Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Kongo


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Brazzaville

Vídd: 342.000 km2

Fólkatal: 4.012.809

Alment mál: franskt

Átrúnaður:
kristindómur 50% afrikanskir átrúnaðir 48% og islam 2%

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: CFA frankur (XAF)

Kongo

Eysturmarkið í Kongo, er fram við Kongoá og størstu ánni, sum rennur í hana, Ubangiá. Eisini Kongo er oljuland, og hóast fólkið í Kongo hevur fingið meiri burtur úr oljuríkidøminum enn fólkið í grannalandinum Gabon, liva mong enn sum fátækir bøndur og hava bara so frægt av jørð, at teir kunnu dyrka nóg mikið av mati til sín sjálvs. Týdningarmesta grøðin er maniok, ið er ein sterk bølluplanta.

Myndugleikarnir hava verið so hygnir, at teir hava nýtt peningin fyri oljuna at menna landið - hava lagt byrgingar, vegir, bygt pappírsverksmiðjur og gróðursett trø. Ídnaður er ikki nógvur í landinum, men verkafólkið er væl útbúgvið. Flestu verksmiðjurnar eru við stóru býirnar, helst við høvuðsstaðin, Brazzaville.

Sum aðrastaðni í Afrika er tónleikur týðandi partur av mentanini, og trumman er sjálvur hjartatátturin í hesum tónleiki. Best umtókti tónleikurin er kongotónleikurin, ið minnir um soultónleikin.

Miðafrika

 

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.