Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Simbabvi


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Mogadishu

Vídd: 637.657 km2

Fólkatalcreative writing games for adults business studies gcse coursework help how to write a perfect college admissions essay statistics research paper topics: 9.832.017 

Almentmál:
somaliskt, arabiskt

Átrúnaður: 
islam 99% kristindómur 1%

Stýrirlag: 
skiftisstýri

Gjaldoyra: 
somaliskur shillingur (SOS)

Somalia

Somalia vann sær sjálvræði frá Italia í 1960; men illa gekst at fáa frið í lag í hesum margbroytta landi, sum hevur so ríka søgu at líta aftur á. Í 1991 brast á herviligt borgarakríggj, ið elvdi til ræðuliga hungursneyð, og at Somalia varð syndrað stjórnarliga. Mangir somaliar eru flakkfólk, sum fara víða um í hesum karga og turra landi eftir beiti og vatni við kamelum, seyði og geitum sínum.
 
Síðan borgarakríggið brast á, hava túsundtals somaliar búð í flóttafólkalegum, har tryggari er at vera, og teir fáa mat og tak yvir høvdið. Men bardagarnir gera, at ilt er at fáa neyðhjálpina úr útheiminum fram til fólkið. Um ein mió. flóttafólk eru í grannalondunum, og tey fara valla heim aftur, fyrr enn friður er fingin í lag.

Mogadishu er høvuðsstaður í Somalia og týdningarmesti havna- og handilsbýur í landinum. Ólíka byggilistin endurspeglar søgu landsins. Arabar búsettu seg her í 9. øld, og landið gjørdist evropeiskt hjáland fyrst í 20. øld.

Mong konufólk í Somalia ganga í bummullarkjóla, guntimo, hann líkist sari, og í sjali, garbasaar. Hóast Somalia er muslimskt land, er ikki siður har, at konufólk hava slør niður fyri eyguni.

Landnyrðingsafrika

Í Landnyðringsafrika eru londini Egyptaland og Sudan, bæði oyðimarkarlond, sum fáa vatn úr Nilá, og Hornið í Afrika, nevnt soleiðis, tí at tað líkist einum dýrahorni. Her eru londini Somalia, Djibuti, Etiopia og Eritrea, øll fýra av fátækastu londum í heiminum. Landamørkini ímillum londini eru sett í 20. øld og fylgja teimum mørkum, sum gomlu hjálandaveldini settu. Mong fólk í hesum londum eru flakkfólk, liva av fenaði og geva sær als ikki far um landamørkini, tá ið tey fara sínar longu leiðir at leita eftir beiti til dýr síni.

Arbeiðshátturin í landbúnaðinum í hesum londum er fyri tað mesta gamal og amboðini einføld, t.d. er enn vanligt at nýta hakkara og akurknív. Træplógvið, ið neyt draga, er lætt og kann verða borið ímillum spjøddu akrarnar. Men plógvið vendir bara tí ovastu moldini, so at tøðini fara ikki djúpt niður. Eftir fáum árum er jørðin útarmað

Seinastu árini hevur kríggj verið í Somalia, Sudan, Etiopia og Eritrea. Eritrea sleit frá Etiopia eftir 20 ára borgarakríggj. Túsundtals eritreisk konufólk bardust saman við monnunum í frælsiskrígnum ímóti Etiopia, mong teirra vóru yvirmenn í herínum. Somalia er syndrað av kríggi ímillum ættir, sum hava stríðst sínámillum um valdið. Í Sudan kríggjast arabiskir muslimar fyri norðan og afrikonsk fólk fyri sunnan, ið ikki eru muslimar.

Longsta á í heiminum, Nilá, rennur úr Viktoriuvatni í Kenja og norður ígjøgnum Sahara og út í Miðjarðarhav. Hon rennur ígjøgnum Etiopia, Sudan og Egyptaland. Úr ánni fæst drekkivatn, vatn á akurlendið og fiskur. Áin er eisini væl umtókt ímillum ferðafólk. Tey sigla niðan eftir ánni í ferðamannaskipum ella seglbátum, nevndir felucca, at síggja mongu fornminnini í Egyptalandi.

Hvíta Nilá og Bláa Nilá renna saman við Kartoum í Sudan og verða Nilá. Hvíta Nilá bugar seg møk norður ígjøgnum Sudd, ið er ovurstórt sevmýrílendi í Sudan, og har er satt fuglameingi, t.d. storkur, hegri og pelikanur. Bláa Nilá rennur úr Tanavatni. Hon rennur ígjøgnum Etiopiahálendið, har mangar áir renna í Bláu Nilá úr fjøllunum.

Á markinum ímillum Sudan og Egyptaland rennur Nilá í Nasservatn, sum er ímillum størstu byrgdu vøtn íheiminum. Nasservatn varð til, tá ið Aswanbyrgingin við norðurendan á vatnnum varð bygd. Norðan fyrí Aswanbyrgingina rennur Nilá ígjøgnum oyðimørk, men lendið báðumegin ánna er dyrkað.

Stórir landspartar í Landnyrðingsafrika hava verið meint raktir av turki og hungursneyð seinastu árini. Í 1984-85 var ræðulig hungursneyð í Etiopia. Hon stóðst av, at turkur, kríggj og bráður fólkavøkstur komu í einum. Stórt hjálpartiltak varð sett í verk, og ein av høvuðsstuðlunum var vælgerðarfelagsskapurin Band Aid, sum popp-stjørnur stovnaðu.