Skip to main content

 

 


Nikaragua


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Managua

Vídd: 130.000 km2

Fólkatal: 5.666.301

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 100%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri

Gjaldoyra: cordoba oro (NIO)

Nikaragua

Nikaragua er hugtakandi og vakurt land og verður stundum eisini kallað "vatna- og gosfjallalandið". Tað kundi eisini verið eitt av teimum ríkastu í Miðamerika, men í mong ár hava kríggj og ófriður verið í landinum og ódnir gjørt um seg, og politiska stríðið hevur eisini oyðilagt búskapin. Týdningarmestu vinnuvegirnir eru landbúnaður og fiskiskapur, men í Nikaragua eru eisini mong ráevni í jørðini, t.d. kopar og gull, ið verða vunnin til útflutnings. Fólkið í landinum er ungt, meiri enn helvtin er undir 15 ár.

Mesta fólkið í  Nikaragua býr á Kyrrahavsstrondini, har flestu býirnir eru. Har eru nógv gosfjøll, sum javnan goysa, men versti vandin er jarðskjálvti. Í 1972 var høvuðsstaðurin í landinum næstan lagdur í oyði í einum herviligum jarðskjálvta. 6.000 fólk doyðu, og 300.000 fólk gjørdust heimleys.

Jørðin fram við Kyrrahavsstrondini er mest gosøska, har fruktar væl, og tað er týningarmesta landbúnaðarlendið í Nikaragua. Mais, bønir og durra eru høvuðsgrøði, og tey heysta tvær
ferðir um árið. Kaffi, bananir og bummull verða eisini dyrkað og flutt út.

Vestarlaga í Nikaragua er Nikaraguavatn, størsta vatn í Miðamerika. Vatnið eitur eftir Nikarao, einum indiánahøvdingi. Hann og fólk hansara búðu við vatnið. Tað er einasta vatn í heiminum, fiskasløg, sum vanliga bara liva í sjónum, eru í, t.d. hávur og svørðfiskur. Granskarar halda, at hávarnir svimja niðan í vatnið úr Karibiahavi eftir San Juanánni.

Stívliga 40 ár stýrdi Somoza-ættin Nikaragua við harðari hond. Men í 1979 tóku uppreistrardeildir valdið og settu á stovn vinstrasinnaða sandinistastjórn. Hon bøtti um skúlaverkið og heilsuviðurskiftini og skipaði fyri, at jørð varð tikin frá teimum ríku og latin mongu fátæku smábóndunum. Mótstøðufólk, nevnd contras, sum USA stuðlaði, bardust ímóti sandinistunum eftir tað, at teir høvdu tikið valdið. Sandinistarnir taptu valið í 1990, og politiska støðan í landinum er ótrygg.

Í Nikaragua er vanligt, at mong fólk eru í húsi, og børn, foreldur, ommur og abbar búgva tíðum í sama húsi. Fyri 1979 dugdi meiri enn helvtin av fólkinum hvørki at lesa ella skriva. Tá ið sandinistarnir fingu valdið, løgdu teir doyðin á at bøta um hetta, og nýútbúnir lærarar, teir flestu konufólk, vórðu sendir um alt landið at læra fólk at lesa og skriva. Eftir fáum mánaðum vóru um 87 % av fólkinum lesifør. Men tá ið sandinistastyrið fall, var ikki so stórur dentur lagdur á skúlaskap longur, og lesi- og skriviførleikin versnaði aftur.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam ivy league college essays bell small business planser almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguei, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.