Kina
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Beijing
Vídd: 9.396.960 km2
Fólkatal: 1.330.141.295
Almentmál:
mandarinkinverskt
Átrúnaður:
kinverskir átrúnaðir (konfusianisma og taoisma) 20%,
buddisma 6% islam 2% og aðrir 72%
Stýrirlag:
einflokkastýri, kommunistiskur statur
Gjaldoyra:
yuan (renminbi) (CNY)
Kina
Fimtahvørt fólk í heiminum nú á døgum býr í einum ríki - Kina. Hetta ovurstóra landið er næstan líka stórt sum alt Evropa og er triðstørsta land í heiminum, næst Russlandi og Kanada. Her tók eisini ein av heimsins fyrstu hámentanum seg upp fyri meiri enn 7.000 árum síðan. Eftir at hava verið keisaraveldi í túsundtals ár, gjørdist Kina lýðveldi í 1911 og kommunistiskt ríki í 1949. Meðan kommunistarnir hava rátt, hava ríkismyndugleikarnir lagt seg eftir at hava eftirlit við øllum viðurskiftum landsins, og Kina er vorðið mikið ídnaðar- og hernaðarveldi. Síðan Kina innførdi marknaðarbúskap í 1978, og hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum, hevur landið fingið ein av skjótast vaksandi búskapum í heiminum.
Kommunistaflokkurin tók ræðið í Kina í 1949. Við formanni sínum Mao Zedong á odda settu kommunistarnir álit á eitt samfelag, har øll eru líka, og at øll eiga alt í felag. Jørðin varð tikin frá ríku góðseigarunum og latin bóndafylkingum, sum arbeiddu saman á stórum felagsgørðum. Ídnaðurin var undir ríkiseftirliti. Misjavnt var, hvussu hesar royndirnar at umskipa Kina eydnaðust. Tá ið Mao doyði 1976, sluppu fólk aftur at eiga ymsar ognir, og privat virksemi varð loyvt.
Ogvuliga nógv kol er í Kina, og flestu steinsløg eru eisini í jørðini. Eftir at kommunistarnir tóku valdið í 1949, legði styrið stóran dent á at menna tungídnaðin og læt byggja ovurstór jarn- og stálverk og evnafrøðiverksmiðjur. Seinastu árini hevur styrið eggjað til at menna lættan maskinídnað og nýtsluvøruídnað. Kina er nú ímillum tey lond í heiminum, sum ger mest av handilstøðum, klæðum, ravmagnslutum og ravtøkni.
Fólkavøksturin í Kina er 15 milliónir um árið; næstan líka nógv fólk, sum býr í Noregi, Svøríki og Danmørk. At tálma hesum stóra vøkstri settu myndugleikarnir í gildi, at maður og kona bara skuldu hava loyvi til at eiga eitt barn. Hesi einkarbørn verða stundum kallað "smáu keisararnir", tí at tey ofta eru ovurvard og spilt. Hesin politikkur hevur helst verið til gagns í ovfólkaðu býunum, men ikki á bygd, har mesta arbeiði í landbúnaðinum verður gjørt við hond.
Hvør teigur í Kina, veltandi er í, verður nýttur. Enntá í vegjaðaðrum og fram við jarnbreytum verður velt; og vanligt er at dyrka eina grøði ímillum eina aðra. Kina er tað land í heiminum, sum veltir mest av teirri grøði. Tveir triðingar av kinverska fólkinum búgva á bygd og eru bøndur. Fruktabesta lendið er fyri sunnan. Høvuðsgrøðin er rís, te, bummull, frukt og grønmeti. Rísið verður sáðað í akrar, sum fyrstu tíðina standa undir vatni. Góð ár heysta kinverjar rís tvær ferðir av sama akri, men grønmeti og annað korn enn rís verður bara heystað eina ferð. Í norðara og vestara parti í landinum, har tað er turrari og berligari, dyrka teir mest korn og epli og halda neyt og seyð.
