Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Filipsoyggjar


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Manila

Vídd: 300.000 km2

Fólkatalcollege essay lab ordering best narrative essays: 99.900.177  

Almentmál:
filipinskt (tagalog) og enskt

Átrúnaður: 
kristindómur 92%, islam 5%, aðrir 3%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
filipinskur peso (PHP)

Filipsoyggjar

Filipsoyggjar eru mitt í eldringi, sum hinar oyggjarnar í Landsynningsásia eru uppií. Tær eru eisini beint á leiðini, har hørðu tropisku ódnirnar ganga. Tí hevur filipinska fólkið verið hart roynt av náttúruvanlukkum. 7.107 oyggjar eru í landinum, av teimum eru um 1.000 bygdar. Mesta fólkið býr í oynni Luzon fyri norðan, og har er høvuðsstaðurin Manila. Í næstan 400 ár vóru Filipsoyggjar undir Spania, og landið er kallað upp eftir spanska konginum Filipi 2. Í 1898 legði USA Filipsoyggjar undir seg og hevði ræðið, til landið gjørdist frælst ríki í 1946. Flestu filipinar eru av maleiiskari ætt, men har eru eisini kinverskir tilflytarar og mestitsar, fólk av blandaðum blóði.

Viðgitni rannsóknarfarin Magellan var fyrsti maður, ið boðaði filipinum katólska trúgv, tá ið hann á ferð síni kring jørðina fór í land í oynni Cebu í 1521. Meðan spaniamenn ráddu, tóku mangir filipinar við katólskari trúgv, og hon gjørdist átrúnaður um alt landið uttan í syðstu oynni Mindanao, har fólkið er muslimskt. Filipsoyggjar eru einasta kristna land í Asia, og katólska kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins.

Fyrr vóru Filipsoyggjar ímillum tey ríkastu londini í Asia, men fyrstu 40 árini eftir seinna heimsbardaga duttu tær burtur ímillum, samanborið við grannalond síni. Í 1990-árunum byrjaði vend aftur at koma í. Helvtin av fólkinum livir í fátækradømi, og mangir filipinar verða noyddir at fara av landinum at arbeiða, so at teir kunnu breyðføða seg og síni. Nógv náttúrutilfeingi er í landinum, m.a. gull, kopar og krom. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar, ið verða fluttar út, eru tubbak, sukur og frukt. Um 2% av vinnuføra fólkinum arbeiða uttanlands og senda pening heim til húski sítt at liva fyri. Hvørt ár senda filipinskir fremmandaarbeiðarar um 7 milliardir krónur heim til landið.

Stórir partar av høvuðsstaðnum í Filipsoyggjum eru niðan sjóvar, tí er javnan vatnflóð í býnum í regntíðini. Spaniamenn tóku Manila í 1571, styrktu býarmúrin og gjørdu býin til høvuðsstøð í asiatiska hjálandaríki sínum. Manila hevur í øldir verið týdningarmikil handilsbýur, og higar komu keypmenn úr so fjarskotnum londum sum India, Japan og Arabianesi. Nú er Manila lívligur stórbýur. Í Manila býi búgva uml. 1,7 mió. fólk, men í Stór Manila, ið er sett saman av 16 ymiskum býum og forstaðum búgva eini 20 milliónir fólk.
 
Í Manila er stórt fjall. Ólíkt øðrum fjøllum er tað ikki av gróti, men av ruski. Hvønn dag koyra ruskbilar úr Manila út hagar við húsarhaldsruski. Hópin av fólki, enntá børn heilt niður í fýra ára aldur, halda til á hesum fjalli og vinna sær til lívsins uppihald; leita eftir fløskum, pappi, plasti og tílíkum, ið tey selja til endurnýtslu.
 
Í 1965 gjørdist Ferdinand Marcos forseti í Filipsoyggjum. Hann stýrdi við harðari hond, svikaði hvørja ferð, val var, til tess at hava valdið, og stjól til sín sjálvs ovurstórar ognir frá landi og fólki. Í 1983 varð Benigno Aquino, yngri, ið var oddamaður í andstøðuni, myrdur. Mótstøðan ímóti Marcosi harðnaði, eisini katólska kirkjan stuðlaði andstøðuni, og á vári í 1985 vórðu mótmælistiltøkini ímóti Marcosi so víðfevnd, at hann varð noyddur at leggja frá sær og fara í útlegd. Corazon Aquino, einkjan eftir Benigno, gjørdist forseti, og fólkaræði varð aftur sett í gildi.

Tá ið annar heimsbardagi var av, læt amerikanski herurin túsundtals jeppar verða eftir í Filipsoyggjum, tí at hann ikki brúkti teir. Ikki vardi leingi, fyrr enn filipinar kannaðu sær jepparnar, bygdu teir um til egna nýtslu og prýddu og málaðu teir í øllum litum. Jeppar egna seg væl á vánaligu bygdavegunum og eru nú eitt hitt mest nýtta flutningstólið í landinum.

Í juni 1991 fór gosfjallið Pinatubo norðan fyri Manila at goysa. Gosfjallið goysti øsku og grótbræðing ógvisliga í 10 dagar. Eftir stuttari tíð varð landslagið hult undir eini 7 m tjúkkari urð. Ógvisligt avfall broytti landslagið til eitt veldugt runudíki, sum fylti dalar og tipti áir. Aeta-fólkið, ið búði har, misti hús og jørð eftir einari nátt.

Ifugaofólkið hevur í mong túsund ár velt í fjallalendinum í norðara parti í oynni Luzon. Tað, sum eyðkennir landslagið her, eru vandaliga løgdu rísbríkarnar, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Mong ferðafólk koma eisini at síggja fornu rísbríkarnar, ið eisini verða kallaðar áttanda undurverk heimsins. Men allir rísbøndur í Filipsoyggjum dyrka ikki rís sum ifugaaofólkið. Altjóða rísgranskingarstovnurin hevur sætið í Filipsoyggjum og hevur alt fram nýggj ríssløg, sum hava fleiri korn á aksinum; stovnurin hevur eisini ment maskinur at sáa og heysta við.

Í summum fjarskotnum og avbyrgdum oyggjum í Filipsoyggjum búgva fólk, ið liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær við at fiska, veiða dýr, henta ber, savna frukt og grønmeti. Hesi upprunafólk eru ímillum tey seinastu í heiminum, sum liva soleiðis, men tilvera teirra er hótt, tí at skógirnir, har tey halda til, verða høgdir niður.

Kokospálmin trívst væl í heita og slavna veðurlagnum í Filipsoyggjum og ber frukt í næstan 70 ár. Nøtirnar hanga í tyssum, einar 15-20 nøtir í hvørjum, og tá ið tær eru búnar, verða tær slignar niður við bambusstongum. Bara Indonesia dyrkar meiri kokosnøtir enn Filipsoyggjar, og einki annað land í heiminum ger so nógv kopra, sum fræhvítin inni í nøtini verður nevndur. Filipsoyggjar flyta út nógva vøru, sum verður gjørd úr kokosnøtum. Alt á kokospálmanum kann verða nýtt. Røturnar verða nýttar til heilivág og litevni, bulurin til við og trækol, bløðini til tekjur og flættað til kurvar og mottur. Úr nøtini fæst matur og ráevni til mottur, smyrsl og sápu.

Oyggjarnar í Landsynningsasia

Hesin partur í Landsynningsasia er óføra vítt hav við túsundtals oyggjum ímillum landsynningsasiameginlandið og Avstralia. Her eru fyra lond: eystari partur í Maleisia, Brunei, Indonesia og Filipsoyggjar. Fáastaðni í heiminum eru so mong gosfjøll sum her, og váta monsunveðurlagið ger, at summi øki eru ímillum tey vátastu í heiminum. Dýralívið og plantulívið eru ógvuliga fjølbroytt, tí at lívilíkindi og gróðrarlíkindi hjá dýrum og plantum broytast úr oyggj í oyggj. Her eru eisini mong fólkasløg. Bara í Indonesia verða talað fleiri enn 250 mál.

Í hesum parti í Asia hevur báturin altíð verið álitið til ferðafólkaflutnings og farmaflutnings. Serliga nýta tey smáar, grunnar bátar ið eru lættir at stýra og sigla í smølu sundunum ímillum oyggjarnar, har nógvastaðni er grunt.

Á hvørjum ári eru einar 20 tropiskar melduródnir, nevndar týfonir, í Filipsoyggjum. Odnirnar eru harðar, og vindferðin kemur upp í einar 100 km/t; og øgiligur uppgangur. Mong fólk umkomast, og túsundtals hús verða tikin av grundum. Ringast statt er altíð á láglendinum, men fólk mega vera har, tí at lítið er av dyrkilendi aðrastaðni. Jørðin í láglendinum er eisini bílig at keypa.

Gos og jarðskjálvti eru náttúrumáttir, sum fólk hava lært at liva við í hesum londum. Atvoldin er meginlandarákið, ið er í jarðarskorpuni. Meginparturin av oyggjunum í Landsynningsásia eru á markinum ímillum plátur, sum ganga niðureftir, tað, jarðfrøðin nevnir niðurbrotsøki. Hóast øgiliga skaðan, eitt gos ger, vágar fólkið sær at dyrka í líðunum á gosfjøllum, tí at gosøskan ger, at jørðin har fruktar avbera væl.

Í 1850-árunum gjørdi bretski náttúrugranskarin Alfred Russel Wallace kanningarferð í oyggjunum í Landsynningsasia. Hann gáaði eftir, at flestu dýr á landi í oynni Bali vóru ættað úr Asia, men at dýrini á grannaoynni Lombok vóru ættað úr Kyrrhavsoyggjum og Avstralia. „Wallacelinjan" er hugsað marknalinja ígjøgnum Indonesia og mark ímillum dýr úr Asia og dýr úr Kyrrahavsoyggjum og Avstralia.

Náttúran í hesum landøki er so ymisk úr oyggj í oyggj, og lívið hevur ment seg og greinað seg so ymiskliga, at dýr og plantur eru púra ólík enntá í oyggjum, sum heilt stutt er ímillum. Tað hevur við sær, at ongastaðni í heiminum eru so mong plantu-og dýrasløg sum í hesum regnskógum. Tí er so ógvuliga umráðandi, at skógirnir verða friðaðir og ikki týndir.

Sjáldsama plantan, Rafflesiablóman, ið veksur djúpt inni í regnskógunum, er kallað upp eftir Stamford Raffles, ið var bretskur landshøvdingur í økinum í 19. øld. Hon hevur heimsins størstu blómu: slakan metur í tvørmáti. Rafflesia er eisini gitin fyri sín rama royk, ið dregur at sær flugur og onnur skordýr.

Rís er høvuðsføði hjá meginpartinum av fólkinum í hesum londum, og mesta rísið verður dyrkað á markum, ið eru settar undir í vatni. Í rísmarkunum og fram við teimum dyrka bøndurnir alskyns frukt og grønmeti og ala fisk, skeljadýr, krabbar og froskar. Tað, teir dyrka og ala, verður bæði havt til egna nýtslu og selt; dýrini og planturnar taða vatnið, og fiskur, skeldýr og froskar eta skaðadýrini, sum liva í vatninum.