Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Ukraina


Lyklatøl

Høvuðsstaðurreflection paper essay how to do an assignment in one night: Kiev

Vídd: 603.700 km2

Fólkatal: 46.205.000

Almentmál: ukrainskt

Átrúnaður: flestu fólk eru kristin

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: karbovanets (UAH)

Ukraina

Víðu, fruktagóðu fløturnar í Ukraina og ovurnógva kolið gjørdu, at landið var eitt hitt sterkasta lýðveldið í Sovjetsamveldinum. Síðan Ukraina fekk sjálvstýri í 1991, hava viðurskiftini við Russland verið vánalig; serliga tí, at londini hava ikki verið samd um, hvør eigur vápn og skip, ið vóru samogn í sovjettíðini. Eisini er stríð ímillum fólkasløg; fimtingurin av fólkinum eru russar. Í 1986 var ringasta kjarnorkuvanlukka í heiminum í Tjernobyl í Norðurukraina. Geislavirkin evni vórðu spjadd ógvuliga víða um, skaddu fólk og dýr og dálkaðu mold og vatn.

Høvuðsstaðurin í Ukraina, Kiev, hevur mangan verið álopin uttanífrá. Í 9. øld var hann miðdepil í einum handilsríki, ið víkingar høvdu bygt. Seinni tóku mongolar býin, og í 14. øld kom hann undir Stórfúrstadømi Litava og frá 1569 undir pólska-litaviska ríkið. Í 17. øld tóku russar Kiev, og seinni vórðu Kiev og Ukraina limað inn í Sovjetsamveldið. Býurin fór ógvuliga illa í øðrum heimsbardaga, men var bygdur upp aftur í 1950- og 1960-árunum og er nú týdningarmikil samferðslu-, mentanar- og útbúgvingarmiðdepil.

Í Donetslækkanum í Eysturukreina eru størstu kolalindir í Evropa. Her eru eisini nógvur ídnaður og kola- og vatnorkuverk, sum veita fimtstørstu jarn- og stálvirkjum í heiminum ravmagn. Aðrar verksmiðjur gera metalið til og smíða skip og maskinur burtur úr tí. Men mong nám og mangar verksmiðjur geva lítið av sær, og ídnaðinum tørvar nýíløgur.

Næstan 75% av Ukraina eru fruktabarar fløtur, nevndar steppur. Stórur partur av hesum flatnalendi er veltur og av bestu kornjørð. Ukraina varð kallað "kornbing Sovjetsamveldisins", tí at so nógv korn, t.d. hveiti, mais, bygg, havri, bókhveiti og rugur, kom haðan. Yvir 20% av øllum korninum, Sovjetsamveldið brúkti í 1990, varð velt í Ukraina.

Langt eysturi í Evropa eru londini Ukreina og Moldava; landslagið er slætt, og jørðin er fruktagóð. Longri eysturi, ímillum Svartahav og Kaspiskahav, eru tey trý Kavkasuslýðveldini, Georgia, Armenia og Aserbadjan. Í 17. øld tók russiska zarveldið yvirræðið í hesum londum, og tá ið Sovjetsamveldið varð stovnað, gjørdust lýðveldini partur í tí. Londini fingu frælsið, tá ið Sovjetsamveldið fall fyrst í 1990-árunum. Fruktagóða landbúnaðarjørðin og stóra ráevnistilfeingið hava gjørt, at hesi lond eru ímillum tey ríkastu í gamla Sovjetsamveldinum. Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyri tiltikna russiska vetrarkuldanum. Tað hevur við sær, at her er stór ferðavinna, helst á strondini við Svartahav.

Mesta fólkið í Ukreina og Moldava eru evropeisk og slavisk; men í Kavkasuslýðveldunum eru fleiri enn 50 fólkasløg. Sovjetstýrið í Moskva royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í stóra samveldinum og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg russiskt og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan. Men mong fólkasløg á hesum leiðum hava eina ríka og stórbæra søgu og hava tvíhildið um egið mál og egna mentan.

Tá ið Sovjetsamveldið fall í 1991, og hesi lond gjørdust sjálvstøðug, tók hart stríð seg upp. Ymsar smátjóðir krevja at fáa vald yvir sínum landi; harðast hevur leikað á í Kavkasuslýðveldunum. Í Ukreina og Moldava eru viðurskiftini ring ímillum uppruna fólkið og mongu russarnar, ið vórðu eggjaðir at flyta higar í sovjettíðini.

Í hesum landøkjum er nógv kol, olja og gass, og londini gera og lata ógvuliga nógva orku. Í 1990 lótu hesi lond fjórðingin av allari orkuni, Sovjetsamveldið nýtti. Umframt kol úr Donetslækkanum í Ukreina og olju og gass úr Aserbadjan eru her eisini bygd kjarnorkuverk, vatnorkuverk og vindorkuverk. Nógvur metalmálmur, t.d. jarn, mangan, blýggj, sink, kopar og uran, koma eisini hiðani.

Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyr kalda høgættarvindinum norðan av russisku víddunum. Tað ger, at grøði, sum ikki veksur aðrastaðni í gamla Sovjetsamveldinum, veksur væl her, til dømis te, vínber, nøtir, tubbak og bummull, sum verða seld gomlu sovjetisku lýðveldunum. Neyt og seyður ganga á biti í hálendinum.

Á ovurvíðu fløtunum í Ukreina og Moldava eru akrar, so langt eygað ber. Kornsløgini, teir dyrkað, eru hveiti, bygg, havri og mais. Her er ikki so nógv avfall sum í Kavkasuslýðveldunum, men breiðu, møku áirnar - tær størstu eru Dnepr og Dnjestr - gera, at væl ber til at veita vatn á fruktagóðu, svørtu moldina.