Vónbrot
Charlotte Eilersgaard
Sjónleikur í tveimum pørtum, 1896
Kristin Holm Isaksen týddi í 1927
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis
Tey leikandi
Frú Jensen 65 ár
Margreta 40 ár, dóttir frú Jensen.
Fransiska 35 ár, dóttir frú Jensen
Gustav Jensen
Betti, kona hansara
Karl, sonur teirra, 8 ár
Pýltu-Katrin
Doktarin.
Fyrri Partur
Stova við gamaldags búnyttum. Runt borð, sofa og stólar yvirklæddir við svørtum damask, hekklaðir lepar á stólunum. Ein lendarstólur við hvørt vindeyga. Í øðrum situr frú Jensen og bindur einar barnasokkar. Hon hevur eitt teppi ballað um beinini og eitt sjal um akslarnar, í øðrum stólinum (seymiborð frammanfyri) situr Margreta og hekklar blondur: hon hyggur ikki upp frá arbeiðinum. Tær sita tigandi eina løtu, tá ið tjaldið er uppfarið.
Frú Jensen (steðgar av og á og kveitir at Margretu).
Hoyr, Margreta, kanst tú ikki balla teppið betur um meg og seta skammilin til rættis undir fótunum. Eg haldi meg vera kaldan.
Margreta (kagar skundisliga upp úr arbeiðinum).
Tað er bara nakað, mamma billar sær inn. Teppið liggur, sum tað eigur at liggja.
Frú Jensen (grenjandi).
Tú kundi tá saktans komið higar til mín. Tað er ikki stórt, eg krevji av tær.
Margreta.
Nei, mamma krevur bara, at eg skal standa á pinnum fyri henni nær sum helst.
Frú Jensen.
Tú hevur annars góðar dagar, Margreta. Pýltu Katrina ger jú tað grovasta - vaskar trappurnar og alt tað, so tú hevur bert at halda hasar báðar stovurnar reinar og gera tað sindrið av mati, vit báðar eta.
Margreta.
Og so ganga mammu til handa.
Frú Jensen.
Harra Gud, tað sindrið av røkt, eg krevji, skuldi tú helst latið verið at tosa um. Tú ert heldur ikki ovfegin til tað.
Margreta (fer yvir um gólv og leggur teppið í rættlag).
Er tað so gott, mamma? Tú veitst fullvæl, at til síðst eftirlíki eg tær tó í øllum.
Frú Jensen:
Ja, nú siti eg reiðiliga væl, lítla mín. - Rætt mær so sálmabókina, tað er altíð gott at hava eitt Guds orð við hondina.
Margreta (flýggjar henni bókina).
Tað klæðir eisini eini gamlari konu so væl.
Frú Jensen.
Tú átti so men ikki at spotta við slíkum, men heldur lagt teg eftir at verið meira gudhengivin. Hevði tú gjørt tað, so vart tú ikki altíð so tung í sinninum.
Margreta.
Tað var eisini lagaligari hjá tær, mamma.
Frú Jensen.
Gud fyrigevi tær sum tú tosar, Margreta. Eg vildi gjarna vitað, hvat betri ein mamma kann ynskja barni sínum.
Margreta.
Ja, nú er mamma jú liðug við lívið. - - Hevur havt mann og børn og er blivin ein gomul kona. So er tað hugnaligt at finna hvíld, men eg (mest fyri seg sjálvan) eg, sum ongantíð havi livað, ongantíð havi verið úti í verðini - kann eg forsaka tað, eg ongantíð havi kent til? (steðgar knappliga) Á, hví koma nú aftur hesir tápuligu tankarnir? Mamma skilur meg jú ikki kortini. Tað er eingin, sum skilur meg. (Gevist á við at hekkla).
Frú Jensen (suffar).
Ja, ja, eg havi havt børn. Gud hjálpi mær so víst. Tey bera einum bert sorgir. - Tá ið ein er liðugur við sínar egnu, kann ein taka teirra.
Margreta.
Mamma hevur jú Gustav.
Frú Jensen.
Bara hann ikki sat so illa í tí. Tað er so syndarligt, tá ið ein ikki er mentur at hjálpa honum.
Margreta:
Jamen so eru tað børnini hjá Gustavi. Teimum hevur tú gleði av.
Frú Jensen.
Gud havi lov fyri tey søtu óskyldugu smábørnini. Bara framtíðin kundi komið at ligið ljós fyri teimum - - - eg fái altíð slíkan ótta á meg, tá ið eg hugsi um systur tína, Fransisku.
Margreta.
Hon hevur onga neyð. Hon ferðast og stuttleikar sær. Eg haldi næstan, hon má hava sæð tað hálvu verð. Hasin eingilskmaðurin hjá henni er annars ikki pírin av sær. Allastaðni búgva tey á teim flottastu hotellum.
Frú Jensen.
For Guds skyld, tosa ikki so lættsindiga um tað ræðuliga. Minst til skommina, Margreta - gloym ikki skommina.
Margreta.
Skommin! Á harra Gud, er tað so ringt? Annars er tað væl heldur eingin, sum reiðiliga veit nakað.
Frú Jensen.
Nei, Gud havi lov, eg trúgvi ikki, fólk gruna nakað, annars hevði eg sokkið í jørðina av skomm. Nei, takka tú Várharra, at hann ikki hevur leitt teg í ta freisting, men bevara teg sum eina reina og siðiliga gentu, ið øll fólk virða.
Margreta.
Fólkavirðing - er hon stórt verd? Og hvør virðir meg! Eg verði bara ikki tald uppí. Eingin leggur lag í, antin eg eri til ella ikki. Eg kann sleppa at sita her við vindeygað og hekkla mínar blondur, uttan at nakar ger mær hvørki ilt ella gott. Sum eg eldist, verði eg saktans ser sum allar gamlar gentur. Og tá fara øll hesi fólkini, sum nú tykjast at virða meg fyri mínar dygdir og siðiligheit, at flenna at mær. Tey vaksnu í loyndum, børnini opinlýst.
Frú Jensen.
Fý, skammast mátti tú, sum tú málar svart. Tað er væl ikki so galið, at tú misunnir neyðars Fansisku.
Margreta.
Jú, viðhvørt. Eg misunni henni, at hon hevur havt dirvi til at grípa til, tá ið hon helt tað galt lukku sína; hennara dirvi til at gloyma tað, tey kalla rætt og órætt.
Frú Jensen.
Tú meinar hennara lættsindigheit.
Margreta.
Ja, eisini tað misunni eg henni. Nú livir hon tó úti í verðini, yndað og kelað fyri. Smílist hon, verður tað eftiransað, ynskir hon sær nakað, verður tað játtað, áðrenn hon sigur tað fram. Er tað ikki meir, enn eg havi?
Frú Jensen.
Eg skilji teg ikki longur. Eg haldi bara, tú hevur orsaka til at takka Várharra. Enn hevur tær ikki trotið títt dagliga breyð, eina flógva song og eld í ovninum um vetrartíðir.
Margreta.
So man tað væl vera tí, eg siti so nógv innandura, at tankar mínir verða so serir.
(Pýltu Katrin kemur inn við kurv á arminum.)
Frú Jensen.
Ná, eru tygum har, Katrin. Fingu tygum so nakran fisk ?
Katrin:
Onei, verri enn so. Har var ikki meira, enn teir fingu at kóka sjálvir.
Frú Jensen.
Hvat skulu vit so finna uppá, Margreta ?
Margreta (Hyggur ikki upp úr arbeiðinum).
Á, tað klára vit nokk.
Katrin.
Men harra mín, sum hon sjálv drívur á. Fingrarnir leika á henni, so ein skuldi trúð, tygum ætlaðu tygum at giftast í morgin denn dag.
Frú Jensen.
Onei, tann tíð man vera yvirstaðin. Men Margreta hevur eisini í seinastu tíðini skundað sær nakað ógemeint. Hon hevur næstan ikki havt stundir at hjálpa mær tað minsta sindur.
Margreta:
Eg skal minst hava avrikað fimm alin av blondum hvønn dag.
Katrin.
Á Gud í himmiríki!
Margreta.
Ja, eg vil tjena pengar. Eg vil hava mær ein nýggjan kjóla til jóla.
Frú Jensen.
Á, tann svarti er so víst nóg góður til tað sindrið, tú kemur út millum fólk.
Margreta.
Ja, til tað sindrið, eg sleppi út.
Katrin.
Tygum skulu síggja tað, hon hugsar kortini um at gifta seg.
Margreta (smílkast).
Halda tygum, nakað hop kann vera fyri mær enn, Katrin?
Katrin:
Á Jesus ja, - hví ikki tað! Hygga nú hann, skiparin, hasin ríki hundurin, hvussu er tað nú, hann eitur. . . Hann hevur verið giftur fyrr. Tað er hann, sum hevur bygt hasa stásborgina har uppi við hvítum baðiverilsi og ljósabláum vesi. - - ja, nú vita tit, hvønn eg meini við.
Frú Jensen.
Ja, er tað ikki Alfred Joensen, hann eitur?
Katrin.
Joensen - júst so - har var tað. Ongantíð minnist eg aftur á hesi nøvnini. Men tað var tað, eg vildi siga: Fór ikki hasin ríki jassurin og giftist við eini púra fátækari 40-ára gamlari gentu, . . tað er ikki meir enn gott ár síðani, tit máttu minst tað.
Frú Jensen.
Ája, tað var jú hon, sum stóð í handlinum hjá Jacobsen, nú minnist eg, fólk tosaðu so nógv um tað. Mamma hennara var ikki annað enn vaskikona.
Katrin.
Og so nú um dagarnar, vita tygum, so gevur Várharra teimum ein slíkan vælsignaðan Guds eingil av eini smágentu, og skiparin er um at flúgva til himmals av berari gleði.
Margreta
Á, Katrin, tað er gott, at onkur er lukkuligur.
Frú Jensen (við Katrina).
Statt nú ikki har og forstýra mær Margretu. Tygum vita jú væl, eg kann ikki umvera hana. Eg eri nóg illa ment at ragga um gólvið. Tað er ikki so, tá ið ein verður gomul og vesalig. - - Og hvussu skikkiligur ein sovorðin ríkur skipari kann vera, so hevði honum nokk ikki dámt oman í keypið at fingið eina gamla vermammu í húsið. Og tað noyddist hann, um hann vildi havt Margretu.
Katrin.
Á Gud, frúan, tað er ikki soleiðis meint. Tygum sleppa nokk at hava Margretu hjá tygum, tað hevur onga neyð, her gongur jú heldur eingin. Hin, eg tosaði um, hon var jú í einum handli.
Margreta.
Ja, eg skuldi havt sloppið mær heimanfrá langt síðani - - nú eri eg ov gomul bæði til eitt og annað.
Katrin.
Ja, vóru tygum ikki blivin sitandi her heima, so høvdu tygum langt síðani verið gift. Eg minnist væl, hvussu yndug tygum vóru fyri tjúgu árum síðani. Á, Harra gud, ja, det var dengang!
Margreta.
Álvaratos, var eg vøkur? Og tygum minnast tað?
Katrin.
Ja mín sjel vóru tygum vøkur. Og tað vóru fleiri enn eg, sum hildu tað. Tað var júst í teirri tíðini, eg gekk og gjørdi reint hjá konsulinnuni. Eg minnist tað, sum var tað í gjár, eg stóð og vaskaði urtapottar, og konsulinnan stóð og fjasaði við blomstrini, tá komu tit báðar gangandi undir arm.
Frú Jensen.
Ája, tá vóru júst tvey ár síðani, giktin var farin at seta seg í beinini á mær.
