin, hann dugir á at skyna, hvat eitt konufólk er vert.

Kristin.
Tað hevur ein nokk ikki altíð dugað nóg væl.

Marin Sofía.
Nei, tað er satt, men vit bæði kenna hvørt annað og - ja, fá meg nú ikki til at standa og rósa mær sjálvari.

Kristin.
Nei, tað nýtist tær heldur ikki. Tað er óvist, um eg ikki kundi havt hug til eina konu, sum ikki var ólík tær.

Marin Sofía.
Men á okkara aldri nyttar ikki bert at hugsa og hugsa, nú má tað antin vera egg ella ungi.

Kristin.
Ja, tað er so við. - (Nú hoyrist fótatraðk uttanfyri, Kristin fer í vindeygað). Her kemur fólk. Fríðrikkur við Á kemur higar.

Marin Sofía (spakuliga).
Fjendin førdi handa Fríðrikkin at koma higar nú. (Hart) Eg standi her og tosi, eg skuldi renna niðan til Karina og vita, um hon kundi lána okkum súrdeiggj, eg kvíði fyri, at okkara er spilt, og eg skuldi fara at baka í morgin.

Kristin.
Fríðrikkur er ikki fremmandafólk, tú kanst fara, um hann støkkur inn á gólvið.

Marin Sofía.
Ja eg veri kvik aftur (hon fer út í roykstovuna).

Fríðrikkur við Á (kemur úr forstovuni).
Góðan đag, Kristin.

Kristin.
Góðan dag, Fríðrikkur.

Fríðrikkur.
Eg meini, tú situr og studerar skattavesinið; ja, tað gera nokk mangir í dissa dagar, tí tað skal jú verða sent til forstandarskapið undan 15. Hetta kann gera ein gráan um skalla.

Kristin.
Jú, hetta er eitt fjandans stríð. - Set teg niður, Fríðrikkur, og lat tær upp í pípuna. - Eg kann ikki forstanda meg upp á, hvat allar hesar nýggju seramoníurnar skula til.

Fríðrikkur (í tí hann setir seg við borðið).
Jú sært tú, tað er rættur og rættferð, ið skal fram, tað eigur eingin at lasta.

Kristin.
Á fjandan! rættur - er tað ikki rættur at verja tað, ein eigur. Man tað vera nakar, sum gevur okkum nakað?

Fríðrikkur.
Leika nú ikki so í, Kristin! Tú ert jú framburðsmaður, og tá mást tú vera demokrat og hugsa sum ein frílyndur maður.

Kristin.
Ja, framburðsmaður skuldi eg verið, men eg havi ikki fylgt so gjølla við í politikkinum.

Fríðrikkur.
Tað er tín feilur, Kristin, og tann feil hava so nógvir. Vit, sum eru framburðsmenn, vit eiga at styðja magnistaran og tann nýggja politikkin, tí tað er magnistarin, ið hevur best skil á at ragera, og alt sum stríðir mót magnistaranum, eiga vit at stríða ímóti.

Kristin.
Men vit hava tá sjálvir eina meining.

Fríðrikkur.
Nei, tað eiga vit ikki at hava, vit eiga at gera alt, sum magnistarin vil. Heldur tú, at tú verður armur, um tú letur eitt sindur meira í skatt, so verða betri ráð til at taka av hjá teimum, sum minni orka at lata.

Kristin.
Nú tosar tú í ørviti.

Fríðrikkur.
Nei, tað er tú, sum ert ørur. Halda vit, sum eru framburðsmenn ikki saman, so koma bæði sjosjalistar og molbóarar og aðrir ófriðakroppar framat og seta magnistaran av, og tá verður vakurt, fært tú at síggja.

Kristin.
Eg kann tá ikki halda við øllum nýggjum.

Fríðrikkur.
Jú, tað eiga vit júst at gera.

Kristin.
Eg havi einki móti magnistaranum og tí nýggja politikkinum, tá eg ikki líði vansa av tí; men hetta skattavesinið verður okkum ein ólukka.

Fríðrikkur.
Tað er rættur og rættferð, og á tí støðu hava vit framburðsmenn altíð staðið.

Kristin.
So er tað ein lorta støða, tí eg noyðist at gjalda meira í skatt, enn eftir tí gomlu taksiónini.

Fríðrikkur.
So hevur tú goldið ov lítið fyrr, Kristin.

Kristin.
Ov lítið?

Fríðrikkur.
Júst sum eg sigi. Rættur og rættferð skal hava sína gongd.

Kristin.
Ja, tú kanst saktans tosa, tí eg havi hoyrt, at tú fært 100 kr. minni í skatt nú, enn tú hevði áður.

Fríðrikkur.
So havi eg latið ov nógv fyrr, tað er gott at skilja.

Kristin.
Tú kanst hava ein tramans hund, Fríðrikkur, tí hevði tú fingið 100 kr. afturat, í staðin fyri tær nú verða tiknar av, so hevði pípan nokk fingið eitt annað ljóð.

Fríðrikkur.
Heldur tú tað?

Kristin.
Og so er hetta so fløkt, at eingin fær skil á hesum.

Fríðrikkur.
Tað er ikki so torført, sum tú heldur, bert vit gera okkum nóg miklan ómak við tí.

Kristin.
Kanst tú forstanda tað, at tað, sum vit til dømis keypa í eini krambúð og eta upp í húsinum, at tað kann rópast inntøka?

Fríðrikkur.
Jú, jú, Kristin mín. Hevði tú ongar pengar, so hevði tú einki keypt, og tað er peningurin, ið skattast skal, nú skilur tú?

Kristin.
Nei. Tí hevur handilsmaðurin fingið pengarnar, so havi eg teir ikki, og so er tað hann, ið skal verða skattaður og ikki eg.

Fríðrikkur.
Tú ert spinnandi í ørviti, Kristin. Nú skalt tú síggja. (Hann tekur pappírini, á borðinum liggja, og leggur framman fyri seg).

Kristin (roynir at verja).
Tað er ikki vert, tú fert at grava í hasum, Fríðrikkur, nú havi eg skrivað alt upp, so tað verður ikki meir at gera við „denn ting“. Tað kann væl vera, at eg havi fingið tað teint.

Fríðrikkur (hyggur gjølla at pappírunum og gevur ikki gætur tí, Kristin sigur).

Kristin (krámar eftir pappírunum).
Lat meg teina hatta burtur, Fríðrikkur, tað er til einkis at granska meir í hasum (roynir at fáa sær pappírini).

Fríðrikkur (verjir pappírini við hondini).
Dýradoyð! Kristin í Gomlustovu! Tú ert ríkari maður, enn bæði eg og aðrir hava hildið teg fyri.

Kristin (rættir seg altsamt eftir pappírunum).
Sit ikki so og tvætla, Fríðrikkur.

Fríðrikkur (verjir).
Tvætl, sigur tú! Tú hevur í inntøku - (hyggur í pappírið) 3800 krónur um árið - og tú hevur í ognum (peikar á eitt annað stað á pappírinum) í jørð og peningi eitt - og - trý - sinds - tjúgu - túsund! – jú, tú ert ein ríkur maður, Kristin mín! (gevur honum pappírini aftur).

Kristin.
Hvat eg eri ella ikki eri kemur ongum nakað við.

