Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Etiopia


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Addis Abeba

Vídd: 1.221.900 km2

Fólkatal: 85.237.338 

Almentmál:
amhariskt

Átrúnaður: 
islam 47% kristindómur 37% afrikanskir átrúnaðir 17% og aðrir 3%

Stýrirlag: 
samveldislýveldi

Gjaldoyra: 
etiopiskur birr (ETB)

Etiopia

Seinastu árini hevur turkur, hungursneyð og kríggj gingið á Etiopia, ið er land við sjáldsomum og gomlum siðum. Í 1984-85 var ræðulig hungursneyð í hálendinum fyri norðan; neyðin kom av borgarakríggi, turki, ovfólkan, og at búnaðarjørðin varð útarmað. Um somu tíð kríggjaðist Etiopia við Eritrea. Kríggið endaði í 1991.

Høvuðsstaðurin Addis Abeba, har búgva 3 milliónir fólk, er størsti býur í Etiopia. Býurin veksur skjótt, og har búgva mong flóttafólk úr Norðuretiopia og Eritrea. Alt ov fá hús eru til alt fólkið, og eini 20.000 børn eru heimleys. Mong fólk búgva í fátækrabýlingum, har sum hvørki er reint vatn ella toilett. Ikki er óvanligt, at stór húski - eini 8 til 10 fólk - búgva í einum rúmi.

Fýra av fimm etiopiarum liva av landbúnaði og dyrka t.d. teff (eitt kornslag) ella halda húsdýr. Týdningarmesta útflutningsgrøðin er kaffi, sum mest verður dyrkað í fjøllunum í landslutinum Kaffa, sum hevur givið hesi viðgitnu njótingarplantu navn.

Í Etiopia eru mong fólkasløg, sum øll hava egið mál og sínar egnu frásagna-, tónleika- og dansisiðir. Fólkadansarar siga søgur úr gerandislívinum. Tónleikur og sangur eiga stóran leiklut, tá ið bygdafólk siga frá siðum sínum og mentan.

Konufólkini høgga brenni og bera til hús, annaðhvørt at nýta heima ella at selja. Trupulleikin er, at skógurin í Etiopia verður týndur. Tá ið eingi trø eru, rennur moldin burtur í áarføri, ella hon fykur burtur í vindi. Soleiðis er nógv búnaðarjørð oyðiløgd og vorðin til oyðið skridnalendi.

Tjóðarrætturin í Etiopia er enjera, ið er bleytt flatbreyð, bakað av teffmjøli, etið aftur við stúvningi av kjøti og grønmeti. Sterk, vælkryddað sós, nevnd wot, verður stoytt oman yvir rættin. Rátt neytakjøt við sterkum kryddi og bræddum smøri er gildismatur.

Etiopiska ortodoksa kirkjan hevur røtur sínar aftur í 4. øld. Stórslignastu minnismerki hennara eru kirkjurnar í býnum Lalibela; tær vórðu høgdar inn í klettin í 12. øld. Kirkjan í Etiopia líkist kirkjunum í Eysturevropa og hevur eisini goymt einstakar jødiskar siði; men hon hevur síni egnu stórslignu hátíðarhald og sínar egnu høgtíðir.