Katrin:
Ja, ja - eg veit tað væl, alla ta tíð, eg havi gingið her, hava stuðlarnir undir tygum verið í ólagi. Men tað var nú konsulinnan. Eg minnist so grangeviliga hennara egnu orð. “Se Katrine”, segði hon - hon kallaði meg altíð Katrina, eg hevði jú tænt har, áðrenn eg giftist við hasum svínabeistinum Hanusi - Gud náði forrestin hansara armu sál í himmiríki.
Margreta.
Men hvat segði konsulinnan?
Katrin (minnir seg á).
Hon segði, hon segði júst soleiðis: “Se hvor køn den lille frøken Jensen er bleven, hun ser saa frisk og blomstrende ud og har en holdning som nogen prinsesse, kun skade, hun hver dag skal slæbe paa den svage moder; det ender med, hun bliver skæv.“
(Tað bankar úti í forstovuni).
Margreta (reisist).
Man tað vera Gustav?
Frú Jensen.
Tað man heldur vera doktarin, sum kemur at frætta, hvussu eg havi livað í nátt. Gustav er jú á kontórinum nú.
Katrin.
Á halga famindar, er tað doktarin . . . og eg standi her og sleygi. So er tað best at skunda sær við trappunum.
Margreta.
So kunnu tygum alt fyri eitt biðja hann koma inn.
Katrin.
Ja, lat meg bara fáa vent mær fyriklæðið. Doktarin skal tó ikki trúgva, eg eri eitt svín (fer).
Doktarin (kemur inn, fer yvir til frú Jensen).
Nú, hvussu liva vit so? - Sovið væl, sjálvsagt.
Frú Jensen.
Á Gud nei, tygum vita jú, at tann tíð er langt síðan farin. Ája - ája, tað er ikki so væl, at eg kundi fingið mítt góða svøvnlag aftur. Men henda vanlukku giktin gevur mær als ikki frið, hvørki seint ella tíðliga. Margreta má so men hvørja løtu upp úr songini at gníggja mær beinini.
Doktarin.
Ansa tygum frk. Margreta, tað kundi komið aftur um brekku.
Margreta.
Á, tað bilar vist ikki. Eg eri so von við tað.
Doktarin:
Fyri tað hava tygum ikki gott av tí kortini. - Nú skal eg skriva upp nakað til mammu tygara, so hon fær sovið í nátt.
Frú Jensen.
Men endiliga ikki nakað við morfini. Eg ræðist tað skittið. Tað oyðileggur ein bæði til lekam og sál. - Og Gud skal vita, at eg eri nóg ússalig, sum eg eri. Kann eg halda pínuna út, so tolir Margreta væl eisini at hjálpa mær eitt sindur onkuntíð ímillumat. Hon er tó bæði ung og røsk.
Doktarin.
Sum tygum vilja, frúan - Men tað er heldur ikki beint at krevja ov mikið av ungdóminum.
Margreta.
Hevur doktarin longu verið hjá fleiri sjúkum í dag?
Doktarin.
Nei, bara hjá konsulinnuni. Og tað var sannheit. Hon bað meg røkja eini ørindi fyri seg. Eg skuldi spyrja tygum - ja, tit gita ikki, hvat tað er. -
Frú Jensen.
Nei, hvussu kunnu vit tað - vit eru ikki nóg góðar at koma til konsulinnuna.
Doktarin.
Tað er dóttir tygara
Frú Jensen (skøkk).
Fransiska!
Doktarin.
Nei, hon er jú í útlondunum.
Frú Jensen (spakuliga).
Gud havi lov.
Margreta.
Er tað til mín, tygum hava ørindini?
Doktarin.
Ja, men eg veit næstan ikki, um eg tori at koma fram víð tí. - Eg kvíði fyri, at ætlan hennara ikki fer at bera í lag.
Frú Jensen.
Jú, sig okkum tað bara. Tað kundi verið stuttligt at hoyrt, hvat konsulinnan vil okkum.
Doktarin.
Sum tygum vita, plagar hon hvørt heyst at fara til útlondini. Í ár fer hon til Italiu og skal verða har í vetur.
Frú Jensen.
Ja, slíkt hevur hon ráð til. Vit onnur smáfólk mugu pent sita heima í kulda og vætu.
Margreta.
Mamma veit nú ikki stórt av vetri at siga. Hon er jú altíð inni í varmanum.
Frú Jensen.
Ja, eg - mítt gamla ólukkudýr eri væl noydd at halda meg innandura.
Doktarin:
Konsulinnuni dámar so væl Margretu - hon vil hava hana við sær til Italiu.
Margreta.
Men tú góðasti Gud, hvat er tað, tygum siga? - Er tað sannheit? - vil hon hava meg - meg við sær til Italiu?
Frú Jensen.
Ja, tygum mugu halda mær til góðar, men nú ivist eg í, um konsulinnan er reiðiliga rættsiktað.
Doktarin (við Margretu).
Nei, tað er tað rama álvara. Hon heldur seg kunna fáa eitt friðarligt og dámligt fylgjuskap við tygum. Og hevði hon eisini havt hug at verið nakað fyri tygum - latið tygum sæð eitt sindur av øllum tí vakra har úti, afturfyri at tygum hava sitið so still og tolin her heima í øll hesi mongu ár.
Margreta.
Eg havi ikki verið still og tolin - men mær hevur ongantíð staðið í boði at kunna sloppið út - og eg havi ikki átt dirvi til at slitið meg leysa.
Doktarin.
Tygum hava ikki orkað at farið frá mammu tygara.
Margreta.
Halda tygum tað?
Frú Jensen (uppøst).
Nei, hvussu skuldi Margreta kunna farið frá mær, ússaliga, gamla neyðaradýri. So mátti hon jú verið eitt satt ótýggi, sum hjarta ikki var skapt í. Eg fati ikki, at konsulinnan kann hava hugsað sær til nakað so ørt og tápuligt. Men soleiðis er við hesum ríku fólkunum. Tá ið tey fáa nakað í knokkin, so hugsa tey ikki um, antin tey harvið skaða eitt annað ólukkudýr. - Tygum søgdu henni væl alt fyri eitt, at tað kundi ikki vera talan um, at Margreta kundi ikki fara frá mammu síni.
Doktarin.
Eg segði, at tað kanska fór at falla heldur trupult. . . Dóttur tygara tykti kanska synd í at fara frá tygum. Men eg lovaði at spyrja hana.
Margreta (hugtikin, burt í aðrari verð).
Er tað ikki ein dreymur - at eg skal út at ferðast - til Italiu - hitt sólljósa landið! Nei, eg eri klárvakin - tað er sannheit, tað rama álvara. Og eg eri ung enn - eg kenni tað á mær. Á, út at ferðast, síggja og tosa við menniskju, við mong, mong menniskju!
Doktarin.
Eg meini, tygum blíva so rørd, Margreta. - Átti eg kanska ikki at hava sagt tygum tað?
Margreta.
Ájú, so sanniliga! - tygum høvdu gjørt synd við meg, um tygum høvdu tagt. Tygum bjóða mær jú alt tað, sum eg havi gingið og longst eftir í øll tey mongu ár, alt tað, sum eg havi droymt um tær longu kvirru løtur, eg sat einsamøll við tonkum mínum - men tað var mær alt so fjart, so langt burt - nakað, eg ongantíð skuldi fáa at síggja í royndum. Tað var mín ævintýrverð. Og nú - nú lata tygum knappliga upp fyri mær (hýkur fram á borðið í sjóðheitum gráti). Á, sum Gud tó er ófatiliga góður!
Doktarin.
Men sissa tygum, góða Margreta.
Frú Jensen (ovfarin).
Men hvat bagir gentuni? Fær hon ilt?
Margreta (sissar seg).
Á, fyrigev mær - hvat mugu tygum halda um meg gomlu gentu, at eg soleiðis gloymi meg sjálva? Men tað kom mær so dátt við, so heilt óvart.
Frú Jensen.
Ja, eg bleiv reiðiliga bangin fyri tær, Margreta. Eg trúði, tú hevði fingið ilt. Tað er eisini hennara skyld, handa fjákuta konsulinnan. Hví skal hon nú koma og gera okkum ófrið, vit sum liva so væl og friðarliga saman? Hon má tó vita frammanundan, at tað ikki letur seg gera.
Margreta.
At tað ikki letur seg gera – jú, so sanniliga ger tað so. Á doktari, sig við konsulinnuna, at eg takki henni so hjartaliga, at tað var so vakurt, so vakurt av henni at hugsa um meg.
Doktarin.
Tygum taka við boðnum? Fara við konsulinnuni?
Margreta.
Ja, hvussu kann eg lata vera? - Halda tygum ikki við mær? - tygum skilja meg væl - lukkan - lívið - tað kann ein ikki tveita burt.
Doktarin.
Eg vil ikki ráða tygum, Margreta. Tygum mugu sjálv best vita, hvat beinast er.
Frú Jensen.
Og eg, mítt gamla hjálparleysa ólukkudýr, hvat skal eg gera? Meg er eingin, ið hugsar um?
Margreta.
Mamma kann tó ikki vilja tað, at eg skal lata eitt so gott tilboð frá mær. Tú kanst tó heldur ikki vænta at hava børn tíni um teg allar dagar. Vit fáa væl saktans onkran til tað, mamma!
Doktarin.
Hvat halda tygum um Katrina? Hana kenna tygum.
Margreta.
Ja, tað er rætt, hon vil fegin; tað ivist eg ikki í.
Frú Jensen.
Pýltu-Katrin! Men harra mín Gud, skal eg hava eina skúrukonu gangandi her í húsinum allan dagin og noyðast at lurta eftir hennara sleygi? Tygum unna mær ikki ov væl, doktarin, tað má eg siga.
Doktarin.
Jú, sanniliga geri eg so, men eina dýrari hjálp eru tygum væl ikki før fyri.
Frú Jensen.
Harrin hann viti, hvat ein hevur fingið børn til, tá ið ein ikki skal nýta tey á sínum gomlu døgum.
Doktarin.
Jaja, nú kunnu tit báðar hugsa um hetta. Eg leggi meg ikki upp í tað. So er væl best, tygum fáa okkurt til at sova av. (Skrivar) Ein teskeið av hesum, tað eigur at hjálpa fyri svøvnloysi. Farvæl Margreta, nú kunnu tygum sjálv fara til konsulinnuna ella senda boð eftir mær.
Margreta.
Takk, túsund takk! Hitta tygum konsulinnuna, so sigið henni, hvussu takksom eg eri.
(Doktarin fer).
Pýltu-Katrin (kagar inn).
Er doktarin farin? Halgadoyð sum hann gav sær góðar stundir. Frúuni bagir væl einki?
Frú Jensen.
Gávi tað var so væl! Ja, eg vildi somenn ynskt, Katrin, at eg var so sjúk, at tey skjótt kundu lagt meg í grøvina.
Katrin.
Harrin forláti tygum, tosa ikki sovorðið, frúan. Tað er beinanvegin ógudiligt. Tygum vita væl tað, at vit skulu bíða í tolni, til Várbarra loysir upp fyri okkum - ája so sanniliga.
Frú Jensen.
Á, tá ið ein er so ússaligur sum eg mítt gamla neyðaradýr og veit á sær, at ein bara liggur sínum næstu til byrðu, so verður tað møðsamt at liva,
Katrin.
Halda tygum ikki, eg mangar ferðir havi verið bæði troytt og leidd, tá Hanus gekk í sínum villfarilsi og drakk alt upp. Tá ið eg kom útlúgvað heim frá vaskibaljuni, noyddist eg at lata hann úr stivlunum og fáa hann í song. Og so mátti eg vera glað við, um eg ikki bleiv moyrbankað oman í keypið. Eg ynskti meg mangar ferðir væl undir moldum. Men hvat batti tað? ein noyðist at ganga á jørðini, um hon so gløðir undir iljunum, sum tey siga.
