Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Suðurafrika


Lyklatøl

Høvuðsstaðir
Pretoria
Cape Town
Bloemfontein

Vídd: 1.221.040 km2

Fólkatal: 49.109.107

Alment mál:
9 afrikonsk mál, enskt og afrikaans

Átrúnaður:
kristindómur 47%, aðrir 53%

Stýrislag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: rand (ZAR)

Suðurafrika

Í 1994 setti Suðurafrika hvítu minnilutastýrisskipan sína úr gildi og tók við fjølmentaðari meirilutastýrisskipan. Afrikanski Tjóðskaparflokkurin (ANC) stóð á odda fyri stjórnini. Síðan 1948 hevði suðurafrikanska stjórnin rikið rasuskilnaðarpolitikk, og bara tey hvítu høvdu havt alt valdið. Sum frá leið avbyrgdi umheimurin Suðurafrika, og rasuófriðurin í landinum vant upp á seg. Síðan ANC-ovastin Nelson Mandela var valdur til forseta í Suðurafrika, er apartheidskipanin tikin av, og umheimurin hevur aftur tikið upp samband við landið.

Nelson Mandela, ið var ein av oddamonnunum í ANC, varð settur fastur í 1964 og ikki latin leysur aftur fyrr enn 26 ár seinni, í 1990. Atvoldin til at hann varð latin leysur, var avgerðin hjá Fredrik .W. de Klerk forseta um at taka av apartheidskipanina. Við Nelson Mandela sum oddamanni vann ANC valið í 1994, og Mandela gjørdist fyrsti svarti forseti í Suðurafrika. Hann sat sum forseti fram til 1999.

Ein liður í illa lýdda og órættvísa apartheidpolitikkinum var, at svartir verkamenn og húski teirra vórðu noydd at flyta úr stóru býunum og skuldu búgva í serligum býarøkjum langt burtur frá arbeiðsplássi sínum. Størsta og kendasta býarøkið er Soweto; har búgva fleiri enn ein millión fólk. Hvønn einasta dag mega svartir arbeiðarar koyra í tímar í fullum bussum og tokum úr Soweto til námini og ídnaðarvirkini í grannabýnum Johannesburg.

Alla 20. øld er næstan helvtin av øllum gulli í heiminum komin úr gullnáminum í Witwatersrand við Johannesburg, og enn kemur triðingurin av øllum gulli, høgt verður í heiminum, haðan. Diamantar og onnur dýr steinsløg verða eisini vunnin í Suðurafrika. Nógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi, tí er búskapurin í Suðurafrika tann sterkasti og fjølbroyttasti í øllum Afrika. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina.

Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir - ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Cape Town. Men búskapar- og ídnaðarmiðdepilin í landinum er Johannesburg, eisini nevndur "Gullbýurin". Gullnámini djúpt undir jørð hava veitt býnum øgiligt ríkidømi, tað hevur so lutvíst verið nýtt til at menna nógva ídnaðin í býnum, har teir gera bilar, maskinur, virka klæði og hava nógvan hátøkniídnað.

Suðurafrika flytur út nógvar landbúnaðarvørur. Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð. Aldinfruktir, epli og vínber verða flutt út til allan heimin. Suðurafrika er eisini gitið fyri sítt góða vín.

Tá ið apartheidskipan var í gildi, var eisini rasuskilnaður í ítróttarkappingum. Svørt og hvít sluppu ikki at vera á sama liði. Tað hevði við sær, at Suðurafrika slapp ikki við í altjóða kappingar. Men tá ið apartheidskipanin varð sett úr gildi, slapp Suðurafrikalýðveldið upp í aftur altjóða ítróttarkappingar. Í 1995 vann suðurafrikanska landsliðið, nevnt Springboks, heimsmeistaraheitið í rugby.

Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Eitt av hesum fólkasløgum, ndebela, er gitið fyri sermerktu hús síni, ið eru prýdd við litføgrum mátingarligum myndum. Konufólkini røkja húsini, og tey mála útveggirnar á hvørjum vári.

Syðra Afrika

Søgan hjá teimum átta londunum, ið eru í syðra Afrika, líkist nógv. Øll hava verið undir evropeiskum hjálandastýri, og næstan øll londini máttu stríðast til tess at fáa sjálvstýri. Í flestu londunum hava verið drúgv og hørð kríggj. Nú eru øll londini fræls og fólkaræðislig, og í øllum londunum er fólkið nógv blandað, og øll hava javnbjóðis rættindi. Veðurlagið syðst í hesum londum er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Ovurstórur munur er eisini á vælferð og lívskorum fólksins. Í Suðurafrika ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar.

Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Frá 1948 førdu myndugleikarnir rasuskilnaðarpolitikk, nevndur apartheid-politikkur. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. Til 1994 vórujavnan mótmælisgongur í øllum Suðurafrika ímóti hvíta apartheidstýrinum í Pretoria.
 
Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum dýra- og plantumeingi. Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum,
nevndar mokoro.

Landslagið í syðra Afrika er fjølbroytt. Fyri vestan og miðskeiðis í londunum eru turrar oyðimerkur; fyri norðan er tropiskur regnskógur; og víða um miðskeiðis og serliga fyri eystan eru víðar grasfløtur við stórum dýrameingi. Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar. Høvdastaður (Cape Town) á Høvdanesi í Suðurafrika er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til syðra Afrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið.

Í syðra Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum gulli, diamantum, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Í Botsvana eru steinsløg høvuðsstuðulin undir búskapinum; næstan 80% av øllum inntøkunum í landinum eru frá diamantvinnuni. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull, og í Namibia eru størstu urannám í heiminum. Kol er týdningarmesta brennievni í syðra Afrika. Í Suðurafrika, Simbabvi, Botsvana og Mosambik er ógvliga nógv kol.

Í øllum syðra Afrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg í Suðurafrika búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Í høvuðsstaðnum í Mosambik, Maputo, varð fólkið tvífaldað frá 1975 til 1983; nú býr hálv onnur millión fólk í býnum.

Í Afrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Afrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Sanfólkið í Kalaharioyðimørk er eitt av fáu fólkunum í Afrika, ið liva sum veiðifólk og savnarar. Tey búgva og arbeiða saman í smáum samfeløgum við føstum ættarbondum. Í øldir hava tey farið úr einum staði í annan í oyðimørkini og tikið skordýr og henta plantur at eta og við eiturørvum veitt smá dýr. Nú gevast mong við gamla lívsháttinum og búgva fast í bygdum.