Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Sri Lanka


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Colombo

Høvuðsstaður (admin.):
Sri Jayawardenapura Kotte

Vídd: 65.610 km2

Fólkatalgood essay about conflict research project paper get somebody to write an essay for you: 21.513.990

Almentmál:
singalesiskt

Átrúnaður:
buddisma 69% hinduisma 7% islam 8% kristindómur 6% aðrir 10%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
srilankiskur rupi (LKR)

Sri Lanka

Oyggin Sri Lanka er úti fyri landssynningsstrondini í India. Sri Lanka er gitið fyri sínar tropisku pálmastrendur, høgu, brøttu fjøllini og fjølbroytta dýralívið, ið fær mong ferðafólk at koma hagar. Seinastu árini er ferðavinnan heilt nógv minkað av borgararkrígnum, ímillum singalesar og tamilar, ið stríðast fyri at seta á stovn egið ríki norðast í oynni. Landbúnaður er høvuðsvinna, og helvtin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum. Te, gummi og kokos verða dyrkað í stórum lundum og flutt út; men mesta grøðin er kortini rís.

Spentu viðurskiftini ímillum singalesisku myndugleikarnar og tamilar elvdu til borgarakríggj í 1983, í 2009 var friður fingin í lag. Tamilar settu seg upp ímóti, at singalesar skulu hava alt valdið og vilja hava sítt egna ríki norðast í oynni. Tamilar, teir flestu eru hinduar, eru 20% av fólkinum, og singalesar, teir flestu eru buddistar, eru 75% av fólkinum.

Størsta buddistiska høgtíðin í Sri Lanka, Esala Perahera, er í býnum Kandy í august mánaði. Tá fer skrúðgonga við vakurt prýddum filum ígjøgnum gøturnar; á einum fíli er gullskrín, og í tí er heilaga tonnin í Budda. Allar aðrar dagar í árinum er hon í Tann-templinum. Søgnin sigur, at tonnin varð bjargað, tá ið líkið av Budda varð brent á báli í 543 f. Kr.

Sri Lanka er kent fyri aðalseinar sínar, helst teir úr Ratnapura, "Aðalsteinabýnum". Í fjøllunum við býin eru bæði safirar, rubinar, topasar og ametystar og granatar. Sri Lanka bæði flytur út aðalsteinar, sum teir eru, og gjørd vøkur prýði.

Tedyrkan er stórídnaður í Sri Lanka. Mesta teið verða dyrkað í stórum lundum í hálendinum inni í landinum. Kaldari veðrið er, seinni veksur runnurin, og betri smakkar teið. Bara nýsprotnu bløðini verða hentað, og tey skulu virkast til te skjótast gjørligt, betri verður teið. 30% av útflutninginum í Sri Lanka er te. Seinastu árini hevur tevinnan fingið harða kapping úr londum, sum dyrkað bíligari, men vánaligari te.

Ferðavinnan er týdningarmikil í Sri Lanka. Tá ið borgarakríggið brast á, minkaði ferðavinnan heilt nógv, men nú veksur hon aftur. Sri Lanka er gitið fyri sínar vøkru sandstrendur á suður- og útsynningsstrondini og fyri buddistatemplini
minnisvarðarnar víða um í landinum.

Indiska meginlandið

Uttan um Indiska meginlandið eru trý høv: Arabiahav, Indiahav og Bengalhav. Fyri norðan eru hini ovurstóru Himaleiafjøllini. Indiska meginlandið er ógvuliga fjølbygt, og her býr um 1/5 av øllum fólki í heiminum. Nógv størsta landið er India, so Pakistan, Bangladesj, Nepal, oyggin Sri Lanka og lítla landið Butan. Mangan hevur verið ófriðarligt í indiska meginlandinum, og tað hevur mangan verið álopið uttaneftir. Í 19. og til miðju 20. øld var alt økið uttan Nepal og Butan bretskt hjáland. Stórur munur er á landslagnum og veðurlagnum, kavatakt fjøll fyri norðan, turrar sandoyðimerkur í útnyrðingspartinum og tropiskur regnskógur fyri sunnan.

Meginparturin av fólkinum í indiska meginlandinum býr á bygd og livir av landbúnaði. Bara í India eru 500.000 bygdir, og her búgva um 70% av fólkinum. Nakrar bygdir eru heilt smáar, í øðrum búgva mong túsund fólk. Flestu ættir hava búð í somu bygd í øldir og hava latið ættarliði eftir ættarliði kunnleika og royndir sínar.

Sermerkstasta veðurlagsfyribrigdi er monsunurin, sum hvørt summar lýggjur og vátur kemur uttan av havi inn yvir næstan alt Indianes. Monsunurin hevur alt at týða fyri bøndurnar, og kemur hann ikki við regni, er hungursneyð í durunum. Summi ár regnar so illa, at tað verður vatnflóð, ið elvir stóran skaða.

Monsunurin kemur av útsynningi um summarið og av landnyrðingi um veturin. Tá ið summarmonsunurin kemur uttan av Indiahavi, hevur hann lýggja og váta lut við sær, sum verður regn yvir turra og heita meginlandinum.