• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ein rúgva av miðlum

 

Dagliga renna vit okkum í eina rúgvu av miðlum, beint har, sum vit eru. Fyrr var so einfalt at siga, at Útvarpið var ein fjølmiðil, tí tey sendu tíðindi hvønn dag til allar føroyingar. Tey miðlaðu til fjøldina.

Frammanundan høvdu fólk lurtað eftir norðmanninum og danskaranum á langbylgju ella millumbylgju.

Uppaftur fyrr, tá hvørki útvarp ella elektriset var, møttust menn á støðni ella vaglinum at skifta orð um gerandisviðurskifti sum seyð og fisk, og hvussu veðrið mundi fara at vera til útróður og fjallgongu. Hóast kvinnur ikki tóku lut í hesum túnatosi, kallar granskarin Eyðun Andreassen hetta fyribrigdi fólksligt almenni. Menn møtast og skifta orð. Kann eisini henda, at einki varð sagt, men kortini møttust menn á einum ávísum stað.

Í hesi atferð síggja vit sosiala tørvin at møtast, og síðan forvitnið at skifta orð og meiningar um tað, sum er átrokandi. So kann bygdasamfelagið lyftast framá í semju. Vit kunnu siga, at her finna vit kjarnan í nútíðarmiðlum, sum av fyrstan tíð er viljin og trongdin at samskifta, ið summi velja sum journalistiska yrkisleið.

Gutenberg ella Google

Fleiri bøkur hjá Henrik Poulsen eru í Námi. Hann er skúlabókahøvundur og fyrilestrahaldari, sum vil vera við, at til eru tvær galaksur, ella stjørnubreytir. Onnur er Gutenberg-breytin og hin er Google-breytin.

Gutenberg-breytin fevnir um ta føstu grundvitan, sum longu er goymd í ymsum skúlamiðlum, ið skulu skamtast niður í næmingar til fult er. Mongdin og framgangsmátin verða ásett undir almennum eftirliti í lesi- og námsætlanum. Teir tekstir og tað tilfar, sum er á hesi breytini, er heft við upphavsrættindum, ið ikki eru til kjak.

Google-breytin fevnir um ávegis vitan, sum brúkarar vilja deila á netinum. Grundstøðið er, at einki er endaliga liðugt og enn minni heft við persónligum krøvum um upphavsrættindi, tí alt byggir á eina leiting, sum støðugt er í gongd og verður dagførd í vitanardeiling, heldur enn at koma á mál.

Skúlabókahøvundurin sigur, at hesar báðar breytir elva til eitt týðuligt skifti á miðlaøkinum. Meðan tey á Gutenberg-breytin hefta seg við hevdvunna vitan og prentaðar útgávur, sum hvørki kunnu broytast ella rættast, so leggja tey á Google-breytini seg eftir sambondum millum miðil og brúkara, har brúkarin hevur sín egna profil, sum alt snarar um, tí brúkarin velur so nógv sjálvur og kann alla tíðina viðmerkja.

 Uppgávur: 

  1. Hvør var Gutenberg?
  2. Hvat er Google?
  3. Kannið uppáhaldið hjá Henrik Poulsen um Gutenberg-breytina og Google-breytina. Hvør av hesum báðum breytum tænir tær sum brúkara best? Grundgevið fyri svarinum.
  4. Leitið á netinum og finnið upphavsrættindi og Fjølrit. Greiðið frá fyri flokkinum, hvat upphavsrættindi eru og hvat Fjølrit virkar fyri.
  5. Leitið á netinum og finnið Lawrence Lassig og Creative Commons. Greiðið frá fyri flokkinum, hvør Lassig er, og hvat endamálið er við Creative Commons.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018