• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Valfilmur 1

Hygg at hesum filmi á talvuni. Filmurin er lýsing hjá einum valevni til løgtingsvalið í 2015.

1 Hvønn flokk umboðar valevnið?
2 Hvussu ber valevnið boðskapin fram?
3 Hvat er endamálið við filminum?
4 Hvør er við í filminum og hvør er støðan?
5 Greið frá leiklutunum í filminum.
6 Greið frá, hvussu ljósið er brúkt í filminum.
7 Hevur tú sæð aðrar flokkar brúka hesa støðu, sum filmurin byggir á?
8 Met um, hvønn málbólk flokkurin ætlar at náa.
9 Gev karakter og grundgev.

Valfilmur 2

Hygg at hesum filmi, sum er gjørdur til løgtingsvalið í 2015.

1 Hvønn flokk umboðar valevnið?

2 Hvør er boðskapurin, sagdur í einum setningi?

3 Hvussu ber valevnið boðskapin fram?

4 Hvat er endamálið við hesum filminum?

5 Greið frá samskiftisstøðuni: Hvør er við í filminum? Met um, hvønn málbólk valevnið tosar við.

6 Gev karakter og grundgev.

Lesið henda tekst frá bispi um fólkakirkjuna og løgtingsvalið, sum var í 2015. Greinið, hvat prestur sigur.

1 Kannið eftir, um nøkur orsøk er til, at bispur henda dag skrivar júst henda tekst.

2 Er teksturin ein kunngerð, tíðindi ella vinaráð?

3 Greiðið frá, hvør munur er á tílíkum tekstum.

Siður er, at politiskir veljarafundir enda við tjóðsanginum. Her er ein upptøka av tjóðsanginum á ólavsøku í 2011.

1 Hvønn týdning hevur sangurin, tá hann verður brúktur á ólavsøku og at enda partapolitiskar veljarafundir við?

2 Verður Gud nevndur í sanginum?

3 Kannið eftir um sangurin stendur í sálmabókini ella nakrari aðrari sangbók, sum samkomur brúka.

4 Tá bispur sigur, at kirkjan ikki er partur av valstríðnum, hví verður so hesin sangur brúktur á veljarafundum? Kundi ein annar sangur verði brúktur at enda partapolitiskar veljarafundir við?

5 Kundi ein annar sangur, sum ikki nevnir Gud, verði brúktur sum tjóðsangur?

6 Kennir tú onnur høvi, har tjóðsangurin verður brúktur?

 

Um temasíðuna

Temasíðan er um løgtingsval og fólkastýri.

Málbólkurin er lærarar og næmingar í miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.

 

 

Aftur til byrjan

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019