Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Kenja


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Nairobi

Vídd: 580.370 km2

Fólkatal: 40.046.566

Alment mál: swahili og enskt

Átrúnaður:
kristindómur 78% afrikanskir átrúnaðir 10% islam 10% og aðrir 2%

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kenjanskur skillingur (KES)

Kenja

Síðan Kenja loysti frá Bretlandi í 1963, hava viðurskiftini í landinum verið rættiliga støðug og politiska stýrið mest sum fólkaræðiligt. Tá ið Kenja var bretskt hjáland, var stórur dentur lagdur á at dyrka grøði til útflutnings; hetta varð gjørt á stórum gørðum, og gott vegakervið við vegum og jarnbreytum varð lagt. Kenja er eitt av ríkastu londunum í Afrika. Nógv kaffi og te verða útflutt, og sjáldsomu dýrini í stóru tjóðargørðunum, eitt nú Nairobi tjóðargarðinum, draga mong ferðafólk til landið. Meginparturin av fólkinum livir av jarðarbrúki og dýrahaldi til egna nýtslu. Fáastaðni í heiminum fjølgast fólkið so skjótt sum í Kenja, fólkavøksturin elvir til fátækadømi, stríð um rættindi til jørðina og ósemju ímillum fólkasløgini.

Høvuðsstaðurin í Kenja, Nairobi, er á háslættanum, har dýr sum leyvur, giraffar og gepardar eru vanlig sjón, enntá tætt við býin. Nairobi er størsti býurin í Eysturafrika, har búgva yvir tríggjar milliónir fólk (2009). Býurin varð bygdur sum jarnbreytarstøð, tá ið jarnbreytin úr Uganda til størsta havnabýin í Kenja varð løgd.

Týdningarmesti útflutningur í Kenja er landbúnaðarvørur, men nógvastaðni er ov turt at dyrka jørðina. Besta landbúnaðarjørðin í Kenja er í útsynningspartinum í landinum. Í hálendinum - har meiri avfall er - verða dyrkað te, kaffi, hveiti, mais, sissal og sukurrør. Har turrast er, eru stórir neytagarðar, har teir halda mjólkneyt og sláturneyt. Nógv grønmeti verður eisini dyrkað, har tað ber til at veita vatn á lendið úr vøtnum og byrgingum; til dømis verða grønar bønir fluttar út við flogfari.

Rennararnir á leiðini við Stóra Rivudal í Kenja eru av allar bestu langrennarum í  heiminum. Í 3.000 metra forðarenning hava teir vunnið olympiskt gull átta ferðir í 10 teimum seinastu leikunum. At teir eru so treystir at renna, kann vera av tí, at teir búgva í hálendi, og at teir frá barnsbeini renna langan veg í skúla og heim aftur.

Fjølmentasta fólkið í Kenja, kikuyufólkið, býr uppi í hálendinum undir Kenjafjalli. Gudur teirra, Ngai, verður hildin at hava bústað á fjallinum, og tí byggja teir altíð húsini soleiðis, at dyrnar venda ímóti fjallinum. Sum tveir triðingar av teimum 70 ættarbólkunum í landinum talar kikuyufólkið bantu. Asiatar, arabar og evropearar - um enn fáir - búgva eisini í Kenja.

Tropiskar strendur og nakrir av bestu tjóðargørðunum í Afrika draga túsundtals ferðafólk til Kenja. Hetta er vorðin týdningarmikil vinna, og kenjansku myndugleikarnir hava gjørt stórar íløgur í vegir, flogvøllir og gistingarhús, til tess at gera Kenja til best umtókta ferðamannaland í Afrika. Flestu ferðafólkini koma higar at síggja dýrini í tjóðargørðunum; tí ger landið sítt ítasta at verja dýralívið og at jagstra og taka ránsveiðumenn. Í tjóðargørðum sum Masai Mara og Amboseli kunnu ferðafólkini koma tætt at dýrunum at taka myndir.

Miðafrika - Eystari partur

Høg fjøll, djúpir dalar, rivur, gosfjøll og ovurstór vøtn skera seg ígjøgnum londini norðan úr Uganda og suður í Malavi. Hetta sermerkta landslagið er partur av ovurstórari rivu í jarðarskorpuni, nevnd Stóri Rivudalur. Hægsta fjall í Afríka er Kilimanjarofjall, eitt gosfjall, sum liggur í dvala í tí partinum av Stóra Rivudali, sum er í Tansania. Annars er mesta landslagið í hesum parti í Afrika slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna hjá londum sum Kenja og Tansania. Te og kaffi eru vorðin góð inntøka hjá teimum sjey londunum, ið eru her. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.

Á savannuni veksur gult, sítt gras, onkustaðni 4 metrar høgt. Har regnar bara stutta tíð á árinum, og tí vaksa grasrøturnar ógvuliga djúpt niður í jørðina, at tær kunnu taka vætu úr jørðini í turrtíðini. Bløðini á akasiutrænum, sum er leyvtræ, eru næstan sum nálirnar á nálatrøum, so vatnið guvar ikki burtur. Baobabtræið goymir vatn í uppbólgnaða buli sínum. At verja landslagið og stórbæra dýralívið eru stór øki á savannuni friðað. Tvey av hesum stóru friðingarøkjum eru tjóðgarðarnir Serengeti í Tansania og Masai Mara í Kenja.
 
Stórir flokkar av giraffum, fílum, antilopum og sebrum reika um á savnnuni eftir beiti og vatni. Í hølunum á teimum eru altíð ránsdýr, gepardar, leyvur, leopardar, sum bíða eftir at taka tey veikastu dýrini burturúr. Skamt haðan bíða rægammar og sjakalar til reiðar at fáa sær ein bita av rænum.

Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt.
Te verður gjørt av blaðnum á terunninum. Hentararnir mega skotra seg fram ímillum tøttu runnarnar, at henta nýsprotnu bløðini; tí eru teir í gummisvintu.

Stóri Rivudalur er 7.000 km norðan úr Sýria í Asia og suður í Mosambik. Í nógvar milliónir ár hava rørslur ímillum tvær plátur í jarðarskorpuni skapað hetta stórsligna landslagið. Sumstaðni hava rørslurnar gjørt djúpar dalar við brøttum líðum, sum t.d. Maulíðirnar í Kenja. Aðrastaðni hava gosfjøll og rivugos gjørt stórar háslættar. Athiháslættarnir í Kenja vórðu soleiðis til.

Suður ígjøgnum allan Stóra Rivudal eru mong ovurstór vøtn; har er nógvur fiskur. Mong fólk liva her av fiskiskapi, mest verður fiskað í Albertsvatni, Malavivatni og Taganganyikavatni. Vanligasti reiðskapurin eru smá gørn, nót, rúsa og skutil.

Á láglendinum í eystara parti í Miðafrika, har avfallið er so lítið, at illa ber til at dyrka jørðina, liva flakkfólk, sum fara um hetta víðføra lendið eftir beiti og vatni við neyta-, seyða- og geitafylgjum sínum; summi teirra hava eisini kamelar og asnar. Í lendinum sunnan fyri Nairobi tætt við markið ímillum Kenja og Tansania halda masaiarnir til. Teir eru flakkfólk og halda sebuneyt. Høvuðskostur teirra er mjólkin undan kúnum og blóð. Blóðið tappa teir av neytunum við æðralating.

Masaikrígsmenninir og masaikonurnar ganga við stórum prýðum, vanligu prýðini eru perlukragar, stórir oyrnaríngar og kopararmbond. Flestu masaimannfólkini hava fleiri enn eina konu. Hvør kona hevur sini egnu hús og býr har saman við børnunum.