Fríðrikkur.
Nei, nei, tað er, sum tú sigur; men tó (hann hellir vanga og hyggur at Kristini) at hugsa sær til, at tú ongan arvinga eigur til at taka við øllum ríkidøminum. Tú mást, fjandin - trúgv mær, nú bannaði eg so dýrt - fáa tær eina konu, mín góði Kristin.

Kristin (lágmæltur).
Fáa mær konu -

Fríðrikkur.
Tað er tín plikt móti øllum tí góðsi, ið Gud hevur litið tær upp í hendur.

Kristin.
Nú kemur tú eisini við hasum giftingartosinum.

Fríðrikkur.
Jú, dett tonkti eg nokk, eg eri ikki tann einasti, ið haldi tað. Har sært tú, tað er Guds vilji, at tú fært tær eina konu, sant for Gud er tað so, og Guds vilja skulu vit atlýða.

Kristin.
Ein veit, hvat ein hevur, Fríðrikkur, men ikki hvat ein fær.

Fríðrikkur.
Tala nú ikki soleiðis Kristin, bert tú tekur ta rættu konuna.

Kristin (spoyskliga).
Kanska tú ert maður fyri at siga mær, hvar hin rætta er at finna.

Fríðrikkur.
Tað vildi eg næstan hildið. (Hátíðarliga). Kristin! eru vit ikki nábúgvar?

Kristin.
Nábúgvar? -

Fríðrikkur (á sama hátt).
Eg spyrji teg av innasta hjarta - eru vit báðir ikki nábúgvar?

Kristin.
Eg veit ikki, hvat tú hevur undir hasum tosinum - nábugvar hava vit verið alla okkara tíð, eftirsum vit eru føddir síðu um síðu, hóast tú ert eini tjúgu - tretivu ár eldri enn eg.

Fríðrikkur (sum áður).
Hevur tú nakrantíð verið varur við svik av mær?

Kristin.
Ne-i, beinleiðis svik sigi eg ikki. Men annars er tað ikki gingið mær av minni ta ferðina, tú seldi mær hina reyðu kúnna og segði, hon var við kálv, og so visti tú tó, at hon var kvíggjevni.

Fríðrikkur.
Eg hevði sjálvur keypt hana frá Niklasi á Heyggi.

Kristin.
Ja, hann segði tær, at hon var kvíggjevni.

Fríðrikkur.
Tók eg hana ikki aftur frá tær, og fekst tú ikki allar pengarnar aftur, hvørt oyra? Gjørdi eg ikki rætt og rættferð og alt, sum sámdi seg fyri ein líkligan mann?

Kristin.
Tað mundi tú mestirsum vera noyddur til, annars hevði tú nokk komið í øvrigheits hendur, so tað var ikki so nógv at takka fyri.

Fríðrikkur.
Ja. lat okkum nú ikki tala meir um kúnna, tað er nú eisini so langt síðani. Men eg vil spyrja teg eina ferð enn, hava vit ikki livað saman í friði, sum góðir nábúgvar, samst væl og hjálpt hvørjum øðrum, tá á hevur staðið? sig mær tað!

Kristin.
Eg veit meg ikki hava gramt meg tí viðvíkjandi.

Fríðrikkur.
Ja, so tali eg beint frá hjartanum, og so vil eg siga tær, at tann kona, tær tørvar, hon gongur uppi hjá mær, og hvat stund, tú vilt, kanst tú fáa hana higar.

Kristin.
Meinar tú Katrinu?

Fríðrikkur.
Júst sum tú sigur, mína egnu dóttur. Hon er ein skilagóð og rýggjulig kvinna, og forútan at rósa mær sjálvum, so er hon eingin ungdómur longur, sum bara gongur og hugsar um dreingir og narrafjas. Og hon fer ikki við tómum hondum frá mær, tað kanst tú líta á.

Kristin.
Nei, tað kann eg ætla, tú eigur nógva ogn, og ikki eru meir enn tvey systkinini at býta ímillum.

Fríðrikkur.
Tað er ikki einar og tvær ferðir, tá eg havi hugt oman at Gomlustovu, at eg havi havt á munni fyri meg sjálvan: Katrin átti at verið kona tín. Men eg havi ikki viljað tosað við teg um tað, tí satt at siga havi eg altíð verið nakað fínur av mær, der havi eg smæðst at boðið hana fram, men nú í dag kemur tað mestur sum av sær sjálvum.

Kristin (grunandi).
Eg veit nú ikki, - tað er nógv at hugsa um, - tað verður ein stór umskifting. -

Fríðrikkur.
Tað er ein umskifting, sum bert verður tær til besta, Kristin! Ella hevur tú nakað ímóti Katrinu?

Kristin.
Ne - i - tað er ikki tað. -

Fríðrikkur.
Ja, so kunna vit siga, at tað er avgjørt.

Kristin.
Men tú hevur jú ikki borið tað upp á mál við Katrinu.

Fríðrikkur.
Legg einki í tað, tað skalt tú ikki hugsa um. Brúdleyp á mortansmessu, sum skal spyrjast um oynna. Lat meg taka í hondina á tær, Kristin.

Kristin (við órógv).
So viktuga avgerð skuldi ein ikki gjørt av bráðræsi, her krevur tíð til umhugsan, og kanska var betur at sovið fyrst.

Fríðrikkur (tekur hondina á honum og ripar sína í hana).
Tú hevur ikki tíð til langan svøvn, um tú skalt verða giftur, áðrenn tú verður ov gamal.

(Meðan hann tosar, er Marín Sofía komin inn úr roykstovuni. Kristin fær eyga á hana, tekur hondina til sín og sigur hálvsmæðin):

Kristin.
Er tú afturkomin, Marin Sofía? Fekst tú nakað súrdeiggj?

Marin Sofía.
Ja. - Men Jesus, Kristin, hevur tú longu sagt fyri Fríðrikki, tað vit bæði tosaðu um í áðni?

Kristin (ber undan).
Vit hava tosað um eitt og annað, - Fríðrikkur og eg.

Fríðrikkur (kátur).
Tað hava vit, Marin Sofía, men ikki um annað, enn Gud og hvør maður má vita, og sum skjótt kemur út, ið hvussu er. Kristin ætlar sær at fara og giftast, hvat heldur tú um tað?

Marin Sofía (smílandi).
Eg hugsaði tað, at tað var hatta, tit tosaðu um, tá eg kom inn. Ja, ja, tað er satt, sum tú sigur, Fríðrikkur, at fólk væl kunnu fáa tað at vita, tað kann nú ikki verða dult, ið hvussu er, og ikki nýtist tað heldur.

Fríðrikkur.
Nei, tá prestur hevur lýst á prædikastólinum, tá fer tað sum rótasúpan um alla oynna.

Kristin (illa til passar).
Enn er tó ikki lýst kortini.

Fríðrikkur.
Men tit hava einki at bíða eftir á tykkara aldri.

Marin Sofía.
Sama haldi eg, Fríðrikkur, so bara Kristin hevði fingið tað í lag - so -

Fríðrikkur.
Hann kann tó ikki verða við at drála, tá brúðurin longu er til reiðar. Og kemur tað ann upp á veitsluna, so skal ikki standa á mær.

Marin Sofía.
Tað skalt tú hava góða tøkk fyri Fríðrikkur, í sovorðnum viðfangi er tað gott, at nábúgvar vilja hjálpa eina hond.

Kristin (verri og verri til passar).
Tit munnu nokk ikki skilja hvørt annað rætt, tú og Fríðrikkur, Marin Sofía.

