• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Góðu flokkar

Nýtt tema á undirvísingarportalinum Snar er um løgtingsvalið 2019.

Til nýggju temasíðuna fara vit at bjóða øllum politisku flokkunum at senda okkum ein videofilm, sum er ein minutt til longdar og vendir sær til næmingar, ið eru 14 ár og eldri.

Filmurin kann byrja við persónliga setninginum: “Góði næmingur...” og kann enda við útgangsorðunum: “Tit hava ikki valrætt enn, men næstu ferð er valið tykkara. Tá eiga tit at minnast til at velja ...(navnið á flokkinum)”.

Endamálið er at venja næmingin at síggja ein politikara tosa og at meta um tað, sum sagt verður.

Formaðurin í politiska flokkinum tosar, ella eitt annað valevni, sum floksformaðurin velur.

Upptøkan kann vera gjørd við fartelefon, men andlitið á tí, sum tosar skal verða sjónligt og røddin skal hoyrast væl.

Lidna upptøkan verður send til margmiðlasmiðin hjá Snar.

Vónandi hevur hetta tykkara áhuga.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019