Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Kekkia


Lyklatøl

Høvuðsstaðurresearch homework help dissertation problem statements on physical assessment: Prag

Vídd: 78.370 km2

Fólkatal: 10.180.000

Almentmál: kekkiskt

Átrúnaður: kristindómur 60%, aðrir 40%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kekkisk koruna (CZK)

Kekkia

Ídnaðurin í Kekkia er tann framkomnasti í teimum fýra londunum í hjartanum í Miðevropa. Búskapurin er nútímansgjørdur og lívskorini rættiliga góð. Frá 1918 til 1993 vóru Kekkia og Slovakia eitt samveldisríki, nevnt Kekkoslovakia. Í 1950-árunum kom landið undir sovjetiskt eftirlit. Tá ið kommunistastyrið í samveldisríkinum fall, gjørdi fólkið av, at ríkið varð býtt í tvey - Kekkia og Slovakia. Stórur partur av landinum er háslætti, girdur av rættiliga høgum fjøllum. Kekkar eru tjóðskaparsinnað fólk.

Ikki langt frá søguliga býarkjarnanum í Prag, sum er ein av vakrastu høvuðusstøðum í Evropa, hevur blómandi handilslív tikið seg upp. Mong koma til Prag, bæði at síggja vakra býin og í handilsørindum. Men sum so nógvastaðni í Miðevropa er luftdálking álvarsligur trupulleiki. Dálkingin stendst mest av verksmiðjunum í stóru ídnaðarøkjunum í býunum uttan um hann.

Øl er ein tann gitnasta vøran úr hesum fram komna ídnaðarlandinum. Kekkar hava bryggjað í øldir, og kendasta ølið er Pilsner, bryggjað í Plzen síðan 1925, og Budweiser, bryggjað í Budvar. Ídnaður hevur eisini mong ár á baki. Longu í 13. øld tók námsvinna seg upp í fjøllunum, og enn arbeiða mong í námsvinnuni. Týdningarmestu ídnaðarvørurnar eru akfør, spreingievni, plast og klæði.

Jarðarviðurskiftini í Kekkia eru nógv øðrvísi enn í Póllandi. Jørðin er løgd saman í stórgarðar, ið eru landsjørð, ella í felagsgarðar, ið eru óðal. Men sum í Póllandi hevur skiftið frá miðstyrdum kommunistabúskapi til marknaðarbúskap verið trupul tíð hjá bóndunum, tí at teir hava ikki verið vanir við opnan marknaðarbúskap. Úrtøkan er stór á kekkisku gørðunum, og teir fáa mest korn burturúr í øllum Miðevropa. Sum í grannalondunum verður mesta kornið brúkt til fóður, tí at bøndurnir hava lagt seg mest eftir at halda sláturneyt og mjólkneyt.

Sjónleikarlistin er hátt í metum í hesum londum og hevur røtur eini 800 ár aftur í tíðina; tí var tað ikki annað enn sambærligt, at fyrsti forsetin í Kekkia, Vaclav Havel, er gitin sjónleikahøvundi. Kekkia hevur eisini átt mong mæt listafólk í  øðrum listagreinum, serliga tónleiki, bókmentum og filmi.

Í øldir hevur góði sandurin, ið er í Böhmen í Suðurkekkia, verið nýttur sum ráevni í glasgerð. Í miðøld varð glashandverk úr Böhmen hámett fyri sínar framúr vøkru glasmálningar. Böhmiskt glas er gitið fyri dygd og vakurleika og verður framvegis gjørt nú á døgum.

Miðevropa

Hjartað í Miðevropa eru tey fyra londini, Pólland, Kekkia, Slovakia og Ungarn. Í Póllandi og Ungarn er ógvuliga slætt, men í pørtum í Kekkia og Slovakia er hægri. Landamørkini í Miðevropa eru mangan flutt seinastu øldirnar. Ein atvold var, at landslagið er so slætt, at ilt var at verja seg, tá ið fremmant hervald søkti at; eitt annað var, at landøkið var ímillum fýra stórveldið: Russland, Eysturríki-Ungarn, Proysland og Ósmannaríkið. Eftir seinna heimsbardaga hevði Sovjetsamveldið eftirlit við Miðevropa, og londini hava bara havt fult frælsi síðan síðst í 1980-árunum.