Marin Sofía.
Tað mátti verið gott at skilt, Kristin! Fríðrikkur býður sær til at hjálpa, tað hann kann, við brúdleypinum, og tað haldi eg er alla tøkk vert, tí tað verður nokk at taka vara, tá hvørki tú ella eg kunna taka hond í við.

Fríðrikkur.
Ja, eg kann væl ikki bjóða betri hjálp enn at halda alt gildið sjálvur.

Marin Sofía.
Áh Jesus, nei, tað er ov nógv avgjørt. Brúdleypið kann gott standa her hjá okkum, um enn tað ikki er so rúmligt.

Fríðrikkur (lær). Nei, brúdleypið skal standa hjá brúðrini, sum siður og skikkur er.
Heldur tú ikki tað, Kristin?

Kristin (himprast illa).  
Jú—ú, so er jú skikkurin.

Marin Sofía (í døpurhuga).
Pá ein máta kann tað sigast, at heimið hjá brúðrini ikki er her í húsinum, men eg havi tó tænt her í fimm ár, og tað veit eg, at so skjótt sum Kristin og eg eru gift, kann eg av rættum siga, at eg havi heim her.

Fríðrikkur.
Á nei, nei, nei, nú gongur av skriðuni! Tú og Kristin?

Marin Sofía (sum fyrr).
Ja, eg og Kristin, hvør skuldi tað annars verið?

Fríðrikkur.
Hoyr, Marin Sofía, plagar tú nakrantíð at smakka tær á?

Marin Sofía (reiðuliga firtin).
Nei, legg ikki í hin gamli!

Fríðrikkur.
Jú, tí annars hevði eg hildið teg havt eina lítla kenning.

Marin Sofía (sum fyrr).
Tað kann væl vera, Fríðrikkur, at tú heldur teg kunna reka meg á spott, tí eg einans eri arbeiðskona og tú eín ríkur bóndi, men ikki haldi eg, at tú hevur stóra æru av tí!

Fríðrikkur.
Halda fyri spott? Haldi eg teg fyri spott, tá eg sigi, at Kristin hevur biðið um dóttur mína, og at tey skulu giftast á mortansmessu?

Marin Sofía (harðliga).
Tað er tann svartasta lygn! Kristin, sig tú, at hann lýgur.

Fríðrikkur.
Tað var satt, lat okkum hoyra, hvat Kristin sigur. Lat okkum hoyra teg, Kristin.

Kristin (í neyð).
Jú, sært tú, Marin Sofía. Fríðrikkur kom inn higar, og so komu vit upp á tos um eitt og annað, og av einum - illum - tilvilja komu vit til at tosa um gifting - og so kom tú inn í tí sama. -

Marin Sofía (í øði).
Og so kom, og so kom! Men nú skal eg siga tær, hvat ið koma skal, tí nú skalt tú hoyra eitt sannheitsorð, Kristin í Gomlustovu. Tú ert ein lortendi, ein ræðuskítur, ja, tað sigi eg, og eg leggi ikki petti í, um Fríðrikkur hoyrir, tí hann er ikki smittin mætari.

Fríðrikkur (hurrandi).
Gev tol, Marin Sofía, annars kundi tú kódna.

Marin Sofía (sum fyrr).
Ja, halt tú bara fyri spott, tað sømir tær, Grái við ánna. Men tað er ikki ein tími síðan, at Kristin gjørdi av við meg, at vit skuldu giftast; og so kemur tú og tosar hann frá. Tví og tví. Tit skuldu skammast báðir tveir. (Við Kristin): Men nú skalt tú geva gætur, hvat eg sigi, Kristin: Ikki ein dag afturat veri eg undir tínari lon; í somu stund taki eg tað, sum mítt er, og so kanst tú fara eftir hasari mannfólkarippuni, tá tær lystir. (Hon fer uttar í roykstovuna og smellir dyrnar aftur).

Fríðrikkur.
Hatta var ein hervilig rokan!

Kristin.
Nú sær heldur ógóðsligt út. Eg ivist ikki í, at hon rýmir; tað skalt tú fáa at síggja.

Niels (kemur inn úr forstovuni).
Eg ætlaði at spyrja tygum - (so verður hann varur við Fríðrik). Góðan dag Fríðrikkur! Eg ætlaði at spyrja tygum, um tygum ikki halda, eg skal fara og skera akurin, ella um tað var nakað annað, tygum hava ætlað.

Kristin.
Vit skuldu farið eftir akrinum, men nú veit eg ikki, hvussu vorðið verður.

Niels.
Var tað nakað annað, tygum ætlaðu, meðni?

Kristin.
Nei, men tú kanst væl ikki fara eftir akrinum einsamallur.

Niels.
Nei tað verður nokk ov drúgført, men kann Anna koma og hjálpa mær?

Kristin.
Eg veit ikki, um tað fer at bera til, tí tað er nú so, at Marin Sofía?

Niels.
Hvat ger Marin Sofía?

Fríðrikkur.
Hon hevur traðkað seg á stórutá, og ilskan vil ikki lætta av aftur.

Niels.
Hvat er hatta tit tvætla?

Fríðrikkur.
Hon er ikki í góðum hýri í eygnablikkinum.

Niels.
Tað man fara at ganga av henni aftur, sum tað plagar.

Kristin.
Eg kvíði fyri, at tað gongur ikki av henni aftur hesa ferð, Niels.

Niels.
Nú skal eg tosa við hana, so man tað nokk fara og javna seg. (Fer uttar í roykstovuna).

Fríðrikkur.
Tú hevur ein rættan mann til húskall, og hann fer væl ikki frá tær?

Kristin.
Eitt ár vænti eg hann verður her enn, men so skal hann fara norður aftur, hann skal festa garðin hjá pápa sínum.

Fríðrikkur.
Løðugarður er ein góður garður bæði burtur og heima, eg var tilfriðs, at eg hevði eitt slíkt breyð.

Kristin.
Húskall fái eg nokk aftur, men tað er verri at fáa eina raska arbeiðskonu.

Fríðrikkur.
Tú skalt nú ikki taka tær nær av tí, Kristin; vit hava tvær arbeiðskonur forútan Katrinu, tú kundi jú fingið aðra til láns, inntil brúdleypið er yvirstaðið.

Kristin.
Tað vóru jú eini ráð. Men hvat heldur tú, Katrin fer at siga um alt hetta?

Fríðrikkur.
Hon er vitug og siðulig genta, og eg skal nokk tosa hana til vildar.

Kristin.
Tað er nú ikki vist, at hon hevur víðari hug á mær, soleiðis, at hon vil hava meg, og noyða hana skalt tú ikki, tað kemur neyvan nakað gott burturúr. - Kann vera, at hon eisini hevur hug á onkrum øðrum?

Fríðrikkur.
Nei, tað skal eg svara fyri; hon er 26 ár, og hvørki konan ella eg hava lagt til merkis, at hon hevur hug á nøkrum dreingi, ella hevur havt hug at trola, so tú nýtist ikki at ræðast fyri tí. Men nú mundi eg gloymt tað, ið eg hevði til ørindi higar í dag. Eg skuldi fara og klúgva eitt rekatræ og ætlaði at biðja teg lána mær langsag tína, tí mín sker seg ikki leysa í vátum viði, hon er ov lítið kastað.

Kristin.
Tað er gaman í, hevði hon bara ikki verið úti til láns, men vit kunnu fara og hyggja eftir henni.

