Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Sameindu Emirríkini


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
ghostwriter tv show cast online paper writer write a essay about love entertainment company business planAbu Dhabi

Vídd: 83.600 km2

Fólkatal: 4.798.491

Almentmál: arabiskt

Átrúnaður: islam 96% aðrir 4%

Stýrirlag: 
kongsríkjasamveldi

Gjaldoyra: 
dirham (AED)

Sameindu Emirríkini

Sameindu Emirríkini eru syðrumegin við Persaflógva. Tríggir fjórðingar av hesum islamska ríkinum eru sandoyðimørk, har tað er ógvuliga heitt og turt alt árið. Bara heilt lítil partur er nýtiligt dyrkilendi, og næstan øll matvøra verður innflutt. Í 1958 varð olja funnin, hon hevur gjørt Emirríkini til eitt av heimsins ríkastu londum, og hjá flestum fólkum eru lívskorini heilt góð. Fram við strondini eru mong stór oljureinsiverk

Sameindu Emirríkini eru samgonga av sjey smáum ríkjum, emiratum - Abu Dhabi, Ajman, Dubai, Fujairah, Ras al-Khaimah, Sharjah og Umm al-Qaiwain. Hvør emirur hevur einaveldi í sínum ríki, men teir hittast javnan at taka avgerðir, sum eru fyri alt samveldið. Abu Dhabi er størsta emirríkið, og høvuðsstaðurin har er eisini samveldisshøvuðsstaður.

Ferðavinnan veksur skjótt í Sameindu Emirríkjunum. Um 50.000 fólk, meginparturin úr Evropa og Japan, koma higar, helst um veturin, tí at tá er veðurlagið lýtt og gott. Tað, ið dregur fólk, eru oyðimarkarferðir, tollfríir handlar, basarar, strendur og frálík gistingarhús.

Miðeystur

Hetta landaøkið fer inn í Útsynningsásia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arábiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er frá og lendið við strendurnar og kring grønurnar, er meginparturin av Miðeystri heit og turr oyðimørk. Ein teirra er Rub al Kali (Tómi Fjórðingurin), sum er ovurstór sandoyðimørk í Saudiarábia. Stórir partar av oyðimørkunum eru púra óbygdir, tí at har er einki vatn.

Seinastu árini hevur javnan verið kríggj ímillum lond við Persaflógva, og hundrað-túsundtals fólk hava latið lív. Í 1980 elvdi gamla markna-ósemjan ímillum Iran og Irak til víðfevnt kríggj, sum vardi líka til 1988. Í 1990 hertók Irak Kuveit, men í Flógvakrígnum fyrst í 1991 rak altjóða herlið við USA á odda irakar úr aftur Kuveit.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarábia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.