Skip to main content

 

 


Bolivia


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Sucre

Vídd: 1.098.580 km2

Fólkatal: 10.118.683

Alment mál:
spanskt, quechua og aymará

Átrúnaður:
kristindómur 95% aðrir 5%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: boliviano (BOB)

Bolivia

Fjallalandið Bolivia liggur ikki út ímóti sjónum. Í 1883 misti Bolivia strandalendi sítt til Kili, tað var í kyrrahavskríggjunum; tí fer næstan allur útflutningur nú við bili ella toki ígjøgnum Kili og Peru. Stórt náttúrurtilfeingi er í Bolivia, t.d. silvur og tin, men við tað at landið hevur verið so avbyrgt, og at stjórnarskifti hevur verið í heilum, er Bolivia fátækt. Eini 70% av fólkinum eru aymaráindiánar og quechuaindiánar, sum búgva á vindbarda háslættanum, nevndur altiplano. Teir eiga ikki meiri jørð, enn at teir so dánt fáa dyrkað so mikið, at teir breyðføða seg og síni.

Bolivia er nevnt eftir Simón Bolívar (1783-1830), venesuelsku frælsishetjuni, ið varð nevndur Frígerarin. Frá 1812 halgaði hann lív sítt til at sleppa Suðuramerika undan spanska yvirvaldinum. Hann vann Nýggja Granada (nú Kolumbia), Venesuela, Ekvador, Panama og Ovara Peru (nú Bolivia) frælsi. Bolívar droymdi um eitt sameint Suðuramerika, men enn er dreymur hansara ikki gingin út.

Kokarunninum trívst væl í fjalladølunum í Bolivia og er góð inntøkukelda hjá fólkinum, sum býr har. Bløðini av kokarunninum verða nýtt til at gera ólógliga drøggevni kokain. Myndugleikarnir hava roynt at steðga kokadyrkingini og boðið bóndunum pening fyri at leggja um til annan landbúnað, t.d. sukur, bananir og kakao. Hetta hevur ikki borið til, og koka er enn høvuðsgrøði í Bolivia.
 
Aymaráindiánar hava tronglig kor, og arbeiðsdagurin er strevin, hvørki ravmagn ella vatn er lagt inn í húsini. Flestu fólk eru fátækir bøndur, sum dyrka epli, mais og bygg og hava nakrar kýr, seyðir, lamur og høsn. Úr lamuullini virka teir heit klæði, og lamutøðini verða nýtt til brenni. Aymarákonurnar og genturnar ganga undir myrkagrønum, svørtum ella brúnum hatti.

Hóast Bolivia er katólskt land, eru gamlir átrúnaðarsiðir ikki heilt gloymdir. Í Titicacavatni er oyggin Isla del Sol (Sóloy), og gomul trúgv er, at har varð sólin borin í heim, og í tí sambandi halda tey sólveitslu einaferð um ári. Tónleikur eigur stóran leiklut á stevnum og høgtíðum í Bolivia; spælt verður á panfloytu, trummu og messingljóðføri. Nógv av hesum ljóðførum gera tey sjálvi, eitt nú maracasa, ið er rútmuljóðføri og gjørt úr turkaðum graskerum. Leys fræ inni í maracasuni geva ljóð frá sær, tá ið hon verður rist. Panfloytur verða eisini nýttar, tær verða vanliga gjørdar úr sevi.
 
Í Bolivia er nógv tin, silvur, blýggj, sink og onnur steinsløg. Tinvinnan er týdningarmikil vinnuvegur, og hóast afturgongd er Bolivia enn ímillum tey fimm londini í heiminum, ið vinna mest tin. Túsundtals fólk arbeiða í námunum; arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, trygdin ring og lønin lág. Mangir námsmenn trúgva, at ein andi, nevndur El Tio, heldur til í námunum og leggja honum sigarettir sum offurgávu fyri tinið.
 

Suðuramerika, norðari partur

Londini í hesum parti í Suðuramerika hava mark ímóti norðara og vestara parti í Brasil. Vestur ímóti Kyrrahavi eru Andesfjøll, sum ein bugur norðan úr Venesuela til Ekvador og Peru og haðan beint suður ígjøgnum Bolivia, Kili og Argentina. Inkaríkið var í Andesfjøllum, men í 1532 tóku spaniamenn ríkið og løgdu londini í Andesfjøllum undir seg. Í landnyrðingspartinum tóku Bretland, Frakland og Niðurlond sær hjálond. Øll londini í Suðuramerika uttan Franska Gujana eru nú fræls ríki, men tey hava mangar trupulleikar at dragast við. Tað, ið eyðkennir tey flestu, er, at har er ovurstórur munur á ríkum og fátækum, ovfólkaðir býir eru og ólógligur drøgghandil.

Í øldir hava ymisk súgdýrasløg verið lívsneyðug hjá fólki í Andesfjøllum. Ótamd dýr, sum t.d. guananeytini og vikunjan, og húsdýr, sum lama og alpakka, eru øll týdningarmikil, tí ullin og kjøtið av teimum eru góð. Vikunjuullin er mjúk og fín sum silki, og grova lamaullin hevur verið nýtt til teppi, klæði o.m.a.

Andesfjøll eru heimsins longsta fjallarøð. Summi fjøll eru 3.000 metrar og hægri. Quechuaindiánar hava í øldir hildið til høgt upp í Andesfjøllunum í Bolivia, Peru og Ekvador. Teir vóru búnaðarfólk, og bæði lendið og arbeiðið vórðu javnt býtt ímillum menn og konur. Nú eru mangir quechuaindiánar fluttir til býirnar at leita sær eftir arbeiði, men mangir ganga arbeiðsleysir. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk.

Tað er so lítið dyrkilendi í Andesfjøllum, at hvør jarðarskeki verður veltur. Nógvastaðni í líðunum laða bøndurnir bríkar, at teir kunnu nýta alt lendið, teir eiga. Sáað verður, sum veðurlagið er. Niðri á sløttum er lýtt og slavið, men hægri upp tú kemur, kaldari verður. Á háslættunum í Andesfjøllum er einasta frukt, ið veksur væl, epli. Á Boliviaháslættanum, Altiplano, verða epli velt, og dýr ganga á biti. Epli, hveiti og bygg verða dyrkað í kalda hálendinum. Sukurrør, kaffi, tubbak og mais vaksa væl, har temprað veðurlag er. Sukurrør, Bananir, kakao, bummull og rís vaksa væl ílýggja veðurlagnum niðri á láglendinum.

Angelfossur er hægsti fossur í heiminum. Jimmy Angel, flogskipari úr USA, fleyg ígjøgnum Venesuela at sóknast eftir einari á, hann einaferð hevði leitað eftir gulli í. Meðan hann fleyg, sá hann ein ógvuliga høgan foss, sum rennur niður í Churúná. Fossurin er 980 m høgur.

Í øldir hevur fólkið í hesum parti í heiminum tugt kokabløð, sum stimbrað, og sum stilla svongd. Nú á døgum verður kokain vunnið úr bløðnum, eitt ólógligt drøggevni, sum gravgangur er eftir, helst í Norðuramerika og Evropa. Kokarunnurin veksur í rakjørð og krevur lítla og onga røkt, sum matplantur. Eisini loysir seg nógv betur fíggjarliga at dyrka koka enn vanliga grøði. Tí verður nógv koka dyrkað, serliga í oydnum pørtum í Andesfjøllum. Tá ið kokain er vunnið burtur úr kokabløðnum, verður tað smuglað.

Í næstan øllum Suðuramerika er fólkið blandingur av niðursetufólki úr Evropa og indiánum. Men við Karibiahavsstrondina og í Karibia eru mangir nekarar. Teir eru ættaðir frá trælum, sum vórðu førdir hagar úr Afrika at arbeiða í sukurlundunum. Mangir teirra eru enn ímillum tey fátækastu í samfelagnum.
 
Víða hvar í regnskógunum í Venesuela daga fleiri enn 100 høg sandsteinsfjøll, nevnd tepuis, upp ímóti luftini, summi eru 1.000 m. Hesi fjøll vóru áður í fyrndini víður háslætti, sum regn og vindur í ótaldar øldir hava matað niður. Mong rár plantusløg og dýrasløg hava ment seg í hesum "horvnu heimum".

Øll lond í Suðuramerika hava kríggjast við grannalond síni um, hvussu landamørkini skuldu vera, og enn eru ikki allar marknatrætur loystar. Í kríggjunum ímillum Bolivia og Paraguai í 1930-árunum og ímillum Ekvador og Peru í 1940-árunum doyðu fleiri túsund fólk. Markið ímillum Bolivia og Peru gongur mitt tvørtur um Titicacavatn.
 

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.