Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Montenegro


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
should i double space my common app essay personal narrative essays onlinePodgorika

Vídd: 13.812 km2

Fólkatal: 598.000

Almentmál: montenegriskt

Átrúnaður: ortodoks kristin 74%, katolikkar 4%, islam 18% og aðrir 4%

Stýrirlag: lýðveldi

Gjaldoyra: evra

Montenegro

Tá Jugoslavia syndraðist í 1991, løgdu lýðveldini Serbia og Montenegro saman og stovnaðu nýtt samveldisríki, sum at Jugoslavia. Nýggja samveldisríkið hjálpti serbiska fólkinum í Kroatia og Bosnia at kríggjast; tað elvdi til, at mong lond settu revsitiltøk í verk ímóti Jugoslavia og steðgaðu øllum samhandli við nýggja samveldisríkið.

Knappliga tyeir triðingar av fólkinum í samveldisríkinum vóru serbar. Í landslutinum Vojvodina fyri norðan búgva mangir ungarar, og í Kosovo, syðsta landslutinum í Jugoslavia, eru 90% avfólkinum albanar. Tey flestu tala serbiskt, sum kann verða skrivað við tveimum bókstavaraðum; serbar nýta kyrilliska stavraðið, ið t.d. russar eisini nýta; men kroatar nýta latínska, sum vit eisini nýta.

Í 2003 skifti samveldisríkið navn frá Jugoslavia til Serbia og Montenegro, og eftir at  fólkaatkvøða varð hildin í Montenegro í 2006 og úrslitið var, at Montenegro vildi loysa frá Serbia vórðu londini bæði sundurlisin.

Síðan 2006 hevur Montenegro verið sjálvstøðugur limur í ST.

 

Vesturbalkan

Stórur partur av Vesturbalkan er fjallalendi. Orðið „balkan" merkir „fjøll". Fyrstir at nýta hetta orð um hesi lond vóru turkar, sum ráddu á øllum Balkannesi úr 15. øld til fyrst í 20. øld. Frá 1918 til 1991 vórðu øll londini á Vesturbalkan uppi í samveldisríkinum Jugoslavia, tó ikki Albania, sum varð verandi frælst, óheft ríki. Meðan sterki kommunistaovastin Tito ráddi, eydnaðist myndugleikunum at hava tamarhald á spenninginum ímillum øll fólkasløgini; men tá ið hann doyði, og kommunisman í Eysturevropa og Sovjetsamveldinum fall, kyknaði avgamla stríðið ímillum fólkasløgini upp aftur. Tað elvdi til, at Jugoslavia varð syndrað, og herviligt borgarakríggj brast á. Kríggið vardi í 4 ár frá 1991-95.

Alt síðan fornøld hava mong ymisk heimsríki havt hesi lond undir sær, og hvørt teirra hevur havt sína ávirkan á málið, klædnabúnan og átrúnaðin hjá fólki. Her í bosniska býnum Mostar daga kirkjuspírini á ortodoksu kirkjuni, á rómversk-katólsku kirkjuni og islamsk moskutorn upp ímóti luftini. Islam kom henda vegin við turkum, tá ið teir tóku hesi lond í 15. øld. Nú á døgum koma aðrar mentanir aftur at teimum, ið hava verið frammi, so hvørt ymsu tjóðirnar royna at endurskapa samleika sín.

Í mongu dølunum veksur nógvur leyvskógur og nálaskógur. Men bratta og grunna fjallalendið er frálíkt til landbúnað. Mesti landbúnaðurin er fram við áirnar, serliga við Donau. Har verður nógv grønmeti dyrkað, t.d. hvítkál, paprika og bønir; á víðu, grasgóðu fløtunum er nógv neytahald.