Skip to main content

Kolumbia


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Bogota, D.C

Vídd: 1.138.910km2

Fólkatal: 44.725.543

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 95% aðrir 5%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kolumbiskur peso (COP)

Kolumbia

Tá ið sponsku hertakararnir komu til Kolumbia í 1499, komu teir til eina siðmenning, sum átti ógvuliga nógv gull. Eisini hoyrdu teir um ein duldarfullan, horvnan bý, nevndur El Dorado, har so nógv ríkidømi var, at tað bar av øllum viti, men hann er ikki funnin enn. Síðan 1819, tá ið Kolumbia gjørdist sjálvstøðugt ríki, hevur javnan verið borgarakríggj, og seinastu árini hevur verið blóðugt stríð ímillum drøggfelagsskapir, sum stríðast um vald. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv kokain sum Kolumbia. Stóru áirnar, t.d. Orinocoá og Amasoná, eru týdningarmiklar vøruflutningsleiðir.

Nógv veðurlagsbelti eru í Kolumbia, og tí ber til at hava ein ógvuliga fjølbroyttan landbúnað. Í mong ár var kaffi høvuðssútflutningsvøra landsins, og Kolumbia dyrkar, næst eftir Brasil, mesta kaffi í heiminum. Tá ið berini eru hentað, verða tey latin í stórar kassar og sett at turka í sólini. Av tí at kaffiprísurin alsamt er fallin á heimsmarknaðinum, hevur Kolumbia verið noytt at leggja dent á at dyrka aðra grøði til útflutnings, t.d. sukur, bananir, bummull og blómur.
 
Oljuvinnan hevur fingið stóran týdning í búskapinum í Kolumbia, eftir tað at nógv olja varð funnin í ein landnyrðing úr Bogota. Á oljureinsiverkum, sum tí í býnum Barrankuilla, verður ráoljan gjørd til brennievni til bilar og flogfør. Eisini er nikkul funnið og ovurstórar kolalindir, tær størstu í Latínamerika. USA, Týskland og Japan eru størstu handilsfelagar hjá Kolumbia.

Mong halda smaragdirnar úr Kolumbia vera teir fínastu í heiminum. Skreytsmiðirnir í gomlu hámentanunum í landinum gjørdu fagrar prýðislutir av gulli og smaragdum. Nú á døgum ger Kolumbia meira enn helming av øllum smaragdum í heiminum.

Spaniamenn bygdu lívliga havnabýin, Cartegna, í 16. øld. Haðan sigldu stóru sponsku galleónirnar til Evropa, fullfermdar av dýrgripum, sum vóru stolnir frá indiánunum. Gomlu býarmúrarnir og glæsiligu stórmanshúsini og kirkjurnar standa enn; eisini mongu hervirkini, sum spaniamenn bygdu at verja seg fyri sjórænarum og álopum úr grannalondunum.

Lítla bygdin, San Augustin, tætt við fjøllini suðuri í landinum er gitin fyri sínar gomlu steinmyndir. Standmyndirnar eru minst 800 ára gamlar, men vit vita lítið um fólkið, ið høgdi tær. Summir serfrøðingar halda staðin hava verið halgimiðdepil, har bygdarfólkið jarðaði síni deyðu og setti høggmyndirnar á leiðini.

Allir kolumbiar duga at dansa kumbia, enntá børnini. Dansurin hevur røtur aftur í afrikanska mentan, frá trælunum, ið vórðu førdir til Kolumbia úr Afrika í 19. øld, og í spanska og indiánska mentan. Mannfólkini eru í hvítum klæðum var trælabúnin. Konufólkaklæðini líkjast sponskum klæðum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.