Í BBC sendingini Beyond 100 Days eru tveir vertir. Katty Kay er í Washington og Christian Fraser er í London. Tey tosa livandi um politisk viðurskifti, fyrst og fremst úr Hvítu Húsunum í USA, men eisini um Brexit og onnur politisk og vinnulig viðurskifti, sum skapa altjóða tíðindi. Í sendingini 12. september í 2018 sigur Katty Kay við medvertin Christian Fraser: - Hugsa tær eitt land har 2,2 milliardir fólk liva?
Landið hon sipar til, er Facebook har staðfest er, at minst 2,2 milliardir fólk logga á hvønn mánað.
Orsøkin til at hon yvirhøvur tosar um Facebook, er at stjórin og eigarin, Mark Zuckerberg, skal til forhoyr hjá amerikanskum myndugleikum júst hesa vikuna.
Prátið millum sjónvarpsvertirnar heldur fram, og Katty May, sum er 53 ára gomul og sjálv brúkar Facebook, sigur, at hon eigur fýra børn, og at unga dótturin heldur mammuna vera ein dinosaur, tí hon brúkar Facebook. - Eg brúki bara Snapchat og Instagram. Facebook er fyri dinosaurar, sigur dótturin við Katty Kay.
Uppgávur: