Skip to main content

 

 


Papua Nýguinea


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Port Moresby

Vídd: 462.840 km2

Fólkatal: 6.064.515

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 34%, papuanýguianskir átrúnaðir 66%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kina (PGK)

Papua Nýguinea

Landið Papua Nýguinea er eystari partur í stóru oynni Nýguinea - beint sunnan miðkring, tí er veðurlagið heitt og slavið. Vestari partur eitur Irian Jaya og er landslutur í Indonesia. Í Papua Nýguinea eru høg fjøll eystur og vestur alla oynna; fjøllini eru avtakin við tøttum regnskógi langt niðan í líðirnar. Hægsta fjallið, Wilhelmsfjall, er 4.300 metrar høgt, og ofta liggur kavi á tí, hóast tað er næstan beint undir miðkringi. Niðari er veðurlagið heitt og slavið, og her veksur tættur regnskógur. Tveir triðingar av oynni eru regnskógur. Í hesum mest sum ógongdu skógum er satt meingi av dýrum og vøkstrum, og mong dýr og plantur eru ikki nakra aðrastaðni í heiminum. Við strendurnar eru stórar mangrovumýrar.

Tveir triðingar av øllum páradísfuglum eru í regnskóginum í Papua Nýguinea. Heimsins størsti firvaldur, Alexandra drotning, ið hevur eitt flog á 25 cm livir eisini í Papua Nýguinea.

Umleið seks milliónir búgva í Papua Nýguinea (2010); flestu teirra búgva í smáum, fjarskotnum bygdum. Í eygum vesturlendinga eru mong fólk har fátæk. Men nógv tilfeingi er í landinum, helst steinsløg t.d. kopar og gull. Koparnámið í Panguna í oynni Bougainville er ímillum tey størstu í heiminum. Viður úr stóru regnskógunum er eisini týdningarmikil útflutningur. Tað, sum ræður um her, er at vinna út tilfeingið og ikki skaða viðkvomu náttúruna.

Høvuðsstaðurin, Port Morresby, er bygdur við eina góða náttúruhavn á eystara armi á suðurstrondini. Ólíkt veðurlagnum aðrastaðni í landinum er turt her alt árið. Port Morresby er nógv vaksin seinastu árini, tí at mong fólk eru flutt higar úr fjarskotnum landslutum at fáa arbeiði.

Av tí at so illa er framkomandi um høgu fjøllini og ígjøgnum tættu skógirnar, hevur altíð verið lítið samband ímillum mongu ættarbólkarnar, ið búgva her. Hetta ger, at nú á døgum eru fleiri enn 1.000 ættarbólkar í landinum, og fleiri enn 700 mál og bygdamál verða talað. Flestu fólk í Papua Nýguinea liva av landbúnaði.

Avstralia og Kyrrahavsoyggjar

Av tí at hesin partur av heiminum hevur verið so avbyrgdur frá umheiminum, vórðu summi øki her ímillum tey seinastu í heiminum, har fólk settu seg niður. Fyrstu fólk at seta seg niður her komu úr Asia, teirra millum vórðu aboriginarnir í Avstralia, maoriarnir í Nýsælandi og ymisk fólkasløg í Kyrrahavsoyggjum. Aboriginarnir komu til Avstralia fyri um 50.000 - 70.000 árum síðan. Tá vóru heimshøvini grynri, og mest sum landfast var ímillum Avstralia og Nýguinea. Kyrrahavsoyggjar vórðu bygdar fyri um 7.000 árum síðan, tá ið fólk úr Landsynningsasia komu hagar. Onnur lond í hesum heimsparti hava ikki verið bygd í meiri enn um 1.000 ár - t.d. komu maoriar til Nýsælands um 950 e. Kr.

Í 18. øld fóru evropearar at koma higar, og bæði Avstralia og Kyrrahavsoyggjar gjørdust bretsk hjálond. Nú á døgum hava hesi lond ikki so nógv samband við Evropa longur. Seinastu árini eru mong fólk komin til Avstralia og Nýsælands úr Miðeystri og Landsynningsasia; bæði londini eru vorðin fjølmentað samfeløg, har er stór vælferð, og vinnulívið er fjølbroytt og gott.

Av tí at bara tvey fólk búgva á hvørjum km2 í Avstralia, er tað strálbygdasta meginland í heiminum. Flestu avstraliar búgva í býunum fram við strondini, fjart frá karga og heita veðurlagnum inni í landinum. Mangar av Kyrra-havsoyggjum eru smáar, tí er fólkið har ikki fjølment.

Umhvørvisvernd er vorðin týðandi samfelagsevni í heimspartinum. Í Avstralia eru
stór lendi og mong dýr friðað. Av tí at Kyrrahavsoyggjar eru fjart frá meginlondunum, hava kjarnorkuroyndarspreingingar verið á óbygdum oyggjum her; hóast fólkið hevur harðliga mælt ímóti.

At Avstralia hevur verið bretskt hjáland, sæst m.a. væl á avstralska flagginum. Tað myndar bretska flaggið (Union Jack), samveldisstjørnuna og stjørnumyndina Suðurkross.

Við tað at Avstralia og Nýsæland hava verið bretsk hjálond, er mesta fólkið í londunum nú á døgum av bretskari ætt. Men seinastu 50 árini eru tilflytarar komnir higar úr øllum heiminum. Um 2 milliónir fólk hava nú ikki enskt sum móðurmál. Ymsu tilflytararnir hava tikið við sær egna siðvenju, egnar høgtíðir, matsiðir og hava gjørt Avstralia og Nýsæland til ógvuliga fjølmentað lond.

Í mong ár var undirvísingarmálið hjá aboriginskum børnum í Avstralia og maoriskum børnum í Nýsælandi bara enskt, og tey sluppu ikki at læra sítt móðurmál. Men nú er vend komin í. Mál maorianna er viðurkent sum alment mál í Nýsælandi, og í Avstralia læra næmingarnir um aboriginskar mentanir og siðir.Men mong halda, at upprunafólkið eigur at fáa aftur lendið og tilfeingið, sum niðursetufólkið úr Evropa tók frá forfedrum teirra.

Bæði í Avstralia og Nýsælandi hevur ítróttin stóran týdning fyri tjóðskaparkensluna og samleika fólksins. Rugby er tjóðarítrótt í Nýsælandi; í Avstralia eru fótbóltur og krikket best umtókt. Góðu avrikini í hesum ítróttargreinum eru vorðin tjóðarstoltleiki í hesum londum.