Frú Jensen.
Ja, Katrin, tygum hava nokk heldur ikki havt tað so dælt her í lívinum.
Katrin.
Nei, tað skal Várharra vita, men letur hann meg bert hava heilsuna, so eg sleppi frá at koma á kommununa, so skal eg takka honum kortini.
Frú Jensen.
Jamen, sovorðin fólk sum konsulinnan — tey vita ikki petti um, hvat stríð og mótgongd er. Tey ganga bara og gera ólukkur á okkum onnur. Hvat halda tygum Katrin? Nú hevur konsulinnan funnið sær upp, at hon vil hava Margretu við til Italiu.
Margreta (hevur sitið burt í øðrum heimi).
Ja, er tað ikki frálíkt - - eg dugi næstan ikki at fata tað.
Katrin.
Ja, tað er synd at siga annað, enn at tað er sera pent gjørt av konsulinnuni, tað veit Gud, tað er.
Frú Jensen.
So, tygum halda eisini, at tað er væl gjørt, at konsulinnan tekur Margretu frá mær. Henni bagir tá sanniliga einki, meðan eg, arma menniskja, ikki sleppi um gólvið uttan hjálp.
Katrin.
Á Jesus, nei - tað er ikki so at skilja, Men tað hevði verið lukkutíð fyri Margretu - og fær konsulinnan yndi til hana, so er hon væl hildin. Konsulinnan er jú so rík sum ein ólukka, og hon hevur ongan at taka tað eftir seg.
Frú Jensen.
Ja, hevði eg verið røsk, so var tað nakað annað. Men sum nú er statt, kann Margreta ómøguligt fara frá mær.
Margreta.
Mamma, svara mær nú ærliga, heldur tú, eg eigi at sleppa hesum úr hondunum. Kanst tú krevja slíkt av mær? Er tað ikki mamman, sum kann ofra alt - tola alt - fyri at barn hennara kann blíva lukkuligt? Sjálvt djórini lata ofta lív fyri ungar sínar. Kanst tú ikki góða, góða mamma, (hon fellur á knæ og leggur høvdið í fangið á henni) ofra eitt sindur av tínari vælveru fyri tí, sum eg nú trúgvi er mín lukka? - Eg havi bíðað so leingi, mamma - eg havi verið hjá tær í so mong - mong ár. - -
Frú Jensen.
Hví leikar tú so í, barn? Sum tú ert øðislig. Havi eg ikki eisini verið góð við teg? Havi eg ikki vakt yvir tær, tá ið tú vart lítil? Hvussu manga nátt havi eg ikki gingið uppi við tær? Eg havi ansað tær so væl, - og nú, - ja, nú havi eg tøkkina fyri tað. Eg vil siga tær eitt, tú ert ein ónatúrlig dóttir, um tú nú kanst fara frá tíni gomlu mammu.
Margreta (reisist, rørd).
Tú heldur, eg eri fjøtrað at tær, tí tú ert sjúk - Nei! - og aftur nei! Eg vil burt frá hesi sjúkaluftini - burt frá hesum fýra stovuveggjunum - út í fría luft har vítt er til veggja. Eg fari mín veg. So kanst tú kalla meg ónatúrliga, so nógv sum tú vilt.
Katrin
Á Jes’, á Jes’, hvussu verður her burturúr?
Frú Jensen.
Ja, er tað ikki nógv fyri at hava børn, Katrin? Veri tygum glað við, at Várharra tók Durutu frá tygum. Hann hevur spart tygum nógvar sorgir.
Katrin.
Tað er eitt sannheitsorð, frúan. Men annars skuldi eg ikki havt ta stóru teysina gangandi heima fyri einki. - Men tú góðasti, nú ringir aftur - so er best, eg fari at lata upp (fer).
Gustav, Betti og Karl (koma inn, heilsa frú Jensen og Margretu).
Betti.
Karl, ver nú góður drongur og mussa ommu.
Karl.
Nei, eg vil ikki mussa.
Frú Jensen.
Vil Karl ikki mussa ommu sína? Og eg siti og bindi tær so penar hosur.
Karl.
Nei, tí omma prikar so illa, tá ið hon mussar - og so blívi eg so vemmiliga vátur um munnin.
Frú Jensen.
Hvat er tað, Karl sigur - sigur hann, at eg priki?
Gustav.
Skamma teg, Karl! (Strangur) Nú fert tú og mussar ommu!
Karl (við gráturødd).
Kann eg ikki mussa Margretu fastur í staðin fyri? (við Margretu) Títt skegg prikar ikki enn.
Margreta:
Hvat sigur tú, drongur! Havi eg skegg?
Karl.
Ja, mamma segði í gjár við pápa, at tú vart farin at fáa yvirskegg. - Men eg vil gjarna mussa teg.
Betti (trívur í armin á Karli og koyrir hann út).
Út til Katrina við tær tín óflýggjaligi knektur. Tað er líkafram skomm at hava teg inni.
Margreta.
Ilskast ikki á drongin. Hetta smáa slagið sigur oftast, hvat tað hugsar. Har liggur einki ilt aftanfyri.
Gustav.
Hasin óargaligi knekturin! Nú voldi hann tað, at eg heilt gloymdi, hví eg kom higar.
Frú Jensen.
Tú ætlaði væl at frætta, hvussu eg havi livað í nátt. Ájú, tað er so toluligt. Eg havi durvað av og á.
Gustav.
Um mamma bert kundi tolað at hoyra tað, so hava vit góð tíðindi at bera tær.
Frú Jensen.
Er tað bara nakað gott, kann tað væl treingjast til.
Gustav.
Nú skal mamma fyrst fáa tað, sum viðvíkur mær.
Frú Jensen.
Lat meg so hoyra, sonur mín!
Betti.
Ja, nú verður nógv umskift hjá okkum.
Gustav.
Tú veitst, at eg leingi havi gingið og bíðað eftir at fáa eitt sindur meira í løn, og tað er nú umsíðir eydnast mær. Hereftirdags fái eg heilar 1000 krónur meira um árið.
Frú Jensen.
Nei, hvat sigur tú! Tað er ikki eiti á, sum tit hava eydnuna við tykkum, børn míni!
Betti.
Ja, tú kanst ætla, at vit eru fegin við.
Margreta.
Lova mær at ynskja tykkum til lukku. Eg haldi mestan, eg eri líka glað sum tit.
Frú Jensen.
Ája, so er henda sorgin sløkt. Hevði nú Margreta bara ikki havt voldað mær eina nýggja sorg.
Betti.
Margreta! Hvat hevur hon gjørt?
Frú Jensen.
Hon ætlar sær somenn at rýma frá síni gomlu mammu - suður til Italiu.
Betti.
Til Italiu!
Gustav.
Hvussu skal hon koma hagar?
Margreta.
Konsulinnan vil hava meg við sær.
Betti.
Eg havi so sanniliga ongantíð verið í Italiu.
Gustav.
Tað nýtist heldur ikki. - Margreta hevur sínar góðu dagar herheima.
Frú Jensen.
Nei, tað er júst tað, eg havi sagt alla tíðina. Men hon heldur, eg kann hjálpast við Pýltu-Katrina.
Gustav.
Pýltu-Katrin! Ja, hon kann vera góð til grovari arbeiði, men hvussu skal hon duga at fjálga um mammu - um náttina helst?
Frú Jensen.
Ja, um náttina - tað hugsi eg mest um. Eg fái hana aldri til at vakna.
Betti.
Pýltu-Katrin svevur sum ein steinur, tað ivist eg ikki í.
Margreta.
So kann mamma jú búgva hjá tykkum.
Gustav.
Ert tú óð, Margreta!
Betti.
Ja, eg havi ivaleyst stríð av børnunum.
Frú Jensen.
Og eg toli heldur ikki allan tann gangin av børnunum. Og eitt menniskja má eg hava til at vera um meg um náttina.
Betti.
Eg haldi, tað mátti verið so vakurt hjá Margretu at hugsa sær, at hon fjálgar um sína gomlu mammu.
Frú Jensen.
Hon átti at takkað til, at hon hevur sloppið at verið í sínum góða heimi og ikki noyddist at sleingjast úti í hesi skaðiligu verð, sum neyðars Fransiska. Tað nítur meg í hjartað, bert eg hugsi um hana.
Gustav.
Ja, tað er nógv fyri, at ein ikki torir tala um systur sína, men noyðist at ganga í ótta fyri, at fólk fáa nakað at vita. - Men tíbetur, nú er tað yvirstaðið - - Fransiska - -
Pýltu-Katrin (kemur skundisliga).
Nei, tað er tó ov galið. Eg kann ikki ansa eftir hasum dronginum. Hann er allastaðni.
Margreta.
Hvat bagir, Katrin? - Hvat hevur Karl gjørt?
Katrin:
Eg hevði sett meg á køksborðið at fáa mær handa kaffimunnin, tygum høvdu sagt, eg skuldi skeinkja mær, tá hoyri eg knappliga eitt brak og buldur. - - - Eg bleiv so kløkk, at eg stoytti alt tað vælsignaða kaffið á gólvið. - Men so skuldu tygum sæð eina sjón! Gud faðir og skapari, um eg nakrantíð gloymi tað - ikki um eg so verði hundrað ár. Tað nítur meg enn í merg og mønu.
Gustav.
Men so sig okkum tó, hvat tað er, Katrin.
Betti (rødd).
Hvar er sonur mín? Hevur hann fingið skaða?
Katrin.
Nei, knektinum bilar einki. Men hatta dýrabara fatið sorlaðist. -
Frú Jensen.
Tað við blomstrunum á?
Katrin.
Ja, júst tað.
Margreta.
Jamen Karl - hvussu er vorðið við honum?
Katrin.
Beint sum eg eri komin niður av køksborðinum, rúki eg jú inn í spískamarið, haðani óljóðið kom. - Á, tú góðasti, tann sjón - har liggur, Guð hjálpi mær, drongurin skrólandi á gólvinum við øllum rabarbugreytinum oman yvir sær.
Betti.
So er blusan spilt?
Katrin.
Tað skal frúan ikki bera bangheit fyri. Eg vaskaði tað av í stundini.
Margreta.
Men hvussu bar tað til, at Karl hevði fingið fatur í rabarbugreytinum? Eg hevði sett hann upp á ovarstu hill.
Katrin.
Ájú, meðan eg fekk mær kaffi, hevur hasin skarnsknekturin kIintrað sær upp á hillina til at sleikja av honum.
Betti.
Á tey børn, tey børn - teimum hevur ein altíð stríð av. Ver tú glað, Margreta, at tú eingi børn hevur. Tað er væl best, Gustav, at eg fari heim við dreinginum.
Katrin.
Frúan má heldur bíða so leingi, at eg fái blusuna strokna. Eg skal siga tygum frá, tá ið hon er liðug. Bari eg sleppi av við hann sum skjótast (fer).
Frú Jensen.
Gustav, hvat var tað, tú ætlaði at siga um Fransisku? Tú hevur væl ikki frætt frá henni?
Gustav.
Jú mamma, og tað eru góð tíðindi.
Frú Jensen.
Á tig við tær, hvørji góð tíðindi kunnu koma frá henni?
Gustav.
Hasin eingilskmaðurin hjá henni er deyður.
Margreta.
Er Mr. Earl deyður? Neyðars Fransiska!
Frú Jensen.
Uff, tað ótýggið. Tað er fyri bestum, at verðin er sloppin av við eitt slíkt ódýr. Nú ger hann ikki fleiri neyðars gentur ólukkuligar.
