Skip to main content

Heimsins lond   →   Afrika


Egyptaland


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Kairo

Vídd: 1.001.450 km2

Fólkatal: 80.471.869  

Almentmál:
arabiskt

Átrúnaður: 
islam 94% kristindómur og aðrir 6%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
egyptiskt pund (EGP)

Egyptaland

Sagt verður at Egyptaland er gáva frá Nilá. Og her fram við Nilá kom upp ein av fyrstu stóru mentanum í heiminum undir stýri faraoanna fyri meiri enn 5.000 árum síðan. Meginparturin av landinum er turr sandoyðimørk, og bara fram við ánni er fruktagóður geiri. Har áin rennur í havið, eru stórar fruktagóðar oyrar. Um 99% av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niláaroyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nasservatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser. Flestu fólk tala arabiskt og eru muslimar. Grundarlagið undir búskapinum er landbúnaður, olja, ferðavinna, inntøkurnar frá skipum, ið sigla ígjøgnum Suezveitina, og peningur frá egyptum, sum arbeiða uttanlands.

Í Kairo og økinum rundanum búgva uml. 18 mió. fólk. Býurin er størstur í Afrika og ein av teimum býum sum veksur skjótast. Íbúðarneyðin er ovurstór, og mong av teimum, sum flyta til býin, mega búgva í skitnum, ovbygdum fátækrabýlingum. Mong búgva ímillum leiðini í Býi Teirra Deyðu, sum er ovurstórur leiðisgarður í útryðjuni í býnum. Fólk hava eisini búsett seg á tekjunum á mongu háhúsunum í Keiro.

Suezveitin er ímillum Reyðahav og Miðjarðarhav. Hon er longsta og týdningarmesta grivna siglingarveit í heiminum og styttir ógvuliga nógv um sigling arleiðina úr Evropa til India og Eysturasia. Frammanundan máttu øll skip sigla suður um Afrika. Veitin, sum varð grivin við bretskari og franskari hjálp, varð liðug í 1869. Síðan er hon dýpt og breiðkað, so hvørt skipini eru vorðin størri. Suezveitin kom undir egyptiskt yvirræði í 1956. Nú á døgum er avgjaldið fyri skip, ið sigla ígjøgnum veitina, týdningarmikil inntøka hjá egyptiska ríkiskassanum.

Í Egyptalandi eru mong fornminni. Hvørt ár koma fleiri mió. ferðafólk til Egyptalands at síggja pýramidurnar og onnur fornminni, ella at sigla á Nilá. Pýramidurnar vórðu bygdar til gravstaðir hjá faraonum fyri meiri enn 4.000 árum síðan. Tær eru eitt av teimum sjey undurverkunum í heiminum úr fornøld, og tað einasta, sum er eftir.

Mangir egyptiskir bøndur, felahin, dyrka jørðina, so sum siður hevur verið leingi; teir dyrka bummull, hveiti, rís, sukur, frukt ella grønmeti. Egyptaland er tað land í heiminum, sum dyrkar mest av dadlum. Ein onnur týdningarmikil grøði er berseem, eitt smæruslag, ið verður nýtt til dýrafóður. Egyptar dyrka eisini nógva bummull. Mong fólk arbeiða í klædnaídnaðinum tey spinna, veva og lita bummullarklæði.