Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Turkmenistan


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Asjkahabad

Vídd: 488.100 km2

Fólkatalreview my essay how to write a paper in first person english paper hssc federal board essay on my next door neighbour: 4.884.887

Almentmál: turkmenskt

Átrúnaður: islam 89% kristindómur 9% aðrir 2%

Stýrirlag: fólkaræði

Gjaldoyra: manat (TMM)

Turkmenistan

Næstan 90 av Turkmenistan er í stóru oyðimørkini Karakum (Svartasandi). Hitin fer javnan upp um 50°C. Fram við suðurendanum í oyðimørkini er fruktagóður geiri, har bøndurnir m.a. velta bummull til útflutnings. Eftir tað, at Turkmenistan gjørdist frælst ríki í 1991, er russiskt ikki longur alment mál, nú er tað turkmenskt, og islam er aftur høvuðsátrúnaður. Landið er fátækt og avbyrgt frá umheiminum, men har er ógvuliga nógv gass.
 
Turkmenska fólkið er víða um í Miðasia, og mong teirra liva sum flakkfólk. Men í Turkmenistan hava mangir turkmenar sett seg niður og liva sum bøndur og rossaalarar. Teir fara javnan á rossauppboðssølur og keypa og selja dýr at selja í grannalondunum. Turkmenar eru gitnir fyri at ala góð kappríðingarross, til dømis akhal-teke, eitt rossaslag, sum stendur seg væl í oyðimarkarlendi.

Í 1948 oyðilegði harður jarðskjálvti lívliga handilsbýin Askjhabad. Býurin varð bygdur upp aftur av nýggjum og er nú høvuðsstaður í Turkmenistan. Askjhabad er miðdepil í matvøru-, silki-, knipplinga- og teppiídnaðinum í landinum.

Longsta vatnveiting í heiminum er grivin eystan úr Amu-Darjaá og vestur til Asjkhabad, veitin er 1.100 km long. Karakumveitin verður eisini kallað "lívsins á", tí hon veitir vatn á stór turrlendi, har bummull og onnur grøði nú verður dyrkað.

Miðasia

Miðasia er langt burtur frá heimshøvunum. Vindurin er turrur, og har er lítið avfall, so nógvastaðni er lendið kargt og berligt. Av tí at ógvuliga turt er bæði vetur og summar, eru skerpingur og turkur stórir trupulleikar hjá bóndunum. Fyri norðan eru víðar grasfløtur, nevndar steppur. Miðskeiðis eru tvær stórar oyðimerkur, Kyzilkum (Reyðisandur) og Karakum (Svartisandur). Fyri sunnan eru langir, høgir kavataktir fjallaryggir, sum ganga suður at Himaleia. Alt Miðásia, tá ið Afganistan er frá, var partur í gamla Sovjetsamveldinum. Ídnaðarmenning og felagslandbúnaður hava elvt til stórar broytingar í hesum londum. Í gomlum døgum vóru bara flakkfólk her

Í 1991 fell kommunistastýrið í Sovjetsamveldinum, og londini í Miðasia fingu sjálvræði. Tá ið londini vóru uppi í Sovjetsamveldinum, ið varð miðstýrt úr Moskva í Russlandi, búsettu mangir russar seg her, og russiskt trokaði burtur málini í hesum londum. Nú stríðist fólkið at vinna rættindini aftur og at menna mentan og samleika.

Nógv olja og nógv gass eru í norðaru londunum í Miðásia. Kasakstan er farið at pumpa olju upp úr einum av heimsins størstu oljukeldum í Kaspiskahavi. Turkmenistan er farið at vinna út gass úr ovurstórum gassøki uppi á landi. Peningatrot og ov lítil yrkislærd arbeiðsmegi hava við sær, at seint gongur at menna oljuvinnuna.

Aralvatn, sum einaferð varð fjórðstørsta vatn í heiminum, er í ferð við at torna upp. Náttúruvanlukkan stendst av, at áirnar Amu-Darja og Syr-Darja, sum renna í Aralvatn, verða veittar á dyrkilendi. Stórt øki liggur nú turt og er púra ónýtiligt, tí tað er hult í sanddusti og salti, sum rýkur í vindi og ger stóran skaða.

Kaspiskahav er størsta vatn í heiminum, tað er 371.000 km2 í vídd, og fimm lond eru uttan um tað. Vatnið er í støðugari minking, og fjarar samstundis. Har er nógvur fiskur, m.a. styrja, ið er dýrur fiskur, tí í kvennfiskinum eru nógv rogn - russiskur kaviarur. Fiskastovnarnir eru hóttir av ovveiðu og nógvu dálkingini, m.a. av oljuvinnuni í Baku.

Mong fólkasløg búgva í Miðásia. Upprunaligu fólkasløgini eru kashakar, turkmenar og usbekar, sum eru turkisk fólkasløg, og tadsjikar og afganar, ið eru eysturiransk fólkasløg. Øll hava tey sínar sermerktu húgvur, ofta vovnar úr silki og prýddar við mátaðum mynstrum.

Mong fólk í Miðásia eru flakkfólk og fara víða um við fenaði sínum eftir beitilendi. Flakkfólkini búgva í tjøldum og eiga fáar ognarlutir, tí at tey javnan skulu flyta. Tey lívbjarga sær við at halda dýr sum kamelar, seyð og geitir, og soleiðis fáa tey mjólk, kjøt og ull. Sumt verður selt, men meginpartin hava tey eftir sjálv. Flakkfólkini eru alsamt á ferð og steðga bara á í býum, tá ið tey skulu keypa og selja.

Islam er størsti átrúnaður í Miðasia. Hann kom higar fyrst í 8. øld. Tá ið Miðasia stóð undir Sovjetsamveldinum, var átrúnaðurin hildin niðri, og muslimskir brúdleypssiðir vórðu bannlýstir. Fólkið helt tó alla tíðina fast um átrúnað sín og dýrkaði hann í loyndum; og tá ið kommunisman fall, blómaði átrúnaðurin upp aftur.