Skip to main content

Løgtingsskattaveiða

 Til hádeild og miðnám  

Er Løgtingsvalið megarotið? Hevur tú einki skil fyri politikki? Ongan áhuga? Hevur tú bestan hug at sløkkja ella skrolla víðari, tá ein politikari roynir at fáa uppmerksemi?

Kanska kann ein lítil skattaveiða kveikja tín áhuga. Kanska eru onkrir gullklumpar at finna, ið tú kanst taka við tær. Kanska vísir okkurt valevni seg at vera ein sannur gullklumpur? Undir øllum umstøðum er eitt satt gullnám av vitan at finna, um bara tú leggur í at leita.

Henda skattaveiða gongur fyri seg bæði á netinum og í tínum heimstaði. Partur av uppgávuni kann sostatt loysast í skúlanum, meðan partur má loysast heima. Tit kunnu fara á skattaveiðu hvør sær, í pørum ella í bólkum.

Neyðugt er ikki at loysa uppgávurnar í ásettu raðfylgju. Eisini ber til at loysa eina uppgávu um dagin.

Tað týdningarmesta er, at tit hava tað stuttligt og læra nakað.

 

Hvørji valevni stilla upp í tínum lokalumhvørvi?

  • Ger fyrst eitt hugarok. Hvørji valevni renna tær til hugs, ið eru frá tíni bygd/býlingi?
  • Leita síðani á portalum ella heimasíðum eftir valevnum, ið stilla upp.
  • Síðani kanst tú kanna málið nærri í tínum lokaløki ella spyrja tíni foreldur.
  • Kjakið um úrslitið. Hvussu er við javnstøðuni? Hvat er eitt ungt valevni í grundini?

 

Kvinnur

Menn

Ung

Fólkaflokkurin

 

 

 

Sambandsflokkurin

 

 

 

Javnaðarflokkurin

 

 

 

Sjálvstýri

 

 

 

Tjóðveldi

 

 

 

Framsókn

 

 

 

Miðflokkurin

 

 

 


Far inn á kvf.fo/val og kanna um nøkur av lokalu valevnunum frá undanfarna løgtingsvali eisini stilla upp í ár.

  • Hvussu nógvar atkvøður fingu hesi valevni?
  • Hvørji lokal valevni eru nýggj?
  • Vóru nøkur valevni úr øðrum økjum, ið fingu nógvar atkvøður? Hví man tað vera?
  • Kjakið um fyrimunir og vansar við at velja lokalt heldur enn at velja t.d. eftir hugsjón.

Er tín familja politiskt áhugað?

  • Spyr tíni foreldur, ommur, abbar ella onnur um nakar politikari er í ætt við teg ella um onkrir forfedrar hava verið politikarar.
  • Hvørji hava verið landspolitikarar?
  • Hvørji hava verið kommunupolitikarar?
  • Hvørji hava á annan hátt verið politiskt aktiv í felagskapum, stovnum, áhugafeløgum o.l.?
  • Ella hevur tú kanska sjálv/ur ein politikara í búkinum?

Hvørji valevni hava sett upp plakatir á vegnum ella í økinum, har tú býrt?

  • Tak myndir – møguliga selfies – av plakatunum og legg tær við sum fylgiskjøl.
  • Eru plakatirnar standardiseraðar, ella eru nakrir lokalir ella persónligir boðskapir á teimum?
  • Raðfest hvørjar fimm plakatir, tú heldur eru bestar. Grundgev!
  • Kjakið um fyrimunir og vansar við valplakatum í mun til aðrar lýsingarhættir, t.d. á sosialum miðlum.

Nummar

Plakat hjá

Grundgeving

1

 

 

2

 

 

3

 

 

4

 

 

5

 

 

 


Politikarar á sosialum miðlum

  • Kannið hvørjir politikarar eru á sosialum miðlum. Hvørjar pallar brúka teir?
  • Er nakað mynstur í hvørjir politikarar brúka hvørjar sosialar miðlar?
  • Kjakið um fyrimunir og vansar við sosialum miðlum í mun til aðrar lýsingarhættir, t.d. lesarabrøv í bløðum ella á portalum.

Pallur

Facebook

Instagram

Tiktok

Youtube

Annað

Politikarar

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Vitja heimasíðurnar hjá ymiskum flokkunum

  • Skriva niður ymiskar eygleiðingar um flokkin.
  • Hevur heimasíðan ávíst snið? Ganga litir ella ímyndir aftur? Er ein grafiskur samleiki?
  • Eru persónsmyndirnar tiknar av sama fotografi, ella eru tær tiknar sum best ber til?
  • Eru onnur áhugaverd ting á heimasíðuni?

 

Url

Litir, ímyndir og grafikkur

Persónsmyndir – er nakar ávísur stílur?

Annað

Fólkaflokkurin

folkaflokkurin.fo

 

 

 

Sambandsflokkurin

samband.fo

 

 

 

Javnaðarflokkurin

j.fo

 

 

 

Sjálvstýri

sjalvstyri.fo

 

 

 

Tjóðveldi

tjodveldi.fo

 

 

 

Framsókn

framsokn.fo

 

 

 

Miðflokkurin

midflokkurin.fo

 

 

 


Veljarakanningar og samgongumøguleikar

  • Fyritøkan Spyr.fo ger veljarakanningar fyri miðlar, flokkar og onnur. Leita eftir síðuni “Barometrið: Síggj veljarakanningarnar síðani valið”, har nógvar veljarakanningar eru at finna.
  • Samanber gongdirnar hjá ymisku flokkunum frá farna vali til í dag.
  • Kjakið um orsøkirnar til hesar gongdir.
  • Metið um hvørjir samgongumøguleikar munnu vera eftir Løgtingsvalið.

Ger eitt orðaskýggj

  • Far inn á heimasíðuna worditout.com ella aðra orðaskýggj-tænastu. Leitorð: “Wordcloud”.
  • Finn lesarabrøv hjá úrvaldum politikarum og ger orðaskýggj av teimum.
  • Kopiera tekstin inn í skipanina. Tillaga hana t.d. við orðalongdum, litum o.l.
  • Goym orðaskýggið og minst til kelduávísing!
  • Kjakið um orðaskýggið. Hvat heldur hesin politikarin?
  • Samanber ymisk orðaskýggja frá ymiskum politikarum.

Ger tína egnu valplakat

  • Far inn á youprint.com, fotor.com ella líknandi heimasíðu, har til ber at gera online-valplakatir. Leitorð: “free election posters”. Eisini ber til at seta hana upp í PowerPoint
  • Finn eina góða mynd. Ella tak hana við telefonini.
  • Finn góð slagorð, lyfti og annað at skriva á plakatina.
  • Prenta plakatina út sum pdf ella myndafíl og goym hana.

(Til ber sjálvandi eisini at gera eina plakat við papíri, saksi, lími o.s.fr.)