Fleiri enn 250 milliónir kinverjar búgva í smáum og stórum býum; mangir teirra eru ógvuliga fjølbygdir. Stórt íbúðartrot er, og mong húski búgva í smáum íbúðum - eitt ella tvey rúm - sum tey leiga frá fyritøkuni, har tey arbeiða. Gøturnar eru stúgvandi fullar av súkklum, og almennu flutningsakførini koyra altíð fullsett. Størsti ídnaðarbýur og handilsmiðdepil er Shanghai, uml. 20 milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í heiminum.
Av tí at mong fólk í býunum búgva í íbúðarhúsum, har einki er uttanum, er altíð nógv fólk í býarlundunum. Kinverjar verða eggjaðir at røra seg nógv, og tí ganga fólk javnan túr í lundunum at venja kroppin. Tíðliga um morgunin íðka fólk „tai chi" ella „kung-fu." Børn renna við drekum, tá ið líkindi eru til tess, og vaksin fólk spæla borðtennis, kort ella telva, ella sita bara og práta við vinir og kennigar.
Tá ið Zhu Di læt høvuðsstað Kina, Beijing, endurreisa í 15. øld, læt hann stóra keisaraborg byggja mitt í nýggja býnum. Borgin varð millum manna nevnd Stongdi Býurin, tí at bara ættfólk keisarans og næstu ráðgevar hansara sluppu inn hagar. Innan fyri borgarmúrarnar eru næstan 1.000 hús, ímillum teirra tempul, rossahús og bókasavn.
Á hvørjum ári, síðst í januar ella fyrst í februar, fara kinverjar at gera seg til at halda nýggjár. Vaskað verður upp og niður, hongdar verða upp reyðar lyktir, ið skulu veita húsfólkinum eydnu, og børnini fáa nýggj klæði og leiku. Nýggjárshaldið stendur í fleiri dagar. Handlar og skrivstovur eru stongd, og fólk eru úti á gøtunum og skjóta fyrverk og hyggja at sýningum við leyvu-og drekadansi.
Longsta siglingarveit í heiminum, nevnd Keisaraveitin, er grivin 1.790 km ígjøgnum Kina. Sett varð á at grava veitina í 5. øld f. Kr. at binda saman býirnar fyri norðan og góða ríslendið í dølunum fyri sunnan. Stutt frá suðurendanum á veitini fer hon ígjøgnum Suzhou, ein vakran bý; hann verður eisini róptur "Eysturlendski Venezia", tí at har eru so mangar áir og siglingarveitir.
Kinverjar halda, at fólk gerast sjúk, tí at andstøddu máttirnir yin og yang eru ikki í javnvág. Læknar fáa javnvág í aftur kroppin við akupunkturi, sum er, at nálir verða stungnar ymsastaðni í kroppin at linna pínu. Flestu fólk, ið tørva læknahjálp, fara til náttúrulæknar, sum hava lært at nýta gomul heimaráð at grøða við.
Kinverjar gera nógv burtur úr matgerð og matsiðum í teimum ymsu landslutunum. Í landslutinum Xinjiang er maturin sterkt kryddaður; fyri norðan um Beijingleiðina eru tey gitin fyri at duga væl at steikja dunnu. Vælrúkandi fiskarættirnir í landslutinum Kanton fyri sunnan eru vorðnir heimskendir. Har verður maturin gjørdur til í djúpari steikipannu við loki, kallað wok. Í Suðurkina verður rís etið aftur við høvuðsrættunum. Í Norðurkina annaðhvørt hveitibollar ella hveitinudlar. Etið verður úr smáum skálum við pinnum.
Borið saman við stavrað okkara, sum er 32 bókstavir, eru fleiri enn 50.000 tekn í kinverska skriftmálinum. Hvørt tekn merkir eitt orð ella eitt hugtak. Fyri einføld orð, t.d. "himmal" og "regn", er eitt tekn. Fyri samansett orð eru tvey ella fleiri tekn. - "Telefon" verður skrivað við tveimum teknum - teknunum fyri "ravmagn" og sagnorðinum "tala".
Eysturasia
Høvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Teivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt „tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.
Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað „Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið.
Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals
Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðásia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur.