Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Írland


Høvuðsstaður: Dublin

Vídd: 70.280 km2

Fólkatalfutsal business plan bennington college mfa creative writing term papaer length admission essay: 4.301.000

Almentmál: írskt, enskt

Átrúnaður: kristindómur 96%, aðrir 4%

Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Írland

Vegurlagið í Írlandi er lýtt og slavið, og tí er lendið nógvastaðni albeitt og grasgrønt. Írland var leingi undir bretskum yvirvaldi. Í 1922 fekk syðri partur - um fýra fimtingar av oynni - sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum og gjørdist óheft lýðveldi í 1948; men Norður Írland varð verandi saman við Bretlandi. Landbúnaður er enn høvuðsvinna; men eisini í Írlandi eru mong fólk - helst ungfólk - flutt av bygd til býirnar. Náttúrutilfeingið er ikki nógv, og hóast ídnaðurin og ferðamannavinnan eru vaksin, er Írland eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa. 

Írski høvuðsstaðurin Dublin hevur átt týðandi leiklut í søgu landsins. Hesin fjølbygdi býur var miðdepil í frælsisstríði íra ímóti bretum, t.d. Í páskauppreistrinum í 1916. Seinastu árini hava ídnaður og tænastuvinnugreinir tikið seg upp í Dublin, og mong fólk eru flutt higar aðrastaðni úr landinum at fáa arbeiði.

At fara á vertshús at fáa sær eitt krúss av øli, práta og spyrja tíðindi er gamal siður í Írlandi. Tilburðir úr írsku søguni verða ofta bornir fram í sangi, og javnan er lívligur fólkasangur at hoyra á vertshúsunum. Tjóðardrykkur íra er "stout" - sterkt, svart øl við tjúkkari, ljósari froðu. Størsta bryggjarí í Evropa er í Dublin. Guiness-ættin stovnaði tað fyri 200 árum síðan.

Írar eru gudrøkið fólk, og katólska kirkjan eigur stórt rúm í gerandisdegi teirra. Átrúnaðarligar skrúðgongur eru vanligar, og kirkjur eru víða um landið. Mangar teirra eru halgaðar Mariu moy. Kirkjan rekur bæði sjúkrahús og skúlar og er sterk í samfelagnum; t.d. er hon harðliga ímóti fosturtøku og at fólk nýta fyribyrgjandi evni. Bara fá ár eru, síðan hjúnaskilnaður varð loyvdur í Írlandi. Tjóðardagurin, pátriksmessa, eitur eftir halgimenni.

Ikki er nógv orkuráevni í Írlandi, t.d. kol ella olja. Men stórar torvheiðar eru í landinum. Plantuleivdir, ið liggja undir runu, verða til mógv, tá ið tær torna. Turkaður mógvur verður torv. Summar bygdir hava sínar egnu torvheiðar, har bygdarfólkið sker sær eitt ársbrenni, og so eru eisini stórar torvheiðar, sum landið eigur, har verður skorið við maskinu. Torvið verður, m.a. nýtt sum brenni í torvfýrdum orkuverkum.

Albeittu fløturnar í Írlandi eru óføra gott beiti hjá kappríðingarrossum. Írska rossið er tiltikið um allan heim og vinnur ofta altjóða kappingar. Mong ross verða eisini flutt út, og er tað góð inntøka. Rossini verða keypt og seld á stórum marknaðum og uppboðssølum; ofta savnast heil húski at hyggja at søluni.