Gustav.
Á deyðasongini læt hann seg víga at Fransisku og skrivaði henni so nógv til, at hon nú kann hava sína góðu útkomu alla sína tíð.
Frú Jensen (fegin).
Nei hygga síggj, so var hann ein stásmaður kortini.
Betti.
Hann hevur óivað hildið, at hann skyldaði tykkum tað. - Harrin havi lov, nú nýtist ein ikki longur at skammast yvir svigarinnu sína!
Gustav (við frú Jensen).
Fransiska ynskir so innarliga tína fyrigeving fyri alla sorgina, hon hevur voldað tær. Hon ætlar nú at verða ein skikkilig kvinna. Og henni leingist bert eftir tær, mamma.
Frú Jensen (rørd).
Á, tað kæra góða barnið. Hon mátti vitað tað, at eg ongatíð eri hildin uppat at elska hana - at mær hevur longst eftir henni øll hesi árini, hon hevur verið burturi.
Margreta.
Nær kemur hon?
Gustav.
Hon er komin. Hon er heima hjá mær og bíðar bert eftir, at eg skal siga mammu frá.
Frú Jensen.
Á, lat hana koma! Lat hana koma!
Pýltu-Katrin (inn).
Nú hugsi eg, blusan er so fræg, at frúan kann fylgjast við dronginum oman eftir gøtuni.
Betti.
So fari eg heim við Karli og skal so alt fyri eitt bera Fransisku boðini.
Fru Jensen.
Ája, ger tað, men lat meg ikki bíða ov leingi.
Katrin:
Skal eg senda drongin higar, so hann kann siga farvæl?
Gustav.
Nei, skundið tykkum heldur at fara.
Betti.
Ja, komið so (fer við Katrini).
Frú Jensen.
Hoyrið nú, børn míni - nú mugu tit endiliga hjálpa mær at vera reiðiliga blíð við Fransisku. Vit mugu øll leggja okkum nær at gera henni alt so dælt, so hon følir, at vit eru góð við hana. Hon kann væl treingja til blíðskap, so nógv sum hon hevur gjøgnumgingið.
Margreta.
Ja, ja - tað er sjálvandi, at vit eru blíð við hana.
Frú Jensen.
Eg eri í iva um, hvar eg skal fáa eitt hampiligt kamar til hana.
Gustav.
Heldur tú, hon verður búgvandi her heima? Hon fór á hotellið, tá ið hon kom.
Frú Jensen.
Hon vil somenn helst vera heima hjá mammu síni alla tíðina.
Margrela.
Vit hava jú kamarið uppiá.
Frú Jensen.
Ja, tað hevur tú rætt í. Fá stásað tað upp, so væl tú kanst!
Margreta.
Tað skal eg royna.
Frú Jensen.
Tak alt hiðani, sum vit kunnu umvera. Speglið kanst tú væl taka. Mær nýtist ikki at spegla mær, so gomul eg eri, og tú hevur heldur ikki stórt at brúka spegl til. Og lat hana eisini fáa hvílustólin, tú situr í - hann er so hugnaligur. Tú kanst saktans hava ein vanligan stól.
Margreta.
Betur enn so - tað verður heldur ikki so leingi - Konsulinnan fer óivað skjótt av stað.
Gustav.
Kemur tú nú tvætlandi aftur við hasi konsulinnuni?
Frú Jensen.
Ja, hon unnir mær nokk ikki at gleðast yvir teg og Fransisku, hon skal væl vita at spilla mær ta gleðina.
Margreta.
Nú skal mamma ikki taka sær tað so nær, tú fært jú nú Fransisku at vera hjá tær.
Frú Jensen.
Fransisku! Skuldi eg kravt tað av tí neyðars barninum?
Gustav.
Tað hevði hon heldur aldri hildið út.
Margreta (beiskliga).
Men eg kann væl halda tað út.
Gustav.
Tú ert jú so von við. Annars hevði endin bert verið, at Fransiska fór at keða seg so illa, at hon tók uppaftur sítt gamla lív.
Frú Jensen.
Nei, Harrin hann lati okkum ikki verða atvoldin í tí!
Katrin (kemur).
Eyeya meg, frúin! Tygum mugu skunda tygum at tveita hin fína kappan um tygum - her koma størri gestir.
Margreta.
Hvør er tað?
Katrin.
Ja, var tað ikki, tí at eg sjálv havi bílætið av hini russisku keisarinnuni hangandi beint uppi yvir songini, so hevði eg svorið, at tað var hon, so stásilig henda er . . . tú milda Gud, júst sum ein drotning . . .
Gustav.
So standið nú ikki har og tvætlið, Katrin, men farið út og biðið hana koma inn.
Katrin.
Ja, nú skal eg skunda mær (fer).
Margreta.
Tað er sjálvsagt Fransiska.
Frú Jensen.
Heldur tú, hon er so fín?
Fransiska (kemur turnandi inn, tveitir seg á knæ framman fyri mammuni og fevnir hana).
Á mamma, mín dýrabara mamma - kanst tú fyrigeva mær, at eg havi verið so leingi burturi frá tær ?
Frú Jensen.
Barn mítt, mín elskaða dóttir! Harrin signi teg, fyri at tú komst aftur.
Seinni partur
Sama stovan. Annar lendarstólurin er burtur. Margreta. Doktarin.
Doktarin.
Eg komi júst frá konsulinnuni. Hon er so glað, tí tygum hava samtykt í at koma við henni, og hon væntar tygum fyrrapartin í dag til sín at samráðast um ferðina. Sjálvandi kostar hon alt, tygum krevja av klæðum og øðrum.
Margreta.
Á sum eg gleði meg, og kann ikki siga frá tí. Eg skal fara til hana, so skjótt sum mamma er uppkomin. Katrin hevur verið hjá henni í nátt. Vit vildu jú fegin vita, hvussu tað kom at bera til.
Doktarin.
Tað gongur væl, tá ið ikki kann vera øðrvísi.
Margreta.
Eg havi ligið her á sofuni í nátt. Systir mín hevur havt kamarið í erva. - Ja, tygum hava kanska ikki eingong hoyrt, at systir mín er komin aftur úr útlondum.
Doktarin.
Nei, tað veit eg einki um.
Margreta.
Hon hevur nýliga mist mann.
Doktarin
Íðan so. - Eigur hon nakað barn?
Margreta.
Nei.
Doktarin.
Jamen, so hevur mamma tygara jú onga neyð. Systir tygara kann sjálvsagt vera henni í tygara stað.
Margreta.
Eg kvíði fyri, tað fer ikki at bera til.
Doktarin.
Hví ikki?
Margreta.
Mamma og Gustav hildu ikki, Fransisku fór at dáma hetta friðarliga lívið.
Doktarin.
Á harra Gud, sjálvt um henni ikki júst dámar tað, so kann hon væl tola tað eins væl og tygum. Tað er ikki meira enn sum bíligt, at hon eisini tekur sítt tørn.
Margreta
Hatta man vera hon, sum kemur. Eg hoyri hana í trappuni.
Doktarin.
Skal eg tosa við hana um tað?
Margreta.
Ája takk - høvdu tygum viljað. - Men eg kvíði kortini fyri, at tað batar einki. Hon er jú so heilt øðrvísi - heilt, annarleiðis enn vit onnur.
Fransiska (kvikliga inn).
Gomorin.
Margreta.
Doktarin - systir mín.
Doktarin (heilsar).
Ja, í dag er tað mest sum vinur í húsinum, eg vitji higar. Vit stóðu júst og tosaðu um uttanlandsferðina hjá Margretu.
Fransiska.
Ja, eg havi hoyrt eitt graml um tað. Tað kann koma illa við hjá mammu at umvera Margretu.
Doktarin.
Ja, hon fer óivað at sakna hana. Mamma tygara hevur jú vant seg til at hava Margretu hjá sær. Men kortini, tá ið tygum leggja tygum reiðiliga nær, frúa.
Fransiska (ovfarin).
Eg! - Hvat meina tygum?
Doktarin (róligur).
Eg haldi, at tað man ikki fara at bila, tá ið mamma tygara fær vant seg við tygum.
Fransiska.
Eg - eg skuldi verið stongd inni her í hesi sjúkastovuni hjá mammu.
Doktarin (álvarsamur).
Ja, er tað so ringt hjá tygum at vera her eina stutta tíð - her, sum systir tygara hevur livað øll síni ungu ár?
Fransiska.
Ja, Margreta, tað er nakað heilt annað.
Doktarin:
Og nú, tygum bera sorg, frúan!
Fransiska (flennir).
Sorg - ná ja (lívlig). Men so ræður tað júst um hjá mær at koma út - at stuttleika mær fyri at gloyma. Eg má hava lív uttan um meg. Skuldi eg noyðst til at sitið her í hesi sjúkastovuni, so var skjótt endi á hesum.
Doktarin (speiskur).
Íðan so, haldið mær til góðar frúan, at eg sá skeivt . . . Tað er so ymist, sum fólk syrgja. - Men nú man vera best, eg fari. Farvæl! - Tygum minnast so, Margreta, tað er í dag fyrrapartin, at konsulinnan vil tala við tygum.
Margreta.
Eg fari um eina lítla løtu.
(Doktarin fer).
Fransiska.
Tað var tó eitt løgið páfund av hasum doktaranum at vilja hava meg grivna í hesum lítla reiðri - og so skuldi eg oman á alt vera sjúkapleyirska (flennir). Hann kennir nokk ikki meg - veit ikki petti um, hvat eg havi upplivað. Nei, hann var næstan ov stuttligur (flennir aftur).
Margreta.
Ja, hann veit jú einki um teg ella lív títt.
Fransiska:
Hann helt reiðiliga talu fyri mær (hermandi), sum um eg var ein djúpt syrgjandi einkja, ið hevði mist tað besta, hon átti. Hann skuldi bara vita, hvussu lætta og fría eg kenni meg.
Margreta.
Syrgir tú ikki pettið yvir mr. Earl? Hann var tó so góður við teg.
Fransiska.
Ja-a, hann var nokk so fittur. Hann eftirlíkaði øll míni ynski og var reiðiliga býttur av mær. Men uff - hann var so sjalu, so ræðuliga sjalu.
Margreta.
Tað var væl tí, hann var so góður við teg.
Fransiska.
Á, tað var so troyttandi. Hann toldi ikki, eg hugdi til eitt annað mannfólk. Men tíbetur, nú skal eg vinna tað aftur.
Margreta.
Hvat er tað, tú sigur, Fransiska? Vit høvdu tó væntað, tú fórst at sissa teg.
Fransiska.
Hahaha! tit skulu ikki vera bangin. Eg meini tað ikki soleiðis, sum tú trýrt. - Nei, nú vil eg bert vita av harrum, sum vilja mær nakað alvorligt. Eg eri tíbetur vælhavandi, og eg havi eitt gott navn. – Tá ið eg nú komi til høvuðsstaðin, skuldi tað verið løgið, um eg ikki fekk fatur í einum manni eftir mínum tykki. Hesaferð taki eg ikki til takkar við ein 60 ára gamlan. Eg eri tó ikki so ljót enn - heldur tú?
Margreta.
Nei, á tær sæst eingin aldur, tað er vist.
Fransiska (smílandi).
Ja, ein hevur jú sínar loyniligu miðlar til at halda seg unga við. Men slíkt veitst tú einki um. Tú ert væl eitt púrt barn í øllum slíkum.
Margreta.
Eg havi heldur ikki havt ráðini til at læra tað. Tá ið eg fái eina fløsku við luktilsi í jólagávu, nýtist mær ikki meira av sovorðnum slag.
Fransiska.
Hu! - at tú hevur kunnað hildið tað út.
Margreta (stillisliga).
Eg noyddist.
Fransiska.
Jamen, nú sleppur tú jú eisini út at ferðast. - Tað er bara keðiligt, at tín ferð og mín koma at verða um somu tíð. - Tað verður ringt hjá mammu.
Margreta.
Heldur tú, eg kundi sagt nei til hetta boðið?
Fransiska.
Nei, hví skuldi tú tað? Men tú mást nú kortini ikki billa tær inn, at tú kanst gera lukku harúti, tað ert tú ov gomul til. - Pengar hevur tú jú heldur ongar. - Nei, Margreta, fyri tær eru ikki stór líkindi.
Margreta.
Eg hugsi heldur ikki um slíkt. Teir tankarnar havi eg langt síðani sligið úr høvdinum, um eg nakrantíð havi havt teir. Nei, tað, ið meg dregur, er at koma út í tað ókenda fremmanda, síggja tey vøkru londini, anda ta reinu luft, vera úti frá morgni til kvølds, ferðast millum onnur menniskju. Um tey ansa eftir mær ella ei, tað sakar meg ikki petti.
Fransiska.
Er tað ikki annað, tú vilt?
Margreta.
Á, er tað ikki nógv? Tað hevur altíð tykst mær so løgið at skula doyggja á sama bletti, har eg eri fødd, og ongantíð hava kent ella sæð annað. Eg haldi reiðiliga, eg kann doyggja róligari, bert eg eina ferð havi verið úti.
Fransiska.
Ja, góða systir, tú ert nú nóg so nógv romantisk, men tað kemur væl av at sita so nógv inni. - Men hoyr Margreta, kanst tú ikki hjálpa mær at snakka við mammu um, at eg flyti yvir á hotellið aftur? Eg kann sanniliga ikki halda út at vera eina nátt aftrat í hasum lítla kamarinum.
Margreta.
Mamma og eg hildu, vit høvdu gjørt kamarið so væl í stand til tín. Mær tyktist eisini, tað var rættiliga hugnaligt.
Fransiska.
Ja víst so, eg sigi tað ikki tí - tú mást ikki taka meg illa upp. Men tit mugu minnast, hvat eg eri von við. Á einum góðum hotelli er alt øðrvísi lagaligt. Og so sleppi eg eisini frá at lurta eftir mammusa æviga grenji um sjúku sína.
Margreta.
Eg trúði, tú vart góð við mammu. Eg var reiðiliga rørd, tá ið eg í gjár sá, hvussu glaðar tit vóru, mamma og tú.
Fransiska.
Sjálvsagt eri eg góð við mammu, og ein verður jú altíð rørd, tá ið ein hevur verið so leingi burt frá mammu síni. Men eg kann tó ikki í heilum ganga í tí sama høgtíðsstemningi. - Tú skuldi bert vitað, hvussu drúgvur seinnaparturin í gjár var mær.
Margreta.
Kundi tú ikki verið búgvandi her ta stuttu stund, til tú fert av stað? - Tað verður vónbrot fyri mammu annars. Hon ivast ikki í, at tú nú verður her í longri tíð.
Fransiska.
Nei, tað kann eg ikki; ver nú bara søt og hjálp mær at fáa sagt tað so lagaliga við mammu.
Margreta.
Ja ja, tá ið tað ikki kann vera øðrvísi.
(Betti kemur).
Betti.
Á góðan morgun, Fransiska! Longu uppi! Eg trúði ikki, tú vart so morgunfús.
Fransiska
Eg fekk ikki sovið. Har var so kvalið í hasum lítla kamarinum. Tí flyti eg eisini aftur aftur á hotellið hesar tveir dagarnar, eg blívi verandi her.
Betti.
Ja, Gustav og eg tosaðu eisini um tað í gjárkvøldið, at her mundi tú ikki fara og blíva verandi leingi. Her man alt vera ov smátt fyri teg.
Fransiska.
Ja, her er so nógv ov smátt.
Betti.
Ja, og nú fara vit skjótt eisini hiðani. Gustav fer longu í næsta mánað.
Margreta.
So verður mamma heilt einsamøll eftir.
Betti.
Ja, tað hevur tú hjarta til.
Fransiska.
Lat okkum nú endiliga ikki tosa um tað.
Betti (við Fransisku).
Gustav og eg vildu gjarna havt teg til døgverða hjá okkum.
Fransiska.
Jú takk! Tá ið eg havi pakkað niður, kann eg væl koma.
Betti (við Margretu).
Vit vildu sjálvsagt eisini gjarna havt teg og mammu við; bara mamma orkar so langt.
Fransiska.
Vit taka ein bil.
Margreta.
Eg veit ikki, um vit hava ráð.
Fransiska.
Eg betali sjálvsagt. Vit kunnu so alt fyri eitt taka kuffertið hjá mær við og fáa tað inn á hotellið. Har stendur restin av viðførinum. Tað var gott, tað ikki kom higar.
Betti.
Tær tróta ikki klæðini, kann eg ætla.
Fransiska.
Nei, tað kanst tú líta á. Tíverri hongur nú tað mesta og verður gamaldags. Eg kann jú bert ganga svørtklødd fyri fyrst.
Betti.
Tú mást endiliga vísa mær allar kjólar tínar.
Fransiska.
Ja, tá ið vit hava etið, kunnu tit báðar koma við á hotellið.
Betti.
Tað verður stuttligt.
Fransiska.
Og so alt hitt stásið, tað er nú tað allarbesta. Tað er ein heil framsýning. Fyrst og fremst skulu tit síggja eitt armband sett við diamantum av besta slag. Tit kunnu líta á, at tað er vakurt. Tað var síðsta gávan, eg fekk frá mr. Earl.
Margreta.
So manst tú vera góð við tað?
Fransiska.
Ja, tað hevur kostað óført, eina lítla formúu.
Betti.
Slíkt kann Gustav ikki geva mær.
Fransiska (flennir).
Nei, tað skalt tú hava rætt í. Eg ivist ikki í, at ein av mínum bíligastu kjólum kostar meira, enn hann fær í løn um mánaðin.
Betti.
Sum tú gert meg forvitna Fransiska.
Fransiska.
Er har nakað klædnaplagg, sum tær dámar, kanst tú gott fáa tað. Tað hongur kortini og verður gamaldags.
Betti.
Tú ert so nógv ov blíð, Fransiska, men eg kvíði fyri, at tað er ov stásiligt fyri meg.
Fransiska.
Á tvætl. Tá ið tit nú koma út á bygd sum handilsstýrarar, er tað stuttligt hjá tær reiðiliga at kunna vísa teg fyri teim innføddu.
Betti.Bara Gustavi fer at dáma tað!
Fransiska:
Illa var! Tit eru sanniliga ov fjákutar við menn tykkara, tit vita ikki petti um, hvussu teir skulu takast. Tit skulu venja teir til, meðan tíð er, at vera tykkum til vildar. - Lat teir takka til, tá ið tit einaferð ímillum eru góðar við teir.
Margreta.
Ger nú ikki Betti heilt øra. Trýrt tú, Gustav hevur stundir til slíkt fjas. Tá ið hann kemur móður heim frá kantórinum, man hann væl treingja til eina blídliga konu.
Betti.
So havi eg eisini nóg mikið at stákast við matin og at fáa børnini at vera friðarlig.
Fransiska.
Ja, eg skilji tað væl, at mín verð er ein heilt onnur enn hon, tit liva í. Men fyri tað kunnu vit vera líka góðir vinir. Nú fari eg upp at fáa greiðu á mínum sakum. (Við Margretu) Skuldi mamma komið, kanst tú siga henni hitt, tú veitst nokk.
Margreta.
Ja, ja, bara eg fái tað í lag.
(Fransiska fer).
Betti.
Hevur tú ikki fingið mammu tína upp enn?
Margreta.
Nei, Pýltu-Katrin skal jú royna at hjálpa henni.
Betti
Kann tað bata nakað?
Margreta.
Ja, tað er tó best, at mamma venur seg eitt sindur við hennara hjálp, áðrenn eg fari út at ferðast.
Betti.
Áðrenn tú fert út at ferðast! Er tað álvara títt at fara?
Margreta.
Ja, mítt rama álvara.
Betti.
Gustav helt, tað kanska fór at eydnast mær at fáa teg frá tí.
Margreta.
Nei, tað eydnast ikki. Tit pína meg bara.
Betti.
Tað pínir teg, tí tú veitst ov væl, at tú gert skeivt í at fara frá gomlu mammu tíni, sum er so hjálparleys.
Margreta.
Er kanska eingin annar, ið pliktar at hjálpa henni, uttan eg?
Betti.
Tú veitst, at Gustav hevur børnini at syrgja fyri, og meira er hann ikki mentur.
Margreta.
Men so Fransiska?
Betti
Hon hevur sett seg sjálva uttan fyri tað, vit nevna plikt.
Magreta.
Kann ein seta seg uttan fyri tað?
Betti (speisk).
Tað manst tú best vita, sum nú ætlar at sleppa tær undan tí plikt, ið átti at ligið tær mest á sinni.
Margreta.
Tú ert so køld og hjartaleys, Betti.
Betti.
Nei, tað eri eg ikki. Og eg vil siga tær eitt, Margreta. Um Fransiska tó eigur almikið av stási, vildi eg ikki býtt við hana. Túsund ferðir heldur vildi eg verið í títt stað.
Margreta.
Í mítt stað!
Betti.
Ja, - tú hevur altíð verið ein skikkilig genta og hevur einki at brigda tær í so máta - men Fransiska, ólukkudýrið, hon hevur eina tunga rokning at gera upp, soleiðis sum hon hevur tíggjað sær. Nú er jú fjalt út yvir tað fyri verðini. Men Várharra dylist einki fyri - og tí sigi eg, at henni er mangar ferðir meir at tykja synd í enn tær, og vit skulu ikki leggja eina enn tyngri byrði á hana.
Margreta.
Hvussu torir tú bera okkum saman? Hevur tú hugsað um, hvussu lív mítt er farið, fátæksligt og tómt - Fransisku eru øll góð við - øll bera í bøtuflaka fyri henni. Um tað so er samfundið, eymkar tað hana og hennara líkar - heilar bøkur verða skrivaðar til teirra lov og prís. Men hvør hugsar um meg? Eingin, ikki eitt einasta - heldur ikki Várharra, tí eg gloymi at vera mild og góð. Á, tað er so svárt, so svárt, tá ið ein ongantíð kann vera ræðuliga glað. Eg verði so beisk og tvør í sinninum av hesi endaleysu smápíning.
Betti.
Ja tað skal eg lova fyri, at tú ert beisk. Eg havi ikki vitað slíkt. Tú skuldi skammast.
Margreta.
Lat meg vera í frið, Betti. Lív mítt hevur higartil bara verið grátt út yvir grátt - eitt einasta langt heyst.
Betti.
Vit kunnu so sanniliga ikki gera við, at tú ert um at verða gomul. Heystið kann annars eisini vera vakurt.
Margreta.
Ja, uppímillum kunnu koma stakdagar við sól. Sært tú, ein slíkur fátækur sóldagur er henda uttanlandsferðin fyri meg - hvussu kunnu tit fáa tykkum at taka hann frá mær?
Betti.
Harragud sum tú ert hástemt. Ein skuldi so sanniliga trúð, at tú vart tað ólukkuligasta menniskja á jørðini. Tú skuldi bert roynt einaferð at hava ein riðil av børnum at drigist við, so kundi tú sloppið at roynt teg. Men vanlukkan er, at tú hevur altíð gingið her heima hjá mammu tíni og havt tað so nógv ov gott.
