Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Katar


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Doha

Vídd: 11.000 km2

Fólkatal: 833.285

Almentmál: arabiskt

Átrúnaður:
islam 95% aðrir 5%

Stýrirlag:
kongligt einaveldi

Gjaldoyra: 
katarskur riyal (QAR)

Katar

Katar er langt nes, sum gongur út í Persaflógva. Veðurlagið er heitt og turt, og næstan alt landið er oyðimørk. Oljuvinnan er høvuðsvinnan. Fyri ikki at hava púra eintáttað vinnulív og gerast ov bundin at oljuni, eru myndugleikarnir farnir at stuðla landbúnaði og fiskivinnu.

Í 1940-árunum heittu smá oljulond sum Katar og Kuvait á fólk í øðrum londum í Miðeystri og í India og Pakistan at koma til sín at arbeiða í oljuvinnuni, ið vaks skjótt hesa tíðina, tí at teirra egna verkamegi var alt ov lítil. Í Katar eru til dømis fremmand verkafólk fjølmentari enn katarska fólkið.

Miðeystur

Hetta landaøkið fer inn í Útsynningsásia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arábiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er frá og lendið við strendurnar og kring grønurnar, er meginparturin av Miðeystri heit og turr oyðimørk. Ein teirra er Rub al Kali (Tómi Fjórðingurin), sum er ovurstór sandoyðimørk í Saudiarábia. Stórir partar av oyðimørkunum eru púra óbygdir, tí at har er einki vatn.

Seinastu árini hevur javnan verið kríggj ímillum lond við Persaflógva, og hundrað-túsundtals fólk hava latið lív. Í 1980 elvdi gamla markna-ósemjan ímillum Iran og Irak til víðfevnt kríggj, sum vardi líka til 1988. Í 1990 hertók Irak Kuveit, men í Flógvakrígnum fyrst í 1991 rak altjóða herlið við USA á odda irakar úr aftur Kuveit.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarábia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.