Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Bretland - Ongland


Lyklatøl

Høvuðsstaðurmaster thesis on logistics candy store business plan: London

Vídd: 244.017 km2, herav Ongland: 130.360 km2

Fólkatal: 60.769.000 (2007), Ongland: 47.698.000 (1992)

Almentmál: enskt

Átrúnaður: kristindómur 61%, islam 3%, aðrir 36%

Stýrirlag: fólakræði, fleirflokkaskipan (konstitutionelt monarki)

Gjaldoyra: bretskt pund

Bretland - Ongland

Oyggjalandið Bretland er í útnyrðingshorninum í Evropa. Eystanfyri er Norðsjógvurin, og Atlantshav er norðan og vestan fyri. Írland (Eire) er vestanfyri. Millum Bretlands og evropeiska meginlandið er Ermarsund.

Bretland er størsta bretska oyggin. Á henni eru Ongland, Wales og Skotland. Harumframt eru oyggjarnar í Ermarsundi, oyggin Man og Norðurírland uppi í Sameinda kongsríkinum (United Kingdom). Ongland er lágligt land, heyggjut, jørðin fruktagóð. Wales og Skotland eru fjallalond við stórum óveltum víddum. Í Norðurírlandi er nógv lágt mýrilendi. Hóast enskt er almenna málið, eru týðilig staðbundin frábrigdi í málinum. Í Wales og pørtum í Skotlandi er fólk, sum tosar sítt egna mál og vil hava sjálvstýri. Bretland er fjølmentað land, tí onglendingar, skotar, walisar og írar eru ymisk fólkasløg. Seinastu øldina hava innflytarar og flóttafólk úr Evropa, Afrika, India og Karibia sett búgv í landinum. Tey hava tikið mál, átrúnað og mentan við sær. Bretland er eitt av ríku londunum í heiminum og hevur havt óføra nógv hjálond um allan knøttin. Seinastu árini hevur gingið afturá við búskapinum, men olja og jarðgass úr Norðsjónum og á markinum millum Hetlands og Føroya gera Bretland sjálvbjargi við orku.

Hóast Bretland ikki er so stórt land, hevur tað havt ógvuliga stóra ávirkan á allan heimin. Einaferð var tað ovurstórt heimsveldi, og tí er enskt eitt heimsmál. Í Bretlandi tóku fyrst landbúnaðarkollveltingin og síðan ídnaðarkollveltingin seg upp í 18. øld og breiddi seg so um allan heimin. Nú á døgum er tungídnaðurin, sum áður var álitið, ikki so týdningarmikil longur. Tænastuvinnan er tann vinnugreinin, ið mennist mest, t.d. banka- og tryggingarvirksemi.

Ongland er størsti og fjølbygdasti parturin í Bretlandi. Nógv av fólkinum býr í stórbýum: London, Birmingham og Manchester. Nógvir býir eru gamlir ídnaðarbýir. Landslagið skiftir úr gróðrarmiklum akurlendi har suðuri og har eysturi í heyggjutar heiðar norðantil og vestantil. Allastaðni í Onglandi eru hugnaligar bygdir, og gomul hús og handlar eru ofta um almenningin í bygdini.

Tá ið rómverskar herdeildir fyri knøppum 2000 árum síðan (ár 43 e.Kr.f.) tóku Bretland, bygdu teir sær víggirdan bý, Londinium, at tryggja flutningin um ánna Tems. Um ár 1100 var London so stórur, at hann var kosin høvuðsstaður landsins. Nú er hann stórbýur við stívliga 8 mió. íbúgvum og er miðstøða í landsins politikki, búskapi og mentan. Ferðafólk úr øllum heiminum kemur at síggja søguligu bygningarnar og annað, ið vert er at síggja í London. 

Rósan er tjóðarblóma Onglands.