Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Norðurkorea


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Pyongyang

Vídd: 120.540 km2

Fólkatalprovidence college admissions essay custom thesis service thesis customer service: 22.757.275 

Almentmál:
koreanskt

Átrúnaður: 
buddisma, konfusisma, chondogyo, nøkur kristin (*Í Norðurkorea er einki trúðarfrælsi)

Stýrirlag: 
einflokkaskipan

Gjaldoyra: 
norðurkoreanskur won (KPW)

Norðurkorea

Norðurkorea er kargt land við høgum berligum fjøllum. Kaldur vindur úr Miðasia ger, at vetrarnir eru strangir, og kavin liggur í nógvar mánaðir langt út á várið. Politiskt er Norðurkorea líka ómilt. Kommunistastjórnin stýrir fólkinum við harðari hond. Sambandið við umheimin er ógvuliga avmarkað, og øll útlendsk bløð eru bannað; men heilsu- og skúlaverkið eru góð. Nógv náttúrutilfeingið er í landinum, og ídnaðurin er skipaður soleiðis, at Norðurkorea er sjálvbjargið ídnaðarliga. Landið hevur eisini ógvuliga sterkan her. Men misvøkstur og vanstýri seinastu árini hava gjørt, at eini 3 mió. fólk eru deyð í hungri.

Síðan kommunistarnir tóku ræðið, eru tíggjutúsundtals smáir ognargarðar lagdir niður, og 3.800 ríkisriknir stórgarðar komnir í staðin. Garðarnir verða riknir soleiðis, at mong húski arbeiða í felag til tess, at landið skal verða sjálvhjálpið við mati. Av tí at stórur partur av Norðurkorea er fjallalendi, og tað stendur á at úvega nóg mikið av mati, verður hvør einasti jarðarteigur veltur við framkomnum landbúnaðarmaskinum, taðaður við handilstøðum og vætaður við vatnveitingum.

Tá ið annar heimsbardagi endaði, hersettu sovjetsk og amerikonsk herlið Korea. Í 1948 varð landið býtt í tvey. Kommunistisk stjórn, ið Sovjetsamveldið stuðlaði, tók valdið í Norðurkorea, og fólkaræðilig stjórn, ið USA stuðlaði, tók við í Suðurkorea. Enn eru ógvuliga spent viðurskifti millum londini, og markið landanna millum er eitt tað best varda mark í heiminum.

Fáir ríkisovastar hava sitið við valdinum so leingi sum Kim IL Sung, ið ráddi frá 1948, til hann doyði í 1994. Hann læt fólkið fáa ta mynd av sær, at hann var landsfaðir og evsti verji verkafólksins. Myndir og standmyndir av honum eru um alt landið. Meðan hann ráddi, avbyrgdi Norðurkorea seg alt meira frá umheiminum bæði politiskt og búskaparliga. Sonurin, Kim Jong IL, tók við eftir hann.

Í Norður- og Suðurkorea verður øll máltíðin sett á borðið í einum, ístaðin fyri at bera rættirnar á borðið hvør eftir annan. Rís er altíð høvuðsrættur, ofta saman við rugi og brúnum bønum; afturvið verður etið grønmeti, frukt og kjøt. Veitsludagar eta tey vanliga guvukókaðar rískøkur.

Ginsengrót verður dyrkað bæði í Norður- og Suðurkorea. Hon er góð fyri heilsuna og stimbrar kroppin. Tá ið røturnar eru vaskaðar, guvukókaðar og turkaðar, verða tær malnar og gjørdar til tablettir, salvu og annað.

Eysturasia

Høvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Teivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt „tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.

Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað „Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið.

Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals

Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðásia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur.