Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Uganda


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Kampala

Vídd: 235.880 km2

Fólkatal: 33.398.682

Alment mál: enskt

Átrúnaður:
kristindómur 66% afrikanskir átrúnaðir og aðrir18% og islam 16%

Stýrislag: lýðveldi

Gjaldoyra: ugandiskur skillingur (UGX)

Uganda

Fyri tað, at Uganda loysti frá Bretlandi, var tað ríkt land. "Perlan í Afrika" kallaði kendi politikarin Winston Churchill tað. Men í 1986 var landið oyðilagt og á húsagangi. Frá 1971 til 1979 stýrdi rái einaræðisharrin Idi Amin landinum. Túsundtals menniskju vórðu jagstrað og myrd; evropearar og asiatar vórðu riknir av landinum, og hald varð lagt á ognir teirra. Øll menningarhjálp varð steðgað, tá ið umheimurin varnaðist, hvussu rotið og harðrent Idi Amin-stýrið var. Í 1979 varð Idi Amin rendur frá og flýddi, men viðurskiftini batnaðu ikki fyrr enn í 1986, tá ið Yoweri Museveni kom til valdið og gjørdist forseti í landinum. Uganda stríðist nú við at endurreisa búskapin og fáa í gildi fólkaræðiliga styrisskipan.

Fólkið í høvuðsstaðum í Uganda, Kampala, fer næstan ikki frá húsum, uttan at tey hava regnskjól við sær, tí næstan hvønn dag, seinnapart á degi, kemur grovt æl. Í Kampala er í miðal eitt grovt toruæl 242 dagar um árið. Ímóti kvøldi slítur í, og luftin kólnar. Kampala fór illa í bardøgunum, tá ið Idi Amin varð settur frá og í bardøgunum aftaná; men nú verður býurin bygdur upp aftur fyri menningarhjálp og íløgur uttanífrá. Kampala verður sagdur at vera bygdur á sjey heyggjum. Miðbýurin er á einum teirra Nakaseroheyggi.

Góð gosøskujørð og nógv avfall gera at meiri enn 80% av Uganda eru gott dyrkilendi. Í stórum lundum verða dyrkað kaffi, bummull og te, og hesar vørurnar eru 90% av øllum útflutninginum í landinum. Men hóast 90% av fólkinum í Uganda liva av landbúnaði, arbeiða tey flestu á smáum gørðum, har tey dyrka t.d. mais, hirsu, maniok og søtepli til egna nýtslu og at selja á marknaðinum.

Søtepli og maniok eru vanlig grøði í hesum parti í Afrika. Maniokplantan kann gerast næstan 3 føtur høg. Hon er rótplanta sum epli. Maniok verður kókað ella malin til mjøl.

Í tjóðargarðinum Ruwenori kunnu ferðafólk fara í báti eftir Kazingaveitini at síggja øll áarrossini og allar pelikanarnar. Dýrameingið fór illa krígsárini, men fáastaðni í Afrika eru fleiri áarross enn her.

Fá lond í heiminum eru so illa fyri av eyðkvæmi sum Uganda. Í summum landspørtum er fimtingurin av fólkinum smittaður. Eyðkvæmi smittar mest við samlegu, og enn hava læknavísindini ongan heilivág fyri eyðkvæmi. Tí eru einastu ráð enn at upplýsa fólk um, hvussu tey skulu bera seg at ikki at verða smittað.

Ovurstóra og grunna Viktoriuvatn er á markinum ímillum Uganda, Tansania og Kenja. Síðst í 1960 árunum varð stóra niláaráburran slept í vatnið til tess at fáa meiri fisk úr vatninum og at fáa útlendskar stuttleikafiskarar higar at fiska. Síðan hevur áburran nørt seg nógv og er farin um alt vatnið, men hon hevur etið næstan øll tey upprunaligu fiskasløgini í vatninum.

Miðafrika - Eystari partur

Høg fjøll, djúpir dalar, rivur, gosfjøll og ovurstór vøtn skera seg ígjøgnum londini norðan úr Uganda og suður í Malavi. Hetta sermerkta landslagið er partur av ovurstórari rivu í jarðarskorpuni, nevnd Stóri Rivudalur. Hægsta fjall í Afríka er Kilimanjarofjall, eitt gosfjall, sum liggur í dvala í tí partinum av Stóra Rivudali, sum er í Tansania. Annars er mesta landslagið í hesum parti í Afrika slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna hjá londum sum Kenja essay writing water pollution dissertation leadership change operations management assignmentog Tansania. Te og kaffi eru vorðin góð inntøka hjá teimum sjey londunum, ið eru her. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.

Á savannuni veksur gult, sítt gras, onkustaðni 4 metrar høgt. Har regnar bara stutta tíð á árinum, og tí vaksa grasrøturnar ógvuliga djúpt niður í jørðina, at tær kunnu taka vætu úr jørðini í turrtíðini. Bløðini á akasiutrænum, sum er leyvtræ, eru næstan sum nálirnar á nálatrøum, so vatnið guvar ikki burtur. Baobabtræið goymir vatn í uppbólgnaða buli sínum. At verja landslagið og stórbæra dýralívið eru stór øki á savannuni friðað. Tvey av hesum stóru friðingarøkjum eru tjóðgarðarnir Serengeti í Tansania og Masai Mara í Kenja.
 
Stórir flokkar av giraffum, fílum, antilopum og sebrum reika um á savnnuni eftir beiti og vatni. Í hølunum á teimum eru altíð ránsdýr, gepardar, leyvur, leopardar, sum bíða eftir at taka tey veikastu dýrini burturúr. Skamt haðan bíða rægammar og sjakalar til reiðar at fáa sær ein bita av rænum.

Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt.
Te verður gjørt av blaðnum á terunninum. Hentararnir mega skotra seg fram ímillum tøttu runnarnar, at henta nýsprotnu bløðini; tí eru teir í gummisvintu.

Stóri Rivudalur er 7.000 km norðan úr Sýria í Asia og suður í Mosambik. Í nógvar milliónir ár hava rørslur ímillum tvær plátur í jarðarskorpuni skapað hetta stórsligna landslagið. Sumstaðni hava rørslurnar gjørt djúpar dalar við brøttum líðum, sum t.d. Maulíðirnar í Kenja. Aðrastaðni hava gosfjøll og rivugos gjørt stórar háslættar. Athiháslættarnir í Kenja vórðu soleiðis til.

Suður ígjøgnum allan Stóra Rivudal eru mong ovurstór vøtn; har er nógvur fiskur. Mong fólk liva her av fiskiskapi, mest verður fiskað í Albertsvatni, Malavivatni og Taganganyikavatni. Vanligasti reiðskapurin eru smá gørn, nót, rúsa og skutil.

Á láglendinum í eystara parti í Miðafrika, har avfallið er so lítið, at illa ber til at dyrka jørðina, liva flakkfólk, sum fara um hetta víðføra lendið eftir beiti og vatni við neyta-, seyða- og geitafylgjum sínum; summi teirra hava eisini kamelar og asnar. Í lendinum sunnan fyri Nairobi tætt við markið ímillum Kenja og Tansania halda masaiarnir til. Teir eru flakkfólk og halda sebuneyt. Høvuðskostur teirra er mjólkin undan kúnum og blóð. Blóðið tappa teir av neytunum við æðralating.

Masaikrígsmenninir og masaikonurnar ganga við stórum prýðum, vanligu prýðini eru perlukragar, stórir oyrnaríngar og kopararmbond. Flestu masaimannfólkini hava fleiri enn eina konu. Hvør kona hevur sini egnu hús og býr har saman við børnunum.