(Pýltu-Katrin kemur inn).
Katrin (frá sovikamarinum).
Nei, hetta er mín sjel og sáligheit tað stívasta, eg enn havi verið úti fyri. Guðsnáðirnar drívur sveittin av mínum synduga krovi, sum eg havi smurt og gníggjað hatta gamla apuspekilsið. Nú orki eg ikki meir. - (Við Margretu) Vilja tygum ikki fara inn til frúnna? Eg fái hana so víst aldri ílatna.
Betti (við Margretu).
Har kanst tú sjálv síggja, hvat ið verður burtur úr tínum royndum við Pýltu-Katrini. Eg segði tær, tað fór ikki at bera til. Hon hevur ikki gávur til at røkja vermommu.
Margreta.
Lat meg bara koma inn til mammu (fer).
Katrin (ill).
Frúin segði, eg hevði ikki gávur. Tað eru tygum sanniliga tann fyrsta, ið hevur brigdað mær. Váharra hevur givið mær tvær so góðar hendur á skaftið, at har einki er at fílast á, og eg havi so Gud eisini sloppið at brúkt tær. Eg havi ikki sitið upp á stás.
Betti.
Nú skulu tygum ikki taka mær hatta so illa upp, tað var ikki soleiðis meint.
Katrin.
Eg kann skúra eitt gólv so hvítt sum hvítasta snjó. Frúin kann sjálv koma út í køkin og síggja.
Betti.
Tað nýtist ikki, eg veit tað so væl.
Katrin.
Men tá ið ein ikki kann skúra heilsuna aftur í eina slíka gamla avdeyðaær, ja, so hevur ein ikki gávur.
Betti.
Men so tigið við tygum, Katrin!
Katrin.
Ja, antin so frúin verður blíð ella ónd, so sigi eg tað bart út, sum eg meini. Ikki nýtist at skapa sær, um ein er gomul. Hvørja einastu ferð, eg lyfti undir armin ella beinið á henni, so nísti hon, Gudsnáðirnar, sum nøkur kona í barnsneyð, og so tók eg mín sjel so spakuliga um hana, sum hon kundi verið av fínasta postalíni.
Betti.
Tygum hava kanska ongantíð roynt, hvussu tungt tað er at vera pínd av gikt.
Katrin.
Jú, tað kann frúin líta á. Eg havi verið so forpínd av gikt sum nakað neyðars konufolk á hesi Guds grønu jørð. Tað var helst í vinstra beini, giktin leikaði.
Betti.
Tygum hava kortini bæst henni.
Katrin.
Onei, mín sjel, tað er verri enn so. Men tá ið riðini leika sum allarverst, so taki eg fyrst tjúkka kamferolju og gníggi meg við, alt tað eg eri ment - og síðani balli eg ullklokkuna um beinini. Og batar tað ikki, so drekki eg mær ein stívan hálvpegil, og so sovni eg sum krukkan.
Betti.
Hjálpir tað ímóti øllum verkum?
Katrin.
Nei, ikki altíð. Sum nú í gjáranáttina - eg hevði ballað ullklokkuna um meg og fingið mær ein góðan snaps, men sama gjørdi, svøvn var ikki at hugsa um, og tað skræddi og sleit í beininum verri enn tramin sjálvur. So hugsaði eg, nei, Katrin hin gamla, ikki man vera vert, tú liggur her og deingir. Tað hevur tú ongan stuttleika av. Eg hevdi eina rúgvu av skitnum klæðum liggjandi, og fór eg tí so hóvliga upp úr seingini og út í køkin, og áðrenn langt var umliðið, hevði henda gamla kynt upp og stóð mitt í vaskibaljuni. Og so ágrýtin var eg, at eg bæði gloymdi gikt og søvn, og tá ið áljóst var, lógu øll klæðini so gullandi rein í karinum.
Betti.
So høvdu tygum sanniliga fortjent kaffimunnin.
Katrin.
Ja, frúin kann trúgva tað, at hann smakkaði. Men nú má eg skunda mær útaftur í køkin. Tygum vita ikki, um tað man vera heilt avgjørt við uttanlandsferðini hjá Margretu?
Betti.
Jú tíverri.
Katrin.
Íðan so, har vil eg sanniliga hava eitt orð at siga. Slíka nátt sum hesa vil eg mín sjel ikki hava aftur (fer).
(Margreta inn við frú Jensen).
Margreta.
So góða mamma, kom tær nú aftur í stólin, nú verður alt gott.
Frú Jensen.
Nei, tað verður ikki gott, tað fer at vara leingi, áðrenn eg forvinni hesa ræðuligu nátt.
Betti.
Neyðars vermamma, var tað so ringt?
Frú Jensen.
Lata meg gamla, hjálparleysa olmussudýr liggja har við ongari røkt. Eg kundi bæði verið deyð og burturi hiðani, og eingin hevði varað av tí.
Margreta.
Katrin var tó hjá tær, mamma.
Frú Jensen.
Pýltu-Katrin! Tað var eisini ein hjálp.
Margreta.
Mamma má venja seg við hana, tá ið eg nú fari.
Frú Jensen.
Ja, farið tit bert øll somul frá mær. Fransiska fer jú eisini, sigur tú.
Margreta.
Í dag fer hon ikki longur enn yvir á hotellið. Og so kemur hon ofta at vitja teg.
Frú Jensen (skakar høvdið og ballar seg væl inn í sjalið).
Ja, ja - farið tit øll somul – øll somul. - Grøvin goymir brátt meg.
Betti.
Vit høvdu ikki annað væntað, enn at Fransiska bert kom at steðga her nakrar dagar. Viðurskiftini eru ov smá fyri hana.
Frú Jensen.
Ja, vist so. Eg havi heldur ongantíð roknað við henni.
Betti.
Og ikki manst tú vilja, at Gustav skal siga hetta nýggja plássið frá sær.
Frú Jensen.
Nei hvat hugsar tú? Men at Margreta kann fáa seg til at fara frá mær, tað nítur mær at hjarta. Hon hevur einki at fara út at ferðast til.
Betti.
Nei, tað skalt tú hava rætt í. Men hon vil eisini einaferð koma at sanna, hvussu illa hon hevur borið seg at ímóti gomlu mammu síni.
Margreta (pínd).
Latið okkum nú hava frið teir tveir dagarnar, eg eri her heima.
Fransiska (inn, fer yvir til mammuna og kyssir hana).
Gomorin, søta mamma! Eg síggi á tær, at tú hevur havt eina góða nátt. Tú sært heilt stásilig út.
Frú Jensen.
Nei, nei, barn mítt, eg havi havt eina ræðuliga nátt.
Fransiska.
Tað vilja vit ikki hoyra um. Mamma er bara stásilig at skoða. Hon er líkafram vøkur á sínum gomlu døgum. Og nú skal eg stása teg. Hygg her er ein kappi – beinleiðis úr París. Lat meg nú pynta teg, mamman (setir kappan á høvdið.) Hygg nú, hvat halda tit?
Betti.
Sum hann er vakur! Hann yngir vermammu minst tíggju ár.
Fransiska.
Eg havi eisini ein hatt við til tín. Hann er fittur, kanst tú trúgva.
Betti.
Sum tú ert góð, Fransiska! Eg havi altið ynskt mær ein hatt úr París.
Frú Jensen.
Fá mær speglið, Margreta. Eg kundi tó havt hug at sæð, hvussu hesin kappin klæðir mær. (Nertur við bondini.) Eyeyameg, tey silkibond, so tjúkk. Kom við speglinum, Margreta, eg kundi sanniliga havt hug at vita, hvussu eg síggi út.
Margreta (kemur við speglinum)
Jú sanniliga klæðir hann mammu.
Frú Jensen (hyggur í speglið).
Ja, hann er reiðiliga vakur, og so fáa tit meg so væl hýrda. (Við Fransisku) Takk skalt tú hava, góða barnið, at tú hevur hugsað so nógv um gomlu mammu tína.
Fransiska.
Á, Gud mamma, tað er sanniliga einki at takka fyri. Men nú má eg skunda mær yvir á hotellið, og so komi eg aftur við bili - og so fara vit út at koyra, mamma.
Frú Jensen.
Ja, tað kundi verið reiðiliga hugnaligt.
Fransiska.
Kemur tú ikki við, Betti? - So kanst tú fáa hattin alt fyri eitt. Eg havi eisini eitt sjal til Margretu.
Margreta.
Takk, Fransiska, at tú eisini hevur hugsað um meg.
Fransiska.
Áh, tosa ikki um tað! Tit skulu fáa nógv meira seinni (fer út við Betti).
Frú Jensen.
Har sært tú, Margreta, Fransiska hevur gott hjartalag kortini. Hon unnir okkum øllum tað so gott. Og sum hon lívar upp. Eg verði so væl hýrd, at eg kann ikki siga frá tí, bara hon er her.
Margreta (í øðrum heimi).
Jú, jú, Fransiska er altíð glað.
Frú Jensen.
Eg vildi nú ynskt, at tú kundi fingið ein part av hennara góða hýri.
Margreta.
Tað fái eg óivað, tá ið eg sleppi út at ferðast. Men nú er best, eg rópi eftir Katrin, at hon kann vera hjá tær, meðan eg fari yvir til konsulinnuna.
Frú Jensen.
Men søta lítla Margreta mín, er tað álvara títt, at tú vilt fara frá mær? Tá ið nú mamma tín biður teg so innarliga at blíva verandi, kanst tú so ikki rørast av tí?
Margreta.
Á so tig mamma!
Frú Jensen.
Tað verður ikki so leingi, tú noyðist at verða hjá mær. Eg kenni á hvørjum degi, hvussu kreftirnar vikna. Tá ið eg eri deyð, so kanska tú brigdar tær sjálvari, at tú læt meg í fremmandar hendur.
Margreta
Á mamma, tú mást ikki gera mær tað so svárt at sleppa burt. Trúgv ikki tí, at tað fellur mær lætt. Men tá ið eg havi verið har úti eina stutta tíð - havi sæð, hvussu vorðið er, so skal eg koma so tolin aftur. Eg skal verða so nógv, nógv betri við teg, enn eg havi verið higartil. Eg veit tað væl, eg eri ikki góð, eg eri ofta tvør og illa sint, men tað skal blíva øðrvísi. Eg vil bert sleppa út til at læra at blíva góð.
Frú Jensen.
Á Gud, áðrenn tú kemur aftur, eri eg deyð. So kanst tú angra tað, tú hevur forbrotið móti mær á grøv míni.
(Pýltu-Katrin kemur inn.)
Margreta.
Tað var gott, tygum komu, Katrin, nú kunnu tygum steðga hjá mammu, meðan eg fari til konsulinnuna.
Katrin.
Ja, verið ikki ov leingi burtur, og so má frúin halda sær í skinninum.
Margreta.
Á mamma er ikki so ólagalig, og tá ið tit eru blivnar væl kendar, so fer tað at ganga væl tykkara millum.
Frú Jensen (suffar)
Á Gud, á Gud, tann, ið væl var sloppin úr hesum elendiga lívi.
Katrin.
Ja, tá ið ein er blivin eitt sovorðið gamalt skrav, so kann Várharra einki betur gera enn at loysa upp fyri einum. (Við Margretu) Men sigi mær eitt: ætla tygum at fara hiðani við tað sama?
Margreta.
Eg fari nú niðan til konsulinnuna at vita, nær vit skulu fara.
Katrin.
Og so ætla tygum kanska, at eg skal vera hjá frúuni?
Margreta.
Ja, tað vóru vit jú á einum máli um.
Katrin.
