• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Gera plakatir mun?

Eitt tað fyrsta vit varnast, tá løgtingsvali nærkast, eru plakatir. Í dag eru allar flestu plakatir ein andlitsmynd av valevninum. Fyrr var í størri mun talan um ein politiskan boðskap, sum ein flokkur, ið valevnið stuðlaði, stóð fyri. Ein munur er eisini, at í dag eru plakatirnar fotomyndir, meðan valplakatir fyrr vóru teknaðar ella málaðar í hond, ofta við skemti. Í triða lagi kunnu vit eisini siga, at plakatirnar í dag eru munandi størri enn vit hava sæð fyrr. Tað merkir eisini at andlitini á teimum sum stilla upp kennast nærri og nærri. Tá vit síggja valsendingar í Sjónvarpinum sæst hetta sama aftur. Valevnini eru nærri og nærri. Á Facebook sæst eisini at fleiri valevni gera egnar filmar um evni, sum tey leggja dent á og vilja verða vald uppá. Tá er valevnið sjálvt í miðdeplinum

 

 

Uppgávur

  • Hvar hevur tú sæð flestu valplakatirnar?
  • Hevur tú sæð valplakatir, sum eru av øðrum slagi enn prenti?
  • Kann ein valdystur hugsast, sum er púra uttan plakatir?
  • Hvat man tað krevja av einum valevni, tá linsan verður stungin beint upp í andlitið, og journalisturin ikki gevst at spyrja?
  • Finn ein film á Facebook, sum eitt valevni sjálvt hevur gjørt við sær sjálvum í miðdeplinum. Hvat er endamálið við filminum og hvussu riggar filmurin?
  • Spyrji ein journalist, fotograf, prentara ella grafikara um tað vakrastu plakatina. Hvør er hon og hví?
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019