Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Svøríki


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Stockholm

Vídd: 449.960 km2

Fólkatal: 9.088.728

Almentmál: svenskt

Átrúnaður: kristindómur 93%, aðrir 7%

Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: svensk króna (SEK)

Svøríki

Svøríki er ímillum Noreg og Finnland. Norðari partur er skógvaksin og kaldur, syðri partur er gott landbúnaðarlendi, og har býr meginparturin av svenska fólkinum. Landið er 1.574 km langt, 499 km, har tað er breiðast, og er fjórðstørsta land í Vestuevropa. Svøríki hevur mong ár á baki sum ídnaðarland, hevur væl útbúgvið fólk á øllum økjum, og er ímillum framkomnastu ídnaðarlond í heiminum.  

Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysið hevur verið eitt hitt lægsta í Evropa, men tað vaks nógv í búskaparkreppuni í 1990-árunum. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Búskaparkreppan í 1990-árunum hevði við sær at skert var í teimum almennu veitingunum.

Skandinavisku londini og Finnland eru gitin fyri einføldu og reinu sniðini á tí, tey gera, eitt snið, sum er væl umtókt aðrastaðni. Svenskir sniðskaparar komu sær serliga fram í 1960-árunum. Vælumtókt snið hevur gjørt, at svenskir bilar, t.d. Saab og Volvo, ravmagnsamboð, klædnavørur, glassvørur og húsbúni - her kann IKEA nevnast - úr svenskum nálaviði eru høgt í metum í útlondum.

Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í Evropa eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða dálkað, og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka dálkingina í Eystarasalti. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu endurnýtsla av aluminiumsblikkum.

Ikki er óvanligt, at svensk húski eiga summarhús - um 600.000 summarhús eru í Svøríki. Tey eru bygd úr viði, ofta reyðmálað, og standa niðri við strondina, við vøtnini, í skógunum ella uppi í fjøllunum. Her kunnu troytt býarfólk taka sær av løttum í vikuskiftunum og frítíðini. Vanligt er eisini at leiga útlendskum ferðafólki húsini. Mong útlendsk ferðafólk koma til Svøríkis, helst um summarið.