Men tað verður nú av ongum kortini, og tað so satt, sum eg eiti Katrin. Um tygum lótu meg forgulla frá høvur til sporl, vildi eg ikki havt eina slíka nátt aftur sum hesa.
Frú Jensen.
Ja, hon var ræðulig. Men Katrin hevur einki at klaga um. Tygum svóvu jú, hvørja ferð eg ringdi.
Katrin.
Tað hevði eisini verið klókari, um frúin hevði stappað seg undir dýnuna og lagt seg at sova í staðin fyri at liggja alla náttina og toga í handa klokkustreingin.
Margreta.
Nú, nú, Katrin, ver ikki so øðislig. Tað gongur væl í lag alt saman.
Katrin.
Nei, mín sjel um tað gongur í lag. Og eg skal siga tygum eitt: fara tygum burtur hiðani, so verði eg her ikki ein tíma longur. So kann hon skapa sær, so galið sum henni lystir (vil fara).
Margreta.
Jamen, verið nú ið hvussu er hjá mammu, meðan eg fari til konsulinnuna. Eg tori ikki at lata hana bíða eftir mær longur.
Frú Jensen (reisist upp í stólinum).
Ja, far - far, tú títt ónatúrliga barn! (hoyknar niður). Á Gud, Gud forbarmi seg yvir meg, eg lati meg doyggja (fellur í óvit).
Margreta (loypur kløkk yvir til marnmuna).
Katrin, skunda tygum - gev mær vætu - mamma doyr (Hon slettir vætu á hana, og hin gamla raknar umsíðir við aftur).
Gustav (kemur inn, meðan Margreta og Katrin fáast við frú Jensen).
Men hvat stendst á? Hevur mamma fingið ilt?
Margreta.
Nú er tað, Gud havi lov, yvirstaðið - hygg nú raknar hon við aftur.
Katrin.
Frúin fekk ilt av at tosa um hesa uttanlandsferðina, Margreta ætlar sær.
Gustav.
Ja, henda vanlukku ferðin. Hana koma vit øll at svíða fyri.
Frú Jensen.
Hvussu var vorðið við mær, børn? Fekk eg ilt? Ája - nú minnist eg tað. Tit skuldu jú fara frá mær øll somul - eingin vil vera hjá mær - heldur ikki Katrin
. Hví eru tit her enn? - Farið tit bara - og tú, Margreta, far tú til tína konsulinnu!
Gustav.
Margreta, kanst tú fáa teg til at fara frá mammu í hesum skili. Sært tú ikki, hvussu hon pínist?
Margeta.
Og eg - eg pínist ikki!
Gustav.
Fert tú, so fái eg ikki eina róliga løtu. Hvussu kann eg fara hiðani, tá ið eg ikki veit, um mamma fær ta røkt, henni krevst. Eg noyðist væl at siga hetta nýggja plássið frá mær.
Margreta.
Á, er ikki eitt av tykkum, sum tykir synd í mær? Hava tit øll svorið tykkum saman móti mær! (Tekur seg um høvdið). Eg má út - burt hiðani. - Hetta orki eg ikki longur (fer).
Frú Jensen.
Fór hon?
Katrin.
Ja, nú fór hon mín sjel beinan vegin til konsulinnuna, og hevur hon skoðað alla ta herligheit, har er, so mugu tygum ikki trúgva, at hon kemur aftur snarliga. Á, tú góðasti Gud, allir møblarnir eru av tí púrasta silkifløyal. Har eru nógv fleiri vasar og krukkur og alt slíkt stás enn í bókhandlinum.
Gustav.
Ja, tað er gaman í, Katrin. Farið tygum nú út í køkin. Eg skal verða hjá mammu.
Katrin:
Jes’ sum tygum eru makaleysur. Eg havi eisini eitt sindur eftir at gera har úti, og so skuldi eg sloppið mær heim eina løtu (fer).
Frú Jensen.
Kom og set teg her, Gustav, og ugga meg eitt sindur.
Gustav.
Ja, neyðars mamma - bara eg kundi. Men tað er jú so syndarligt við Margretu.
Frú Jensen.
Ja, tað er ræðuligt. Men hoyr, Gustav, tú tosaði um, at tú fór at noyðast at siga hatta plássið frá tær. Ger ikki tað fyri alt í verðini. Eg kundi ikki hugsað mær til at havt tað á samvitskuni.
Katrin (kvikliga inn).
Harra mín, har er ein bil uttanfyri við tí fínu dóttur frúina og (við Gustav) frú tygara.
Frú Jensen.
Tær koma eftir mær. Vit skulu vera til døgverð hjá soni mínum.
Katrin.
Á, mín sjel, skal frúan út at koyra í bil? (fer at lata hurðina upp).
(Tá ið Fransiska og Betti koma inn, nígur Katrin kurteisliga og smoyggir sær út aftur eftir hæli).
Fransiska.
Nú, eru tit liðug?
Gustav.
Margreta er ikki her. Vit mugu væl bíða eftir henni.
Frú Jensen.
Hon dugir eisini best at hjálpa mær oman í trappurnar. - Á Gud hjálpi mær, eg gloymi so heilt, at eg skjótt noyðist at umvera hennara hjálp.
Betti.
Men bilurin, hvat gera vit við hann?
Frú Jensen.
Ja so sanniliga, hann kunnu vit ikki lata bíða so leingi. Tað verður hópin dýrari.
Fransiska.
Leggið tit ikki lag í tað. Bilmaðurin hevur tíð at bíða, tað skal eg nokk greiða við hann. Men hvar er Margreta?
Frú Jensen.
Hon er farin til konsulinnuna.
Betti.
So hon hevur tó hjarta til tað.
Gustav.
Ja, og mamma hevur enntá verið so sjúk. Hon svímaði í áðni.
Betti.
Harrin rámar væl eina ferð Margretu. Hon fer at angra tað, hon nú ger.
Frú Jensen.
Á, so er tað ov seint. Tí tá liggi eg væl goymd undir moldum.
Fransiska.
Latið okkum nú ikki tosa um, at Várharra skal ráma og deyða og grøv. Tað er ikki slíkt, eg eri komin til. - Eg vil, at vit skulu hava tað stuttligt saman. Nú koyra vit fyrst ein langan túr. Vit skulu nokk fáa mammu væl hýrda.
Frú Jensen.
Tað verði eg altíð, tá ið eg síggi teg, barn mítt. Tú bert sólina við tær.
Fransiska.
Tað er tí, at einki tyngir meg. Eg eri løtt og glað sum fuglurin í luftini.
Betti.
Er einki - slættis einki, ið tyngir teg? Heldur ikki, tá ið tú minnist aftur í tíðina?
Fransiska.
Pyh, sovorðið pjøpp og pjank fáist eg sanniliga ikki við at hugsa um.
(Margreta inn, fer yvir um gólvið til sítt vanliga pláss, setir seg at hekkla).
Betti.
So set teg nú ikki at hekkla. Vit skulu jú út at koyra, bilurin hevur longu bíðað leingi eftir okkum.
Gustav.
Hevur tú so verið hjá konsulinnuni?
Margreta (kvirr).
Ja - eg havi verið har.
Frú Jensen.
Nær skulu tit so av stað - og nær fert tú frá mær neyðars menniskja?
Margreta (kvirr).
Eg fari ongan veg. Eg havi sagt við konsulinunna, at eg komi ikki við henni.
Betti.
Hygg og síggj! Tað má eg siga, hatta er tað vakrasta, eg enn havi hoyrt til tín.
Frú Jensen.
Ja, Harrin havi lov og takk. Margreta er ein góð genta kortini, hon er góð við gomlu mammu sína.
Gustav.
Har tókst tú eina tunga byrðu frá mær. Nú kann eg fari hiðani uttan ampa.
Fransiska (fer til Margretu, vil kyssa hana).
Ja, hetta var søtt av tær, Margreta. Tað skalt tú hava ein muss fyri.
Margreta (ger seg leysa frá Fransisku).
Nei - nei - tit skulu ikki takka mær. Eg havi ikki gjørt tað av góðsku, men av ússaligheit. Eg bar ótta fyri mær sjálvari, ótta fyri at minnið um mammusa hjálparloysi altíð fór at koma mær tvørt fyri, tá ið eg skuldi hava eina lukkuliga løtu, eg óttaðist, at eg ikki fór at hava kreftir til at kvistra tað burt, men at tað fór at koma aftur og aftur fram fyri meg. Eg visti alla tíðina, at eg tordi ikki at fara, men eg royndi at herða meg, lúgva fyri mær sjálvari, látast sum eg hevði dirvi.
Betti.
Gud hevur, meðan tíð var, vakt samvitsku tína.
Margreta.
Nei, men tit noyddu meg. Ja, tit noyddu meg øll somul. Ikki einum av tykkum tykti synd í mær. - Tit spentu meg so fast, at eg maktaði ikki at gera meg leysa.
Gustav (ovfarin).
Men Margreta - Eingin hevur tó forboðið tær - -
Margreta (uppøst).
Nei, einaferð mugu tit sleppa mær - einaferð noyðast tit at geva meg leysa. – Tá ið deyðin heintar meg til hina síðstu stóru ferð, so – ja, so sleppi eg frá tykkum (grætur stillisliga).
Viðmerkingar
Charlotte Juliane Sofie Eilersgaardskrivaði henda leikin, sum á donskum nevnist “Gertrud”. Hon var fødd í Hjørring í Jútlandi 25. mars 1858 og doyði 9. mai 1922 í Helsingør á Sælandi.
Blaðung yrkti hon dúgliga, men einki varð prentað. Hon giftist tjúgu ára gomul og arbeiddi heima, meðan børnini vóru smá. Tá ið børnini (fýra í tali, fødd millum 1879 og 1886) vóru um at vera undankomin, fór hon aftur at skriva, og í 1893 metti leikhúsið Ålborg Teater, at leikrit hennara “Ulige Kaar” var so gott, at tað kundi setast á pall.
Soleiðis byrjaði eitt ritverk, sum tilsamans taldi stívliga tjúgu bøkur, mest skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit.
Verk hennara viðgera serliga tær broytingar, sum hendu innanhýsis, tá ið kvinnur fóru at vita til sín sum kvinnur og hildu uppá, at tær kundu fara út at arbeiða.
Hesum viðvíkjandi var sjónarhorn hennara tvítýtt: Hon viðurkendi, at tað var eitt framstig, at kvinnur løgdu til brots í politiskum starvi og fingu møguleika at fara út at arbeiða. Men hinvegin helt hon, at øll vóru best farin, kundu møður vera um børnini heima.
Í øllum tí, hon skrivaði, sæst týðiliga, at hon heldur við tí kúgaða partinum, tí, sum er við sviðusoð.
Hetta kemur eina týðiligast fram í leikinum “Gertrud”, 1896 (á føroyskum: “Vónbrot”, 1927), sum snýr seg um eina ráðaríka mammu, sum kúgar ógiftu dóttur sína, og í skaldsøguni “De værgeløse”, 1903, sum snýr seg um ein pápa, sum hevur so stórar ætlanir við børnum sínum, at tað hóttir við at spilla teimum tilveruna.
Umframt prentaðu bøkurnar liggja eftir hana fleiri óprentað leikrit, sum vórðu sett á pall í Keypmannahavn og/ella í hinum stóru býunum í Danmark. Størstu undirtøku fekk “Jægermesterinden”, sum kom út sum skaldsøga í 1907. Árið eftir varð søgan sett á pall í kenda leikhúsinum í høvuðsstaðnum “Folketeatret”.