Flestu miðevropearar eru rómverskt katólskir. Halgidagshald og aðrar átrúnaðarligar kirkjuligar høgtíðir eru fastir tættir í gerandislívinum. Londini vórðu ikki kristnað fyrr enn um ár 1.000. Av tí at fólkið í hesum londum javnan hevur staðið undir øðrum tjóðum, hava tey verið tjóðskaparsinnað, og katólska kirkjan hevur verið týðandi partur av samleikanum.

Tónleikur, dansur og sangur eru fastir tættir í brúdleypum, heystgildum, ættarveitslum, á jólum og í øðrum kirkjuligum høgtíðum. Siðirnir eru ymiskir og ofta staðbundnir - eru í sama øki, og hægst í metum á bygd. Í Póllandi t.d eru flestu tónleikarar sjálvlærdir og taka bara ljóðføri fram eftir strevnan arbeiðsdag. Slovakiskir fólkatónleikarasiðir eru best goymdir í fjallabygdunum, har eitt annað mentanareyðkenni eru litríku tjóðbúnarnir.

Donau er ein týdningarmikil flutningsleið, ið knýtir Slovakia og Ungarn saman við Týskland og Ríná fyri vestan og við Svartahav í Landsynningsevropa. Áður var nógv skipaferðsla á Donau, men nú er flutningurin minkaður, tí at handilin við gamla Sovjetsamveldið er so nógv minkaður. Nógvastaðni er áin byrgd og vatnsmegin veitt í orkuverk - byrgingin við Gabcikovo veitir 15% av allari ravmagnsnýtsluni, sum Slovakia nýtir um árið.

Brúnkol er mest nýtta brenni í Miðevropa. Tað verður brent í stórum orkuverkum, sum gera ravmagn. Mikil dálkan stendst av hesi orkugerð, tí at nógv svávul verður úrskilt, tá ið brúnkol brennur. Tá ið kolið verður brent, verður roykurin blandaður við vætuna í luftini; burtur úr tí verður svávulsýra ella „súring", sum, tá ið hon fellur niður aftur við avfalli, tærir grótbygningar og týnir vøtn og skógir. Eitt annað, ið veksur nógv um luftdálkanina í hesum londum, er bilosi. Ferðslan er ikki so tøtt sum t.d. í Vesturevropa; men flestu bilarnir eru gamlir og dálka tí ógvuliga illa.

Í norðara parti í Miðevropa er javnan heitt um summarið, men kalt um veturin. Tá er gott at eta heitan, stimburmiklan mat. Matsiðirnir eru nógv ávirkaðir úr grannalondunum, t.d. Týsklandi, Russlandi og Eysturríki, og vanligir rættir eru epli, mjølbollar, súpan og grýturættir. Syðri, í Ungarn t.d., eru matsiðirnir øðrvísi og fremmandir, har eta tey nógv kryddaðar rættir, sum t.d. gullasj, ið er kryddaður grýturættur av neytakjøti.

Fjórðingur av Miðevropa er skógur. Nógvastaðni eru skógirnir fleiri túsund ára gamlir, og tætt við Poznan vaksa fleiri hundrað ára gomul eikitrø. Súra regnið, ið stendst av ringu luftdálkingini, er farið illa við skógunum. Ringast er í Póllandi, har næstan helvtin av trøunum eru skadd.

Bialowiezaskógur í Póllandi, ið er tjóðargarður, er størsta skógarøki í Norðurevropa. Her liva mong villinidýr, t.d. elgur, hjørtur, úlvur og bjørn, og mong friðingarátøk hava verið gjørd til tess at verja dýrini. Her hevur eisini verið roynt at slept upp dýrum, ið leingi ikki hava livað vill. Tjóðargarðurin er einasti staður, har evropeiski bisonurin livir villur.