Fríðrikkur.
So fari eg alt fyri eitt.

Kristin.
Tú nýtir ikki at hava sovorðnan skund, tú kanst koma inn aftur við og fáa tær ein munn av kaffi.

Fríðrikkur.
Takk skalt tú hava.

(So fara teir út).

 

To top

Annar partur

Sama stovan.

(Niels og Marin Sofía koma inn úr roykstovuni).

Marin Sofía (turkar eyguni við fyriklæðinum).
Nei, her verði eg ikki, sum her er vorðið statt, eg geri tað ikki, so kunnu fólk siga, hvat tey vilja.

Niels.
Ikki skalt tú rýma í úrtíð, um tú vilt lýða míni ráð.

Marin Sofía.
Tað er gott hjá tær at siga Niels, men hvussu heldur tú, at eg kann verða her og umgangast Kristin hvønn dag aftan á ta skomm, hann hevur gjørt mær. Nei, tað kann eingin begera av mær. Ikki hevði eg trúð hatta um Katrinu, tað dámliga fólk, hon hevur tykst at verið.

Niels.
Men Katrin hevur jú einki ilt gjørt. Heldur tú, at hon veit nakað um, hvat pápi hennara og Kristin ganga og skvambla saman.

Marin Sofía.
Men tað verður nokk so kortini.

Niels.
Heldur tú tað? Tað kundi verið, at tað kom at ganga ørðvísi, enn tú heldur.

Marin Sofía.
Hugsa um tann góða garðin, Niels; hann dregur til sín, og allur peningurin í Gomlustovu.

Niels.
Tað er munur á gentum, Marin Sofía, her eru ikki allar stoyptar í ein form. Katrin kundi væl funnið uppá at sett faðir sínum eitt stórt K í rokniskapið.

Marin Sofía (hyggur knappliga stívt at honum).
Hmm!

Niels.
Hví hyggur tú so at mær?

Marin Sofía.
Nei, eg sigi einki. -

Niels (smílandi).
Hvat hevði tú sagt, um tú hevði talað?

Marin Sofía.
Ikki petti. Tað var bara nakað, sum beint nú fall mær í huga.

Niels.
Hvat man tað vera? Tosa bara frá livrini, Marin Sofía.

Marin Sofía (spakuliga).
Er einki millum Katrinu og teg, Niels?

Niels (lær).
Ætlar tú nú at greipa okkum bæði? Tú ert ikki skolað út av látri, Marin Sofía, so varð tú sloppin frá Katrinu.

Marin Sofía.
Tað var nú ikki tí, eg segði tað. Men tá eg samli tankarnar og hugsi meg um, so er eitt og annað, sum vísir á, at Katrin og tú hava gott eyga hvørt á øðrum.

Niels.
Hvat skuldi tað verið?

Marin Sofía.
Til dømis tað kvøldið eg møtti tykkum norðan fyri hoygarðin, minnist tú tað?

Niels.
Ja tað skalt tú siga. Eg møti einari gentu mitt á alfaraveg, har má okkurt vera undir. (Hyggur út gjøgnum vindeygað). Og jú, so sanniliga kemur hon nú gangandi higar gjøgnum túnið, mitt á háljósum degi - hetta kann ikki vera rætt fatt.

Marin Sofía.
Ja, sant for Gud kemur hon higar, so rými eg mín veg.

Niels.
Tað skuldi tú ikki gjørt. Um tú varð verandi inni og hoyrdi, hvat vit tosaðu, kundi tað væl verið, at tú bleivst vísari enn tú ert.

Marin Sofía.
Nei, eg fari, eg kann ikki lata hana síggja, at eg havi grátið. (Hon skundar sær uttar í roykstovuna).

Niels (stuttleikar sær, sníkir seg til dyrnar at vita, um tær eru væl afturlatnar).

Katrin (kemur inn).
Ert tú inni her - og einsamallur?

Niels.
Hevur tú nakað móti tí?

Katrin.
Ikki petti, mær er tað eitt feitt.

Niels.
Hampilig fólk plaga at biðja góðan dag, tá tey koma inn til onnur.

Katrin.
Góðan dag, meðni.

Niels.
Hatta er vakurt at heilsa fólki soleiðis (rættir hondina fram). Góðan dag, Katrin.

Katrin (rættir hondina tigandi, hann togar hana til sín).

Niels.
Góðan dag, sigi eg. (Hann kyssir hana).

Katrin.
Niels ert tú vorðin vitleysur?

Niels.
Ikki ørðvísi enn eg plagi, tá vit eru tveyeini.

Katrin.
Men hvar eru tey - øll hini?

Niels.
Marin Sofía er í roykstovuni, og Kristin og pápi tín -

Katrin.
Pápi, ja, tað er júst honum, eg eri komin eftir.

Niels.
Hvat skal hann gera?

Katrin.
Ein maður er komin at biðja um eina kúgv, eg kendi hann ikki, so sprakk eg oman higar at spyrja eftir pápa, veitst tú, hvar hann er?

Niels.
Eg hugsi, at Kristin og hann eru farnir í fjósið at meta virði á neytunum; her skal verða so stór umbroyting í húsinum.

Katrin.
Hvat er tað, tú sigur! Kristin ætlar sær tá ikki at selja Gomlustovu?

Niels.
Nei, nei, hann ætlar bert at giftast.

Katrin.
Giftast? Legg ikki lag í at ljúgva fyri mær.

Niels.
Nei, eg ljúgvi ikki, tað er bæði vist og satt. Og so hugsi eg, at hann og verfaðirin eru farnir at skoða alla herligheitina.

Katrin.
Verfaðirin? Er fremmant fólk her meðni. Hvør er tað?

Niels.
Og tað spyr tú um!

Katrin.
Eg? Hví stendur hatta so og tvætlar. Hvør er verfaðirin?

Niels.
Sjálvsagt hann, ið faðir er at brúðrini.

Katrin.
Ja, men hvør er brúðurin?

Niels.
Tað er tú!

Katrin.
Eg? Nú heldur tú teg nokk vera óalmindiliga stuttligan.

Niels.
Tað er, sum eg sigi, tú ert brúðurin.

Katrin.
Svass og tvætl! Men fyri alt tað; tú skuldi ikki lagt í at argað meg, tú kundi komið at gjørt ov nógv av. Tað er ikki sagt, at eg ikki kundi fingið mær Kristin; hann er góðsligur og nokk so fittur, og hann eigur ein góðan garð.

Niels.
Tað skuldi tú gjørt, tit høvdu verið eitt hábærsligt par.

Katrin.
Ja, eg hugsi, eg havi Kristin. Vit bæði kunnu altíð verða leys, (vísir honum hondina), ikki so frægt sum ein ringur er her. Tað kann alt ganga so ljódliga, tí eingin veit petti um okkum.

Niels.
Og tá tú ert vorðin gift við Kristini, kann eg verða húskallur hjá tykkum og spæla við børnini og tílíkt. -

Katrin.
Nú skalt tú fáa ein skallabrest, sum munar. (Gevur honum ein undir vangan). Kundi tú ikki funnið upp á okkurt, sum var enn stuttligari.

Niels.
Jú! Fyrst fríggjaði Kristin til Marin Sofíu, men so kom pápi tín og beyð honum teg, og so narrar hann Marin Sofíu alt fyri eitt, tá slíkt stendur honum í boði. Er tað ikki nóg stuttligt enn, - ella hvat heldur tú?

Katrin.
Hvat er hatta fyri tvætl, tú stendur og vassar saman; eg skilji ikki eitt petti av tí.

Niels.
Tað lærir tú nokk at skilja, lítla Katrin, tað er ikki so langt til mortansmessu, tá skalt tú vera matmóðir í Gomlustovu; tað hevur pápi tín, ið hvussu er, lovað Kristini.

Katrin (sker í látur).
Tað verður betri og betri; tú mást finna upp á okkurt afturat.

Niels.
Eg standi júst og „spekuleri“ uppá, um henda nýggja matmóðirin verður góð at tæna hjá. Tað sigi eg tær, fái eg ikki nógvan og góðan mat, skal eg skjótt verða uttanduraður.

Katrin.
Er ikki okkurt meir, tú vilt hava?

Niels.
Jú-ú; men tað noyðist eg nokk at avluta.

Katrin.
Og hvat er tað?

Niels.
Eg vildi fegin sloppið at kyst teg við hvørt, sum eg plagi, tá vit eru tveyeini; men tað fer nokk ikki at bera til, tá tú ert vorðin kona Kristins.

Katrin (heldur fyri munnin á honum).
Heldur tú nú ikki gákin saman, Niels, so verði eg ill; og so verður endin tann, at eg geri tað til einkis millum okkum av rama álvara.

Niels (hyggur út gjøgnum vindeygað).
Nú koma pápi tín og Kristin - drongurin hjá tær - inn í forstovuna. Royn teg nú. Eg rými mín veg - men vilt tú mær nakað, so eri eg uttari í roykstovuni. (So rennur hann út).

(Kristin og Fríðrikkur koma inn, Kristin undan).

Fríðrikkur (enn í forstovuni).
Hon skal fáa ta bestu kúgv í mínum fjósi við sær. Tú kanst sjálvur kjósa tær hvørja, tú vilt, antin velbastaðkúnna ella ta av Selatræ.

Kristin (sær Katrina, foyur).
Her er fremmandafólk í dag, meini eg. Góðan dag, Katrin.

Katrin.
Góðan dag, Kristin! Ja, tað var nú ikki til tín, ið ørindi míni vóru, eg skuldi bara koma oman eftir pápanum.

Fríðrikkur.
Hvat baggar nú?

Katrin.
Tað er ein fremmandur maður, sum er komin at hyggja at einari kúgv, sum hann sigur, tú hevur lovað honum; eg kenni ikki mannin, og hann situr uppi hjá okkum og bíðar.

Fríðrikkur.
Ja, ja, hann kann bíða; vit hava annað um at vera nú, Kristin og eg. Men tað var forrestin gott, tú komst higar, Katrin; nú kanst tú hoyra, hvussu vit hava skipað fyri. Eg havi fest teg burtur, og tú skalt fara í tænastuna á mortansmessu. Hvat sigur tú um tað, dóttir mín?

Katrin.
Tað ræður um, antin mær dámar tænastuna ella ei.

Kristin (hostar hálvfoyur).

Katrin.
Tí annars noyðist tú at taka orðini aftur, pápin.

Fríðrikkur.
Ja, nú kanst tú hoyra: Eg havi fest teg til at tæna hjá Kristini í Gomlustovu.

Kristin (hostar sum fyrr og strýkar sær um ennið).

Katrin.
So—o. (Við Kristin). Skal Marin Sofía fara? Tí tað er væl ikki ætlanin, at eg skal verða undir Marin Sofíu.

Kristin.
Ne-i, tað var ikki ætlanin. Marin Sofía fer.

Katrin.
Eg skal so verða í hennara stað. - Jú, tað hevði ikki verið so galið.

Kristin (gyrdur í brøkur).
Ja - nei – ikki júst pá denn máta, - tað var ikki reiðuliga soleiðis meint.

Katrin.
Ja, so dugi eg ikki at skilja tað.

Fríðrikkur.
So skal eg skjótt greiða tær frá tí, Katrin mín; eftirsum Kristin ikki kann fáa muðin upp. Ætlanin er, at tú skalt verða verandi her með alla, sum matmóðir í Gomlustovu.

Katrin (lær).
Nei, tað verður av ongum.

Fríðrikkur (øsist).
Skal tað verða pá denn máta. - Sig okkurt, Kristin!

Kristin (fáligur).
Hvat skal eg siga, tá Katrin ikki vil hava meg?

Katrin.
Nei, tað er eisini best, tú tegir, Kristin, tí um tú komst at biðja um meg, so fekst tú krakk, tað sigi eg tær undan.

Fríðrikkur.
Nei, hoyr nú Katrin. Nú gerst tú nakað boysin, tað kann eg siga tær. Eg havi lovað Kristini teg, og tú skalt hvørki halda hánt um hann - ella denn góða garð.

Katrin.
Tað havi eg heldur ikki gjørt; men eg giftist ikki, hvørki við Kristini ella við Gomlustovugarði. -

Kristin.
Tað var pápi tín Katrin, ið helt, at hetta hóskaði so væl fyri báðar partar.

Fríðrikkur.
Og tað haldi eg enn, Kristin, tað kanst tú líta á.

Katrin.
Ja, men pápi, tá eg ikki haldi tað. Tað skulu tvey til eina greipu, veitst tú, men hesa ferð verður Kristin stakur.

Fríðrikkur.
Bíða, bíða, Katrin mín. Hvat hevur tú at lasta Kristin fyri?

Katrin (hyggur skálkaktiga at Kristini).
Ikki petti.

Fríðrikkur.
Ætlar tú at halda bæði hann og pápa tín fyri spott? Hvat ársaka hevur tú til at siga nei?

Kristin.
Lat okkum ikki tosa meiri um hatta, her spyrst neyvan nakað gott burturúr.

Fríðrikkur (østur).
Hon skal ikki spæla mær upp á nøsina. Sig beint nú ársakan.

Katrin.
Vilt tú endiliga hava tað at vita, pápin?

Fríðrikkur.
Ja, hoyrir tú ikki, at eg sigi tað?

Katrin.
Eg eri trúlovað við einum øðrum - -  nú veitst tú tað.

Fríðrikkur.
Hvat er tað, tú sigur. Ætlar tú at fáa meg at trúgva tí?

Kristin.
Har sært tú, Fríðrikkur.

Fríðrikkur (til Katrina).
Tú sleppur ikki undan við at ljúgva..

Katrin (hálv sárliga).
Jú, tað veit Gud, er tað sannheit, pápin.

Fríðrikkur.
So er tað mestur onkur av hesum skipsfiskarunum, sum ganga pyntaðir um geilarnar, ið hava gjørt teg øra, men tað verður einki av, tá tú kanst verða so væl gift sum við Kristini.

Katrin.
Hvussu kanst tú vita, at eg verði illa gift við hinum, tá tú ikki veitst, hvør hann er.

Fríðrikkur.
So sig for fanin, hvør tað er.

Katrin (letur roykstovuhurðina upp, Niels kemur inn).
Her er hann, pápin.

Niels.
Jú, Fríðrikkur, so er, sum Katrin sigur.

Kristin (bilsin).
Niels! Nei, nú havi eg ikki -

Fríðrikkur.
Hvat devilin er hetta - hvussu er hetta at forstanda?

Niels.
Hettar er gott at skilja. Katrin og eg halda saman, og tað verður ikki øðrvísi, ið hvussu er; men vit vildu fegin, at foreldur hennara skuldu samtykt tað, og tað noktar tú okkum ikki, Fríðrikkur?

Fríðrikkur.
Ne-i, tú ert jú ein raskur og ordiligur drongur - - og hvussu - tú fært skjótt festið hjá pápa tínum?

Niels.
Ja, tað veitst tú væl. Tú veitst, at eg eri einasti sonur, og pápin er so gamal, at hann fegin vil lata mær festið upp í hendur, jú fyrr, jú heldur.

Fríðrikkur (við Kristin).
Ja, nú eru viðurskiftini øðrvísi Kristin, men her sigist einki ímóti.

Kristin.
Ne-i - tað er ivaleyst.

Fríðrikkur.
So fært tú nokk onga konu hesa ferð.

Kristin.
Tað er nokk lítið væntandi, eftir hvat eg kann skilja.

Niels.
Tað ræður tú fyri sjálvur, Kristin.

Katrin.
Men Niels, hvat er tað, tú sigur?

Niels (lær).
Tú nýtist ikki at ræðast; eg ætli mær ikki at lata Kristin fáa teg (vendir sær móti honum). Men tá Katrin og eg nú eru bjargað, so haldi eg, at vit skulu royna at skifta frið og semju, har vit kunna (letur roykstovudyrnar upp). Marin Sofía! Kristin vil hitta teg.

Kristin (fer móti honum).
Nú ert tú forbannaður! Niels!

Marin Sofía (kemur undan).
Meg?

Nils.
Ja, hann bað meg rópa teg og siga við teg, at hatta við Katrinu var alt ein misskiljing - tí Katrin vil ongan hava uttan meg.

Marin Sofía.
Hugsaði eg tað ikki nokk, at okkurt var tykkara millum.

Niels.
Alt verður, sum Kristin og tú komu ásamt um, áðrenn Fríðrikkur kom.

Marin Sofía (slær hendurnar saman).
Á Jesus, hvat er tað, tú sigur. Lýgur hann ikki, Kristin?

Kristin.
Ne-i, tað fer nokk at verða so.

Marin Sofía.
Á, nú eri eg so fegin aftur!

Fríðrikkur.
So fært tú korteltína eina konu, og eina góða konu, Kristin. Ja, er tað ikki tað, sum eg altíð plagi at siga, at rættur og rættferð skal fram, tað er mín politikkur. - Og nú haldi eg tað, at bæði brúdleypini skulu standa á mortansmessu.

Niels (tekur um Katrinu).
Ja, tað mæli eg til.

Kristin.
Tað er besta tíðin, tí tá fæst feskt undir tonnina, og tit munna ætla at gera eitt sindur av.

Katrin (móti Marini Sofíu).
So fáa vit úr at gera við at fáa stásið liðugt, men eg havi einki ímóti, at tað verður, sum pápi vil.

Marin Sofía.
Ja, eg eri liðug, um tað so var í kvøld. Á, Gud gævi mortansmessa varð tíðliga í ár.

Fríðrikkur (móti áhoyrarunum).
Hoyrið nú, góðu vinir, sum hava lurtað eftir okkum, hvat halda tit? Nú endar leikurin væl - um tit vilja.

 

To top

Viðmerkingar

Leikurin “Tvinni pør” er upprunaliga danskur, fyrstu ferð prentaður í Tingakrossi 1925, nr. 32-46, síðani í bókini hjá Peder R. Møller: “Mellem Landsbyfolk”. Á kápuni stendur: “Tre enakts Lystspil. Kjøbenhavn og Kristiania. Gyldendalske boghandel, Nordisk Forlag MDCCCCXI”, tað er 1911.

Teir tríggir leikirnir eru:

“Tvende Par. – Lystspil i en Akt”,
“Indbrudstyven. – Lystspil med Sange i en Akt”,
“Gifteri. – Lystspil med Sange i en Akt”.

Formæli høvundsins er staðsett í “Vesterled”, Vesterskerninge:

“Ved at udgive nærværende tre Lystspil har jeg søgt at imødekomme de mange Dilettanter, der fra alle Egne af Landet har anmodet mig om ny Komedier, som ikke stiller store Krav til Sceneudstyr. Og da jeg af Erfaring ved, at Dilettanter saavelsom Tilskuere sætter Pris paa, at en Komedie indeholder Sange, har jeg indlagt saadanne i disse Smaastykker.”

Peder Rasmussen Møller var føddur í 1848 á Lindholm í Vester Skerninge, sum er beint vestan fyri Svendborg á Suðurfjóni. Fyrstu bók sína, eina ævisøgu, læt hann úr hondum í 1881 “Mads Hansen, en levnetstegning”, og tvey ár seinni, í 1883, gav hann út fyrsta leik sín: “Under hammeren”.

Serliga kendur gjørdist hann fyri sangleikir sínar, og hesir fýra vórðu settir á pall í til tað stórum leikhúsum í Keypmannahavn:

“Under Hammeren”, Skuespil i 3 Akter (2. Akt i 2 Afdelinger) af Peder R. Møller. Frumsýndur 11. desembur 1883 á Dagmarteatret.

“En vilje”, Folkelivsbillede med Sange og Kor i 4 Akter af Peder R. Møller. Musiken af Emilius Wilhelmi. Frumsýndur 8. oktobur 1886 á Folketeatret.

“En Skærsild”, Folkeskuespil med Sange i 5 Akter (4. Akt i 2 Afdelinger) af Peder R. Møller, Musiken af Nikolaj Hansen. Frumsýndur 9. oktobur 1887 á Folketeatret.

“Isen brydes”, Folkeskuespil i 4 Akter af Peder R. Møller. Frumsýndur 2. oktobur 1890 á Folketeatret.

Peder Rasmussen Møller doyði í 1926  Í 1943 varð minnissteinur reistur honum. Á honum stendur:

Forfatter
Peder ˑ R ˑ Møller
F. 1848 – D. 1926

I UNGDOMMENS KREDS – I DE ÆLDRES LAG
HAN STRED FOR SANDHEDS OG GODHEDS SAG
OG SANG OM DANEMARKS LYKKE

REJST AF VENNER ˑ1943

Tveir av leikunum hjá Peder R. Møller eru týddir til føroyskt og komu út í bók: “Millum bygdafólk – tveir sjónleikir”. Umsett hevur J.H. Poulsen. Prentsmiðja Frams MCMXXV, tað er 1925.

Týðarin, Johan Hendrik Poulsen, var føddur í Skopun í 1869. Gentur úr Sandoynni vóru fyrstu føroyingar, sum vóru á donskum háskúla. Sjálvur var Johan Hendrik frá 1890 fýra ár á trimum háskúlum: Testrup, Askov og Vallekilde. Hann var lærari í Skopun frá 1912 til 1939 og sat á løgtingi frá 1897 til 1908 og frá 1916 til 1932. Frá 1906 umboðaði hann Sjálvstýrisflokkin í Sandoyar valdømi. Hann doyði í 1954. Johan Hendrik var giftur við Súsonnu Katrinu f. Winther av Sandi, og saman við bróður hennara, Mads Andriasi (1871-1923), skipaði hann fyri fyrsta fólkafundi, hildin varð í Føroyum. Hetta var 2. hvítusunnudag (14. mai) 1894 í Sandarhaga, uppi undir Brúnni. Ætlanin við fundinum var: “at vekja hugin hjá føroyingum til fólkligan framburð.”

Um tað sigur Rannveig Winther í grein um Mads Andrias Winther:

“Saman við Jóhan  Hendriki Poulsen úr Skopun, ið var á Vallekilde sama árið (1890/91), skapti Mads Andrias ein nýggjan sið í Føroyum – fólkafundirnar. Teir skipaðu fyri fyrsta fólkafundi her á landi. Fyribrigdið fólkafundir í hesi merking var eftir danskari fyrimynd. Donsku háskúlarnir høvdu opnar fólkafundir bæði úti og inni. Tað er tí ivaleyst við háskúlanum sum fyrimynd, teir hava siðin. Men tað er eisini, sum um hesin nýggi tjóðskaparandin stældi tey, ið tóku undir við honum, at útinna okkurt nýtt og gagnligt fyri fólkið.”

(Men allir góðir tankar leggjast ei á deyðastrá, fyrrenn aðrir góðir tankar eru sprotnir av teirra sáð), “Kvørnin” nr. 2, 1999.

Í føroysku útgávuni stendur “Tvinni pør” sum tann seinni. Hann nevnist í donsku útgávuni “Tvende Par”. Fyrri leikurin í føroysku útgávuni er “Tá øll vildu giftast”, sum á donskum nevnist “Gifteri”. Triði leikurin í donsku útgávuni, “Indbrudstyven” er ikki týddur.

Rímiliga eru nøvnini á persónunum týdd til føroyskt, og okkurt annað er lagt nærri at viðurskiftum, sum kend eru í føroyska samfelagnum. Her verður sett upp eitt yvirlit yvir, hvussu persónarnir verða nevndir á donskum og føroyskum:

Kristen Gammellund, Gaardmand
Kristin í Gomlustovu, hálvgamal bóndi, ógiftur

Maren Sofie, hans Husholderske
Marin Sofía, heldur hús hjá honum

Niels, hans Tjenestekarl, Gaardmandssøn
Niels, húskallur hjá honum, bóndasonur

Frederik Pærsen, hans Nabo, Gaardmand
Fríðrikur við Á, nábúgvi Kristins, bóndi

Katrine, Frederik Pærsens Datter
Katrin, dóttir Fríðriks

Í upprunaleikinum verður tilskilað, at “handlingen foregaar i Kristen Gammellunds Gaard omkring ved 1905”. Týðarin metir tað vera óneyðugt at nevna, at leikur fer fram á garðinum hjá Kristini í Gomlustovu, og hann tíðarfestir heldur ikki leikin.

Sum áður nevnt vóru leikirnir hjá Peder R. Møller í stóran mun sangleikir. Vísast kann á, at nótahefti “for 1 sangstemme og Klaver” kom út í 1935: “Mellem Landsbyfolk. Tvende Par. Node: Kbh. & Leipzig, Wilhelm Hansen, Musik-Forlag, 1935, 7 s.”

Í danska tekstinum eru sangirnir fýra í tali.

Fyrst syngur:

Maren Sofie

Sang 1. (Fynsk Mundart).

En, som rejte vaar en Mand til Maa’e,
som vaar flink og ajltid lod ham raa’e,
som holdt pænt og pillent i hans Stoue,
rent og ryddele i ajle Kroue;
     som paa ajle
     Le’er ku’ fajle
i hans Smag, og som han rejt ku’ kajle
     for en Lykke
     og en Hygge
i hans Hus, naar Ajlri vil ham trykke.

Tænk, om du en saadan Kone fik dig,
som i et og ajlt forstod aa skik sig,
og som ha’ for Øje kun aa fø’ dig
og paa ajle movle Maa’r fornø’ dig,
     som tille’e
     nok ku pe’e
paa en lil’ Klat Skillinger og se’e:
     disse fine
     Pæ’ er mine,
men naar vi bli’r givt, saa er det dine.

Henda sangin ger týðarin um til tilsvar, sum Marin Sofía ber fram. Lagabókin, “Mellem Landsbyfolk. Tvende Par. Node: Kbh. & Leipzig, Wilhelm Hansen, Musik-Forlag”, 1935,  sigur lagið vera “Norsk Folkemelodi”.

*

Síðan syngja Frederik og Kristen

Sang 2. (Fynsk Mundart.)

Frederik
Hver, som kalder sig Venstremand,
bør Regeringen støtte,
det er den, som med bedst Forstand
vore Sager kan skøtte.
Alt, som truer det ny System,
maa bekæmpes med Fynd og Klem

Kristen
Men vi har dog en Mening —

Frederik
Nej, det har vi ej.

Hvorfor mukke og ta paa Vej
blot man ej er fornøjet!
Tror du, det kan forarme dig,
om din Skat blev forhøjet?
Saa kan Folk, der har mindre Raad
til at bøsse, lidt Afslag faa.

Kristen
Hen i Taaget du snakker —

Frederik
Nej,
det er jo dig!

Socialister gaar Arm i Arm
med de andre Rebeller,
Moderate, tænk hvilken Harm,
sparer os ikke heller!
Derfor er det nødvendigt, vi
ikke mukker i vort Parti.

Kristen
Men der er dog en Grænse —

Frederik
Nej,  
der er sgu ej!

Henda sangin ger týðarin til orðaskifti millum Fríðrik og Kristin  Lagabókin sigur, at sangurin skal syngjast eftir kenda lagi Wennerbergs, tí, sum nevnist “Glunten på föreläsning”. 1. regla: “Har du hört min malör i går?” (t.e. “Gluntarne” nr. 5).

*

Nú syngja Katrine og Niels

Sang 3.

Katrine
Hør, du skulde ikke drille mig,
tænk, om du for vidt det drev!
Prøv en Gang at forestille dig,
at jeg Kristens Kone blev.
Han er i Grunden rar,
og sikken Gaard han har!

Niels
Ok, I blev et grumme nysligt Par.

Katrine
Ja, jeg tror, jeg Kristen tar.
Let vi to kan skilles, naar vi vil,
(viser ham sin Haand)
ej saa meget som en Ring!
Det kan gaa saa rart stilfærdigt til,
Folk jo aner ingen Ting.

Niels
Og naar du Kristen faar,
jeg som Jer Avlskarl gaar,
leger lidt med Børnene -

Katrine
nu faar
Du en Lussing, der forslaar!

Henda sangin ger týðarin um til tilsvar millum Katrina og Niels frá “Svass og tvass!” til og við “Gevur honum ein undir vangan”. Lagabókin sigur, at sangurin skal syngjast sum “Schwabisk sang”.

*

Seinasta sangin syngja øll

Sang 4

Frederik
Til Paaske, lige førend
vi faar begyndt at saa,
naar Vintren er paa Døren,
to Bryllupper skal staa.

Niels
(slaar Armen om Katrine)
Det er vi enig om!

Kristen
Den Tid er jo den bedste
for Folk saavel som Heste,
og da er Laden tom.

Katrine
(til Maren Sofie)
Saa faar vi travlt med Tøjet,
der er ej længe til;
men jeg er godt fornøjet
og gør, som Far han vil.

Maren Sofie
Ja, jeg er færdig, om
det være skal i Morgen,
nu er forbi al Sorgen,
gid Paasken tidlig kom!

Frederik (til Publikum)
Hør nu, I gode Venner,
som her har lyttet til:
Vort lille Stykke ender
kun godt, ifald De vil.

Alle
Den Ting er soleklar,
derfor det Haab vi nære,
at De vil skaansom være
mod disse tvende Par!

Eingin sangur endar føroysku týðingina, og innihaldið í hesum sanginum er bara partvíst tikið við sum tilsvar í leikinum. Lagabókin sigur, at lagið er “Folkemelodi”.

*

Triði leikurin í útgávuni “Mellem Landsbyfolk”, “Indbrudstyven”, sum ikki er týddur, er sum eitt framhald av Leikinum “Tvinni pør”, (“Tvende Par”).

Nú er Niels vorðin bóndi og Katrin kona hansara. Kristin í Gomlustovu er nú umframt at vera bóndi vorðin sóknarfúti eisini, og Marin Sofía er kona hansara. Fríðrikkur við Á, pápi Katrina, er eisini við, men so eru tveir persónar, sum ikki eru í fyrra leikinum: Bodil, sum er systkinabarn Katrinar og beint komin at vitja hana, og so ein lívstryggingarsølumaður, Bagger, sum støkkur inn á gólvið á garðinum hjá Nielsi.

Hesi bæði ungu, Bodil og Bagger, hava gott eyga hvørt til annað – hava hitst í Keypmannahavn og dansað saman eina veitslunátt.

Fløkja kemur í, tá ið sóknarfútin, sum hevur frætt um ein tjóv, ið sníkir seg frá húsi til hús har um leiðir, heldur Bagger vera tjóvin og vil handtaka hann. Men sum í leikum flestum frá hesari tíðini verður fløkjan greidd, og alt endar væl.

*

Sum nevnt fremst í hesum viðmerkingunum kom leikurin “Tvinni pør” út í bók í 1925, men hann er týddur og spældur nøkur ár fyri tað. Hetta skilst av greinini hjá Kristini í Geil: “Sjónleikur í Føroyum”, Varðin 5, 1925. Her fegnast høvundurin um, hvussu røsk fólk í Sandoynni eru at seta á pall leikir á føroyskum máli, og hann leggur dent á, “at fólkið sjálvt skapar líkindini”:

“Tað er gjørt í Skopun, har ansurin fyri sjónleiki er so mikið livandi, at hann var mentur at seta upp stór og prýðilig samkomuhús við eini væl hóskandi og sera snotuligari sjónleikarhøll. Hon var vígd um føstulávint 1923 við sjónleikinum “Ófriðarligar tíðir” – ein stórhendingur í bygdarsøguni. Í árunum frammanundan vóru spældir tveir føroyskir leikir: “Tvinnu[sic] pør” og “Tá øll vilja[sic] giftast”, umskapaðir úr donskum av J.H. Poulsen. Skopun er nú einasta stað í Føroyum við “føstum teatri” – og tað er ein heiður fyri bygdina.”

Hetta er um somu tíð, sum Ungmannafelagið “Samljóð” verður stovnað. Meira frættist um hetta í grein hjá Katrinu Joensen í “Kvørnini” nr. 11, 2008.

Framførslurnar í Skopun kunnu tíðarfestast til fyrstu árini í 1920-talinum. So varð “Tvinni pør” spældur á Velbastað 1929, í Vík 1939, í Gøtu 1954, í Kollafirði 1954. Helst er hann framførdur aðrastaðni við.

Í “Varðanum” 6. bind, 1926, umrøður Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum, nevndu leikir stutt í greinini: “Føroyskar bókmentir í 1925, Eitt yvirlit.”

“J.H. Poulsen hevur verið rætt heppin í sínari umseting av Peder R. Møller: “Millum bygdafólk”. Hetta er so sætt hvørki eins við Homeros ella Shakespeare; men vælgjørt arbeið kemur altíð til gagns, og at hesir báðir sjónleikir falla fólki í Føroyum, vil brátt prógvast við at teir verða leikaðir á bygdum, har ansurin fyri sjónleiki ikki enn er so spiltur av “biograf” el. “livandi bílætum” sum í Havn.”

 

To top

Heimildir

Bókmentir

Dahl, Árni: “Bókmentasøga 2”, Fannir 1981

Holm Isaksen, Kristin: “Sjónleikur í Føroyum”, Varðin 5, 1925

Joensen, Katrina: “Ungmannafelagið Samljóð”, Kvørnin nr. 11, 2008

“Mellem Landsbyfolk. Tvende Par. Node: Kbh. & Leipzig, Wilhelm Hansen, Musik-Forlag”, 1935

Møller, Peder R.: “En Skærsild. Folkeskuespil med Sange i 5 Akter (4. Akt i 2 Afdelinger). Frumsýndur 9. oktobur 1887 á Folketeatret.

Møller, Peder R.: “En Vilje. Folkeskuespil med Sange og Kor i 4 Akter. Musiken af Emilius Wilhelmi. Frumsýndur 8. oktobur 1886 á Folketeatret.

Møller, Peder R.: “Gifteri. Lystspil med Sange i en Akt.”, 1911

Møller, Peder R.: “Indbrudstyven. Lystspil i en Akt”, 1911

Møller, Peder R.: “Isen brydes. Folkeskuespil i 4 Akter. Frumsýndur 2. novembur 1890 á Folketeatret.

Møller, Peder R.: “Mads Hansen, en levnetstegning”, 1881.

Møller, Peder R.: “Mellem Landsbyfolk. Tre enakts Lystspil. Kjøbenhavn og Kristiania. Gyldendalske boghandel, Nordisk Forlag MDCCCCXI.”

Møller, Peder R.: “Millum bygdafólk – tveir sjónleikir. Umsett hevur J.H. Poulsen.” Prentsmiðja Frams MCMXXV.

Møller, Peder R.: “Tá øll vildu giftast”, 1925. Jóhan Hendrik Poulsen týddi.

Møller, Peder R.: “Tvende Par. Lystspil i en Akt”, 1911

Møller, Peder R.: “Under Hammeren. Skuespil i 3 Akter (2. Akt i 2 Afdelinger.” Frumsýndur 11. desembur 1883 á Dagmarteatret.

Rasmussen, Rasmus: “Føroyskar bókmentir í 1925. Eitt yvirlit.” Varðin 6. bind, 1926.

Skårup, Povl: Teldubrøv 11. og 12. mai 2015

Tingakrossur 1925, nr. 32-46

Winther, Rannveig: “Men allir góðir tankar leggjast ei á deyðastrá, fyrrenn aðrir góðir tankar eru sprotnir av teirra sáð.” Kvørnin 2, 1999

 

To top

Summary

The playwright who wrote “Tá øll vildu giftast” (“When Everybody Wanted to get Married”, Leikrit 13) also wrote “Tvinni pør” (“Two couples”). The texts were not only translated from Danish, but were also transferred  from the Danish to the Faroese society which certainly enhanced their popularity in their new surroundings. They were printed in one volume in Faroese in 1925. Both plays are closely related as to theme and period. They take place in the country and deal with marriage plans running into innocent complications that, luckily, are easily solved, so everybody seems to be happy towards the end of the play.

What makes these plays from the early years of the 20th century fascinating, in spite of their extreme naivety, is the atmosphere of another time and of what seemed important then. The simplicity of things, the lacking race for the best education, the best jobs, the best career. Reading/watching them takes us away from the modern world and lets us rest for a while, without incessantly being disturbed by all sorts of “advanced” technicalities that seem to dominate our existence at present.

 

To top