Hesin leikurin snýr seg um eina dúgliga kvinnu, sum fær foreldur síni, ein herovasta og húshaldskonu hansara, til at giftast og soleiðis fáa viðurskiftini í rættlag. Hetta er ein skemtileikur í fýra pørtum, sum varð frumsýndur 12. januar í 1908. Hann var sýndur 32 ferðir í “Folketeatret” og síðani varð farið við honum til “Aarhus Teater”, har hann varð sýndur fyrstu ferð 2. mai í 1909.
Danskar bókmentasøgur meta, at verk hennara sýna eldhuga og kunnu metast sum týdningarmikið íkast til kjakið um kvinnupolitiskar spurningar, ið uppi vóru í tíðini, men listaliga kundi hon havt arbeitt meira við tekstunum.
Charlotte Eilersgaard var sera virkin serliga frá aldamótinum 1900. Hon og maður hennara fluttu í 1898 til Middelfart, har hann gjørdist blaðstjóri á Middelfart Avis, og frá 1905, til hon doyði, stýrdi hon Aarup Avis, sum spratt úr blaðnum, sum maðurin ritstýrdi. Hon var virkin í Danska Reyða Krossi, og í 1903 varð hon kosin forkvinna í deildini hjá Dansk Kvindesamfund í Middelfart. Í 1904 var hon á ráðstevnu hjá The International Council of Women í Berlin. Tá ið kvinnur í 1915 høvdu fingið valrætt í Danmark, mælti hon til, at kvinnur skuldu samstarva við menn og fara upp í teir flokkar, sum tá vóru til og ikki stovna serstakan kvinnuflokk. Sjálv stuðlaði hon Vinstra-flokkinum.
Seinastu árini skrivaði hon tvey verk, sum snúgva seg um óloystu tvístøðuna millum frígering og móðurleiklutin. Skaldsøgan “Sprængt”, 1917, snýr seg um rættin hjá eini kvinnu at velja móðurleiklutin í staðin fyri eina lívsleið sum ein, ið byggir sær eina lívsleið sum fyrilestrarhaldari; bókin “Plejedatteren”, 1918, evnislýsir rættin hjá ungum gentum at fáa útbúgving og verjir tær kvinnur, sum sjálvar vilja velja lívsleið.
*
Leikurin “Gertrud” varð frumsýndur á Dagmar-teatret 15. mai 1896. Hann kom út á føroyskum í 1927 og hevur fingið heitið “Vónbrot”.
Í “Tingakrossi” nr. 18 og í “Dimmalætting” nr. 34, 4. mai 1927 stendur henda lýsing:
“Sjónleikirnir “VÓNBROT” í 2 pørtum eftir Charlotte Eilersgaard og “GANDAKALLURIN” í 1 parti eftir Hallvard Handi verða spældir í Sjónleikarhúsinum sunnukvøldið 8. mai kl. 6 og mánakvøldið 9. mai kl. 7.
Generalprøvi leygarkvøld 7. mai kl. 7 bert fyri børn 6-14 ár.
Bilettir eru at fáa í H.N. Jacobsens bókahandli: Til generalprøva frá leygardegi kl. 12, til sunnukvøld frá leygardegi kl. 12, til mánakvøld fra mánadegi kl. 12.
Vanligir prísir.”
Hvørki í føroysku útgávuni ella í lýsingini um, at leikurin verður settur á pall, verður viðmerkt, hvør ið hevur týtt. Hetta kemur undan kavi í útgávuni av Torvald Tu- leikinum “Giftingarfør genta”, 1929. Har er á baksíðuni yvirlit yvir teir leikir, ið felagið Varðin hevur givið út árini 1922-1928. Millum teirra er “Vónbrot”, og lagt verður aftrat: Týtt hevur C. Holm-Isaksen, tað er Kristin í Geil.
Chr. Holm - Isaksen varð føddur í Havn í 1877. Vanliga varð hann millum manna kallaður Kristin í Geil eftir heimahúsum sínum.
Hann var 12 ára gamal, tá ið Føringafelag varð stovnsett, og 13 ára gamal, tá ið fyrsta nummar av “Føringatíðindum” kom út. Við øllum ungdómsins eldhuga tók hann av fullum huga undir við tjóðskaparrørsluni, og aftan á eitt skifti at hava verið í Danmark, har Georg Brandes júst hevði heygsett romantikkin og knæsett naturalismuna, kom hann heim aftur hugtikin av aðrari stevnu, hini sosialistisku.
Fyri honum var tjóðskaparrørsla ikki nóg mikið, hon átti at vera sosialistisk.
Um aldaskiftið fór at ganga aftur á hondina við teimum báðum bløðunum, ið bóru fram boðskap sín á føroyskum. Undirtøkan var ikki so stór, tí partvíst var Føringafelag at kalla farið í tvíningar, partvíst tyktist tað torført at fáa fólk at taka undir við blaði, ið bert borðreiddi við føroyskum tilfari.
Fyrsta blaðroyndin í nýggju øldini er »Tingakrossur«, sum kom út á fyrsta sinni í 1901. Í byrjan var tað nógva av innihaldinum skrivað á donskum, men sum frá leið og »Krossur« gjørdist málgagn Sjálvstýrisfloksins frá 1906, fekk føroyska málið yvirvág í blaðnum.
Hin tá 23 ára gamli Kristin í Geil var frá byrjan kosin til blaðstjóra á “Tingakrossi”, og hetta starv røkti hann, tá ið sæð verður burtur frá einum ári, uttan slit, til hann í byrjan av tríatiárunum legði frá sær vegna sjúku.
Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnamann enn hann.
Kristin í Geil var fyrst og fremst blaðmaður, men hann royndi seg eisini sum bókmentamaður. Hann yrkti sjálvur og týddi yrkingar, m.a. fyrsta sosialistsongin »Brátt lýsir í eystri«, men størsta týdningin man hann hava havt innan føroyskt sjónleikarlív, har hann var oddamaður bæði sum fyrireikari og leikari alt frá miðskeiðis í 1890-árunum, til hann vegna heilsubrek gav frá sær.
Hann týddi fleiri leikir til føroyskt og skrivaði sjálvur hin vælumtókta sjónleikin “Ófriðarligar tíðir” (1908), sum snýr seg um vitjan enska Brillumansins í Havn í 1808 og óræddu framferð Nólsoyar-Páls í hesum døgum. Kristin í Geil doyði í 1935.
Í týðing síni av leikinum “Gertrud” viðmerkir Kristin í Geil ikki, at teir báðir partarnir eru býttir sundur í pallmyndir (á donskum rópt “scener”). Í fyrra parti eru tær 12, í seinna 17. Týðarin nýtir onnur nøvn enn tey, ið nýtt verða í donsku útgávuni, men tey kunnu ikki sigast at vera føroyskað sum so. Hetta er galdandi bæði fyri fólkanøvn og staðanøvn.
Á donskum og føroyskum verða leikararnir nevndir soleiðis:
Fru Jantsen
Frú Jensen 65 ár
Gertrud, fru Jantsens datter
Margreta 40 ár, dóttir frú Jensen
Franziska, fru Jantsens datter
Fransiska 35 ár, dóttir frú Jensen
Gustav Jantsen
Gustav Jensen
Betty, hans Hustru
Betti, kona hansara
Karl.
Karl, sonur teirra, 8 ár
Madam Syndergaard (gaar tilhaande hos fru Jantsen)
Pýltu-Katrin
Doktoren.
Doktarin.
Persónar, ið verða nevndir, men ikki koma á pall: Dorte, dóttir Pýltu-Katrina, verður nevnd Durita. Ein grosserer Jørgensen er handilsmaður í føroysku týðingini og nevnist Alfred Joensen. Nevnt verður í upprunaleikinum, at Gustav skal flyta til Hobro. Tað staðarnavnið hevur týðarin ikki við.
Hann leggur eisini burturúr nøkur tilsvar, sum hann man meta siga føroyingum minni enn dønum t.d. hetta brotið, sum Gertrud (á føroyskum, Margreta) sigur:
“en Flaske Esprit de Valdemar” – í føroysku týðingini: “eina fløsku við luktilsi”,
og hesi bæði, sum madam Syndergaard sigur:
“Nu skal Tysken jo ha’ det hele, selv om osse Fattigfolk her til Lands sulter ihjel.”
“Det er ham med den pæne Villa med de Røde Mursten og med Haven, hvor de har stillet det sølle Fruentimmer op, som de har hugget begge Armene af” (Hetta vísir seg at vera ein Venus-standmynd).
Hinvegin eru eisini dømi um, at høvundurin ger føroysku áskoðarunum myndina greiðari:
Madam Syndergaard: “Men fordi man ikke kan skruppe saadan et gammelt Kadaver Helsen til, saa har man ikke Gaver.”
Pýltu-Katrin: “Men tá ið ein ikki kann skúra heilsuna aftur í eina slíka gamla avdeyðaær, hevur ein ikki gávur.”
*
Tað hevur ikki borið til at funnið aðrar framførslur enn hesa í Havn í 1927.
Heimildir
Bókmentir
“Bogvennen”, 1916.
Dahl, Árni: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
danskforfatterleksikon.dk.
“Dansk Biografisk Leksikon”, 3. udgave, Gyldendal 1979-84.
“Dimmalætting” nr. 34, 1929.
Eilersgaard, Charlotte Juliane Sofie: “De værgeløse”, Gyldendal 1903.
Eilersgaard, Charlotte Juliane Sofie: “Gertrud”, skuespil i to akter, Gyldendal 1896.
Eilersgaard, Charlotte Juliane Sofie: “Jægermesterinden”, Gyldendal 1907.
Eilersgaard, Charlotte Juliane Sofie: “Plejedatteren”, Fortælling. Gyldendal 1918.
Eilersgaard, Charlotte Juliane Sofie: “Sprængt”, fortælling om en mor, Gyldendal, 1917.
Eilersgaard, Charlotte Juliane Sofie: “Ulige Kaar”, leikrit 1893.
Eilersgaard, Charlotte Juliane Sofie: “Vónbrot”. C. Holm-Isaksen týddi. Varðin 1927.
Holm-Isaksen, Kristin: “Brátt lýsir í eystri”. Týddur úr donskum eftir Overby, Ulrich Peter: “Snart dages det brødre”. Týðingin er prentað í 1899.
Holm-Isaksen, Kristin: “Ófriðarligar tíðir”, søgumynd í trimum pørtum, 1908, 2. útg. (Leikrit 7), Fannir 2013.
“Husmoderens Blad” 18/1922.
“Middelfart Avis” 11.5.1922.
“Tidens kvinder”, 1922, nr. 20.
“Tingakrossur” nr. 1, 1901
“Tingakrossur” nr. 18, 1927
Tu, Torvald: “Giftingarfør genta”, skemtispæl í trimum pørtum. Nyholm Debess týddi, Varðin 1929.
Summary
The Danish playwright Charlotte Eilersgaard was born in 1858. She was married at twenty and worked at home while her children were small. Then she started writing. Her first play was performed in 1893 and was followed by novels, short stories and plays.
She deals with the changes in a househould when the mother wants to go out to work. She is divided between accepting women’s right to be politically active and free to work independently and her opinion that it is for the best if mothers are able to be with their children at home while they grow up.
In all her writing she firmly supports those who are oppressed. You see this very clearly in the play “Vónbrot” (in Danish: Gertrud, 1896) which Kristin Holm-Isaksen translated into Faroese in 1927.
The play deals with a mother who in her old age depends upon her grown-up daughter. A rich widow takes pity upon this daughter and invites her to go with her to Italy. The daughter feels this a solution, at least as a much needed break in her monotonous everyday life as her mother’s slave.
As those around her realize that she is serious about accepting the invitation, all sorts of obstacles are produced until in the end the daughter gives up her plan and resigns herself to her hopeless position.