Skip to main content

 

 


Paraguai


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Asunción

Vídd: 406.750 km2

Fólkatal: 6.459.058

Alment mál:
spanskt og guaraní

Átrúnaður:
kristindómur 100%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: guaraní (PYG)

Paraguai

Av tí at Paraguai er langt inni í meginlandinum, stór lendi eru óbygd og lítið náttúrutilfeingi er at taka av, er landið eitt av fjónaðu londunum í heiminum. Tá ið tað hevði verið partur í spanska hjálandaríkinum í úti við 300 ár, gjørdist landið sjálvstøðugt í 1811. Síðan hava einaræðisharrar stýrt landinum næstan alla tíðina. Gitnastur var Alfredo Stroessner herovasti, sum ráddi í 35 ár, til kvett varð gjørt ímóti honum í 1989, og hann varð settur frá. Nú verður roynt at byggja landið upp. Ovurstóra Itaipú-orkuverkið ger so nógv ravmagn, at stórar nøgdir verða seldar Brasil. Roynt verður eisini at menna ymsar nýggjar ídnaðargreinir, so at landið skal ikki verða so bundið at landbúnaðinum.

Høvuðsstaðurin, og einasti stórbýurin í landinum, eitur Asunción; eini 800.000 fólk búgva í býnum. Hann er eystan Paraguaiá. Tað, ið eyðkennir býin, eru rætthyrnta vegakervið við breiðum, trægirdum vegum og mongu, vøkru viðarlundirnar. Asunción hevur varðveitt sniðið og dámin úr sponsku hjálandatíðini.

Í Norðurparaguai er Gran Chaco, ið er óføra stórt gras-og skógarlendi. Einastu fólk, sum búgva her, eru guraní- og macáindiánarnir. Macáindiánar selja ferðafólki handvovnar taskur.

Eini hundrað ár eftir tað, at Spania hevði lagt Paraguai undir seg í 1536, fóru jesuittatrúboðarar at kristna paraguaiar. Jesuittar, katólskur trúarflokkur, bygdu trúboðarastøðir og stórar steinkirkjur og vardu guaraní-indiánarnar fyri fíggindum sínum. Tá ið jesuittarnir vórðu riknir av landinum í 1767, fullu bygningar teirra í órøkt; teir verða nú umvældir.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam writing a college essay about community service msc dissertation structure personal philosophy of success essayer almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguei, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.